leygardagur 27. november 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—— Ábyrgdarblaðstjóri Marknaðardeild: Dagfinn Olsen Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76,
Jan Miu Jonhard Hammer eres Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Álvur Haraldsen Telefon: 311820
Blasstjør: Eydun Klakkstein Í, up Teletax. 314720 —
Eiríkur Lindenskov — | Blaðfólk: i Mohr SpÅ Sosialurin srt postGsosakuinte í
Internet: www.sosialurin.fo Áki Bertholdsen, Niclas Johannesen ús Fr: ; singar: lysing &sosialurin fo
- Turid Kjølbro Yngd: Jåkup Mørk Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
At visa virding
fyri teimum eldru
Oddagrein
Tað var hugaligt at síggja i Sosialinum
fyrr í vikuni og í Degi og Viku hóskvoldið,
hvussu til ber at vísa okkara gomlu virðing.
Tiltokini við pensjónistaskeiðum á Háskúl-
anum hava nógv ár á baki, men vit, ið
yngri eru, hava gott av at frætta meira um
hetta í fjølmidlunum.
Eldraár er, og í hesum sambandi er nógv
tosað um viðurskiftini hjá teimum eldru.
Okkara kosnu menn og kvinnur eru altíð
skjót at svara, at tað er ein >spurningur
um prioritering<, tá spurt verður, hví storri
orka ikki verður sett til at bota um korini -
serliga tá hugsað verður um heimarøkt
og ellis- og røktarheim.
Men hetta er vånalig undanforsla - ti í
veruleikanum er hetta fyrst og fremst ein
spurningur um vilja: Vilja vit bruka pengar
upp å at bøta hesi vidurskifti, ella vilja vit
ikki… So einfaldur er hesin spurningurin.
Mentunarstovnur okkara, Føroya Fólka-
håskuli er eitt gott fordømi i so måta, har
skulin å fyrimyndarligan hått visir vilja.
Skulin vísir, hvussu lítið í veruleikanum
skal til fyri at geva pensjónistatilveruni
størri innihald.
At fara við pensjónistum at vitja ein stud-
entaskúla, har pensjónistarnir sjálvir
sleppa á skúlabonk er eitt sera frískt tiltak
- eitt tiltak, sum eisini gevur ungdóminum
rættuliga nógv.
Tað sama er við tiltakinum, har ein 10.
flokkur á Venjingarskúlanum vitjaði tey
gomlu á Háskúlanum. Skúlaungdómurin
las upp egnar yrkingar og spældi >ung-
dómstónleik< fyri teimum eldru. Ein góður
háttur at byggja brýr millum ættarliðini.
Feroya Fólkaháskúli eigur uppiborið hera-
klapp fyri tiltakið við pensjónistaskeiðu-
num.
Nógv hevur seinastu tíðina verið tosað
um pensjónsviðurskifti, og politikarar eru
rættuliga ójavnir á máli.
Hetta er rættuliga orkymlandi - og er enn
eitt prågv um vantandi vilja. At politikarar-
nir samstundis eru so samdir, tá tað snýr
seg um legtingsmannapensjónina er bara
uppaftur eitt prógv.
Ein tingmaður, sum bara hevur sitið eitt
valskeið á tingi, er betur tryggjaður, enn
ein fólkapensjónistur.
Hevði sami vilji og eldhugi vist seg í sam-
bandi við fólkapensjónina, so skuldu ting-
menn fingið sama heraklapp sum Há-
skúlin...
Viðmerking: |
Nýggja útbúgvingarálitið:
Fiskivinnuútbúgving við skerdan lut
Landsstýrismaðurin í und-
irvísingarmálum fekk um
dagarnar nýtt álit um fram-
tíðar = útbúgvingar- og
granskingarpolitikk. A
nógvum økjum eitt
spennandi álit við nógvum
góðum hugskotum. Fyri
okkum, sum umsita útbúgv-
ingar til fiski- og alivinnuna,
er álitið tó eitt stórt vónbrot.
Burtursæð frá nøkrum fáum
reglum við hálvum sann-
leikum um Fiskivinnuskúl-
an, er lítið at heinta.
Føroysk vinnulívsfólk
kunnu spyrja seg sjálvan,
um ongin nýhugsan fer
fram m.a. úti á føroysku
vinnuskúlunum, og um
skúlaleiðslurnar bara sita og
snorksova í vanabundnari
floksundirvísing, meðan
rákini úti í heimi eru okkum
óviðkomandi. Við nøkrum
dómum frá Fiskivinnuskúl-
anum frá hesum seinasta
árinum vóni eg at kunna
lýsa, at hetta er ikki so. Tó
tykist sum um, at nýhugsan
úti á skúlanum - og ynski
frá vinnuni - drukna í fyri-
sitingini av skúlaverkinum.
Aliútbúgving
Havbúnaðarfelagið heitti á
heysti í fjór á leiðsluna á
Fiskivinnuskúlanum, um at
koma við uppskoti um eitt
betri útbúgvingartilboð til
alivinnuna og at skipa fyri
styttri skeiðum til vinnuna.
Stutt eftir gjørdi skúlin upp-
skot um nýggja alilinju á
Fiskivinnuskúlanum. Upp-
skotið varð bæði sent Hav-
búnaðarfelagnum og Und-
irvísingar- og mentamála-
stýrinum til stødutakan.
Arligi kostnaðurin varð fyr-
ibils mettur til niðanfyri
hálva millión krónur. Nú
meira enn eitt ár seinni hava
vit onki frætt aftur úr stýri-
num. Alivinnan er ein av
hornasteinum í føroyska út-
flutninginum, men fram-
omma okkara
doyði og varð jarðað.
Klein, prest.
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
og hjálptu til, tá góða mamma, vermamma og
KRISTIN BECH
eisini nevnd Lillebit
Tórshavn
Eina serstaka tøkk til tykkum á B8 og Sonju
Súsanna, Elin og
Carl Jóhan við familju
vegis røkist onki fyri nøkr-
um útbúgvingartilboði til
hesa vinnugrein.
Fiskivinnuskúlin hevur tó
í seinastuni fyrireikað styttri
skeið til alivinnuna, og hest
fara av bakkastokki í febru-
ar mánaði næsta ár.
Menningardepil
Eitt annað dómi er, at síðsta
heyst setti skúlin av sínum
eintingum ein bólk at gera
uppskot um nýggjan Fiski-
vinnuskúla — menningar-
depil fyri fiskaídnað og hav-
búnað. Bólkurin gjørdi eitt
skitsuuppskot um at økja
virksemið hjá skúlanum,
soleiðis at tað eisini kom at
fata um skeiðsvirksemi til
fiskaídnaðin og alivinnuna,
arbeiði við vøru- og góðsk-
umenning av fiskavørum,
menning av framleidslu-
tøkni og leidslumenning.
Bólkurin mælti eisini til, at
økta virksemið skuldi fata
um menningararbeiði innan
t. d. nýggjar fiskaúrdráttir.
Í hesum sambandi var talan
um at seta fólk burturav,
sum kundu gera praktiskar
royndir fyri vinnulívið, og
sum kundu fylgja menning-
ini í grannalondunum. Stutt
sagt var ætlanin at seta
starvsfólk at loysa menn-
ingaruppgávur, sum fyri
stóran part "detta niðurí-
millum" í føroyska samfel-
agnum í dag.
Skúlin sendi vinnulívs-
umboðum skitsuuppskotið
til ummælis í desember í
fjør, og fleiri gjørdu skriv-
ligar viðmerkingar til upp-
skotið. Tey flestu vóru posi-
tiv fyri pørtum av uppskoti-
num og øll vóru á einum
máli um at styrkja útbúgv-
ingartilboðið til fiskaídnað-
in og alivinnuna.
Ætlanin var at hava eina
felags viðgerð av skitsuupp-
skotinum saman við vinnu-
lívsumboðum, áðrenn eitt
liðugt uppskot varð latið til
politiska viðgerð. Tí bjóð-
aði skúlin umboðum fyri
vinnuna, Heilsufrødiligu
Starvsstovuni og Undirvís-
ingar- og mentamålastyri-
num til fundar at viðgera
uppskotið í januar í ár. Hes-
in fundur gjørdist tó av ong-
um, tí um sama mundið setti
Undirvísingar- og menta-
málastýrið ein arbeiðsbólk
við umboðum fyri vinnuna
at meta um tørvin á útbúgv-
ing og eftirútbúgving. Ar-
beiðsbólkurin lat stýrinum
sítt tilmæli í vár.
Hóast eg sjálvur sum
skúlastjóri og formaðurin í
lærararáðnum á Fiskivinn-
uskúlanum hava spurt eftir
niðurstøðunum í tilmælu-
num frá arbeiðsbólkinum,
so hevur tað ikki eydnast at
fáa nøktandi svar.
Kanningarstovu
til vinnuna
Eftir at hava vitjað á stóra
fiskivinnudeplinum North
Atlantic Fisheries College,
sum røkir vidfevndar upp-
gávur fyri fiskiídnaðin og
alivinnuna í Hetlandi, seint
í summar saman við um-
boðum fyri vinnuna og
skúlamyndugleikarnar, kom
onkur við tí hugskoti at seta
doyði og varð jarðaður.
hvíldarstað.
Gud signi tykkum øll!
Tøkk
Hjartaliga takka vit skyldfólki, vinum og øllum
tykkum, sum sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá ið
kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
HENRIK JACOB DANIELSEN
Miðvágur
Tøkk til David Johannesen fyri góð og troystarrik
orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur, og tøkk til
tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta
Ein serlig tøkk til Ellis- og Avlamisheimið í Vágum.
Familjunnar vegna
Maria og børnini
eina kanningarstovu å st«
i samband vid Fiskivinm
skúlan. Kanningarstov
skuldi m.a. gera royndir
lidnum vørum fyri vinnun
Ein slik kanningarsto
hevði uttan iva verið eitt fi
líkt sambindingarlið millu
vinnu og skúla, og hevð
ikki kostað tí almenna pen:
ar í longdini. Hetta kund
sostatt verið byrjanin til ei
munadyggari samarbeiði
framtíðini, har ein útbúg,
ingarstovnur (sum ikki «
ein eftirlitsstovnur) kund
veitt vinnuni tænastur efti
ynskjum og tørvi.
Hóast ein fundur hevur
verið um at seta á stovn
slíka starvsstovu, so røkist
heldur onki fyri, at hetta
hugskot fær nakra veruliga
viðgerð.
Nidurstøda
Øll eru vit samd um, at vit
so ella so mugu vaksa um
innntøkurnar hjå føroyska
samfelagnum. Tó visa døm-
ini omanfyri, at hugskot,
sum koma "úr neðra", hig-
artil hava havt smáar møg-
uleikar at vinna frama í al-
mennu fyrisitingini av skúl-
averkinum. Tí er stórur
tørvur á einum bøttum sam-
starvi millum skúlamynd-
ugleikar, undirvísingar-
stovnar og føroyska vinnu-
lívið. Landsstýrismaðurin í
undirvísingarmálum, Signar
á Brúnni, hevur boðað frá,
at hann í næstum fer at seta
nevnd, sum skal arbeiða við
framtíðar fiskivinnuútbúgv -
ingum. Vónandi verður ar-
beiðssetningurin hjá hesi
nevnd so vidfevndur, at øll
góð hugskot verða vidgjørd
í fullum álvara.
Jákup Andreasen
Skúlastjóri á
Fiskivinnuskúlanum