leygardagur 27. november 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 27. november 1999
tíðindablaðið
Ferðaseðlamaskinurnar
klára ikki ár 2000
SL arbeiðir í løtuni vid at dagføra elektrónisku ferðaseðlamaskinurnar, ið ikki
hóra undan ár 2000 trupulleikanum
JOHN JOHANNESSEN
Ur Vágum frættist, at prís-
urin fyri mánaðarkort fyri
lesandi á farleiðini millum
Vágar og Havnina brádliga
hevur verið fyri ógvusligari
hækking. Vit frætta, at mán-
aðarkortini, ið fyrr kostaðu
400 krónur, nú kosta 1.150
krónur.
Umsitingin hjá SL sigur
seg tó einki vita um hesa
hækking.
Maskinurnar eru elek-
tróniskar, og vit stýra
prisunum av Farstødini i
modulunum, sum verða
skift á maskinunum hvørja
viku, sigur Magnus Matsen,
ið dagliga tekur sær av hes-
um arbeiði.
— Eg havi sjálvur latið
modulini, sum eru forritað
við teimum prísum, sum
standa í ferðaætlanini. Tí er
tað ikki rætt, at prísurin er
hækkaður.
Men SL hevur tó havt eitt
sindur av stríði av elektrón-
isku ferðaseðlamaskinunum
í seinastuni. Flutningsfyri-
tøkan arbeiðir við tveimum
útgávum av maskinum, og
tær elstu av hesum klára
ikki ártúsundskiftið, ið
stendur fyri framman.
Tí hevur verið neyðugt at
dagføra allar tær eldru
maskinurnar við at seta
nýggjar prentplátur í tær,
sum er ár 2000 tryggar.
Magnus Matsen sigur, at ar-
beiðið við at dagføra
maskinurnar er liðugt, og
skipanin verður í løtuni
royndarkoyrd innanhysis,
fyri at tryggja at hon virkar
sum hon skal, áðrenn hon
verður tikin í nýtslu.
Ferðaseðlaskipanin hjá
SL virkar soleiðis, at tey so-
kallaðu modulini, ið skrá-
seta, hvussu nógvir ferða
seðlar eru seldir av hvørjum
og so fram vegis, verða skift
út hvørja viku. Á modulun-
um eru allir ferðaseðlaprísir
skrásettir, og tí halda
modulini roknskap fyri
hvort einstakt far. Hjá SL
verða modulini lisin inn á
bókhaldsskipanina.
Magnus Matsen sigur, at
hendan skipan virkar væl,
og tískil eru ongar æltlanir
um, at førini hjá SL skulu
hava on-line skipanir, so
ferðaseðlarnir so hvort teir
verða seldir, verða skrásettir
beinleiðis í bókhaldsskipan-
ina á Farstødini í Havn.
Ferðaseðlamaskinurnar
hjá SL verða í hesum
døgum dagførdar, so tær
klára ártúsundskiftið
Jólatræið í Havn tendrað í dag
Javnaðarfolk fylkjast
í Keypmannahavn
Lesandi í Keypmannahavn hava tikið stig til at stovna før-
oyskt Sosialistiskt Ungmannafelag í Danmark. Endamálið
er, at sleppa at vera virkin í fóroyska politiska lívinum
JOHN JOHANNESSEN
— Føroysk lesandi i Dan-
mark hava stóran áhuga i tí,
sum fer fram å politiska
leikpallinum i Føroyum. Ti
haldi eg, at vit eiga at geva
hesum fólkum møguleika i
at vera politiskt virkin i ein-
um felag, id røkir føroysk
politisk áhugamál.
Katrin Gaard, sum hevur
tikid stig til at stovna SU
deildina i Keypmannahavn
visir å, at føroyingar, sum
lesa i Danmark og eru parta-
politiskt åhuga, halda seg
aftur vid at melda seg inn i
donsk partapolitisk åhuga-
feløg av teirri orsøk, at hesi
feløg bert vidgera donsk
vidurskifti.
— Men sunnudagin, tå SU
verður stovnað í Keyp-
mannahavn sleppa føroysk
javnaðaráhugað at verða
virkin, vissar Katrin Gaard
um.
Kjakforum
— Eitt endamál við felag-
num er at skapa eitt kjak-
forum, har føroyingar bú-
sitandi í Danmark kunnu
kjakast um ymisk viður-
skifti, ið eru uppi í Føroyska
samfelagnum, men vit
skulu so sanniliga eisini
viðgera ymiskt, sum av ein-
ari ella aðrari orsøk als ikki
verður vidgjørt í Føroyum,
sigur Katrin Gaard og sipar
til ES og globalisering.
— Vit eiga at hugsa um, at
heimurin verður knýttur alt
tættari og tættari við teirri
globalisering, sum fer fram
kring allan knøttin í løtuni.
Eisini eiga vit at hugsa um
støðuna millum Føroyar og
ES. Hvar standa vit, um
Noreg fer upp í ES?
Katrin Gaard heldur, at
kjakið í Føroyum i løtuni í
alt ov stóran mun snýr seg
um viðurskiftini Føroya og
Danmarkar ímillum. Hon
heldur, at føroyingar eiga at
fáa eyguni upp fyri øðrum
kjaki umframt hesum.
Hitta politikarar
Á stovnandi fundinum í
Føroyahusinum i
Keypmannahavn sunnudag-
in verður formaður
Javnaðarfloksins, Jóannes
Eidesgaard, hjástaddur, og
ætlanin er eisini, at limirnir
skulu fáa høvi at vitja hann
á Christiansborg.
Harafturat er ætlanin, at
SU í Keypmannahavn skal
hitta ymsar aðrar politikarar
á máli um ymisk viðurskifti.
Til dømis er ætlanin at hitt
Jonatan Motzfeldt.
Jólatræið verður tendrað í
16 DO a
tala
JOlatrøimi á Hvitanesi, í
barnakórið hjá Tórshavnar
morgin 27. nov. kl Kvold- og Ungdómsskúla á
Vaglinum. Havnar Hornor Glade Hjørn. Kaldbak og Norðradali
kestur spælir. Heri Joensen, Jólatræið á Argjum verð verða tendrað næsta viku
prestur, og Leivur Hansen, ur tendrað sunnudagin kl skiftið, sigur Ku
byrådsformadur, tala 16.00. GHM spælir. Heri = stovan
Kl. 16.30, aftaná at jóla
træið er tendrað, syngur
Joensen, prestur. og Leivur
Hansen.
býráðsformaður
Skíðferð til Eysturrikis ?
st;
potur & pøtur + 320870
Flogfelag Føroya skipar fyri skidferd til Eysturrikis.
Farið verður úr Føroyum 5. februar 2000 um
Keypmannahavn og heimferðin verður 12.
februar. Gist verður í kenda skíbýnum St. Anton,
ið hevur alt tað, ið krevst fyri at skíðferðin
verður eitt minni fyri livið.
úr
Kostnaður 7 :
4 pers. í eini Íbuð...................... pr
Børn undir 12 år... ..."6
lroknað í kostnaðinum er:
Flogferð, gisting, flutningur og liftkort
*) Um nóg nógv tekna seg, verður flogið
beinleiðis úr Feroyum.
Ring ella stakk inn á gólvið og fá meira at vita
FLOGFELAG FØROYA
Aarvegur 6 * Postboks 3225 + FO-110 Tórshavn
Tel 31 10 25 * Fax 31 86 70 * e-mail: ffÆpost.olivant fo