Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 10. NOVEMBER 1999 tíðindablaðið = Edmund setti um- setiligheitina í gildi Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum vísir á, at full umsetiligheit hevur verið í fiskivinnuni síðani samgongan hjá Edmundi Joensen undir seinasta valskeiði gjórdi 80 broytingar í fiskivinnulóggávuni JOHN JOHANNESSEN Sum stødan er i dag, hava vit fulla umsetiligheit í før oysku fiskivinnuni. Gott dómi um hetta var, tå út róðrarbátur á 15 tons fór úr flotanum fyri eitt skip á 400 tons, sigur Heini O. Heine- sen, formaður Tjóðveldis- floksins. Heini O. Heinesen heldur tað vera tíð uppá at rudda verður upp í fiskivinnulóg- gávuni, men hann vísir á, at hetta fyri tað ikki merkir, at vinnan skal gerast meiri umsetilig. — Tað er eingin loyna, at eg eri ímóti fríari umseti- ligheit. Eg haldi, at vit í staðin kundu havt ein kvotubanka ella onkra líkn andi skipan. Men, sum støð an er nú, mugu vit rudda upp í óruddinum hjá undan farnu samgongu, ið hevur lóggvrvið soleiðis, at frí um setiligheit valdar í vinnuni Landsstýrismaðurin umsitir neviliga í verandi støðu lóg- ina, sum var hon fult um setilig. Skulu ikki vera bangnir Formaður Tjóðveldisfloks- ins sigur onga orsøk vera hjá Jóannesi Eidesgaard og øðrum, sum hava rópt upp í útvarpinum, at óttast fyri, at fiskivinnan í Føroyum kem- ur í somu støðu, sum tann í Íslandi. Vit skulu minnast til, at málið als ikki er komið fyri í tinginum enn, sigur hann og vísir á, at góður møgu leiki verður fyri at kjakast um málið í tinginum eftir nýggjár Tað sum nú skal gerast er, at tað skal ruddast upp í málinum, men hetta merkir tó ikki, at linjan skal gerðast harðari enn tað sama. Heini O. Heinesen sigur, at hann ikki hevur handlað við fiskimálaráðharran um, hvussu fiskivinnulóggávan skal vera. Men hann sigur, at hann er ímóti beinleiðis stuðuli til vinnuna. Skapa fortreytir — Eg haldi, at vit skulu skapa fiskivinnuni fortreyt ir, heldur enn at veita henni stuðul, og tað er tað, vit ætla við nýggju fiskivinnulóg- gávuni Heini O. Heinesen sigur, at hann fer at arbeiða fyri, at mark verður sett millum útróðrarflotan og restina av flotanum, og hartil ætlar hann sær at virka fyri, at trolararnir fáa loyvi at virka tosk og hýsu. Men hann fer ikki at ganga við til, at økis- friðingarnar verða avtiknar. Hóast Heini O. Heinesen er ímóti fríari umsetiligheit, sigur hann seg einki hava ímóti, at flotin fær møgu- leika at regulera seg, og væntar hann ikki, at hetta fer at oyða smáplássini. Klárur um góða viku >Vesturvón< er nú til årligt eftirlit á Tórshavnar Skipa- smiðu, og um góða viku verður flakatrolarin klárur aftur at fara nýggjan túr í Barentshavið. >Vesturvón< hevur júst verið í Grimsby og lagt veiðuna upp, knøpp 500 tons, men prísurin er góður í løtuni og eisini er pundið sterkt, so manning- arparturin er brúkligur, tó at hesin túrurin var nakað drúgvur. Sum skilst er fisk- iskapurin í Barentshavinum rættiliga javnur í løtuni, úr 18 til 28 tons um vikuna Seinasta lastin hjá > Vestur- vón< er ikki seld enn, men roknað verður við at 3-arin s na í jó prísurin á teim ymisku fisk- avørunum kemur at liggja úr góðum 30 upp í góðar 50 krónur. lahýri | ; } ! Jólini eru byrjað summastaðni, tað merktist í SMS, har stór og små stormaðu fyri at fáa sær jólagreyt frá 3-aranum LARS ANDERSSEN Tá ið novembur mánað byrjar, so kann man eisini vænta sær at jólini byrja. Smádreingir ganga runt og selja jólakalendarar, og fólk byrja at keypa mandarinir og piparnøtur. Fólk byrja at munga eftir jólagreyti. Handlar byrja at skipa fyri jólatiltøkum. Leygardagin 6. novembur kl. 14-16 skip- aði 3-arin fyri forvitnislig- um tiltaki í SMS. Foreldur, ið vilja senda familju og vinum jólakort av børnum sínum, kunnu nú fara til 3- arin at fáa hetta avgreitt. Tí skipaði 3-arin fyri hesum tiltaki. Í sambandi við til- takið bjóðaðu tvær blíðar og fittar nissur jOlagreyt, og varð hetta væl móttiki av kundunum, serliga børni- num dámdu væl jólagreytin, tí heili 48 kilo av jólagreyti blivu nytt. Kundarnir høvdu eisini høvid at vinna mand- lugávu. Tiltakið verður {Á skipað aftur í desembur mánaði. Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins BRUKTBILA- MARKNAÐUR Opel Vectra 1,7 diesel Ford Fiesta 1,4 nýlakkeraður Toyota Carina Volvo 240 2,3 st. car : … 11/87 137.000 Volvo 440 1,8 Sær åt sum hann ikki er VOLVO-RENAULT i Føroyum - har kundin verður settur í hásæti - pf. Bróður Petersen Bilar Hoyvíksvegur 6 * Boks 3130 « FO 10 Tórshavn + Tel. 31 43 60 * Fax 31 56 96 Sosialurin - Tel. 311820