hósdagur 11. november 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið SOS!
Nr. 215 - 12. november 1999
Minni
til
rakstur
Klaksvíkar
kommuna fer
næsta ár at
skera raksturin
Næsta ár ætlar Klaksvík-
ar kommuna at brúka
færri pengar til rakstur.
Í uppskotinum til
fyrstu fíggjarætlanina í
nýggja ártúsundinum eru
38 milliónir settar av til
rakstur, og tað er minni
enn í ár. Í løtuni er mink-
ingin eina million krón-
ur. men enn hevur 2. við-
gerð ikki verið av figgj-
arætlanini, og hendan
upphædd kann verða
broytt tá
Klaksvíkar kommuna
ætlar at brúka umleið 20
milliónir til iløgur og 38
milliónir til raktstur.
Restina av teimum 80
millionum, sum inntøk-
an hjá kommununi verð-
ur mett at verða næsta år,
skulu brúkast til at gjalda
rentur og avdrøg av
skuldini
Skuldin hjå Klaksvik-
ar kommunu er 140
milliónir krónur, men
kommunan eigur eisini
pengar, og nettoskuldin
er tí góðar 100 milliónir.
Síðani 1994 er netto-
skuldin minkað við fleiri
enn 80 milliónum krón-
um. Í ár 2000 ætlar
Klaksvíkar kommuna at
gjalda 15 milliónir í av-
drøgum og 7 milliónir í
rentum
ek
Vatn-
veitingin
skal
betrast
Næsta ár fer Klaksvíkar
kommuna at halda fram
við útbyggingini og betr-
ingini av vatnveitingini
í býnum
Í ár vóru nýggi brunn-
urin og nýggja sótt-
reinsuverkið í Anagjógv
tikið í nýtslu, og nú fáa
oll virkini í býnum sótt-
reinsað vatn, umframt
ein stórur partur av hús-
arhaldunum.
Næsta ár skal ein
nýggjur brunnur gerast á
Hálsi, og hesin brunnur |
fer at taka 1800 tons,
sum er tað sama sum hin
brunnurin á staðnum.
Sóttreinsuverk skal
eisini setast upp, so fleiri
húsarhald kunnu fáa
sóttreinsað vatn.
Í ár 2000 ætlar Klaks-
víkar kommuna at brúka
umleið fimm milliónir til
hetta arbeiðið.
ek
Ætla at byggja læknamið-
stoð uttan landsstuðul
Landsstýrið vil
ongan stuðul lata
til nýggja lækna-
midstød í Klaks-
vík, men Klaks-
víkar kommuna
ætlar tó at gera
álvara av ætlan-
ini
EYÐUN KLAKKSTEIN
Klaksvíkar kommuna fær
ongan stuðul frá landsstyri-
num til at gera nýggja
læknamidstød í býnum,
men hetta skal ikki gera av
við ætlanina.
Kommunan ætlar at seta
pengar av á fíggjarætlanini
næsta år, sum skulu brúkast
til at gera eina læknamið-
stød í miðbýnum.
- Arbeidsumstødurnar hjá
kommunulæknunum er 6-
tolandi, og sjålvt um vit
hava gjørt hølini hjá einum
av læknunum í stand, eru
framvegis tveir læknar, sum
skulu hava munandi betri
umstødur, sigur Steinbjørn
Jacobsen. virkandi býráðs-
formaður í Klaksvík.
— Stødan er akutt, tí skulu
vit fáa kommunulæknar til
Klaksvíkar. so mugu vit
kunna bjóða teimum betri
umstødur.
— Vit fara næsta ár at arbeiða itøkiligt við ætlanini, og tað gera vit sjålvt um landsstýrið ikki vil lata okkum stuðul,
sigur Steinbjørn Jacobsen, virkandi býráðsformaður i Klaksvík
Vóna at seta
øll fýra størvini
I løtuni eru tveir kommunu-
læknar i Klaksvik, umframt
ein svii, sum er avloysari.
Fyra kommunulæknastørv
eru normerad i Klaksvik,
men bert triggir læknar eru
i bynum, og tað hevur
stundum gingið illa við at
finna avloysarar.
Nýggja læknamidstødin
skal byggjast við sandin..
Læknamidstødin skal gerast
norðanfyri politistødina.
— Vit fara næsta ár at ar-
beiða itøkiligt við ætlanini,
og tað gera vit sjálvt um
landsstýrið ikki Vil lata okk-
um stuðul, sigur Steinbjørn
Jacobsen.
Ætlanin er, at læknamið-
støðin skal hýsa ollum
kommunulæknunum í bý-
num, og Klaksvíkar komm-
una vónar, at tað fer at bera
til at seta oll fýra størvini í
nærmastu framtíð. Tað skal
millum annað ein nýggj
læknamidstød syrgja fyri.
Gera góðshavn í Ánunum
Klaksvíkar kommuna fer nú undir
arbeiðið at gera góðshavn í Anunum.
Longu í ár skal partur av ífyllingini
gerast
; br 7
så
Plássið á vånni í Klaksvík
er ov lítið, og tí heldur
Klaksvíkar kommuna tað
verða neyðugt við nýggjari
góðshavn í umráðnum.
Innan stutta tíð verður
farið undir arbeiðið at gera
nýggja góðshavn í Anu-
num, sum liggja norðan fyri
Klaksvík. Fyrsti parturin av
arbeiðnum fer at geva eitt
lendi upp á 5000 kvadrat-
metrar, og hetta arbeiðið
skal eftir ætlan verða liðugt
í hesum árinum.
Í Anunum er gott pláss,
bæði á sjógvi og landi, og
har nýggja havnin skal
verða, er eitt av bestu kyrru-
Tað er trongligt á vánni í
Klaksvík, og tí fer
Klaksvíkar kommuna nú
undir arbeiðið at gera
góðshavn í Ánunum.
Fyrsti parturin av
arbeiðnum skal verða
liðugur í ár, og í ár 2002
er ætlanin, at økid skal
verða klárt at taka í nýtslu
plássunum í landinum.
Ætlanin er, at økid skal
kunna takast i nytslu f år
2002.
Næsta år ætlar Klaksvikar
kommuna at avseta næstan
fimm milliónir krónur til
havnagerðina, og í ár eru
avsettar, og lutvíst nýttar,
fýra milliónir krónur. Við í
hesum er arbeiðið, sum er
gjørt at leingja bryggjuna á
Kósini.
— Tað er ov trongt á vånni,
og tí halda vit tað verða
neyðugt við nýggjari havn
í Anunum, sigur Steinbjørn
Jacobsen, virkandi býráðs-
formaður í Klaksvík.
— Tá vit nú fáa nýggja
havn í Anunum, har farmur
kann varð uppskipaður,
skapar tað nýggjar møgu-
leikar á havnalagnum á
vestari armi. Havnin í An-
unum fer eisini at geva
nýggjar møguleikar við
uppskipan av góðsi, tí tað
verður betri pláss og dýpið
er stórri.
Dýpið fram við kaikant-
inum á nýggju havnini
verður upp til 12 metrar, og
tað er tríggjar metrar djúpari
enn inni á vánni.
ek