hósdagur 11. november 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 12. november 1999
tíðindablaðið
Tunfiskaveiðan lakari í ár
Royndarveiðan eftir tunfiski í fóroyskum sjógvi er av og
niðurstóðan eftir triggjar mánaða royndarveiðu er, at
nógv minni hevur verið at fingið í ár enn tey seinastu
bæði undanfarnu árini
SVEINUR TRÓNDARSON
Seinast í oktober mánaði
endaði royndarveiðan eftir
tunfiski í ár.
Trý japansk skip hava frá
føroyskum loyvisánarum
keypt sær rættindi at roynd-
arveiða við flotlínu eftir
tunfiski, og í tíðarbilinum
frá fyrst í august til seinast
í oktober hava teir roynt í
føroyskum sjógvi.
Eitt sindur misjavnt hevur
gingið hesi trý árini. Fyrsta
árið, í 1997, fingu japanar
um 100 tons, men síðani
hevur væl minni verið at
fáa.
Í 1998 fingu tey trý skip-
ini góð 60 tons og í ár hava
Japanar fiska um 40 tons av
tunfiski.
Stovnurin er troyttur
Guttormur Djurhuus hevur
verið eygleiðari umborð á
Koei Maru 108 í ár, og hann
sigur, at ein av orsøkunum
til at tað hevur gingið so illa
í hond hjá japansku skip-
unum er, at tað hevur viðrað
stak illa.
— Hevdi veðrið verið til
vildar, so rokni eg við, at
vit høvdu fiska á leið tað
sama, sum vit gjørdu í fjør,
sigur Guttormur Djurhuus.
Hann sigur kortini eina
aðra orsøk til vånaliga fiski-
skapin vera, at stovnurin
kring Føroyar eru hart
troyttur.
Harumframt heldur Gutt-
orm, at royndarveiðan eftir
tunfiski hevur víst, at vit
mugu rokna vid 6stødugum
fiskiskapi eftir tunfiski vid
Føroyar.
Hitin í sjónum liggur á
markinum til tað sum fisk-
urin >krevur<, og tí fer tað
altíð at vera skiftandi, sigur
Guttormur.
Meguleikar
at ala tunfisk
Nú japanar hava royndar-
vant í Føroyum í nøkur ár,
kundi tað ikki koyrt undir
samstarv av ødrum slag við
teir?
Tað heldur Guttorm, at
tað kundi.
— Einaferð í fjør møtti eg
táverandi — fiskimålaråd-
harra, John Petersen, um-
bord å Sam, og tå spurdi
hann meg, um ikki aðrir
møguleikar eru vid tunfisk-
aveiðuni enn at lata nøkrum
privatmonnum loyvir, sum
síðani vera seld víðari til
japanesar. Eg lovaði at um-
hugsa málið og ringdi nak-
að aftaná til Vinnumálastýr-
ið og spurdi um nakar áhugi
var at gera eina forkanning
um aling av tuni saman við
japanesarum, greiðir Gutt-
ormur frá.
At fyrispurningur fiski-
málaráðharrans endaði við
tanka um at fara undir aling,
er kanska ikki so logið, tí
Guttormur var ein teirra,
sum í sínari tíð fór undir
aling av laksi, í Føroyum,
eftir norskum mynstri.
Frå Vinnumålastyrinum
fekk eg tað svar, at málið
skuldi kannast nærri, men
stutta tíð eftir fekk eg yvir
telefon at vita, at hugskotið
nokk ikki var so gott, tí tað
ber ikki til at ala tun. Eg má
viðganga, at eg gjørdist ikki
sért hámur um mína fá-
vitsku, og skundaði mær at
gloyma málið, sigur Gutt-
ormur Djurhuus.
Hann leggur kortini aft-
urat, at svarið frá Vinnu-
málastýrinum neyvan var
væl kanna, tí seinni hevur
tað víst seg, at tað júst í
heyst hava verið stórar
nøgdir av aldum tunfiski á
Litaviski landsliðs-
venjarin til FS Vágar
Fótbóltur: Felagsliðið úr Vágum hevur gjórt sáttmála við
fyrrverandi litaviska landsliðsvenjaran Kestutis Latoza
fyri næsta kappingarár. Umframt tað arbeiðir felagið við
at fáa fleiri leikarar í hópin, sum var nakað smælur
seinasta kappingarár
SVEINUR TRÓNDARSON
Nýggjasta skotið á stanm-
uni í bestu føroysku deild-
ini, FS Vágar, hevur fingið
nýggjan venjara, og gjørdist
tað fyrrverandi litaviski
landsliðsvenjarin, Kestutis
Latoza.
Latoza er 49 ára gamal og
hevur drúgvar royndir sum
bæði venjarin og sum leik-
ari.
Hann spældi ikki færri
enn 515 dystir á besta liði
hjá Zalgiris Vilnius, sum tá
leikti í ovastu sovjettisku
deildini. Í hesum dystunum
gjørdi hann ikki færri enn
50 mál fyri Zalgiris.
Drúgvar
yenjararoyndir
I 1983 gavst Latoza sum
leikari og gjørdist venjari í
staðin. Í fyrsta umfari var
hann = ungdómslandsliðs-
venjari, men seinni gjørdist
hann venjari hjá Lokomo-
tyvas Vilnius og uppaftur
seinni hjá meistaraliðnum
Zalgiris Vilnius; liðnum,
sum hann spældi fyri í 16
ár
Seinastu tvey árini hevur
Latoza eisini roynt seg sum
landsliðsvenjari, og í tí sam-
bandinum var hann í Før-
oyum, tá litavar vunnu 1-0
á føroyska landsliðnum á
Tórsvolli í heyst.
Spenna seg
út í Vágum
Alvur Samuelsen, formaður
í FS Vágum sigur, at teir eru
stak væl nøgdir við at hava
fingið Latoza til venjara,
hóast tað tók eitt sindur
drúgvari tíð enn ætlað.
Nú fara vit undir at gera
sáttmála við leikararnar
sum vóru við í fjør, og sum
allir hava sagt, at teir vera
við aftur næsta ár.
Men hevur FS Vágar ætl-
anir at víðka um hópin?
I fjør var hópurin upp á
15-16 mans, og tað hava vit
staðfest er í minna lagi, um
vit vera raktir av skaðum.
Tí vera vit noyddir at fara
at hyggja eftir nýggjum
leikarum, sigur Alvur Sam-
uelsen.
Hava tit eyguni eftir nókr-
um serligum?
Vit fara sjålvandi at
hyggja her heima - kanska
eftir lokalum kreftum, sum
spæla aðrastaðni - og so
hava vit sjálvandi eisini
eyguni við okkum uttan-
lands, sigur hann.
Alvur leggur afturat, at
teir hava litið venjaranum
upp í hendi, at hyggja eftir
spælarum í Litava, og tað
kundi hent, at hann hevur
onkran leikara við sær hað-
ani, tá hann kemur til Før-
oya í januar.
Viðvíkjandi fíggingini av
virkseminum hjá felagnum
næsta ár, sigur Alvur, at teir
fara ikki út at gera dýrar
sáttamálar við leikarar, tí tað
hevur felagið heilt einfalt
ikki ráð til, men at teir fara
eftir at gera sáttmálar við
allar leikararnar.
marknaðinum í Japan.
Leitisteinur roynir enn
Hóast tað er farið út um okt-
ober mánað, so eru kortini
ikki øll skip givin við tun-
fiskaveiðini.
Leitisteinur, sum eisini
royndarveiddi eftir tunfiski
í føroyskum sjógvi heldur
fram við veiðini, men nú er
hann farin út um føroyska
sjómarkið at royna.
Prísurin á tunfiski er góð-
ur i løtuni - 250 krónur fyri
kilo, og tað vil siga, at Koei
Maru 108 fekk 67.500 krón-
ur fyri tann størsta fiskin teir
fingu. Hann vá 270 kilo.
Samanlagt fiskaðu jap-
ansku skipini 38.679 kg, og
við einum meðalprísi upp á
250 krónur svarar tað til ein
avreiðingarprís upp á góðar
Japansku skipini, sum
hava royndarveitt eftir
tunfiski, sum hava roynd-
arveitt í føroyskum sjógvi,
fingu nógv minni burtur úr
enn undnafarin ár.
Mynd: Guttormur Djurhuus
9,6 milliónir, og tað er ikki
so lítið, tá til stykkis kemur.
TREND SHOW 2000
á Hotel FØroyum
Leygarkvøldid 20. nov '99 kl. 19.30
Sunnukvøldid 21. nov "99 kl. 19.30
Samein Trendshow 2000 vid
jólabordhaldi fyri tygara starvst6ki
TS
Hotel Føroyar bjóðar
Bearnaise vid
salati
tnaður Kr. 98.