Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 Minningarorð Pål Eydénn Olason Poulsen f. 29.11.1963 d. 31.10.1999 Sum orðatakið sigur. eingin veit á morgni at siga hvar ein á kvøldi gistur, hetta munnu oll ásanna tå tey syrgiligu boð komu um at Pol Eyðfinn ikki var imillum okkum longur Sjálvur var eg staddur norðuri i Hvannasundi, úti í Bud, tá telefonin ringdi til tey, og sagt var at presturin Niels Pauli, skuldi tosa við Leivur, og lotu semri kom hann inn aftur í køkin, og sóu vit. i Inni vóru, á honum at okkurt var åfatt, og tað ta hann segði var, at tað var ein syndarlig ólukka hend umborð á Agot, teir høvdu fingið ein sjógv. og heyði rakt skiparin so meint, at hann ikki var mill um okkum longur. Hetta vóru eini so tung boð fyn okkum oll. at man finnur ikki orð til tað. Ti alt virkar so meiningsleyst nú Pól Eyðfinn ikki er ímill um okkum longur her á told, ein so lívsglaður mað so blíður og smilandi, tå man . so fór man altíð frá honum við 1 smili, ja. hann var so góður við oll menniskju. serliga við tykkum. Simonu og børnini. sum tað Metv sagt frá í kirkjuni, at I vildi altíð frætta frá kk ikki bleiv hugsað um hvat tað kostaði at 1 setti kærleikan til tykkum í fremstu Sum tað eisini bleiv sagt frá i kirkjuni, at sjálvt m einki var i gørnunum., ja so var lagið altíð gott, út kundu tríva í ein ella annan sang eitt nú (Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá). jú eitt er vist, samanhaldið millum skipara og manning var sera gott. og tit gjørdu alt hvat tit vóru mentir at bjarga skipara tykkara, men har var einki at gera, Harrin vildi hava hann heim til sín. Pol Eyðfinn gav ollum eitt pláss í hjarta sínum, hvussu nógvar barnasálir eru ikki blivnar frøddar upp undir jólahátíðina, tá hann og skip hansara hava verið karmur um jólamennirnar (Jólaskipið) til tey undanfarnu jól, jú eitt er vist, barnavinur var hann størur Góðu tit, Simona, Ísak, Olivia, Petur, Bárður, Agot, Oli og Gudrun, Hjalti, Maria og børnini, Olavur, Nina og børnini, Bergtóra, Pål Sivar og børnini, Eyðstein og Sólva, Sólfríð og Hans Micha- el, tit á Viðareiði, Ísak við familju, omman Thurid. omman Lina, manningin umborð á Ágot, og annars øll sum stóðu Pól Eyðfinn nær, Jesus verið hjá tykkum Tað kundi verið so mangt annað skrivað um Pól Eyðfinn, tí minnini um hann eru so mong og góð, eitt er vist, at hann hevur lagt eitt stórt verk eftir seg her á fold, bæði handaliga og andaliga. At enda vil eg skriva eitt vers úr sanginum (Heima í himli). Heima í himli fer eingin at gráta, Harrin skal turka av eygum hvert tár Heima í himli fer eingin at syrgja, Deyðin er horvin, og lekt eru sår Friður verið yvir minnið um Pól Eyðfinn Ólason Poulsen. Atli S. Justinussen tíðindablaðið Nr. 218 - 16. november 1999 Carl Nolsøe til minnis . Guð gleðir hann, ið glaður er Seinnapartin mánadagin 1. novembur, allahalgann- adag, var knappliga bod eftir Carl, sum nu var farin um tey sjeyti sjey. Errin og spelkin gekk hann hvønn dag okkara millum og seinnapartin henda sama dag var hann at hitta á bók- asavninum leitandi óiva eftir tilfari um keltiskar bønir Men tysmorgunin 2. novembur bórust boðini herniðri og heima um, at Carl Nolsøe var farin dagin fyri. Mangur hvakk við. hevdi ilt við at fata tað, sum hent var. Og tað sum verri var: Heyði ikki fingið tosað við Carl, spurt Carl ella svara honum aftur í einum ella øðrum máli. Men nú var hann farin, tagnaður. Stólurin við innara stólp- an í kaffistovuni stóð tóm- ur hendan mánadagin Dagliga settist Carl á hend an stólin at lesa blødini Kanska kom onkur og sett ist hjá honum ella Carl flutti seg til hansara ti Carl hevði hug at pråta. . Har ljós brenna fá undir lágari lon, sæst gjølla, tá eitt av teim slóknar tá maður verður fúkandi fon, hitt fåmenta liðið hoknar Carl Nølsøe var ættaður úr Neslíð suðuri í Vági, sonur keypmannin og útgerðar- mannin Jóhan Nolsøe á Marknoyri. Og nú maðurin eldist gingu øll hesi á Marknoyri, í Vági og har um vegir í huganum. Carl var ættkærur sum fáur og var tað honum ein fragd at siga frá fólki sunnanfjørds. Hann dugdi teirra mál og málsligu frábrigdi bygd úr bygd. Mong skemtisøgan var havd á lofti um ætt- fólkið og bygdarfólkið. tí Carl kundi vera skemtarin mikil. Tó álvarsmálini heima á landi lógu oftast fremri í huganum. Tá kundi Carl mangan vera harðlyntur í orðum, speirakin og hvorki at høgga ella at stinga í. Hann kundi sum fáur nýta Hera Berg Góða Rigmor og børn. Fyrst ein kvøda til tykkara, ið hava mist so nógv í kæra manni og pápa tykkara, Hera. Eg vil við hesum saman við mongum, mongum øðrum, sýna mína sam- kenslu f. 25. sept. 1922; d. 1. nov. 1999 orðið og skar stundum í bein. Orðafloymurin var sum áarlop. Tað byrgdist ikki fyri honum. Mangur mundi halda, at ikki flætt- aðist við hann, tí hann gav sær ikki stundir at lurta Hann var so bráur og so snarur í vendini, at tú stóðst alvápnaður og av- vápnaður í sama viðfangi, hann dró úr slíðrunum. Og meðan hann hvesti og høgdi, kendi tú tó á tær, at hesin maður aldri vildi slept tær upp á fjall. Hans- ara góðsliga lyndi stakk undan einum og hvørjum orðaleiki. Hann hevði tokka til land og lands- menn niðri og heima — bara teir vildu gingið framá í øllum lutum, í viti og skynsemi, í áræði og sjálvsvirðing. Stundum hóligur í orð- um, stundum bonskur og og atfinningarsamur. Tað við tykkum. Tað kom dátt við at hoyra, at Heri var álvars- liga sjúkur, men eg hevði so ta gleði at tosa við hann í telefonini, stutt áðrenn hann andaðist. Heri var ein dugnaligur lækni og sera væl dámdur. kundi vera ilt at fóta sær. tí álopini fullu so knapp- liga, lemjandi og beinrak- in. Onkur forsyndaðist inn á hann, annar mundi skírða hann líkt og ólíkt, og upp- aftur annar var hugstoyttur av hesum manni, sum var so ringur at teppa og oftast hevdi grein í sínum máli. Men nú er hann tagn- aður. Tað var Carli so umráð- andi at fáa sagt tí unga les- andi fólkinum, at tey kundu ikki vera sitandi á rókini. Lívið er annað enn fakligur lestur. - Upp í orð- askiftið heima og niðri. Fram í ljósið við hugsan- um tykkara og tykkara vis- ionum. - Hann fýrdi ikki fyri at geva teimum vátan vott. Men studdi tey eisini, tå ið tey høvdu okkurt á lofti. Meistari í rødu. og fram- burði. Tá hann var bestur, varð hann neyvan tikin av øðrum landsmanni. Eitt nú tå ið hann segði ævisøgu sína á hugnaligum fundi fyri eini trimum árum síð- ani. Í orðaskifti var hann tíðan so væl fyrireikaður, at hann heldur enn at kjak- ast legði tiggjutals sjónar- mið afturat framsøgu- manninum. Hansara áhugamál vóru so mong: Egyptaland, is- lam, donsk viðurskifti, før- oysk viðurskift, bókmentir, mål, átrúnaður = Hann var framúr gløggur, vitugur, kunnugur, belestur og og í hugaheimur hansara var eitt veldugt bókasavn. Carl er tagnaður, penn- urin verður ikki hvestur aftur, bókasavnið er latið aftur. Eingin vegur er aftur til hansara. Vit hava mist, systkin og børn hasara hava mist. Føroyar hava mist ein av ótroyttiligu synum sínum, Ein sum ikki lat sær lynda hálv svør og jánkasliga talu, ein sum avdúkaði og revsadi hug- sjónarleysar menn og pol- itikarar. Hvesti at teimum, sum ikki vardu borg og tóku síni egnu orð og hug- myndir í álvara. Mong hava fylgt við Carli í eitt og tvey manna minni. Tey duga ævisøgu hansara. Tí skal hon liggja her. Foroyahúsið í Keyp- mannahavn hevur mist ein av sínum frændum, sum altíð kom inn á gólvið og fegnaðist um tað minsta, hann varð spurdur ella bið- in, sum fjálgaði um tað við tí góða orðinum. Húsið verður ikki tað sama eftir Carl. Påpi, bróðir, vinur og kenningur er farin og vit syrgja. Men fegnast sann- iliga eisini um alt tað, Carl gav okkum. Tøkk fái hann fyri tað. Friður og sátt veri hjá tykkum, sum eftir sita. Friður veri við minninum eftir Carl Nolsøe. Feroyahúsið í Keypmannahavn 10. nov. 1999 Martin Fjallstein til minnis Tað er stórur saknur í hon- um, nú hann ikki er millum okkum longur. Mær untist eisini ta stóru gleði at hava Hera og teg, Rigmor, í mínum 56 ára degi, tá eg hevði verið sjúkur í eitt hálvt lív og ikki verið innlagdur í 8 ár. Eisini untist mær at vera í 60 ára fødingardegi Hera, har eg fekk alt gott. Friður veri yvir minni tínum. Alla halganna sunnudag Olaf Ludvig