týsdagur 16. november 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 16. november 1999
StÍF — VÍF 28-27 (15-14)
JÁKUP MORK
Askoðarafjøldin kókaði, tá
Karstin Danielsen í seinastu
sekundunum av dysinum
millum oddaliðini í lands
kappingi sendi bóltin í net
ið. StIF hevur framvegis fult
stigatal, og er einsamalt á
odda, nú oll liðini hava leikt
6 dystir.
Ansaðu eftir
John og Sámal
Ikki kann sigast annað enn,
at javnt gekk á fyrsta partin
av dystinum. Lidini bæði
skiftust um at skora, og hó-
ast StIF vann sær eina góða
leiðslu, so megnaðu vest-
menningarnir at vinna meg-
inpartin av hesi leiðsluni
aftur, áðrenn farið varð til
hálvleiks. Hetta er íkki
fyrstu ferðina, at stranding-
arnir koma væl frá byrjan,
fyri síðani at lova mótstøðu-
liðnum inn aftur í dystin,
men tað er ofta vandin, tá
tað gongur somikið væl
eina lotu.
It er tiskil at meta um,
hvat av liðunum sýndu betra
spælið, men í hvussu er
kann staðfestast, at Johan
Danielsen enn einaferð
hevði stóran tydning fyri
dystin, við tað at hann fleiri
ferðir bjargaði, tá vestmenn-
tíðindablaðið
e-mail: sveinurØsosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
ingar høvdu leikt seg i-
gjøgnum strandaverjuna
Vestmenningar vóru sera
stinnir i verjupartinum
fyrsta hålva tíman, og tað
var týðuligt, at teir ikki ætl
aðu sær at lata John Peter
sen skjóta eins nógv mál,
sum hann hevur gjørt sein
astu dystirnar. Hetta eydn
aðist eisini sera væl, tí John
skeyt einans Í >vanligt< mál
í fyrr hálvleiki.
Jónleif Sólsker hevði tó
eisini gjørt sítt heima ar
beiði, og ansaðu hansara
leikarar sera væl eftir, at
Sámal Joensen ikki slapp at
skjóta. Eisini fyri strand-
ingar eydnaðis royndin, og
fekk Sámal bert tað eina
málið allan fyrra hálvleik.
Tá so nógv orka verður
løgd í at ansa eftir einum
einstøkum leikara, ger hetta
aloftast, at viðleikarar hans-
ara fáa betri sømdir, og so-
leiðis var eisini sunnudagin
á Skála. Tað er jú ikki so-
leiðis, at tað einans eru John
og Sámal á hesum báðum
liðum, sum duga at skjóta
mál, so fleiri av hinum leik-
arunum á vellinum dugdu
væl at gera sær dælt av góða
plássinum, sum teir fingu
hendan dagin.
Ingi út og
Sámal ígongd
I seinna hálvleiki leikaði
framvegis javnt á, og nú var
tað VIF, sum sá út til at hava
munin. Um hálvan seinna
hálvleik eydnaðis kortini
strandingunum at vinna seg
framum aftur, og tá Ingi Ol
sen lítla løtu seinni fekk
triðju útvísingina og harvið
reyða kortið, var líkt til, at
StIF nú hevði fingið eina
avgerandi yvirvág. Teir
megnaðu eisini at toga seg
frá vestmenningunum, so
leiðis at tá 3 minuttir vóru
eftir, høvdu teir eina 3 mála
leiðslu. Tað var tó nær við,
at strandingarnir høvdu
kannað sær bitan, uttan at
spyrja Såmal Joensen eftir,
ti tå 20 sekund vóru eftir at
leika, heyði Sámal júst skot-
ið sítt 4. mál innan 3 min-
uttir, og nú stóð brádliga á
jøvnum. StIF fór aftur í eina
seinastu álopsroynd, og alt
endaði við, at Karstin Dan-
ielsen kundi langa bóltin í
netið, soleiðis at strandingar
fyri 6. ferð í ár kundu fara
av vøllinum sum sigursharr-
ar.
Oroyndir dómarar
At talan var um toppdyst var
framman undan lítil ivi um,
og hetta boðaði áskoðara-
fjøldin eisini frá. Uml. 850
áskoðarar vóru til dystin, og
er hetta størsta talið higartil
í år. Sum tað framgongur av
omanfyristandandi, so fingu
hesi ein ógvuliga spennandi
dyst.
Verður týdningurin av
dystinum havdur í huga, so
er tað merkisvert, at tveir
so óroyndir dómarar verða
settir til slíka uppgávu. Ikki
ti, eg ivist ikki í, at teir
gjørdu teirra besta, men tá
somikið nógv stendur upp
á spæl, og tá so nógvir
áskoðarar standa og geyla,
hevði tað verið betur, um
meira royndir dómarar tóku
sær av uppgávuni. Tað vóru
eisini fleiri vestmenningar,
sum vóru rættuliga Onøgdir
við dømingina, men her er
talan einamest um áskoð-
arar. VIF venjarin, Hjalmar
Klein Olsen, helt i hvussu
Vestmenningar hildu at
strandingar vóru i
skjótara lagi at missa
fótafesti í tí kriminella
feltinum. Tað virkaði tí
teir fingu ikki færri enn
ellivu brotskest
Mynd: Alvur Haraldsen
13
nm Hevur tú eina søgu, ella viðmerkingar til
ÍtróttarSosialin ert tú vælkomin at seta teg i
samband við okkum.
Tú kanst ringja til blaðið á tif 311820, ella
senda okkum eitt teldubræv.
Adressan er sveinuresosialurin.fo. Tú kanst
eisini ringja á fartelefon nr. 218246
www.sosialurin.fo
Føroyameistararnir fremst
Hondbóltur: Fyri triðju ferð innan eina viku, skuldu strandingar leika móti einum oddaliði, og fyri triðju ferð á rað
eydnaðist tað teimum at tryggja sær bæði stigini
er ikki, at teir kunnu geva
dómarunum skuldina fyri
tapið, men at teir heldur
eiga at taka í egnan barm.
Jónleif Sólsker, venjari hjá
StIF, heldur eins og starvs-
felagin, at dómararnir ikki
komu at hava avgerandi á-
virkan í úrslitið
I øllum førum kann stað-
festast, at tað tóktist ikki
sum um dómararnir høvdu
tamarhald á leikarunum, og
onkuntíð sóust leikarar
standa og skrála ókvæmis-
orð inn á dómararnar, uttan
at hetta fekk nakrar avleið-
ingar yvirhøvur. Eg veit
væl, at einasti háttur hjá
dómarum at gerast betri, er
at fáa so nógvar royndir sum
gjørligt, men latið heldur
hesar royndirnar koma í
smáum, ístaðin fyri at geva
teimum ov týdningarmiklar
dystir beinanvegin
Hinvegin eiga leikarar og
serliga áskoðarir, at venja
seg við, at tað nú einaferð
er soleiðis, at tað eru dóm-
ararnir, sum dóma í dyst-
Artur Johansen í ess-
inum. Hann skjeyt sjey
mál sunnudagin og er
enn fremsti strandingur
á toppskjúttaralistanum
Mynd: Alvur Haraldsen
inum, og at hetta neyvan er
nakað, sum verður broytt í
bræði
Dysturin í tólum:
StIF: John Petersen 10 (7).
Artur Johansen 7 (3), Svein
bjørn Poulsen 4, Jónleif
Sólsker 3, Marius Joensen
2, Karstin Danielsen 2
VIF: Såmal Joensen 9 (3).
Ingi Olsen 6, Martin
Hummeland 4, Agnar Joen
sen 3, Johnny Joensen 3.
Peter F. Joensen 1, Harald
Bjørgvin 1
Brotskøst: SUF 11. VIF 3
Utvisingar: StiF i. VIF 3
Diskvalifikation: VIF I
Dómarar: Dánjal Hansen
og Kári Hansen
ET