týsdagur 16. november 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
Dráttur átti
munin móti Fleyr
Flogbóltur: Fleyr hevur mist tann
týdningarmesta leikaran, og tað
sást aftur í fyrsta dystinum, sum
Dráttur vann 2-1
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki altíð at tað
gongur eftir vild, og held-
ur ikki, tå ein hevur fingið
venjara. Hetta mátti Fleyr
ásanna í dystinum sunn-
udagin móti Drátti.
Hóast tað sá gott út eftir
fyrra hålvleik, so gjørdust
tær kortini ov stuttar tå
samanum kom, ti Dråttur
for vid sigrinum i seinasta
»tie-breakaranum« við
settúrslitinum 15-11
Komu væl frå byrjan
Venjarin hjå Dråtti, Suni
Hansen sigur annars við
Sosialin, at Fleyr byrjaði
betri enn Dráttur
Tær vunnu tey bæði
fyrstu settini og kundu ti
fara til hálvleiks við
leiðslum.
— Men har var lítið bit
í. Har er lítil slagkraft í
álopinum, og tað eiga
mótsteðuliðini at klára at
byrgja upp fyri. Tað eydn-
aðist ikki hjá okkum í
fyrra hálvleiki, sigur Suni
Hansen.
Men tað broyttist eftir
steðgin.
Í seinna hálvleiki kom
Dráttur alt meira við, og
átti munin á Fleyr.
Alopið fór at rigga betri
enn í fyrra hálvleiki og
verjuspælið var effektiv-
ari. Tí eydnaðist hjá
Drátti, at toga sigurin
heim í teimum báðu
næstu settunum, soleiðis
at neyðugt var við tí sein-
asta »tie-breakaranum«.
Henda vunnu vága-
gentur rættiliga greitt.
Tær komu á odda frá
byrjan, tí áðrenn Fleyr
genturnar høvdu hugt
rundan um seg vóru tær
Tå samanumkom måtti Fleyr hyggja langt eftir
aftanfyri 8-3.
Í dagsins flogbólti er
hetta ikki so lítið, tí sum
kunnugt fáa liðini mál lík-
amikið hvor servar, og tí-
skil verður enn tyngri at
toga innaftur tá ov stórur
munur er.
Soleiðis var stødan hjá
Fleyr, og tað stutta av tí
langa var, at Dráttur vann
15-11.
Tær høvdu við hesum
vunnið dystin 2-1, og tað
var annar sigurin í ár.
Nøgdur og tó ...
Venjarin hjá Drátti sigur,
at hann sjálvsagt er nøgd-
ur við, at lið hansara vann
dystin, men hann er ikki
heilt nøgdur við spæli.
— Vit eru ikki nóg stød-
ugar enn, og tí koma vit
ikki í gongd fyrr enn ov
long tíð er farin. Tað er
ikki nóg gott. Men ti
kunnu vit arbeiða, sigur
Suni Hansen.
fer at fáa tað trupult í ár,
tí Súsanna McBirnie, sum
hevur verið teirra hollasti
leikari er givin.
— Hon var ikki við móti
okkum, og tað sást bein-
anvegin á álopsstyrkini
hjá Fleyr, sum leið ótrú-
liga nógv undir, at Sús-
anna ikki er við meira.
Tær hava ongan. sum ver-
uliga kann >drepa< bólt-
arnar, og tí mugu tær ar-
beiða eyka hart fyri at
vinna servurættin. Tað ger
arbeiði nógv tyngri, og ov
tungt til síðst, sigur Suni
Hansen, sum heldur, at tá
samanum kom var tað
uppiborið, at Dráttur
vann.
bæði bólti og stigum, sum Dráttur fór við.
Mynd: Líggjas Hegnesen
tíðindablaðið
Nr. 218 - 16. november 1999
Sørvingar, her ímyndaðir a Jón Nielsen gjørdu ikki mætari enn at vinna á Fram í dystinum á Eysturskúlan-
um sunnudagin. Tað var rættiliga óvæntað, og nú hava sørvingar fingið líka nógv stig æ teir fingu alt árið í
fjør. Samstundis liggja teir nummar tvey í landskappingini
savnsmynd
Á
s
Annars sigur Dráttur
venjarin, at Fleyr uttan iva |
Flogbóltur: Ungu sørvingarni brúktu nýggju flogbóltsreglarnar út í æsir, og
vunnu dystin móti Fram í Havn. Sørvingarnir hava nú púra óvæntað lagt seg
á annað plássi í landskappingini
SVEINUR TRÓNDARSON
Um tað var >skideballan<,
sum teir fingu í Sosialinum,
sum gjørdi tað skal vera 6-
sagt, men veruleiki er tað
tó, at teir ungu sørvingarnir
hava næstan gingið á vatni-
num síðani.
Nú fara vit at geva teim-
um sjálvum æruna fyri sig-
urin og geva teimum eina
fult uppiborna umbering
fyri tað sum farið er.
Tað er ikki oftari enn so,
at eitt lið verður púra ham-
skift, men eftir tí, sum Sosi-
alurin skilir, so eru ungu
sørvingarnir nú so andbráð-
ir eftir at spæla, at teir næst-
an kunnu ganga um Vest-
mannasund aftur til húsa
eftir dyst. Teimum nýtist
hvørki Sam, Ternu ella
tunnil - teir klára alt sjálvir
í løtuni.
Nógv batnaðir
Tá kappingarårid byrjaði
vóru vónirnar til SI rættiliga
høgar. Teir bjargaðu sær á
strikuni í seinastu lotu í fjør,
og nú kunnu vit bara stað-
festa, at tað hevdi verið øgi-
liga spell, um teir skuldu
havt ligið og rótað í fyrstu
deild í ár, tá teir soleiðis
næstan uttan himpr vinna á
silvurvinnarunum frå í fjør.
Hesir seinastu dystirnir f
år hava vist, at ungu
sørvingarnir eru batnadir
ótrúliga nógv, og tað, at teir
vinna á útivolli vísir, at tað
er eitt lið í framgongd.
Sjálvandi eiga vit at
nevna, at (fler a
leikarunum longu hava
verið á ymsum landsliðum
(U og A landsliðum), og tað
mennir sjálvsagt leikararnar
nógv. At tað ikki altíð sæst
á spælinum, kann sjálvandi
skyldast aldrinum. tí tá teir
eru so ungir, so spæla
nervarnir teimum ofta eitt
puss.
Spennandi var tað
Hóast tað vóru sørvingarnir
sum fóru við sigrinum
sunnudagin, so vóru tað
Framarnir sum byrjaðu best.
Teir vóru favorittar, og
teir settu seg á dystin frá
byrjan.
Ur Sørvågi frætta vit, at
ein av orsøkunum til, at SÍ
byrjaði so illa var, at Hans
og Bogi fingu ikki rættiliga
fótin fyri seg í fyrsta setti,
og tí hevði álopið, og
kanska serliga verjan hjá
Fram tað ov lætt.
Kortini arbeiddi SI við
einum langsiktaðum máli
sunnudagin, og tað var at
fáa Jens Hera niður við
nakkanum, og tað eydnaðist
til endans. Tá Rúni sam-
stundis >bara< spældi lib-
ero, var álopsparturin hjá
Fram skerdur so mikið, at
silvurvinnararnir frå í fjør
koppaðu til endans, og
máttu geva skarvin vyir
móti SI.
Fram helt á |
Hóast tað var SI, sum fór
við sigrinum tá til stykkis
kom, so var tað lítið sum
bendi á, at so skuldi vera,
sum dysturin leið.
Fram vann fyrsta, annað
og triðja sett og teir vunnu
tey rímuliga trygt enntá.
Kortini hildu ungu sørv-
ingarnir høvdinum høgt, og
tað gav úrslit tá til stykkis
kom. Teir fingu um endan í
fjórða setti og tá var Jens
Heri vorðin moyrur.
Hann vann ikki tað hann
hevði vunnið frammanund-
an, og so var einki at gera.
Sørvingarnir koyrdu
fjórða setti heim, vunnu
tann lítla >tie-breakarin< og
so var stødan 1-1.
Ait vendi á høvdi
Tie-breakarin gjørdist ikki
so spennandi, sum væntast
kundi tá hugt verður eftir
hinum settunum.
Sørvingar settu seg á tað
sum eftir var av dystinum,
og tað gjørdu teir so mikið
væl, at Fram ikki kom fyri
seg aftur.
Teir fóru framum og hildu
seg har, soleiðis at teir
vunnu tie-breakarin 15-9,
og harvið dystin 2-1.
At sigurin smakkaði ungu
sørvingunum væl, er einki
at dylja yvir. Teir hava við-
hvort fingið styrk frá Suna
Hansen, tá tað hevur ligið
fyri hjá honum, men júst
sunnudagin barst tað honum
frá at spæla.
Tí var tað eitt lið við ung-
um spælarum, sum toygdi
nýggju spælireglarnar so
langt, at teir einans vunnu
eitt sett, ein lítlan tie-break-
ara, og ein stóran tie-break-
ara, meðan Fram vann trý
sett.
Jákup á Stongum, for-
maður í SÍ sigur, at tað er
stuttligt hjá teimum at
síggja, at liðið, hóast sín
unga aldur kann vinna á
teimum garvaðu.
— Tað, sum kortini gleðir
meg mest er, at tað sær út
til at leggjast til við ungum
leikarum her vesturi. Bogi
Niclasen spældi fyri fyrstu
ferð móti Mjølni, og síðani
hevur hann vunnið sær fast
pláss á liðnum. Tað haldi eg
er flott, og hann spældi eis-
ini væl sunnudagin.
Jákup sigur, at hann hevur
roynt at prenta í høvdi á
dreingjunum, at dysturin er
ikki taptur fyrr enn seinasta
bríksl, og tað var júst tað
teir tóku til eftirtektar sunn-
udagin, og tað er hann sera
fegin um.