Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 16. november 1999 tíðindablaðið 508 27 15 Kollfirðingarnir hanga framvegis í Hondbóltur. Í botndystinum millum H71 og KÍF í Vestmanna, tryggjaðu kollfirðingarnir sær fyrstu stigini í lands- kappingini hetta kappingarárið. Sostatt er nú púra javnt í botninum, har 3 lið hava 2 stig hvor KÍF — H71 22-21 (12-10) JÁKUP MORK Frammandan = dystinum høvdu hoyvikingarnir ein- ans fingið 2 stig móti Tjald- ur, men hóast allir hinir dystirnir vórðu taptir, so hava hesir ósigrar ofta verið sera teprir. Tískil var kanska framman undan hesum * Petur Martin Johans % FS en gekk undan fyri Í dysti roknað við, at teir fóru at basa kollfirðingunum. Fullu ikki i fátt Tað vórðu eisini hoyvíking- arnir, sum fingu betri byrj- anina, og tá knappur trið- ingur var leiktur av fyrra hálvleiki høvdu fingið sær eina trygga 6-1 leiðslu. Veit ikki um hetta hevur ruðrað teir eitt sindur, men í øllum sunnudagin. Hann skjeyt ikki færri enn 12 mál førum byrjaðu kollfirð-ing- arnir brádliga at minkað um hoyvíksleiðsluna. Nú var púrasta viðvent, og meðan einki bar til hjá hoyvíking- unum fóru kollfirðingarnir at skorað. Aðrenn langt var liðið, høvdu teir togað seg upp á 6-7, og hóast hoyvík- ingarnir nú aftur fingu okk- urt málið, so megnaðu teir ikki at halda kollfirðingarnir KÍF í dystinum móti H71 í Vestmanna savnsmynd aftan fyri seg. Móti endanum av hálv- leikinum tók KÍF rættuliga dik á seg, og við 4 málum frá liðformanninum, Petur Martin Johansen, eydnaðist tað teimum at vinna sær hálvleiksleiðsluna. Mundi vent við aftur Ein skuldi hildið, at hoyvík- ingarnir nú vóru ávaraðir, men í seinna hálvleiki helt Petur Martin fram, har hann slepti í fyrra. Eftir 6 min- uttum hevði hann skotið 4 mál, og við tað at Jákup eisini slapp fram at ta einu ferðina, var stødan nú brådl- iga 17-12 til heimaliðið. Hoyvíkingarnir fullu tó ikki í fátt, men royndu nú at koppa dystinum enn eina ferð runt, og var hetta eisini nær við at eydnast. 5 mál á rað syrgdu fyri, at tað nú aftur stóð á jøvnum millum liðini, og serliga sá tað út til at gera mun, at teir hesa løtuna vardu eitt sindur meira offensivt. Hetta så til at órógva KIF leikararnar almikið, soleiðis at teir framdu fleiri teknisk mis- tók, og harumframt syrgdu teir á henda hátt fyri, at Pet- ur Martin ikki slapp so væl framat, tá skjótast skuldi. Tað, ið eftir var av dyst- inum, leikaði rættuliga javnt á, og tað eydnaðist eisini hoyvíkingunum at koma fram um kollfirðingarnar. Kolfirðingar megnaðu tó enn einaferð at svara aftur, og tå Í minuttur var eftir, kundi Jákup Dam senda bóltin í málið til 22-21. Hoyvikingarnir royndu enn eina ferð at svara aftur, men seinasta álopið endaði við einum 3 metrakasti, sum tó ikki kastaði nakað av sær, og kundu kollfirðingarnir sostatt fegnast um fyrstu stigini í ár Reytt til Halgir Sum tað framgongur av hagtølunum niðanfyri, so var tað fyrst og fremst Petur Martin Johansen, sum syrgdi fyri, at kollfirðing- arni fingu somikið nógv av málum, at hesi rukku til ein sigur sunnudagin. Tað er tó merkisvert, at Petur Martin fekk somikið nógv av hes- um málum við at skjóta úti frá. Vanliga hevur hetta ikki verið hansara styrki, og hev- ur tað eisini verið ein stórur veikleiki hjá KIF, at teir so at siga ongan skjútta hava. Seinasta ár høvdu teir Allan Mørkøre og Eddi Joensen, men hvørgin av hesum er við longur. Just Allan Mørkøre var millum mótstøðumenningar sunnudagin, men hann fekk millum lítið og einki burt- urúr, og hevur hann verið við í tveimum dystum, uttan at hava fingið so mikið sum eitt mál. Hinvegin fekk Bárður Brimvík rættuliga nógv á skaftið inni á strikuni, har hann fleiri ferðir fekk fatur á returbóltum, sum hann síðani setti í netið. 9 mál frá einum strikuspælara er ein rættuliga góð urtøka, men sunnudagin fylgdi restina av liðnum ikki við avrikinum frá Bárði, og tí gjørdist samlaða úrtókan ov lítil. Móti endanum av dyst- inum fekk Halgir ostaskorp- una frá dómarunum, tá hann ætlaði at hevna seg, eftir at hann hevði eitt slag í andl- itið undir einari skotroynd Slíkur atburður kann undir ongum umstødum góðtak- ast, og førir hetta eisini við sær, at hoyvíkingar mugu vera liðformannin fyri uttan komandi dystin. Nú øll liðini hava leikt eina ferð móti hvørjum øør- um, eru trð tey niðastu lið- ini púra jøvn. Longu kom- andi vikuskifti fer okkurt teirra tó longur upp eftir talvuni, tå KIF skulu til Runavikar at spæla móti Tjaldrinum. Dysturin í tólum: KÍF: Petur M. Johansen 12 (3), Jákup Dam 5. Vagnur Johannesen 3, Egil Stein- tórsson 1, Petur M. Poulsen | H71: Bárður Brimvík 9. Halgir Dahl Olesen 4 (2). Eyðun H. Højgaard 3. Ann- finn N. Debess 2. Tróndur Vatnhamar 1, Rene D. Ole- sen 1, Olaf Vestergaard 1 Brotskøst: KIF 3, H71 4 Utvisingar: KIF 4, H71 4 Burturvising: KIF 1. H71 | Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Avgreiðsluspurningur Hondbóltur: Neistin setti beinanvegin Tjaldur upp á pláss, og síðani var talan bert um at fáa tíðina at ganga Tjaldur Neistin 23-36 (10-19) JÁKUP MORK Sum yvirskrifun kanska boðar frá, so varð ongantíð nakar tvi um, hvort av lið unum í Runavík skuldi fara avstað við báðum stigunum Neistin megnaði alt fyri eitt at seta seg á dystin, og sum tíðin leið, varð spurningurin bert, hvussu stórur sigurin skuldi verða Bumbaðir niður Tá 14 minuttir vóru leiktir, hevði Neistin nevnliga skot ið seg upp á 11-2, og neyð ars Henning í málinum visti ikki síni vandi ráð, tá kan ónkúlurnar frá Aka og Heina komu sendandi móti honum. Verjan hjá heima- liðnum var sum ein opna- hjallur, og tá teir samstundis framdu fleiri tekniskar feil- ir í álopspartinum, var einki at siga til. at gongdin varð sum hon varð. Tá so Runavíkingarnir endiliga sluppu fram at til skot, var Bogi aloftast fyri teimum, og pilkaði hetta bara enn meira av sjálvsálit- ið frá heimaliðnum. Einasti leikarin, sum veruliga gjørdi vart við hjá Tjaldrinum var Poli Han- sen, men ein maður er als ikki nóg mikið til vinna ein dyst. Hjá tað serliga skjuttarnir báð r, Heini og Aki. sum gjørd seg heimaliðnum vóru um SÉg og va kanska heldur andi, tá veiki Verjuparturin innað I KKI VÆÐI hjá mótstøðuliðnum verður havdur í huga. Fleiri aðru leikarar leiktu tó eisini ein góðan dyst, og midjuni legði tú til merkis, at Aki Mork er um at bíta seg rætt uliga fastan. Seinastu 2 dystirnar er Finnur Hansson nevnliga byrjaður á beink- inum, og hóast Finnur kanska er meira målsøkin enn Aki, so er tað ein stórur styrkur fyri verjupartin, at Aki røkir plássið. Hetta hongur tó eisini saman við, at Páll Poulsen nú hevur gjørt av, at verjast skal við flatari verju ístaðin 5-1 verjuna, sum Neistin hevur nýtt higartil. Henda uppstilling hevur snøgt sagt ikki riggað nóg væl, við tað at mótstøðuliðini hava havt ov lætt vid at spæla verjuna tunna. Týdningarmiklir dystir fyri framman Í dysrinum sunnudagin var sum sagt ongantíð spenn igur um úrsliuð, men kom na skulu bæði lið andi VIKU ýdning Neistin skal mikukvold ið leika móti grannunum úr Kyndli, áðrenn teir sunnu dagin skulu til Vestmanna at royna seg, og tvaleyst koma hesir dystir at hava rættuliga stóran týdning fyri, hverja endastødu Neistin kemur at hava, tá stigini verða skorin í helvt um jóltíðir. Tjaldur skal á heimavelli leika móti Kollfirðingum, Tað gjørdi tað sama hvat málverjin hjá Tjaldri gjør eftir vild. Einu lotuna vóru teir frammanfyri 11-2 og eins og fyri Neistan verð ur hetta eisini ein sera týdn- ingarmkil dystir i spælinum um utgangsstødi til seinnu hålvu av kappingini Dysturin i tølum: Tjaldur: Poli Hansen 9 (2), Mortan Hansen 4, Elias Hansen 4, Ragnar Olsen 2 (1), Sverri Justinussen 2. Arnfinn Langgaard 1, Súni F. Johannesen 1 Neistin: Heini Joensen 11 (2), Aki Olsen 9, Elmar Oså 5, Finnur Hansson 3, Aki Mork 2, Regin Didriksen 2. Kári Mortensen 1, Finn a li, tí Neistin skoraði stórt sæð Mynd: Alvur Haraldsen Mørk |. Karl O. Rasmusser 1, Ræni Slættanes I Brotskøst: Tjaldur 4 Neistin 2 Utvisingar: Neistin 2 Dómarar: Erling Heinesen og Alfred Hummeland Tjaldur 5.