týsdagur 16. november 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Greiður
Mjølnirsigur
Flogbóltur: Kvinnurnar hjá ÍF klár-
aðu ikki tað, sum menninir kláraðu,
men kortini sær tað ikki so svart út
hjá teimum
SVEINUR TRÓNDARSON
Meistararnir úr Mjølni
fingu sigurin við sær aftur
úr Kambsdali púra sum
væntað.
Mjølnir vann ein greið-
an 2-0 sigur á ÍF, men
hóast úrslitið talar fyri
seg, so er eingin orsøk hjá
IF at missa móti, tí tað
sær als ikki so svart út hjá
teimum.
Mjølnir effektivari
Tað, sum í veruleikanum
var munurin hetta kveldið
var, at Mjølnirkvinnurnar
vóru munandi meira eff-
ektivar enn ÍF kvinnurnar
vóru tað. ,
Alopið hjá IF er heldur
enn ikki einstáttað sum
tað sær út nú, tí tað er
stórt sæð bara Helen á
Lakjuni, sum ger burtur
av sær við netið, og tað
verður ov lætt hjá mót-
stóðuliðunum at byrgja
upp fyri.
Ikki tí, onkur av hinum
kvinnunum á ÍF liðnum
hava hug at sláa, men tað
tykist sum eru tær bangn-
ar fyri onkrum. Tær tora
ikki at smekka til tá tær
skulu, og tískil kemur
bólturin ofta uppaftur.
Tað er ikki ein gongd
leið at halda á soleiðis,
men sum tað sær út, so
hevur liðið nakað at
byggja víðari upp á.
Mjølnir harafturímóti
fer beint á málið. Eingin
ivi er um hver ætlar sær
stigini, tí tær smekka til
hvønn tann einasta bólt.
Hetta gevur fleiri stig,
og serliga tå mótstøðu-
liðið er eitt sindur veikt í
trúnni, sum til dømis ÍF
var tað sunnudagin.
Lættur sigur
Tá alt kemur til alt, og
árið í ár verður uppgjørt,
so fara Mjølnir kvinnur-
nar ikki at minnanst
henda dystin sum tann
harðasta á árinum.
Hóast IF kvinnurnar
royndu av øllum alvi, so
var tað í sær sjálvum ein
dystur ímóti yvirmaktini.
Fyrri hálvleikur vardi
eitt ilt av einum hálvum
tíma, og tað var skjótt at
síggja, at Mjølnir var
betra liðið.
Tær vunnu fyrsta sett
21-8 og næsta 21-12. Við
hesum báðum var fyrri
hálvleikur heima, og
grundin til sigurin var
løgd.
Annar hålvleikur var
eitt sindur javnari, hóast
munurin var stórur.
IF kom eitt sindur betri
við, men tað var verri enn
so nóg mikið til at skala
Mjølnir.
Sum neynt var tað
næstan bara Helen á Lakj-
uni, sum tað var bit í á ÍF
liðnum, og tað kom ser- |
liga væl til sjóndar í triðja |
setti.
Hon var aftanfyri með-
an Mjølnir uppbygdi sær
greiða leiðslu upp á 12-5.
Tá hon kom fram til
netið royndi hon at sláa
frá sær, og áðrenn langt
var fráliðið var javnt 12-
12.
Henda støda helt kort-
ini ikki leingi, ti haðani |
helt Mjølnir beina kós |
móti sigrinum.
Tær vunnu setti 21-14.
Hóast tap sunnudagin, |
so eiga ÍF kvinnurnar at |
venja málrættað við teim-
um veikleikum sum eru
staðfestir á liðnum. Gera
tær tað, so kann IF liðið
gerast gott - nógv betri
enn tað er í dag.
|
|
Í
tíðindablaðið <
Fi
—
Nr. 218 - 16. november 1999
Kenneth Neshamar spældi ein fínan dyst fyri ÍF. Her lobbar hann upp um Trygva hjá Mjølni meðan hn og
Bogi standa og hyggja. Hóast Trygvi toyggir seg í hvørjari lykkju gjørdust hann og Mjølnir ov stuttir
Mjølnir tiknir á bóli
Flogbóltur: Hóast eingin hevur roknað við ÍF í ár, so vístu teir, at teir altíð
eru vandamiklir. Sunnudagin sendu teir Mjølnir um Leirviksfjørd aftur við
einum ósigri, sum sjálvt ikki klaksvíkingar høvdu roknað við
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki ov nógv sagt, at
tað var púra óvæntað, at
Mjølnir tapti sunnudagin á
Kambsdali.
Mjølnir hevur fingið góð-
an styrk í jugoslaviska venj-
aranum Borko Ilic, men
sjålvt tað var ikki nóg mikið
til sigur móti IF.
Fuglfirðingarnir vóru til
dystin fús, og eins og SI
gjørdi tað móti Fram í
Havn, gjørdu teir á sama
hátt móti Mjølnir á heima-
vølli.
Teir vunnu eitt sett, ein
litlan »tie-break« og ein
stóran »tie-break«, og við
tí var sigurin í hús.
Men á veg móti sigrinum
rendu teir seg inn í tveir
dundrandi settósigrar.
Gestir best frá byrjan
Sum væntað vóru tað gest-
irnir, sum komu best frá
byrjan. Mjølnir dugdi væl
at spreiða spæli soleiðis at
IF verjan hevði meiri enn
trupult at finna út av hvar
bólturin fór.
Leiðslan hjá Mjølni var
ongantíð hótt og ein av ors-
økunum var, at Bogi fekk
Trygva vid i ålopsspæli hjå
Mjølni, og tað var hann ikki
so nógv í dystinum móti
Fleyr.
Settið endaði við sigri til
Mjølnir, sum vann 21-15.
Nú var væntandi, at
Mjølnir fór at halda dampin
uppi, men soleiðis skuldi
ikki ganga.
Fuglfirðingar vildu hava
eitt orð at siga og teir spentu
seg av álvara út í øðrum
setti.
Teir fingu fatur á álops-
spælinum hjá Mjølni, sum
gjørdist alt meira tannleyst.
Venjarin misti flogið eina
løtu, og tá John Syderbø
ikki fekk tad igjøgnum, sum
hann skuldi, so gjørdist
trupult hjå Mjølni.
Tað skal tó sigast, at John
leikti nógv betri sunnudagin
enn hann gjørdi seinasta
vikuskifti.
Alopið hjá fuglfirðingum
fór at virka betri enn áður,
og serliga Kenneth Nes-
hamar og Bartal Eliasen
vóru knåir.
Fuglfirðingar vunnu við
júst sama muni sum klaks-
víkingar høvdu gjørt beint
frammanundan og so mátti
ein lítil >tie-breakari< til
fyri at avgera setti.
Hann vann IF púra 6-
væntað 7-5, og nú brádliga
vendi alt á høvdi.
Mjølnir kom aftur
Men, sum so ofta tá Mjølnir
er annar parturin í slíkum
dysti, so var at leggja á ann-
an bógv, og tað var júst tað
teir gjørdu.
Klaksvíkingarnir vildu
vísa, at tað var av tilvild, at
høvdu tapt fyrra hålvleik,
og teir koyrdu á motorin.
Tað hjálpti eisini ein heil-
an hóp.
Venjarin vaknaði aftur úr
dvala og hann hamraði
nakrar bóltar í gólvið
Trygvi kom aftur inn í
spælið og saman við Hjalta,
sum royndi sitt, gav tað
Mjølnir avgjørdan fyrimun.
Hjá fuglfirðingum var
einki at gera. Bóltarnir fuku
um oyruni á teimum, og lík-
amikið hvat teir gjørdu
fingu teir ikki fatur á einum
teirra.
Tað var stórt sæð bara tá
Mjølnir gjørdi feilir, at IF
fekk stig í triðja og fjórða
setti, og tí endaðu tey bæði
við lemjandi ósigri til fugl-
firðingar.
Settúrslit sum 21-7 og 21-
9 siga so mikið sum, at tað
hevur verið meiri enn greið-
ur munur á liðum, og tað
var tað eisini. Tað var í veru-
leikanum klassamunur á
liðunum hesa løtuna, og tað
var Mjølnir sum var tað
betra liðið.
Og so hinvegin
Aftaná lítlan steðg fóru lið-
ini aftur í gongd, og í byrj-
anini sá alt út til at ganga
»sum tað åtti«.
Mjølnir var omanå og
gjørdi stórt sæd sum tað
passaði teimum, og áðrenn
IF visti av var Mjølnir
frammanfyri 8-3.
Hetta var stødan tá liðini
skiftu síðu, og satt at siga
væntaðu tey flestu, at hetta
eisini var endin á ÍF sunn-
udagin.
Men, so vendi grindin
enn einaferð.
Við Bartali Eliasen sum
undangongumanni og bard-
agafyrimynd fóru fuglfirð-
ingar í holt við at berja seg
inn aftur á Mjølnir.
Spakuliga gekk, men sum
orðatakið sigur: >Fram
kemur hann í hóvliga fer!<.
Og mín sann um líðini
bæði ikki fingu tann løgna
veruleika at sanna, at dyst-
urin er ikki avgjørdur fyrr
enn dómarin hevur bríkslað
fyri seinastu ferð.
IF misti ikki móti, men
bardist manniliga, og hóast
klaksvikingar høvdu match-
bólt, so hildu teir á.
Tað gav eisini úrslit. Eftir
lítlari løtu høvdu teir javnað
til 15-15 og lítla løtu seinni
høvdu teir tikið oll á bóli, tí
teir høvdu vunnið 18-16.
Sigurin var heima, og
smílini - fuglfjarðasmílini -
vóru stór.
Eingir dómarar
Tað. sum kortini sermerkti
henda dystin var, at eingir
dómarar møttu til dystin.
Fleyr b var sett at døma,
men teir møttu ikki og
søgdu heldur ikki frå, at teir
ikki komu.
Slík gerð er meiri enn 6-
heppin, og eigur avgjørt ikki
at henda.
At dysturin var leiktur
kortini var av vælvild frá
tveimum áskoðarum, sum
hildu seg til at dóma ístaðin,
og tað er ov vånaligt tá vit
hava í huga, at tað er meist-
aradeildin vit tosa um.
Skammi tykkum í Fleyr
b, og taki tykkum sama til
eina aðruferð.