Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. november 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

} | + i } Í Nr. 218 - 16. november 1999 tíðindablaðið 8 Stigaposin framvegis fullur Hondbóltur. Stjórnan hevur nú fingið roynt seg móti øllum liðunum í 1. deild, men higartil hevur eingin teirra megnað at skala klaksvíksgenturnar, sum fram- haldandi halda kósina VB — Stjørnan 25-35 (9-18) JÁKUP MORK Stórur spenningur var und- an dystinum suðuri í Vági hetta vikuskifti. VB hevur higartil staðið seg sera væl á heimavelli, har tær m.a hava fingið javnleik móti verandi føroyameistarunum úr Kyndli. Spenningurin helst sær eisini nakað inn í dystin sunnudagin, tí fyrstu 20 minuttirnar av dystinum var lítil og eingin munur á lið- unum báðum Stjórnur glitraðu Hesa fyrstu løtuna var tað nevnliga meira enn tann eina stjørnan, sum glitraði á vellinum. VB hevur nevn liga sína egnu stjørnu í Reg- ina Rado, og hon megnaði nærum einsamøll at fylgja við málskjótingini hjá gest- unum. Av fyrstu 7 málunum hjá vágsgentunum skeyt Regina tey 5. Hetta sigur sjálvandi nakað um, hvussu vandamikil hon er, men í við, at so vógv av spælinum hjá VB er bygt runt um Reg- inu, eru vágsgenturnar eis- ini sera viðbreknar, tær løtur 1ar tað ikki gongur so væl hjá henni. Einsamalli málslúkurin 1å VB megnaði tó ikki at fylgja við Stjórnuni allan iålvleikin, tí seinastu 10 minuttirnar gjørdu klaks- viksgenturnar eitt rættuligt 1ål. Tær fingu ikki færri enn 9 mål å rad, og eisini hjå teimum var talan fyri ein stóran part um útlendsk mál. Leikandi venjarin, Ves- na Tomajek, tykist nú at vera komin rættuliga fyri seg, og harumframt er Andr- yana úti á veinginum eisini ein frágera góður leikari. Fyrstu 30 minuttirnar fekk Stjórnan 18 mál, og ikki færri enn 13 av hesum stóð onnur av jugoslavunum fyri. Eitt, sum eisini tóktist vera avgerandi seinastu løt- una av fyrra hálvleiki var, at klaksvíksgenturnar tykj- ast at orka sera væl. Ivaleyst hongur hetta eisini nógv saman við, at tær byrjaðu rættuliga tíðliga at venja, orsakað av europa-cup dyst- inum. Í hvussu so er megn- aðu tær allan fyrra hálvleik at spæla rættuliga skjótan og ágangandi hondbólt, so- leiðis at vágsgenturnar ong- antíð fingu tíð at koma rætt uliga fyri seg. Ikki bert útlendskt Eftir at Stjórnan móti end- anum av seinna hálveliki heyði skapt sær trygga leiðslu, helt munurin sær allan seinna hálvleik. Vágs- genturnar høvdu helst mist alla vón um at fanga tær úr Klaksvík, meðan stjørnu- leikararnir helst vóru nøgd- ar við støðuna, sum hon var. Fleiri av eykaleikarunum fingu nú eisini høvi at royna seg, og fingu bæði liðini víst, at breiddin á liðunum er rættuliga góð. Tað slepst tó ikki undan at nevna, at Stjørnan í ár tykist at hava ein óhugnaliga sterkan hóp, soleiðis at liðið væl kann bera, at onkur av lyklaleik- arunum ikki fær verið við onkran dyst. Higartil í ár hevur t.d. Sólvá Eystberg sitið uttan- fyri við skaða alt kapping- arárið, men hóast hetta 6- ivað hevði verið ein smeitur fyri eitthvørt annað lið, so hevur Stjórnan framvegis fult stigatal. Liðið hevur eina ræðandi skotstyrki og hevur harumframt veingir, sum fara flúgvandi fram eft ir vøllinum, tá farið verður í skjótálop. Hinvegin tykist breiddin á VB liðnum eisini at vera rættuliga góð, og hóast tær sunnudagin vóru so dygg- iliga við undirlutan, so er lítið at ivast í, at tær vilja vera vid, tå heidursmerkini verða bøtt. Regina er sjálv- sagt í einum flokki fyri seg sjálva, men umframt hana, hevur liðið eisini fleiri aðrar leikarar, sum kunnu vera við til at avgera ein dyst. Í hvussu er kann staðfest- ast, at vágsgenturnar hava nógv at byggja framtíðina á, við tað at fleiri av leik- arunum eru somikið ungar. Royndirnar mugu tær bara fáa so við og við, og lítið er at ivast í, at so hvort sum hesar fara at gerast fleiri, verða vågsgenturnar alt meira vandamiklar Sunnudagin fingu tær so ein heldur keðiliga part av hesum royndum, men at tapa ruddiliga móti besta liðnum í landinum er als eingin skomm, so VB er bert eitt at gera. og tað er at reisa seg aftur næstu ferð tær skulu á vøllin Dysturin í tólum: VB: Regina Rádo 10 (3), Gurið Mortensen 5, Arnleyð Krosslá 3, Eyðbritt Krosslá 2, Christina Holm 2, Rann- vå Augustinussen 1, Leila Jespersen 1, Sólrun Krosslá | Stjórnan: Vesna Tomajek 12 (6), Andryana Milodano- vic 7, Annika Ljósstein 5 (1), Simona Hansen 4, Anna K. Samson 4, Una Olsen 2, Beinta Klakkstein I Brotskest: VB 6, Stjórnan 7 Utvisingar: VB 2, Stjørnan 6 Démarar: Hjalmar Peter- sen og Kristian Johansen Stjørnan heldur kósina á síni himmalferð. Sunnu- dagin var tað VB, sum mátti leggja seg fyri væl- smurda spælinum hjá Stjórnuni, sum vann 35- 25 Mynd: Aki Bertholdsen 17 | Endiliga vann Neistin | Hondbóltur: Neistin vann botn- | dystin móti Tjaldur sunnudagin SVEINUR TRÓNDARSON Fyri fyrstu ferð í ár fóru kvinnurnar hjá Neistan- um av vellinum sum vinnarar. Hetta hendi, tá tær vitj- aðu Tjaldur í Runavík, sum heldur ikki hevur smakkað søta smakkin av sigri. Talan var tí um eina botnuppgerð har tað av álvara ráddi um at koma av vellinum sum sigurs- harri. Tað gjørdi Neistin og ti- skil liggur Tjaldur einsa- malt í botninum av fyrstu deild. Hóast tað, so er vandin við tí rættuliga avmark- aður av tí at StIF tók kvinnulið sítt úr kapping- ini. Hetta ger, at eingin flytir beina leið í aðru deild og um ikki annað, so er tað ein uggi. Neistin stjórnaði leikinum Tað var Neistin sum fekk fótin fyri seg fyrst. Lidini vóru nøkunlunda jøvn i byrjanini, og royndu tað tey kundu at sleppa frá hinum. Tjaldur snávaði fyrst, og tað brúkti Neistin til at sleppa tvey mál fram- um. Hetta var júst tað tær høvdu brúk fyri, og tær hildu stand til dystarlok. Einu løtuna i seinna hálvleiki vóru Neista- kvinnurnar á odda við ikki færri enn sjey mál- um, so talan var í roynd og veru um ein greiðan sigur til tær bláu sjálvt um tær gulu og svertu úr Runavík sluppu at nærk- ast eitt sindur móti enda- num. Skotglaður rumeni Fyri stuttari tíð síðani fekk Neistin fremmandan gest á líði. Rumenskur leikari kom til landi at leika við teim- um bláu, og hon var við á vellinum sunnudagin. Synd er at siga, at hon fekk nógv burturúr, hóast hon royndi dúgliga. Hon skjeyt ógvuliga nógv, men tað hilnaðist ógvuliga illa. Fýra mál gjørdi hon, og tað var ein triðingur av tí sum Inga Danberg, sum skjeyt 13 mål, gjørdi. Um rumenin er tann leikarin, sum Neistin hev- ur leitað eftir fyri at styrkja sær liðið er óvist, og kanska eisini ov tíðliga at dóma um júst nú. Hinvegin stendur tó fast. at Neistin er langt frá gamlari styrki, og tað skal broytast nógv skulu tær gera seg galdandi í ár Inga herjar á Ein av teimum, sum hevur verið við í teirri tíðini tá tað var stuttligt at spæla við Neistanum er Inga Danberg. Hon heldur enn, og sunnudagin skjeyt hon ikki færri enn 13 av teimum 27 málunum, sum Neistin fekk. Tað er ikki so lítið, og tað er meira sjáldan, at vit síggja slíkt henda í kvinnuhondbólti. Hjá Tjaldri var tað fyri einaferð skyld ikki Sonja | Gledisheygg, sum skjeyt flest mál, Langgaard. Hon gjørdi niggju av teimum 23, sum Tjaldri fekk. Dysturin i tølum: Tjaldur: Mona Lang- gaard 9 Sunrid Gledis- heygg 6 (1), Sonja Gled- isheygg 2, Oddva Foss- dalså 2, Eyðbjørg Hamm- er 2, Kristina Ellingsgaard 1, Heidi Jacobsen 1 Neistin: Inga Danberg 13 (5), MHiana Manolescu 5 (2), Bjørg Patursson 2. Marjun Jógvansdóttir 2. Mildrið Jacobsen 2, Birita Wardum 2, Katrin á Neystabø 1, Brotskest: Tjaldur 1. Neistin 9 Útvísingar: Tjaldur 2, Neistin 3 Dómarar: Erling Hein- esen og Alfred Humme- land men Mona