Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 150 - 9. august 2000 Nr. 150 - 9. august 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo STEFAN Í SKORINI Næsta umfar í 1. deild hjá kvinnum eftir summar- steðgin varð leikt um viku- skiftið, og longu nú ber til at hóma, hvussu stigatalvan fer at síggja út, tá ið seinasti bólturin er sparkaður. Seinasta vikuskiftið varð ein dystur útsettur, men hesuferð vórðu allir tríggir dystirnir spældir sum ætlað. KÍ vann trygt á B36 B36 hevur fyrr í ár verið í Klaksvík, og tá endaði tað við stórsigri til KÍ kvinn- urnar, sum tá skoraðu heili níggju mál. Hesuferð vann KÍ bara 2-0, men ongantíð var nakar ivi um, hvønn veg dysturin fór at koppa. KÍ skoraði bæði málini mið- skeiðis í fyrra hálvleiki, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Fyrra málið gjørdi Vivian Bjartalíð, tá hon fekk fatur á einum innleggi frá Jensu Sirdal. Vivian helt høvdið kalt og legði heimaliðið framum. Eini tíggju min- uttir seinni fekk KÍ seinna málið. Malena Josephsen fekk eina sending frá Margit Joensen, og Malena skeyt frá brotsteigarmarkinum uppum málverjan, sum var komin heldur langt út úr málinum. KÍ hevði greiða yvirvág í fyrra hálvleiki, og teirra málverji hevði ikki serliga nógv at gera. Í seinna hálv- leiki fekk B36 bóltin meira, men einki vandamikið álop stóðst av leikligu yvirvág- ini. Einki ivamál var um sig- urin hjá KÍ, men dysturin kostaði eisini KÍ nakað, tí Rannvá Andreasen, sum í løtuni er toppskjútti hjá KÍ, varð rikin av vølli, eftir at dómarin hevði bríkslað dystin av. Hon fekk tá sítt seinna gula kort, og hon verður tískil ikki við í næsta dystinum. Annars var nógvur vindur í Klaksvík sunnudagin, og tí var torført at fáa nakað skipað spæl í lag. HB vann tepurt Í Gundadali var NSÍ á vit- jan, sum seinasta vikuskift- ið ikki kundi manna lið móti KÍ. Hesuferð bar til og NSÍ kvinnurnar vóru eisini nær við at skaka HB liðið. HB vann dystin 2-1, men NSÍ var frammanfyri í hálv- leikinum við máli, sum Maibritt Olsen gjørdi mið- skeiðis í fyrra hálvleiki. Beint eftir steðgin javnaði Eyðvør úr Dímun fyri heimaliðið, og leingi sá út til at NSÍ skuldi fáa tað eina stigið. Dysturin var sera javnur, og hann kundi farið báðar vegir. NSÍ hevði eitt skot á tvørliggjaran, sum eins væl kundi farið í málið, men HB kvinnurnar vildu tað øðr- vísi. Tá tíggju minuttir vóru eftir skoraði Annika Godt- fred sigursmálið, sum tryggjaði HB øll stigini. HB verður kanska harð- asti kappingarneytin hjá KÍ, men tað verður torført at vinna uttan Eyðvør úr Dím- un, sum bara spælir ein dyst afturat, áðrenn hon fer nið- ur. VB vann stórsigur VB bukaði skálakvinnur av suðuri í Vági. Úrslitið gjør- dist heili 11-0, og støðan í hálvleikinum var 7-0 til vágskvinnur. Laila Jesper- sen var toppskjútti við trim- um málum. VB fer við hesum sigri- num upp á fyrsta pláss við sjey stigum, men tær hava leikt ein dyst meira enn KÍ, Bara KÍ hevur fult stigatal Einasta liðið, sum enn hevur fult stigatal í 1. deild hjá kvinnum, er KÍ, ið nú eisini er greiður favorittur at gerast føroyameistari Bára Skaale og liðfelagar hennara fyltu trý stig afturat í posan, tá Súnfríð Simonsen og hinar úr B36 vitjaðu um vikuskiftið Mynd: JH sum hevur seks stig fyri tveir dystir. Næsta viku- skiftið skal VB standa sína roynd, tá KÍ kemur suður, og tað verður spennandi at síggja, um tær enn eru á ovastu rók eftir henda dyst- in. Næsta vikuskiftið verður grannauppgerð í Havn mill- um HB og B36, meðan oddaliðið KÍ skal suður til Vágs uttan Rannvu Andre- asen, og botnuppgerð verð- ur á Skála, har NSÍ kemur á vitjan. Úrslitini sunnudagin vóru hesi: KÍ - B36 2-0 (2-0) KÍ: Vivian Bjartalíð, Malena Josephsen HB - NSÍ 2-1 (0-1) HB: Eyðvør úr Dímun, Annika Godtfred NSÍ: Maibritt Olsen VB - Skála 11-0 (7-0) VB: Laila Jespersen 3, Guð- run í Lágabø 2, Halldóra Joensen 2, Diana Dahl, Rannvá Augustinussen, Annika Poulsen, sjálvmál vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 3 2 - 1 - 0 16 3 13 7 2 KÍ 2 2 - 0 - 0 10 0 10 6 3 HB 3 2 - 0 - 1 6 9 -3 6 4 B36 3 1 - 1 - 1 5 3 2 4 5 NSÍ 2 0 - 0 - 2 3 6 -3 0 6 Skála 3 0 - 0 - 3 0 19 -19 0 Støðan, 1. deild kvinnur Máltindurin Guðrun í Lágabø VB 6 Eyðvør úr Dímun HB 4 Rannvá Andreasen KÍ 4 Malena Josephsen KÍ 3 Laila Jespersen VB 3 Sólvá Joensen B36 2 Annika Godtfred HB 2 Maibritt Olsen NSÍ 2 Annika Poulsen VB 2 Halldóra Joensen VB 2 Tað er einki óvanligt í sær sjálvum, at føroysk feløg brúka summarsteðgin sum seinasta møguleika fyri at leita sær styrk av onkrum slag. Antin hjá teimum heimligu leikarum, ið av einari ella aðrari orsøk vóru burtur fyrru helvt av ári- num, ella frá heilt nýggjum útlendingum. Spælaraskifti millum tvey 1.deildarfeløg kan eisini koma fyri. Sum kunnugt, so flutti litavin Darius Magdi- sauskas úr Vágunum til Havnar, har hann við loyvi frá FSF fyri fyrstu ferð spældi við nýggju liðfeløg- unum leygardagin. Hetta er møguliga ein- dømi í føroyskum fótbólti, at ein útlendingur miðskeið- is í einum kappingarári flyt- ir til annað felag í somu deild. Eisini Flóvin av Fløtum Jespersen, ið leikti ein dyst í fyrru helvt við HB, hevur skift til B71. Havnarmað- urin á sandoyarliðnum fekk kortini ikki hjálpt B71 í vikuskiftinum orsakað av væntandi spæliloyvi frá FSF. Vit kunnu minna á, at tey bæði undanfarnur árini Bert eitt spildurnýtt andlit Sjey leikarar leiktu sín fyrsta 1. deildardyst í hesum kappingarárinum um vikuskiftið. Talan var tó bert í einum føri um spildurnýggjan leikara Nýggir leikarar í 11. umfari leikari felag seinast í 1.deild Maciej Mariniak B36 1998 (ÍF) Oleif Joensen B68 1999 Allan Mørkøre HB 1999 Allan Joensen KÍ 1998 Nebosja Veljkovic Sumba 1999 Hegga Samuelsen FSV 1997 (HB) Igoris Kirillovas FSV nýggjur Tað hendir ikki so sjáldan í føroyskum fótbólti, at gestalið fáa fleiri stig burt- urúr einum landskapping- arumfari, enn heimalið. Tað er tó meira sjáldan, at gestir eru so nógv sterkari, at teir vinna fýra av fimm dytum. Undanfarna vikuskifti vóru tað tó bert , sum fóru stialeysir heim aftur, meðan B68, HB, VB og GÍ einki lótu eftir sær, tá teir vitjaðu í ávíkavist Havn, Klaksvík, heima á Sandi og í Sumba. Í 1999 megnaðu gestir eina- ferð at vinna fýra dystir í einum degi. Úrslitini tann 15.august í 12.umfari vóru ta ferðina hesi: B68-Sumba 3-1, ÍF-B36 1-4, B71-NSÍ 2-3, VB-GÍ 1-3, HB-KÍ 1- 2. Vit kunnu hervið stað- festa, at teir reyðu og svørtu úr HB hevndu KÍ fyri eitt dramatiskt tap heima á Gundadali fyri einum ári síðani, tá Kurt Mørkøre í seinastu minuttunum av seinasta dysti sínum fyri KÍ skoraði sigursmálið hjá. Tann sigurin hjá norðoy- ingunum var rættuliga avg- erðandi fyri, at meistara- heitið-99 endaði í Klaksvík. hevur bert ein leikari um árið skift felag, miðskeiðis kappingarárinum. Teir báðir eru Birgir Jørgensen (VB til Sumba) og Hans Jørgen Djurhuus (B71 til HB). Ein bræðnýggjur Í ár er tað rættiliga merkis- vert, at hóast ikki færri enn sjey leikarar hava verið á vøllinum fyri fyrstu ferð í hesari landskapping, so eru allir teirra, uttan ein, gamlir kenningar í føroyskum fót- bolti. teirra høvdu ikki spælt í 1.deild í tvey ár ella meira. HB-arar tóku fegnir ímóti Allani Mørkøre, tá ið hans- ara sáttmali við íslendska ÍBV bleiv settur úr gildi. Oleif Joensen er komin inn á 1.deildarliðið hjá tofta- monnum fyri at avloysa verjuálitið, Jákup Eli Olsen, ið ikki verður at síggja aftur á vøllinum í ár. Ein annar fyrrverandi landsliðsmaður, Allan Jo- ensen, er komin fyri seg aft- ur aftur hann hevði verið ógvusliga skaddur, og tað sama er galdandi fyri jugo- slaviska málslúkin hjá Sum- ba, Nebosja Veljkovic. Jógvan H. Samuelsen, ið er kendur fyri síni avrik við SÍF og HB fyrrapartin av nítiarunum, roynir seg aftur í 1.deild við egnu vága- monnum. Pólverjin Maciej Marini- ak skoraði seks mál fyri ÍF við Piotr Krakowski sum venjara í landskapping-98. Nú, nærum tvey ár eftir er álopsleikarin aftur samein- dur við gamla venjaran hjá sær, hesaferð í B36, har Piotr Krakowski hevur á- byrgdina av 2.deildarlið- num, umframt at hann hjálpir Per Olavi Andersson at venja tað besta liðið. Tá ið Darius Magdisaus- kas fór til B36, tók hann fólk flest á bóli, men ikki litaviska venjaran hjá FS Vágum Kestutis Latoza Uttan at drála, bjóðaði fyrrverandi litaviski lands- liðsmaðurin einum leikara afturat til Føroya. Sóstatt bleiv Igoris Kirillovas tann einasti spildurnýggi leikarin í føroysku 1.deild aftur summarsteðgin. Hann økti eisini útlendsku umboðan í bestu deildini til 30 leikarar. Hesin Kirillovas er als ikki hvør sum helst. Millum 1991 og 1998 hevði hann spælt ikki færri enn 27 al- tjóða landsdystir fyri Litava, millum annað í HM- og EM-undankappingum, og eisini hevur hann skorað tvey mál. Eisini hin um- stríddi Darius Magdisaus- kas hevði einaferð roynt seg á litaviska landsliðnum, men tað var so langt síðani sum í 1991. Vit kunnu leggj- a afturat, at ein annar litavi hjá FS Vágum, Zilvinas Zudis, hevur tveir lands- dystir á baki. Hann royndi seg á altjóða stigi í 1996. IE Blíðir vertir Úrtøkan hjá liðunum, sum um vikuskiftið royndu seg á útivølli, var óvanliga góð Tað er ikki ósannlíkt, at søg- an endutekur seg á ein ann- an hátt í ár - hesaferð til fyrimunar hjá HB. IE Seinast tað kom fyri, at útilið vunnu fýra av fimm dystum í einum umfari, var, tá Kurt skeyt minniliga 2-1 málið móti HB. Sunnudagin fekk HB sagt takk fyri seinast Igoris Kirillovas var fyri fyrstu ferð yvirhøvur við í føroysku landskapping- ini, tá FS Vágar vitjaði í Runavík um vikuskifti Mynd: Jonhard Hammer AB styrkir um hópin Móstøðuliðið hjá B36 hevur fingið í lag leigusáttmála við ungan russiskan leikara JÁKUP MØRK Fyrrakvøldið eydnaðist danska AB, sum B36 skal royna seg ímóti hósdagin, at fáa í lag leiguavtalu við PSV Eindhoven. Russiskt stjørnuskot Talan er um, at AB fram til 30. juni 2001 skal læna 21 ára gamla áleyparan, Erik Kortjaguin. Sum skilst, er talan um ein sera evnaríkan álopsl- eikara, sum eisini er fastur fúsur á russiska U-21 landsliðnum. Umframt at hann nú er sáttmálabundin at hollendska stórfelagnum, hevur Erik Kortjaguin eis- ini verið knýttur at fran- ska felagnum, St. Etienne. Skulu ansa sær Sostatt er líkt til, at upp- gávan hjá B36 gerst enn truplari, enn hon var framman undan. At tað eydnaðist AB at avgreiða leigusáttmálan fyri midnátt týskvøldið merkir nevnliga, at felag- ið hevur loyvi at nýta russiska leikaran í europeiskum høpi. Framman undan hevur AB eisini ein av vanda- mestu álopsleikarunum í donskum fótbólti, nevnliga nigerianska Abdul Sule. Líkt er til, at Tróndur Vatnhamar fær enn meira at hugsa um, nú AB hevur styrkt um álopspartin á liðnum