Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 19. NOVEMBER 1999 tíðindablaðið Sigrun í Smiðjuni Vælútbúgvin og vird listakvinna sýnir íblástur úr grefliga Grónlandi HOGNI MOHR Sigrun Gunnarsdóttir Nicla- sen er ein av mest virdu listakvinnunum í landinum. Fleiri ferðir hevur hon verið við á Olavsvøkuframsyn- ingini, og seinnapartin í dag letur hon upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Sigrun og maðurin hava — vr så verið í Eysturgrønlandi seinasta árið, og í flestu málningunum á framsýn- ingini hómast ógvusligar upplivingarnar haðani. Listakvinnan er vælút- búgvin. Í tíðarskeiðnum 1973-80 gekk hon á Kong- liga Listaháskúlanum í Keypmannahavn, framman undan hevði hon og ; til Hansinu 3 557) verið á tekniskúla á Glyp- totekinum. Framsýningin er opin hesi tíðarskeið: Fríggjadagin 16.00 - 19.00 Leygardagin 14.00 - 19.00 Sunnudagin 15.00 - 19.00 „Far vestur á EidiO« Sølustevna er í Vági. Lesið um stóra tiltakið í lýsingarblaði, sum er borið í hvórt hús í Suðuroynni HOGNI MOHR I gjárkvoldið lótu vágbingar jolasølustevnu upp í ítrótt- arhøllini vesturi á Eiðinum. Tað er Vágs Bóltfelag, ið samskipar tiltakið, og høv- uðsstuðul er Suðuroyar Sparikassi. Hesaferð eru 24 básar í høllini. Á fleiri teirra eru sølufyritøkur úr miðstaðar- økinum. Nevnast kunnu Gummibátatænastan, Benetton, Jallur og Reyni Service. Í sambandi við stóra tiltakið hevur VB latið forvitnisligt lýsingarblað úr hondum. Tað er borið í hvort hús í oynni. Onkuntíð hevur presturin í bygdini sett stevnuna, men í gjårkvøldid setti stjórin á Suðuroyar Sparikassa, Mikkal Sørensen, stevnuna. So sigast må, at stevnuset- anin nú í stórri mun stendur mát við tiltakið, sum jú er eitt sølutiltak. Kortini er klerikala ískoytið ikki heilt burturbeint. Sunnukvoldið fer Elsa Funding, sóknar- prestur, at taka saman um og enda stevnuna. Sølustevnurnar hava stór- an fíggjarligan týdning fyri VB. Fyrireikararnir vóna, at tiltakið verður væl vitjað. Á undanfarnu stevnunum hev- ur undirtøkan verið heilt góð. Ikki minst tå stevnu- dansurin hevur verið. I ár fer Berg & Jacobsens Dansiorkestur at spæla bæði í kvøld og leygarkvoldið. Herðaklapp Tær 150.000 krónurnar, lista- kvinnan fær í námsstyrki, verða nýttar til fram- haldandi listaliga menning HOGNI MOHR Listagrunnur Ríkisins í Danmørk tók í farnu vika ta avgerð at lata einum føroyingi námsstyrk í tvey ár. Talan er um hin 33 ára gamla listamálaran, Hans- inu Iversen, ið er búsitandi i Danmørk. Hon fær 150.000 krónur tilsamans. Helmingin komandi ár og helmingin í 2001. Hansina er væl útbúgvin listakvinna. Hon fekk prog og viðurkenning á Lista- skúla Islands, og eisini er hon útbúgvin á Listaháskúl anum í Helsinki. Í Finnlandi var hon í 4 ár og tók Master of Arts. Í fjór var hon við á Olavsvøkuframsyningini Væntandi fer Hansina Iver- sen at nyta pengini til at menna seg upp aftur meira innan målningalist Til børn og vaksin just heimkomin Vit hava øll tey góðu merkini so sum KANSAS WENAAS ENGEL Handil verka- og veiðimanna Bryggjubakki 16 - Tel 31 17 53 Postsmoga 160 - FO 110 Tórshavn - Faks 31 25 53 e-post samvinnæpost.olivant.fo - www.samvinnufelag.fo