mikudagur 1. desember 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 1. desember 1999
tíðindablaðið
— Vit hava ikki svarað
Jóannes Eidesgaard sigur, at Javnaðarflokkurin ætlar at ráðgeva seg hjá ser-
kønum, áðrenn hann svarar Suðuroyar Oljuvinnuráð
JOHN JOHANNESSEN
Javnaðarflokkurin hevur
ikki svarað fyrispurningi-
num frá Suðuroyar Olju-
vinnuráð, men vit ætla okk-
um tó at koma við einum
skrivligum svari, tá vit hava
rådført okkum við serfrød-
ingar á oljuvinnuøkinum.
Jóanes Eidesgaard vísir
aftur pástandinum Hergeir
Nielsen førdi fram í Sosial-
inum leygardagin um, at
Javnaðarflokkurin = hevur
svarað Suðuroyar Olju-
vinnuráð.
Greitt svar
- Eg dugi ikki rættuliga at
Fríar teymar til vinnuna Freistin úti
skilja støðuna hjá Tjóð-
veldisflokkinum, sum í
landsstýrinum hevur meld-
að út, at vinnan eftir hansara
sannføring eigur at avgera,
hvar ein komandi oljuvinna
verður savnað, meðan ting-
menn floksins alment hava
meldað út, at vit politiskt
eiga at stýra oljuvinnuni.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at Javnaðarflokkurin ikki
ætlar sær at koma við fleiri
ymsum svørum, eins og
Tjóðveldisflokkurin, og tí
fer hann at brúka tíð uppá
at fáa ráðgeving um málið,
soleiðis, at flokkurin kann
koma við einum greiðum
skrivligum svari. Tískil hev-
ur Javnaðarflokkurin enn
ikki tikið nakra endaliga
stóðu til, hvat hann fer at
svara Suðuroyar Oljuvinnu-
ráð.
Stoða má takast
Jóannes Eidesgaard heldur,
at politikarar eiga at taka
stóðu til nøkur heilt grund
leggjandi mál í sambandi
við oljuvinnuna. Støda eig-
ur at verða tikin, um olju-
vinnan skal stýrast politiskt
ella marknadarkreftirnar
skulu sleppa at hava frítt
ræði. Somuleiðis eigur at
verða kjakast um tað alment
oljufelag ella ikki.
Verða tað marknaðar-
Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki tikið stóðu til, um ein kom-
andi oljuvinna skal savnast á ávísum stað
JOHN JOHANNESSEN
Sjálvstýrisflokkurin hevur
nú eisini svara fyrispurning-
inum, sum Suðuroyar Olju-
vinnuráð herfyri sendi øll-
um politisku flokkunum í
landinum. Oljuvinnuráðið
bað í brævinum um at fáa
at vita, hvørja stóðu flokk-
arnir hava til, at ein kom-
andi oljuvinna verður savn-
að í Suðuroynni.
Í svarinum til Suðuroyar
Oljuvinnuráð boðar Sjálv-
stýrisflokkurin frá, at hann
ikki hevur vidgjørt spurn-
ingin um, at eitt komandi
oljuvirksemi skal verða
savnað á einum stað, og tí
hevur flokkurin onga støðu
til spurningin.
Sjálvstýrisflokkurin ger
tó í svarinum greitt, at floks-
ins stóða til politiska uppí-
blanding viðvíkjandi olju-
vinnuni og avsmittandi
virksemi er tann, at vinnan
skal hava so fríar teymar
sum yvirhøvur gjørligt.
Hetta, sigur flokkurin,
somuleiðis gera seg gald-
andi viðvíkjandi spurningi-
num, hvar í landinum eitt
tííkt virksemi kemur at
liggja.
Sjálvstýrisflokkurin er
tann næsti flokkurin, ið hev-
ur meldað út, at hann hann
hevur svarað fyrispurningi-
num frá Suðuroyar Olju-
vinnuráð. Hin flokkurin er
Tjóðveldisflokkurin. Fyri
Tjóðveldisflokkin = hevur
Hergeir Nielsen, tingmaður
úr Vági, svarað, og hevur
hetta skapt mikla øsing
innanhýsis í flokkinum.
Aðrir tingmenn Tjóðveldis-
floksins vilja nevniliga vera
við, at Hergeir Nielsen ikki
hevur fingið heimild frá
flokkinum til at svara.
Hergeir Nielsen segði seg
í Sosialinum leygardagin
vera sannførdan um, at
Javnaðarflokkurin = eisini
hevur svarað fyri spurningi-
num frá Suðuroyar Olju-
vinnuráð. Hetta skuldi vera
hent á einum fundi í Suður-
oynni, har ein tingmaður
Javnaðarfloksins svaraði
munnliga við persónligari
heilsan frá Jóannesi Eides-
gaard.
Arbeiðið gongur
sina gongd
Hóast upprunaliga tíðarætlanin ikki heldur, er Høgni
Hoydal tó væl nógdur við gongdina at gera uppleggið til
samráðingarnar við donsku stjórnina
JOHN JOHANNESSEN
— Tað er umráðandi, at vit
fáa eina so sterka samráð-
ingarstødu, sum yvirhøvur
gjørligt. Ti må arbeiðið við
at gera samrådingarupp-
leggið klárt taka so nógv tíð,
sum tað nú einaferð tekur.
Høgni Hoydal vísir á, at
tann tekniska viðgerðin av
samráðingarupplegginum
langt síðani er løgd til rætt-
is. Tískil er umsiting væl
fyrireikað til hetta arbeiðið,
sum eisini gongst ógvuliga
væl. Hann sigur, at tað, sum
tekur tíð í sambandi við ar-
beiðið, er tann politiska pro-
sessin.
— Vit arbeiða í løtuni við
politisku prosessini, ið krev-
ur tíð at búnast. Og neyð-
ugt er, at vit geva henni ta
tíð, sum henni nýtist til hesa
búning, sigur landsstýris-
maðurin í sjálvstýrismálum.
Høgni Hoydal vil tó einki
siga um, hvussu langt tann
politiska prosessin er kom-
in, og heldur ikki vil hann
siga, um samgongan hevur
havt samband við nakran av
andstøduflokkunum í so-
kallaðu politisku prosessini.
Men hann stendur fast við,
at tað hevur týdning, at vit
hava eina sterka og breiða
samrådingarstødu undan
samráðingunum. Í hesum
sambandi vísir hann á, at
um landsstýrið ikki ynskti
sterku samráðingarstøðuna,
kundi tað langt síðani verið
farið undir samráðingarnar,
sum tað jú hevur heimild til.
Samgongan hevur fyrr
ført fram, at hon sær møgu-
leika fyri at finna breiðu
politisku samrådingarstød-
una saman vid Javnaðar-
flokkinum. Men, sum skilst
á formanni Javnaðarfloks-
ins, Jóannesi Eidesgaard,
hava samgongan og Javnað-
arflokkurin ikki samstarva
í arbeiðinum við at gera
samráðingaruppleggið.
Løgmaður sigur í stuttari
viðmerking, at eftir hansara
tykki, er tað ikki tíðarfreist-
in, sum er avgerandi, men
harafturímóti hevur tað stór-
an týdning at vit eru so væl
fyrireikað, sum gjørligt til
samráðingarnar. Løgmaður
sigur, at hann heilt skjótt fer
at tosa við andstøduflokk-
arnar um samráðingarupp-
leggið, men enn hevur eiki
samband verið, staðfestir
hann.
kreftirnar, ið sleppa at ráða
í oljuvinnuni, er tað líka
mikið, um vit mæla til, at
oljuvinnan verður savnað í
Mikladali ella nakra aðra-
staðni. Tí tá hava politisku
tilmælini einki at siga, sigur
formaður Javnaðarfloksins
Jóannes Eidesgaard held-
ur tað vera líka mikið,
hvar politkarar ynskja, at
oljuvinnan skal savnast,
um tað verða marknaðar-
kreftirnar, ið sleppa at
ráða
JOHN JOHANNESSEN
Á midnátt var freistin hjá
politisku flokkunum at
svara spurninginum frá
Suðuroyar Oljuvinnuráð,
um ein komandi oljuvinna
skal savnast í Suðuroynni,
úti. Tá Sosialurin tosaði
við skrivaran í oljuvinnu-
ráðnum á middegi í gjár,
vóru tvey svar komin
teimum í hendi.
Wrangler-skógvar
Tummas Thomsen,
skrivari hjá Suðuroyar
Oljuvinnuráð, vildi íkki
siga okkum, hverjum
flokkum, svar var komið
frá, fyrr enn freistin var úti
á midnátt. Men Sjálvstýr-
isflokkurin hevur í tíðind-
askrivi boðað frá, at hann
hevur svarað oljuvinnu-
ráðnum. Eisini hevur Her-
geir Nielsen svarað fyri
Tjóðveldisflokkin, = og
hevur hetta ført til stóra
ósemju í Tjóðveldisflokki-
num. Torbjórn Jacobsen er
púra ósamdur við svarið
frá Hergeiri Nielsen og
vísir á, at Hergeir als ikki
hevur fingið heimild at
svara vegna flokkin.
Hvørji og hvussu nóg
svar Suðuroyar Oljuvinn-
uráð hevur fingið til fyri-
spurningin, fáa vit at vita
í næsta blað.
fært tú hjá okkum
fotobudin
:Handilskjarnin
N. Finsensgøta 8 * Tlf. 317919
www.handilskjarnin.fo