fríggjadagur 3. desember 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið
Nr. 231 - 3. desember 1999
Betri upplýsingar høvdu givið
betri vedurtidindi fyri Føroyar
— Hava fóroving-
ar nakað at klaga
um, viðgera vit
fegin málið. Men
skulu veðurfor-
sagnirnar verða
meiri álítandi, er
bara eitt at gera,
og tað er at út-
vega betri upp-
lýsingar, eitt nú
frá skipum undir
Føroyum, sigur
Søren Olufsen á
Danmarks Met-
eorologiske Insti-
tut
AKI BERTHOLDSEN
Tað er ómetaliga trupult
m veðrið i Føroy
um
tað er. at
Føroyar liggja so illa fyri á
heimskortinum
Vit hava biðið Soren
Olufsen á Danmarks Met-
eorologiske Institut, DMI,
um viðmerking til kjakið
semastu dagarnar um
nastuna í Føroyum
fáa okkara veðurtæn
astu frå DMI, men bæði
fiskimenn og útróðrarmenn
halda. at veðurforsagnirnar
eru so oålitandi, at tað er
skjótt hjá skipum og bátum
at koma í Oføri
øren Olufsen hevur
hovrt, at eitt orðaskiftið
evur tikið seg upp í Før-
oyum um trúvirðið í veður-
forsagnunum hjá DMI
Hava føroyingar nakað
at klaga um, eru teir væl-
komnir at venda sær til okk-
ara, ti so viðgera vit fegin
málið, sigur Søren Olufsen
Við høvudsveg 1
Hann sigur, at orsøkin til,
at tað er so trupult at meta
um veðrið í Føroyum, er
ikki, at okið er so lítið
Orsøkin er hinvegin, at
Føroyar liggja beint við tað,
sum vit vanliga nevna låg-
try st-høvudsv eg |
-Hetta er ein av teimum
leiðunum, sum lágtrýstini
vanliga ferðast
Lágtrýstini plaga at taka
seg upp við Ný Fundlandi,
og ferðast síðani meiri og
minni tvørturyvir Føroyum
á veg eystureftir og tara so
upp framvið norsku strond-
ini
Tvs, at veðrið í Føroy-
um er ofta treytað av, akku-
rát hvar hesi lágtrýstini eru,
tá ið tey fara framvið For-
oyum.
Søren Olufsen sigur, at ti-
skil eru vedurforsagnirnar
fyri Føroyar meiri og minni
Tað er ómetaliga trupult at gera veðurforsagnir fyri Føroyar, tí tær liggja so illa fyri mitt í Atlantshavinum. Men um
vedurfrødingurin er staddur í Føroyum ella í Danmark ger ongan mun. Einasti máti at fáa betri veðurtíðindi. er at
fáa betri upplýsingar. sigur Søren Olufsen á Danmarks Meteorologiske Institut, sum er okkara veðurtænasta
bundnar av, hvussu neyvt
tað eydnast at meta um,
akkurát hvønn veg, lágtrýst-
ini fara yvir Føroyum
Og tað kann vera sera
trupult, ikki minst hesa tíð-
ina, nú lágtrýstini eru so títt
hvort aftaná annað
Hann leggur afturat, at tá
ið teir boða frá so og so
nógvum vindi, er talan um
miðal vindferðina í 10 min-
uttir, 10 metrar yvir havin-
um.
Tvs, at hóast vit hava
boðað frá vindi uppá 20
metrar um sekundið, kann
vindferðin saktans koma
upp á 37 í einstøkum hvirl-
um.
Utgerðin tann besta
Søren Olufsen heldur tí
ikki, at tað hevdi gjørt stór-
vegis mun, um veðurtæn-
astan var í Føroyum, heldur
enn í Danmark.
-Fyri at kunna gera veð-
urforsagnir, er tað neyðugt
við ymsum upplýsingum.
Og á DMI hava vit tað
bestu tøknina, sum yvirhøv-
ur finst á hesum eki.
So tað er slett onki sum
talar fyri, at ein vedurfrød-
ingur í Føroyum skuldi havt
betri upplýsingar at arbeitt
við, enn vedurfrødingur í
Keypmannahavn,
— Tað einasta, sum um-
ræður, er at hava teir bestu
útrokningarhættirnar, tær
bestu fylgissveinamyndir-
nar og tær best veðurmát-
ingarnar.
Og tær veðurmátingarnar
fær DMI frá vedurstødun-
um í Føroyum og frá skip-
um undir Føroyum.
Akkurát, hvar vedurfrød-
ingurin er staddur, hevur
ongan týdning, heldur hann.
Ov fáar skrásetingar
Men Søren Olufsen sigur,
at ein vansi í arbeiðnum at
gera neyvar veðurforsagnir
fyri Føroyar, er júst tað, at
tað eru ov fá skip undir For-
oyum, sum máta veðrið fyri
DMI
Hann sigur, at tað heyði
hjálpt uppá støðuna, um
DMI fekk fleiri mátingar frá
skipum undir Føroyum.
Mátingarnar verða brúkt-
ar til at rokna út, hvønn veg
lågtrystini ferdast.
— Annars verdur dugliga
granskad, hvussu tað kann
lata seg gera at fáa betri
veðurmátingar um fylgis-
svein.
— Men høvdu vit fingið
fleiri skip undir Føroyum at
gjørt vedurmåtingar fyri
okkum, hevði tað eisini ver-
ið ein stór hjálp.
Hann sigur at oll skip,
sum hava samskiftisútgerð
umborð, kunnu gera veður-
mátingar.
Avtalað er gjørd við nøk-
ur skip um at gera veður-
mátingar. Talan er um nøkur
farmaskip í fastari rutu.
Men tey kundu verið
fleiri, leggur hann afturat-
og tað kundi saktans verið
talan um fiskiskip.
Hann sigur, at tað er bæði
ein fíggjarligur spurningur
fyri DMI og fyri skipini,
men tað er eisini ein spurn-
ingur um vælvildina hjá
skipunum at gera veðurmát-
ingar alt samdógurið.
Hevur tú nakra vidmeik-
ing til, at nógvir fóroyskir
utrédmirmenn og fiskimenn
halda, at vedurprsagnirnar
hjá íslendsku veðurtænast-
uni eru nógv neyvari enn
tær hjá DMI?
-Eg skilji ikki, hvussu tað
kann bera til, tí veðurtíð-
indini hjá íslendsku veður-
tænastuni eru bygdar á for-
sagnir frå DMI, sigur Søren
Olufsen.
Ein skipari, sum vit hava
tosað vid,hevur reist spurn-
ingin um, hvussu nógva
orku, tit niðn í Keypmanna-
havn leggja í at gera veð-
urforsagnir fyri hesar lítlu
oyggjarnar uppi í Norður
atlantshavi?
— Veðurforsagnirnar fyri
Føroyar verða gjørdar sam-
stundis sum forsagnirnar
fyri onnir øki, og tær verða
gjørdur av sama vedurfrød-
ingi og uppá sama máti. So
tað er ongin munur á.
Men sært tú so nakran
sum helst møguleika fyri at
fáa neyvari forsagnir fyri
Føroyar?
— Betri mátar at rokna
veðurforsagnir út og enn
fleiri veðurmátingar frá
fylgisveinum og skipum eru
einastu møguleikarnir, vit
hava til at gera veðurtíðind-
ini neyvari.
— Og hættirnir at rokna
forsagnir út, batna alla tíð-
ina. So veðurtíðindini verða
neyvari og neyvari.
Søren Olufsen sigur, at
tað verður ongin fyrimunur
at gera eina veðurstøð í Før-
oyum, tí eru upplýsingarnir
nóg góðir, kann ein veð-
urfrødingur í Keypmanna-
havn gera eins góðar for-
sagnir sum ein vedurfrød-
ingur í Havn kundi gjørt.
Annars sigur Søren Oluf-
sen, at føroyskir útróðrar-
menn og fiskimenn eru væl-
komnir at ringja til DMI at
spyrja um vedur og vind,
um teir ivast i nøkrum.
Nummarið er 00 45 39 15
700.
Meiri vindur á sjónum
Ein annar vedurfrødingur á
DMI, Lone Olsen, nevnir
sama trupulleika, at Føroyar
eru so litlar, og at tad ti
mangan er trupult at meta
um, antin lågrystini fara
beint norðanfyri, ella beint
norðanfyri Føroyar.
— Serliga trupult er tað at
gera forsagnir, tá ið lágtrýst-
ini fara heilt tætt framvið
oyggjunum, tí mitt í låg-
trysitinum er vindurin
minni enn annars.
Tá ið so tann eina út-
rokningin sigur, at lágtrýstið
fer beint sunnanfyri Føroy-
ar, og ein onnur útrokning
Sigur, at tað fer beint norð-
anfyri, skal vedurfrøding-
urin gita. Og ferðast lág-
trýstið so kortini ikki heilt
so tætt framvið oyggjunum,
sum mett, kann gott henda,
at tað verður meiri vindur,
enn boðað er frá.
Tó heldur hon, at forsagn-
irnar fyri tað fyrsta sam-
døgurid eru nokk so neyvar.
- Men beinanvegin for-
sagnir skulu gerast 48 ella
72 tímar fram, verður óviss-
an stórri.
— Forsagnirnar fyri tað
fyrsta samdøgurid eru fyri
tær ymsu sjóleiðirnar.
— Men forsagnirnar fyri
annað, triðja, fjórða og
fimta samdøgur, eru fyri
oyggjarnar sum heild.
— Og har eru tað summir
vedurfrødingar, sum boða
frá, hvussu veðrið er niðri
við sjógvin, men aðrir boða
frá, hvussu tað er í hædd
ini.
— Men yvirhøvur må sig
ast, at tad er meiri vindur å
sjónum, enn tað er á landi.
--Sostatt eiga fiskimenn
og útróðrarmenn at leggja
eitt sindur afturat tí fráboð-
aða vindinum, tá ið talan er
forsagnir, sum ganga longur
enn 24 tímar fram, sigur
Lone Olsen.
— Men tey, sum brúka
veðurtíðindini, eiga at vita,
at tað ber ikki til at taka eina
oyggjaforsøgn fyri annað.
triðja, fjórða og fimta sam
døgur og flyta hana yvir á
sjóleiðirnar uttan víðari.
Vit spurdu eisini hana.
um hon hevði nakra meting
av, hví føroyskir útróðrar
menn hildu, at íslendsku
veðurtíðindini eru neyvari
enn tey frá DMI.
Tað dug! eg ikki at siga
Men íslendingar eru
meiri vanir við fjøll og bjørg
enn vit eru í Danmark. So
kanska duga teir betri at
meta um, hvussu vindurin
ber seg, har nógv fjøll og
nógv bjørg eru. Møguliga
gevur tað teimum nakrar
royndir at meta um veðrið
á landi og beint framvið
landi, sum vit ikki hava.
— Men eg veit ikki, um
tað ger nakran mun, sigur
Lone Olsen.
Í blaðnum í gjár greiddi
Jógvan á Argjaboða á veð-
urstødini í Havn frá, at ein
skipan var ið neyndist HIR-
LAM, har tað vóru teldur
burturav, sum roknaðu veðr-
ið út, og tær forsagnirnar
Vóru sera neyvar.
Men vedurfrødingarnir
ikki brúka HIRLAM skip-
anina, tí hon var teldustýrd
burturav.
Har er broyting við at
koma í, sigur Lona Olsen.
Hon sigur, at vedurfrød-
ingarnir hava fingið boð um
at brúka HIRLAM og tað
heldur hon, at teir allarflestu
gera. Sjálv brúkar hon HIR-
LAM.
— Eg hyggi eftir hini skip-
anini og samanberi hana við
HIRLAM. Og eru tær báðar
skipaninar ikki ógvuliga „.ó-
samdar“ um veðrið, brúki
eg HIRLAM. Men hendan
skipanin ger bara forsagnir
24 tímar fram.
Vit spurdu eisini danska
vedurfrødingin, um tað
hevði verið nakar fyrimunir
fyri okkum, um vit høvdu
okkara egnu veðurtænastu.
— Tað veit eg ikki. Sum
heild haldi eg ikki, at tað
ger nakran mun. Møguliga
kann tað gera ein ávísan
mun á heilt avmarkaðum
økjum.
— Men tað hevði verið
ógvuliga lokalt. Og fyri for-
sagnirnar á sjóleiðunum,
hevði tað ikki gjørt mun,
sigur Lone Olsen.