fríggjadagur 10. desember 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 10. desember 1999 tíðindablaðið 5
Vit gera okkara besta
- Vit eru í Føroyum ikki á jøvnum føti við onnur lond, tå ið tað snýr seg um serkunnleika innan
DAMP og aðrar líknandi trupulleikar, men vit royna eftir fórimuni, sigur Marita Petersen, stjóri
á Sernámsdeplinum
TURIÐ KJØLBRO
Stjórin á Sernåmsdeplinum,
Marita Petersen, vil treyð
ugt fara út í kjak við foreld
ur at brekaðum børnum, tí
ofta endar tað í einum
kenslusomum eljustríði.
Hinvegin vil hon fegin
svara uppá nakrar itøkiligar
spurningar, sum verða settir
í samrøðuni við Onnu
Mariu Restorff í blaðnum í
dag.
- I Føroyum eru vit ikki á
jøvnum føti við onnur lond,
tá ið tað snýr seg um ser-
kunnleika innan DAMP og
aðrar = trupulleikar. Tað
kemst fyrst og fremst av, at
vit eru ov illa mannað. Á
skúlanum á Sernåmsdepli-
num hava vit havt børn við
DAMP og DAMP-liknandi
trupulleikum, og sum heild
hevur tað gingið væl. Hesi
børnini hava ofta atferðar-
trupulleikar, og vit hava júst
fyri stuttum skipað fyri eft-
irútbúgvingarskeiði í hesum
fyribrigdinum fyri lærarar
Sostatt vísir Marita Pet-
ersen aftur, at starvsfólk á
Sernámsdeplinum ikki fáa
skeið.
- Tað er rætt, at vit hava
avmarkaða orku til eftirút
búgving og skeið, og í fjór
var trupult at senda nakran
á skeið. Men øll, sum hava
ynskt at sloppið á skeið í
hesum árinum, eru sloppin
Ikki ein einasta umsókn er
afturvíst. Hinvegin hevur
eingin ynskt at sloppið á
skeið í ár í fyribrigdinum
DAMP.
Yvir fyri fólkaskúladeild-
ini í Undirvisingar- og
mentamálastýrinum hevur
Marita Petersen mælt til at
geva lærarum eftirútbúgv-
ing í fyribrigdinum atferð-
artrupulleikar.
Avmarkað orka
Í samstarvi við DAMP-fel-
agið skipaði Sernåmsfrødi-
liga Ráðgevingin fyri fýra
árum síðani fyri skeiði um
alt landið í DAMP.
- Síðani hava starvsfólk
higani verið á ráðstevnum
uttanlands um DAMP. Einu
ferðina eftir áheitan frá
DAMP-felagnum.
Eisini á Sernámsdepli
num er orkan avmarkað.
Fyri hvønn lærara, ið fer úr
starvi, verður eingin settur
ístaðin
Jåttanin til Sernáms
depilin er so litil, at skal
figgjarætlanin haldast, må
virksemið tålmast. Vit hava
verið út fyri ikki hava havt
ráð at seta fólk í staðin fyri
tey, sum fara. Tað er ógvu
liga harmiligt, og tað ger,
at fólk á stovninum verða
ógvuliga frustrerad, sigur
Marita Petersen.
Stjórin á Sernámsdepli-
num hevur ferð eftir ferð
víst á stóra trotið á í psyko-
logum og psykiatarum í
Føroyum, men tað er ein
sannroynd, at teir eru ringir
at fåa hendur å. Tiskil hevur
depilin konsulentar niðri
frå, sum koma til Føroya
nakrar ferðir um árið
Eftir røttum áttu einir
seks psykologar starvast á
deplinum. So høvdu vit ikki
konsulentarnar, høvdu vit
einki. Henda stødan er ikki
bert galdandi i Føroyum
Alla aðra staðni er trupult
at fáa hendur á psykologum
og psykiatarum.
Vitjandi psykologar og
psykiatarar hava sæd og
kannað eini 40 føroysk
børn
Mær kunnugt hevur
eingin teirra fingið diagnos
una DAMP hesi seinastu trý
árini. Onkur hevur DAMP
líknandi = eyðkenni. og
grundin kann vera, at
DAMP ikki er ein alheims
viðurkend diagnosa
Tá ið diagnosurnar
verða settar. ráðgeva vit út
frá tí, fyrst og fremst skúl
um og lærarum. Men eg
havi verið út fyri, at
foreldur ikki lurta eftir teirri
ráðgevingini, tey fáa.
- Mær kunnugt hevur
eingin teirra fingið
diagnosuna D AMP hesi
seinastu Iry árini, Sigur
Marita Petersen, stjóri á
Sernámsdeplinum
— JOLASØ
AV INDISKUM
HONDGJØRDUM MØBLUM
Vit å lagursøluni hjå Viktor eru rættuliga i jolahyri
PER Å HÆDD
Vinarliga støkkid inn á gólvið
Sun
pad verður fyri rimmar utsølu komandi vikuskifti Se
hjá TIN.
svegur 8 komandi friggja ag 10/12,
leygardagin 11/12 ella sunnudag
millum kl. 10.00 og 17.00
agin 12/12
Sp/f
VIKTOR
Sundsvegur 8 * 100 Tórshavn
182(
Tel. 21 86 03