Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 — 11. desember 1999 Nú eru árini blivin mong og dagarnir, sum eftir eru umborð á Smyrli, eru farin at fækkast. Hóast hann ikki stúrir fyri pensjónsárunum, dylir hann ikki fyri, at tað er við blandaðum kenslum, at hann nú mynstrar av Tá hevði hann yvir seks tímar úr Havnini, suður á Tvøroyri. Og tað var ikki sort at bangilsi var farið at breiða seg í teimum, sum bíðaðu á tvørakei, tí Smyril kom ikki fram. ferðafólk, við gamla Smyrli, tók nýggi Smyril meiri enn tvær ferðir so nógv ferðafólk. — Og frá at kunna føra 8-10 bilar, sum allir skuldu hivast um- borð og í land, kundu vit nú føra Tá ið vit vóru farnir úr Bergen á veg til Føroyar, vísti tað seg, at eitt harkalið av norskum bardagakroppum var umborð. Teir gjørdu slíkar ónáðir umborð og endin var, at manningin mátti taka teir. Teir vóru fyrst settir í varðhald í tí fremsta storesrúminum. Men har gjørdu teir so nógv um seg, at teir máttu takast uppaftur og tá vóru teir lagdir í hondjørn og koyrdir í tað aftara storesrúm- ið. Brot úr dagbók hjá Erland Jacobsen Og aftaná tann túrin vóru tað summi ferðafólk, sum vóru við, sum svóru uppá, at Smyril mundi gingið burtur ta ferðina. Men tað er Erland ikki við uppá. Hann minnist væl hendan túrin og minnist eisini, at tað var av allarringasta veðri. — Men vit sigldu vestanfyri ta ferðina og tað var ein orsøk til, at vit høvdu so leingi um tað. Tað er møguligt, at okkurt av ferðafólk- unum helt, at tað var eitt sindur ógvusligt. — Men vit vóru heilt avgjørt ikki í ti, sum sjómenn vilja kalla í havs- neyð og við at ganga burtur. Erland Jacobsen ásannar tó, at hetta heilt avgjørt var ein av teim- um allarringastu túrunum hjá tí Smyrlinum. — Men tað vóru eisini aðrir, leggur hann afturat. — Og í havsneyð havi eg ong- antíð verið, hvorki við teimum skipum, eg sigldi við, áðrenn og kom á Strandferðsluna, ella við teimum báðum Smyrlunum, eg havi verið við síðani 1969. Sum at síggja Queen Mary Men í 1975 varð so nýggjur Smyr- il keyptur til landið og Erland var ein teirra, sum var niðri eftir hon- um, og samstundis bleiv hann bátsmaður — Vit vóru eftir honum 1. mai. Tað var ein ótrúligur munur á gamla og nýggja Smyrli. At síggja hetta skipið, var sum at síggja sjálva Queen Mary. Og tað var eisini stórur munur í aðrar mátar. Frá at kunna føra 300 yvir 100 bilar, sum allir koyrdu umboð og í land aftur. — So tað var ikki tað sama. Men tað skerst ikki, at tað vóru mong, sum ivaðust í, hvussu skilagott tað var at keypa Smyril. --Tað vóru nógv sum hildu, at tað var tann reini, blanki ørskapur at keypa eina flatbotnaða ferju, sum var smíða til at sigla á donsk- um deyðavatni, til at sigla um Suðuroyarfjørð. —Veruleikin er jú, at øll so stór skip eru flatbotnað, tí skuldi hann havt kjól eftir støddini, grynti hann ikki á nøkrum fjórði. — Men tað ger ikki stabilitetin verri. Smyril hevur einar 18 stab- iliseringstangar, men vanliga eru ikki meiri enn 3-5 av teimum fylt- ir. — Allir hinir eru tómir fyri at ikki at gera skipið ov hart í sjón- um. Eitt Skip má sleppa at liva í sjónum. Tað ber væl til at fylla so nógva barlast í tað, at verður so hart, at tað kann knúsast sundur. — Og Erland Jacobsen sigur, at tíðin aftaná hevur víst, at tað er ongin grund at ivast í dygdini á Smyrli, ti hann hevur sanniliga staðið sína roynd. — Eg havi verið við Smyrli í so ringum veðri, sum hugsast kann, men hann hevur royndst eina- standi væl. — Men tað skerst heldur ikki burtur, at tað er ymiskt, hvussu hegnið er at sigla. Teir gomlu, sum vóru vanir við minni skip, vóru meira bundnir av at kenna streym, strongir og íður, enn tað krevst av teimum sum sigla tey stóru skip- ini. — Men onkuntíð hevur onkur brikslað okkum at vit seta kósina eftir beriposanum hjá SMS, men tað er sjálvandi skeivt skotið, tí tað eru sanniliga eisini sjómenn, sum sigla við nú. — Beint eftir at hann var komin, var stórur spenningur at vita, um landsstýrið hevði forkeypt seg hesuferð. So tær fyrstu ferðirnar, Smyril sigldi, hendi tað meiri enn so, at politikarar vóru og fregnadist, hvussu nógvir bilar vóru við. Og Erland minnist, at ein pol- itikari, sum var fegin, tá ið tað ein av teimum allarfyrstu túrunum vóru nakrir og 30 bilar við. tí so var tað í hvussu so var keypið kortini ikki fullkomiliga miseydn- að. — Og hóast Smyril var bæði stór- ur og rúmligur, gingu ikki nógvar vikur, áðrenn teir fyrstu bilarnir stóðu eftir á keiini, tí hann var fullur. — Men tað var eisini akkurát so, at Smyril varð keyptur. — Tí tå ið tingið atkvøddi um tað, var akkuråt nóg mikið av at- kvødum til at keypið varð sam- tykt. --Ta ferðina royndust Jákup Mortensen stinnur. Hann sat á tingi fyri fyri sambandsflokkin í Suðuroynni. Og hóast allir hinir tingmenninir fyri sambandsflokkin atkvøddu í- móti at keypa Smyril, atkvøddi hann fyri. — Var hann flokstrúgvur ta ferð- ina, og atkvøddi fyri restini av sambandsflokkinum, varð ongin Smyril keyptur, sigur Erland Jac- obsen — Tað var ein øgilig broyting, sum hendi tá. Fyri fyrstu ferð var heilsølubilur úr Havn at síggja í Suðuroynni. Erland Jacobsen sigur, at eftir hansara tykki hevur hesin Smyr- ilin hevur havt alt at siga fyri møguleikarnar hjá suðuroyingum at búleikast her í oynni. Fekk ongan møguleika Men hetta eitt annað stórt framstig var, at tá ið Smyril var keyptur fór tað almenna eisini undir uttan- landssigling Og Erland ivast onga løtu í, at tað var eitt stórt mistak at avsiga hana aftur. Hann heldur tvórturímóti., at tað rætta hevði verið at útvega eitt stórri og betri skip til hesa rutuna. Hann sigur, at Skotlandssigl- ingin fekk ongantíð ein møguleika at vísa, at hon varð burðardygg. -Tað var við jøvnum millum- bili, at politikarar i Føroyum tos- aðu um at halda uppat við skotl- andssiglingini hjá Smyrli. - Og tað er púra greitt, at ongir leverandørar tordu at gera avtalur um flutning við Smyrli, tí tað var altíð fryktandi fyri, at sambandið varð niðurlagt. Erland Jacobsen sigur, at tað var eisini oftani frammi í skotskum bløðum. at leverandørar høvdu onki ålit å Smyrli. Manglandi stødufestid hjá før- oyingum var eisini samrøduevni hjá fólkinum í Skotska felagnum. PNO, sum Strandferðslan sam- starvaði við, ti eisini teir hildu. at politiska rákið í Føroyum, var so óvist og svikaligt, at ongin kundi hava álit, at skipið fór at sigla næsta tår, og tí kundi ongin gera avtalur um flutning við Smyrli. Og tað gjørdi sjálvandi sitt til, at tað var ov lítið av farmi at flyta. — Men hver sigur, at rutan ikki hevði kunnað givið yvirskot, um hon veruliga slapp at standa sína roynd. ikki minst, nú vit eru á veg upp í oljuvinnuna. A opnum havi Nú verður so aftur tosað um at útvega nýtt skip til suðuroyarsigl- ingina. Vit hava eisini spurt roynda bátsmannin á Smyrli, hvat hann heldur um tað umrøduna. — Tað er eitt, sum vit ikki eiga at gloyma. — Og tað er, at so skjótt, vit eru komin suður um Kirkjubønes, ella 19 tað verður ringt veður, so vit veru- liga fáa roynt hana, leggur hann afturat — Tað er neyðugt at vit alla tíð- ina hava virðing fyri teimum nátt- úrukreftum, vit eru upp ímóti. Og siglingstíðin heldur hann ikki er so heilt avgerandi. Ti enn hevur hann ikki hoyrt eitt einasta ferðafólk kært seg um, at tey sita hugnaligt umborð á Smyrii. hóast tað hevur tikið tveir til hálvan triðja tíma at siglt Men serliga ni, tosað verður at brúka upp ímóti ein hálvari milliard til vágatunnil. eiga vit eisini at hava ráð til at kanna út í æsir, um ein tvíkilja kann brúkast í suduroyarsiglingini Fer tíðina at ganga Erland er ikki bangin fyri at tíðin fer at fella honum nakað long, nú hann skal pensjonerast Hóast hann onki ávíst frítíðar- itriv hevur. heldur hann, at hann fær nokk at gera, tí tað er altíð okkurt at takast við heima við hús Og so verður kanska eisini betri høvi til at seta seg við harmonik- uni á knøunum eina løtu Annars er Erland sera fegin um tey 30 árini, hann hevur verið á Strandferðsluni Tað hevur verið eitt avbera gott arbeiðspláss og tey, sum ikki trivist har, haldi eg, eri ómøgulig. - Og fólkið er avbera fitt at ar- beiða saman vid, tað hevur verið mestsum ein stór familja, sigur Erland Jacobsen Hann hevur eisini alt gott at bera ferðafólkinum. — Tey hava verið einastandandi fitt og lagalig at hava við at gera. — Treyðugt so. onkrar hendingar hava verið, sum vit vildu havt sloppið undan, men tað slepst ikki undan umborð á so stórum skipi. Tað hevur mestur verið, tá ið tú hevur givið onkrum boð um at koyra bilin upp á hillarnar? Av og á sigldi Smyril leigutúrar fyri felagið PNO, sum Strand- ferðslan samstarvaði við. Hesin túrurin gekk úr Aberdeen til Lervick. Sum vanligt á leigutúrum fyri PNO, var biladekkið fult av mafiavognum, treyl- arum og ødrum vognum (Ein mafiavognur er ein flatur vognur. sum kassar verða settir á). Men óveður var og fleiri surringar slitnaði. Lastin tók at rósa niðri á biladekkinum. men tað var onki at gera, uttan at royna at surra vognarar aftur, tí blivu teir við at liggja og rósa, kundu teir farið út igøgnum síðuna, tí tungt var. Tað eydnaðist at surra alt aftur. og at seta eykasurringar á. Men heilt vandaleyst var tað ikki, tí vit máttu ganga og passa okkum løgir at ganga ímillum vognarnar Úr dagbókini hjá Erland Jacobsen út av Trongisvágsfirði, ella Vágs- firði, eru vit úti á víðopnum havi. Tí heldur hann, at besta loysnin fyri Suðuroynna, er at fáa eitt van- ligt skip, sum ikki skal vera minni enn Smyril, men sum skal sigla nakað skjótari, so at ikki fer at taka meiri enn hálvan annan tíma, kanska ein tíma og trý korter, at sigla ímillum Havnina og Suður- Oy. Hann sigur, at hann var ein túr við tvíkiljuni Hornoy, sum eitt summarið sigldi rutusigling í Før- oyum. — Men tað var onki at rósa henni fyri. Men hann leggur afturat, at nú veit hann ikki, hver dugur er í teimum stóru tvíkiljunum, sum sigla nógva staðni nú. Tí heldur hann, at tað er rætt at leiga eina at loysa Smyril av, tá ið hann fer í dokk í vár fyri at vita, hvussu tær roynast í Føroyum. — Men so er eisini at vóna, at — Ja, tað eru ikki øll, sum dåma at koyra upp á hillarnar, tí tey eru nervøs. Serliga væl minnist Erland ein eldri mann, sum kom umborð í havn við bili. — Ajøsus koyra tygum meg uppá hillina, eg, sum eri yvir 80 ára gamal? --Nei, nei, um tygum ikki halda tygum til, koyri so bara frameftir. — Nei; man eg ikki fara at klára tað? Maðurin koyrdi so upp á hillina, og tað gjørdi hann so væl sum nakar unglingi. — Tá ið hann so skuldi íland aftur, kundi eg ikki bara mær at siga við hann, at >hatta kláraði tygum betri enn nakar 20 ára gamal< — Tá bretti gamli sær á aftanfyri róðrið, tí tað dámdi honum, sigur Erland.