Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Fólkaræðið verður ikki virt Oddagrein Aftur í síðstu viku sóu og hoyrdu vit, at Logtingið ikki fær tíð at viðgera mål, tí tey skulu skundast igjøgnum. Í summum forum fáa logtingsflokkarnir bara ein dag at ganga igjegnum og kanna mál, áðrenn tey skulu til 1. viðgerð í Tinginum, og í oðrum forum fáa nevndir ikki møguleika at viðgera mál, ti lógirnar skulu setast í gildi 1. januar. Hetta er eitt óskil, og hetta er eitt domi um, at fólkaræðiliga eru vit langt og frá komin á mál enn. Seinastu árini hava vit ikki hoyrt annað, enn at vit skulu hava betri lógarsmíð. Landsfyrisitingin skuldi styrkjast. Logtings- SKrivstovan skuldi fáa eina brtri fyrisiting, og sjalvt Logtingið skuldi fáa betri karmar at virka undir. Vit kunnu siga, at stór framstig eru gjørd, men fólkaræðiliga tilgongdin er langt og frá komin á mál enn. Sum domi kann nevnast, at tá llógin um 1. útbjóðing- arumfar var til 1. viðgerð í Tinginum, fekk Tingið bara ein dag at arbeiða við hesum stóra málið. Uppskotið varð lagt fram týsdag, og longu hósdag var 1. viðgerð. Hóast Javn- aðarflokkurin bað um at fáa betri tíð at viðgera málið í, var málið til 1. viðgerð tveir dagar eftir at tað varð framlagt. Tað sama gjørdi seg galdandi, tá uppskotið um at broyta Foroya Lívstrygging var fyri í síðstu viku. Aftur hesuferð hendi tað, at løgtingsmenn fingu bara tann eina dagin at seta seg inn í máli ella fáa neyðuga vitan til vega. Tryggingarmål eru vanliga torgreið mál, og tað eyðkendi eisini umrøduna. Ting- menn referaðu bara til uppskotið, og nærum eingin hevði nakra sjálvstoðuga hugsan um hetta mál. Hetta at mál verða skundað igjøgnum hevur fyrst og fremst avleiðingar fyri foroyska samfelagið, tí lógarsmíðið verður ikki nóg gott. Tingmenn fáa ikki høvi at viðgera málini nóg væl, og nevndirnar fáa ikki tíð til tað neyðuga arbeiði, um ein lóg skal vera uttan lýti og so gagnlig sum meguligt. Men í sjálvari tilgongdin er hetta óskilið fyrst og fremst til ampa hjá andstøduni, ti hon kennir ikki málini, og hon hevur heldur ikki nakran sakkunnleika at venda sær til. Tá uppskotini eru evnað til í aðalstýrunum, verða tey ofta legd fyri samgongufund ella fara til flokk- arnar at taka stoðu til. Og hava teir nakað at fylast á, verða tey kanska aftur send í hovdið á aðalstýrunum. V. ø. 0. kenna sam- gongulimirnir uppskotini, men tað sama ger seg ikki galdandi fyri andstoðuna á Tingi. Tingformaðurin hevur ábyrgdina fyri løg- tingsarbeiðnum, og kenna vit hann rætt, so átti tað eisini verið í samljóð við hansara politisku hugsan, at tingarbeiðið og lógartil- gongdin var so fólkaræðiligt sum gjørligt at betri skil kemur í tað, sum her er funnist at. Vit vita jú, at hann hevur skorað á lands- stýrið fyri at fáa lógaruppskotini fyrr fyri ting- ið, so ikki oll málini skulu skundast igjøgnum í síðstu lotu. Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov | Marknaðardeild: Jan Møller | Jonhard Hammer | Dagbjørt S. Hansen Blaðstjóri: | Pei Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dånjal Højgaard i Dagfinn Olsen | John Johannessen | Sveinur Tróndarson i Eyðun Klakkstein | Høgni Mohr Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mork Myndamenn: Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn Alvur Haraldsen Telefon: 311820 Sp/t Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Utgevari, uppseting: | Postadr: Postsmoga 76, Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo Lýsingar: lysing € sosialurin.fo Prent: Sosialurin Nu) Viðmerking: DAMP Hvar er virðingin fyri næmingum við DAMP og teirra avvarðandi hjá leiðsluni á Sernmåmsdeplinum? Leiðslan sigur, at hon ger sítt besta. (Ger hon tað?) Hvar er serkunnleikin á Ser- námsdeplinum viðvíkjandi DAMP? Hvørji eru tey, ið ráðgeva og viðgera? Hvørja útbúgving innan DAMP hava tey? Hvussu ber tað til, at DAMP bert finst í londum rundan okkum og ikki í Fóroy um Eg skal á ongan hátt briksla starvsfólkunum, ið starvast hjá Maritu Petersen á Ser námsdeplinum, tey hava einki val, uttan at gera tað, ið leiðslan áleggur teimum. Men tey kunnu sjálvsagt bert gera forkanningar út frá ter Vitan, tey hava, uttan útbúgving innan tey sereyð- kennini, børn við DAMP ava, kann eingin fåa eina DAMP diagnosu i Føroy- um. Tad rætta er at eftirút- »ugva fólk vid ymiskum út- búgvingum, so at tey veru- iga kunnu gera dygdargóð- ar forkanningar til barna- psykiataran. Tin vitan innan hettar øki, må vera so ómetaliga lítil, tå ið tú bert gevur lærarum tilboð um skeið viðvíkjandi børnum við atferðartrupul- leikum Hvi hava so nógv børn atferðartrupulleikar i Føroy- um? (Tey hava kanska DAMP) Møguliga broytist hug- burðurin hjá leidsluni á Ser námsdeplinum, um út høvdu fingið meiri vitan innan hetta øki og virt ta vitan og tær kanningar ið eru gjørdar í londunum rundan um okkum, ikki fyrr enn tá kunnu foreldur og børn teirra fáa ta réttu ráð- geving og viðgerð frá stovn- inum, sum hann sigur seg geva. Um tað er rætt, at leiðslan á Sernámsdeplinum yvir fyri fólkaskúladeildini í Undirvísingar og menta- málastýrinum hevur mælt til at geva lærarum eftirút- búgving í fyribrigdinum >atferðartrupulleikar<, er tað ein stórur smeitur fyri nógvar familjur, tí tað er tað sama sum at siga at tey ikki duga at uppala síni børn. Tað er sum oftast, til dømis í skúlunum, at um ein næmingur, ið kanska hevur DAMP, bert verður viðfarin sum ein lortungi, ið hevur vánaligan atburð, verður hesin næmingur í veruleik- anum útsettur fyri vanrøkt av læraranum og leiðsluni har. Næmingurin fær ikki tær røttu umstødur at læra í, sum til dómis ein næm- ingur við DAMP eigur at fáa Tad krevur eisini, at vit- anin meir kemur út á fólka- skúlarnar, nú so nógv verð- ur tosað um integrering. Har kundi eg hugsað mær, at teir avvarðandi pol- itisku myndugleikarnir lurt- aðu meiri eftir, hvussu børn- ini og foreldur teirra kundu hugsað sær, at integreringin skuldi virkað. Tað eru so nógv foreldur, ið grátuferdig ringja til mín, tí at tey ikki verða vird, .hoyrd og tikin í álvara av leiðsluni úti á Sernåmsdepl- inum, at eg beri ótta fyri, hvørjum alt hetta skal enda við? Tí haldi eg, at Lands- sjúkrahúsið, Skúlin á Trødni, Sernámsdepilin, Føroya Lærarafelag og onn- ur, saman við feløgunum, ið eru brúkarar av hesum stovnum, settust saman og futtu útav, hvussu vit á besta hátt kunnu loysa henda álv- arsama trupulleika, so at foreldur og børn/ung við DAMP kunnu kenna seg tryggan. Mín persónliga meining er, at landspolitikkarar og býráðspolitikkarar als einki hava at gera á einum slík- um stovni sum Sernáms- deplinum. Teir brúka meiri tíð uppá teirra politisku trá- an, enn uppá børnini. Anna Maria Restorff EIRIKUR LINDENSKOV Í dag klokkan 14 letur Oliv- ur við Neyst upp framsýn- ing í Rammubúðini á For- oya Termovirkinum við Sundsvegin í Havn. Á fram- sýningini verða umleið 20 vatnlitsmyndir og oljumáln- ingar. Í desember í fjør hevði Olivur við Neyst framsýn- ing á sama stað, og eins og tá verður framsýningin opin til jóla. Olivur við Neyst hevur í ár havt tríggjar framsýning- ar í Danmark og umboðaði hann eisini føroysku fram- sýningina á Den Frí í Keyp- mannahavn, sum varð væl vitjað og fekk góð ummæli í fjølmidlunum. Olivur vid Neyst hevur eisini verið á Ísafirði í Ís- landi, har hann sýndi fram Tann 1. juli 1997 yvirtók Føroya Tele uttanlands- samskiftið frá Tele Dan- mark. Hetta hevur við sær stórri rásarúm fyri Føroya Tele, og t. d. er nú møgu- ligt at gera avtalur vid aðr- ar kervisveitarar. Síðan yv- irtøkuna hevur Føroya Tele Styrkja fjarskiftið í saman við trimum øðrum listafólkum í summar, og keypti Listafelagið har í bý- num verk frá teimum gllum. arbeitt miðvíst og arbeiðir framvegis við at styrkja fjarskiftið í Norðuratlants- havi. Ein avtala er júst gjørd við Landssími Íslands um at samskifta beinleiðis til Íslands. Fyri kundan merk- ir hetta lægri samtalugjøld til Íslands, av tí at hesi frá Framsýningin er opin allan dagin, tá Termovirkið annars hevur opið. Norðuratlanshavi 1. januar 2000 lækka úr 3,95 kr. niður í 3,00 kr. Seinni verður eisini skipað fyri at tað verður møguligt at senda internet- trafikk yvir Ísland til t.d. USA, sum tað stundum hevur verið trupult at fáa gott internetsamband við. Hetta økir um trygdina Listamálarin Olivur við Neyst letur í dag upp lista- framsýning í Rammubúðini á Føroya Termovirki í Havn og snarleikan á internet- sambandinum. Ogvusliga menningin av internet tænastuni krevur nógv av samskiftisorkuni, og tí hevur Føroya Tele tví- faldað samskiftisorkuna til Danmarkar úr 2 Mb til 4 Mb.