týsdagur 14. desember 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 14. desember 1999
tíðindablaðið UUU 3
Fann sovjetisk
skjól um Føroyar
Danskur søguprofessari ivast ikki í, at tað finnast áhuga-
verd skjól um Føroyar í gomlum skjalagoymslum frá Sov-
Jet-tidini. Sovjetsamveldið var ráksnúgvið, tá tað ráddi
um sjálvsstýrisstríðið í Fóroyum, vísa skjalarannsóknir
hansara í Russlandi
DÁNJAL HØJGAARD
Ætlanir eru um at gera
skjalarannsóknir í Russ-
landi, til tess at gera mynd-
ina av Føroyum undir kalda
krígnum meira fullfíggjaða.
Danski søguprofessarin
Bent Jensen, hevur sum ein
av teimum fyrstu verið í
Russlandi og leitað eftir
skjólum frá Sovjet-tíðini.
Hann ivast ikki í at tað finn-
ast skjól í gomlu sovjetisku
søvnunum, sum kunnu hava
føroyskan áhuga.
- Nú havi eg ikki leitað
serskilt eftir tilfarið um Før-
oyar, men eg havi funnið
nókur í sambandi við mínar
kanningar av donskum við-
urskiftum.
-Ég kenni meg fullvísan
í, at tað liggja heilar sakir
um Føroyar onkra staðni,
sigur Bent Jensen og vísir í
hesum sambandi á gamla
sovjetiska uttanríkisráðið
og hernaðarligu fregnartæn-
astuna.
Opportunisma ráddi
Bent Jensen hevur leitað
eftir skjólum, sum lýsa við-
urskiftini millum Danmark
og Sovjetsamveldið frå tíð-
ini eftir 2. verdinskrigg og
fram i 60-ini. I tilfarinum
gongur fram, at Sovjet hevði
eitt vakid eyga vid Føroy-
um, sigur søguprofessarin.
Sovjetsamveldid fylgdi
fyrst og fremst væl vid hvat
bretar og seinni amerikan-
arar gjørdu i Føroyum. I
hesum sambandi høvdu teir
eisini eitt vakid eyga vid
stjørnarligu stødu Føroya.
Men meðan Sovjetsam-
veldið stuðlaði sjálvsstýris-
kreftum aðrastaðni kring
heimin, so var stórveldið
„fullkomiliga ráksnúgvið“,
tá tað galt sjålvsstyrisrørsl-
una i Føroyum, sigur søgu-
professarin
-Teirra støda visti seg at
vera treytað av hvussu við-
urskiftini lagaðu seg millum
Danmark og Sovjettsam-
veldið.
- Fekk Danmark gott og
tætt samband við Moskva,
so tók mann eftir øllum at
dóma ikki undir við loys-
ingini. Gjørdust viðurskift-
ini harafturímóti spent mill-
um Danmark og Sovjetsam-
veldið, so mettu russar har-
afturímóti, at tað fór at tæna
Sovjet um Føroyar loystu,
sigur Bent Jensen.
Umframt strategiskan
tydning høvdu Føroyar eis-
ini økonomiskan og hand-
ilsligan tydning fyri Sovjett-
samveldið, sigur Bent Jen-
sen. Søguprofessarin hevur
m. a. hevur funnid skjøl,
sum umrøda sovjetiskan å-
hugan, at nyta Føroyar sum
umskipingar- og umvæling-
arstað hjá sovjetiska fiski-
flotanum.
Rætting
in villa kom i, tå greinin
»Sovjet ávirkaði
Føroyapolitikkin« í
blaðnum leygardagin
varð brotin um. Í mill-
umyvirskriftini kom at
standa, at Danmark
hevdi ongan politiskan
åhuga i at eiga Føroya
eftir senna heimsbar-
daga. Tað rætt var øko-
nomiskan áhuga, eins
og skrivað er í sjálvandi
greinini.
blaðstj.
Beate inn - Petur F. út
Fyrrverandi fyritaksstjórin á Dimmalætting, Petur F.
Christiansen situr ikki longur í neyndini fyri partafelagið
Dimmalætting
DÁNJAL HØJGAARD
Petur F. Christiansen hevur
eingi formlig ålitisstørv á
Dimmalætting longur.
Í summar fór hann frá fyri
aldur sum stjóri í Dimma-
lætting. Og nú er hann held-
ur ikki í nevndini fyri part-
afelagið = Dimmalætting
longur.
A eykaaðalfundi fríggja-
dagin varð Beate L. Samu-
elsen, ábyrgdarblaðstjóri á
Dimmalætting, vald í
nevndina fyri blaðið í staðin
fyri Petur F. Christiansen.
Petur F. Christiansen er
ein av stóru eigarunum í
Dimmalætting og hevur sit-
ið í nevndini í 20 ár. Hann
sigur, at hann fór ikki úr
nevndini eftir egnum ynski.
-Tað er ikki eftir egnum
ynski, men um tú vilt hava
grundina at vita so mást tú
heldur tosa við nevndarfor-
mannin, sigur Petur F.
Christiansen.
Benny Samuelsen,
nevndarformadur í Dimm-
alætting sigur, at útskifting-
in í nevndini fyri partafel-
agið Dimmalætting er púra
natúrlig.
”-
Petur F. Christiansen, fyrrverandi stjóri á Dimmalætt-
ing, er ikki longur nevndarlimur í P/F Dimmalætting
Petur F. Christiansen var
í nevndini so leingi hann
arbeiddi á Dimmalætting.
Nú er Beate L. Samuelsen,
sum arbeiðir á Dimmalætt-
ing og sum eisini er ein stór-
ur partaeigari í Dimmalætt-
ing, so komin í hansara stað,
sigur Benny Samuelsen.
Hóast hann nú er farin úr
nevndini so heldur Petur F.
Christiansen kortini fram
sum partaeigari i Dimma-
lætting.
Sovjetsamveldið metti sjálvsstýrisrákið í Føroyum eftir ti, sum gagnaði stórveldinum
best. Myndin er av sjálvsstýrislandsstýrinum, sum sat í 60-unum:Erlendur Patursson.
Tjvfl., Håkun Djurhuus, løgmaður, Fólkf., Niels Winther Poulsen, Sjálvsfl., og Karsten
Hoydal, Tjvfl.
Nike
jakkar
til
vaksin
y
dýnujakkar
til vaksin
BERT
Mc Kinley
dynujakkar
il barn
komin
inn á
gólvið!
=3'; THOMAS DAM
ÍTRÓTTUR - N. Finsensgøta 5 - Postsmoga 1108 - FO 110 Tórshavn
311820
Sosialurin