hósdagur 16. desember 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið
Nr. 240 - 16. desember 1999
Jon úr Leyden og
Brot úr ámæli tjúgundu aldar
Fast schon so alt wie dieses, mein Jahrhundert,
der Flammenmeere, Mørder, Folterungen,
der Volksverderber und der Volksveráchter,
geliebt, gehasst, gefirchtet und bewundert.
lanus Andreass
FYRST Í 1534 kom ein 25 ára
gamal hálendingur Jan Bock-
son æt hann til byin Miinst-
Westf útnyrðings
Tysklandi. Um
ð livdu fólk i Nord
nb »O á |
Í kjalarvørrinum eftir hesa
preisn var lagamanni hjá leik
at stíga fram og siga seg
i kallað at bera fram Guds
rð og fremja hansara vilja
Sjálvbodnir profetar vóru tí un
hetta mundið sum murran. Un
Bockelson er at siga, at hann var
ungur, vakur, tungusnjallur og
hevði kvinnutekki. Hann heyði
sostatt allar fyritreytir fyri at
gerast profetur. Vit kunnu leggja
Hans Sahl
aftrat her, at Jan Bockelson var
ættaður úr Leyden og útlærdur
sum skræddari
Um hetta mundið heyði ein
sterk, evangelisk rørsla tikið
valdið i Miinster. Limirnir róptu
seg anabaptistar, t.e. endurdoyp-
arar. Teir umboðaðu eina harð-
renda grein av tí anabaptistisku
rørslu, sum gjørdi vart við seg
ymsastaðni í Europa, og sum
annars mangastaðni var ein frið-
arrørsla. Teirra endamál var ikki
bara at savna tey rættrúnu og
útvaldu, men at seta á stovn tað
nýggja jarðarliga paradísið. Men
fyrst ráddi um at fara í hernað
ímóti Antikrists herskarum
t.e. teimum, ið ikki høvdu ta
røttu trúnna — og, um tað sýnt-
ist neyðugt, at beina fyri teim-
um. Tá ið tað var gjørt, var løtan
komin at stovnseta tað nýggja
dýrdarríkið, har allur ognar
rættur var avtikin, og samfelagið
varð skipað eftir strongum regl-
um
LANDSPARTURIN MUNST-
ER hevði í øldir verið styrdur
av einum valdi, ið var bæði
kirkjuligt og verðsligt, við ein-
um biskupi á odda, ið samstund-
is var eitt slag av fúrsta. Longu í
1532 hevði biskupurin mist
valdið í bynum. Í fyrru helvt av
1534 vórðu oll, ið ikki høvdu ta
røttu trúnna — fyrst og fremst
katolikkar og luthersfólk —
rikin úr býnum.
Biskupurin kringsetti býin,
samstundis sum anabaptistarnir
fóru undir at stovnseta tað
nýggja ríkið. Høvudsmadurin í tí
nýggju rørsluni — bakarin Jan
Matthys — royndi nu at bjarga
býnum. Hann var so óskettin, at
hann á páskum 1534 vágaði sær
út um býarmúrin við nøkrum
fáum monnum, kallaður av Gudi
- sum hann tók til - at reka her-
in, sum hevði kringsett byin,
burtur. Hann og hansara menn
vórðu straks høgdir niðru av
biskupsins hermonnum.
Gævustundin hjå Jan Bockel-
son var komin. Hann hevði
longu eina tíð roynt seg sum
talari og verið Jan Matthys ein
dyggur stuðul. Hann steig nú
fram sum byarins nýggi profetur
og valdsharri. Hann kunngjørdi,
at løtan var komin at stovnseta
túsundáraríkið, og at hann var
kallaður at vera ikki bara kong-
ur, men Messias teirra evstu
daga. Hann gifti seg vid ti vøkru
Divaru, dóttir tann ríka klædna-
keypmannin Bernt Knipperdoll-
inck, sum leingi heyði verið ein
høvudsstudul hjá tí nýggju rørsl-
uni.
Kongur og drotning livdu í
marglæti og yvirflóð. Samstund-
is vórðu fólk tvingað at lata
ognir, klæðir og pengar frá sær
og liva í mestu armóð. Tey, sum
mutaðu ímóti ella ikki vildu
akta, vórðu hålshøgd, vidhvørt
av kongi sjálvum.
Í eitt ár livdi tann kringsetti
býurin undir einum sonnum
eftirmenn hansara
Fyrri partur
ræðslustýri. Ikki fyrr enn í juni
1535 eydnaðist kringsetarunum
at sleppa inn um býarmúrin og
gera enda á harðræðinum. Men
miønsterbúgvar minnast enn Jón
úr Leyden — sum Bockelson
vanliga verður róptur — og
stokkuta, men blóðuga, messias-
ríki hansara.
SØGAN UM tað anabaptistiska
ríkið í Miinster er í sjálvum sær
bæði spennandi og hugvekjandi.
Umframt tað peikar hon langt út
um seg sjálva og sína tíð. Hon
er, kundi ein kanska sagt, ein av
mongum søguligum arketýpum,
sum eydkenna hesi 2000 årini,
ið liðin eru síðan føding Krists.
Og hon varpar — kanska meira
enn nøkur onnur søguimynd
ljós á øldina, ið um nakrar fáar
vikur fer aftur um hurðarbak.
Fyrst verður spádómurin
kunngjørdur um túsundáraríkið,
ið brátt fer at koma. Síðani
stendur ein ræðulig orrusta mill-
um Guds úrvaldu og Antikrists
herskarar. Teir fyrru verða sjálv-
sagt við yvirlutan. Til seinast
verður tað nýggja ríkið sett á
stovn. Í hesum ríki valda lukka
og friður. Menniskjan er full-
komin. Eingin munur er á mín
um og tínum. Allir tvídráttir og
trupulleikar eru sum sópaðir
burtur. Tað er næstan, sum tikið
verður til í kvæðinum:
Har skal kelda kurtalig
allar ævir renna,
har skal eingin livandi
til sótt ella sjúkdóm kenna.
Gjøgnum ein stóran part av
Poul Florenski (1882 - 1937).
Russiskur gudfrødingur
midøldini kyknadu av og å rørsl-
ur upp, ibirtar av profetum, sum
spåddu, at eitt glæsiligt messias-
riki for at koma. Ofta hendi
hetta i landspørtum, har ein
åvisur miðaldarídnaður hevdi
tikid seg upp — eitt nå klædna-
ídnaður — og har tí eisini fyri-
treytir vóru fyri sostalari mis-
nøgd. Og ofta spruttu rørslurnar
úr teimum samtøkum ella brødr-
aløgum, sum tátíðar hondverk-
arar stovnaðu
Hyggja vit nú at 20. old, so
tykist fyrsti heimsbardagi at
hava havt sama leiklut sum trú-
bótin í 16. øld. Við hesum bar-
daga fór ein heil mentunarlig og
sosial skipan — har trúgv á
framburð, upplýsing og skyn-
semi vóru høvudstættimir — í
sor. Í tí andiliga tómanum eftir
hetta omanlopið er tað, sum
síggja vit Jan Bockelsons eftir-
menn - í meira og minni ørligum
útgávum og meira og minni
paranoidum hamum - rísa og
sessast í hásætið. Teirra leik-
pallur er ikki longur avmarkaður
til Europa, men fevnir um allan
heimin. Mussolini, Hitler, Sadd-
am Hussein og Nikolai Ceauc-
esco, Mao-Tse-tung og Pol Pot
— allir eru teir, við frábrigdum,
umboð fyri ta gomlu arketýp-
una.
TANN MESSIANSKA rørsla,
sum fekk mest ávirkan á 20. old,
var kommunisman, væl at
merkja í tí sniði, hon fekk í
Russlandi. Ahugavert er, at
rørslunnar oddamaður — Vladi-
mir Uljanov, betri kendur sum
Lenin — valdi tíðliga at skúgva
partar av læruni hjá Karl Marx
til viks og heldur lurta eftir
messianskum russiskum prof-
etum sum Petr Tkatjev og Sergei
Netjajev.
Tað var ikki neyðugt at bíða,
til ein ávísur ídnaður var vaksin
fram — og í hansara hølum ein
stætt av fæloysingum og eitt
ávíst kolveltingarligt medvit.
Tað bar til at ganga ein snarveg.
Ein bólkur av stældum saman-
svornum kundi við vápnum taka
valdið, fremja kollveltingina og
seta á stovn tað fullkomna sam-
felagið.
Møguleikin kom, stiv 3 ár
eftir at fyrsti heimsbardagi var
brostin å. I november 1917
framdu bolsjevikkar kvett og
settu fólksins kollvelting - febru-
arkollveltingina — ur gildi. I
januar 1918 var tjóðfundurin
te. tað ting, sum fólkið heyði
valt at evna eina stýrisskipan til
— slitin og heimsendur. Í 1922
Sergei Kirov heldur róðu á 17.
floksfundinum í 1934