Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 16. desember 1999 tíðindablaðið Hernaðarkanningin ongin granskingarætlan Tað var ongantíð meiningin, at hernaðarkanningin, sum sett varð í verk í 1996 skuldi vera nókur granskingarverkætlan. Hetta sigur Rúni Joensen, sum hevur verið formaður í stýrisbólkinum, ið st d fyri Svórtubók DÁNJAL HØJGAARD Hernaðarkanningin hevur staðið fyri skotum. Tveir søgufrødingar, sum hava verið við í kanningar- arbeiðinum fíltust í Sosial- inum í gjár á, at eingin langttíðarætlan av fyrstan tíð varð løgd fyri kanning- ararbeiði. Ein ætlan, sum kunda tryggja eina neyvari stýring og eitt betri fakligt úrtslit. Arbeiðssetningurin var alt ov stórur í mun til tað avmakaðu jåttanina, søgdu teir bådir Såmal Johansen, sum skrivaði frágreiðingina Færøerne under den kolde krig” og Thorsten Borring Olesen, lektari å lærda hå- skúlanum í Århus, sum varð ráðgevi í sambandi við kanningarnar. Ikki gransking Rúni Joensen, sum hevur verið formaður í stýrisbólk- inum, heldur, at søgufrød- ingarnir fara skeivir. -Tað var ongantíð ætlanin skuldi at hernaðarmálið vera nøkur granskingarverk- ætlan. -Tó varð roynt at arbeiða eftir sama leisti sum ein granskingarverkætlan. Hetta fyri at tryggja, at skjølini vórðu sett í ein søg- uligan samanhang, so at tey ikki bara blivu send út til fjølmiðlarnar, sigur Rúni Jo- ensen, sum er stjóri á lógar- deildini á løgmansskrivstov- uni. Høgar ambitiónir Løgtingid samtykti 19. april 1996, at seta ein søgufrød- ing, at gera skjalarannsóknir í USA, við tí fyri eyga at útvega upplýsingar um ,,am- erikansk hernadartiltøk i Fóroyum“. Arbeiðssetningurin, sum stýrisbólkurin síðani orðaði - og løgmaður góðkendi - var tó nógv víðari enn løg- tingssamtyktin. Nú varð tos- að um at geva eina heildar- mynd av stóðu Føroya i kalda krígnum. Øll søgan skuldi lýsast. Ambitiénsstigid var kanska ov høgt, men tað skaðar væl ikki, at seta am- bitiónsstigið nóg høgt, sigur Rúni Joensen, sum heldur, at hernaðarmálið má síggj- ast í eini stórri heild. Svara Løgtinginum Hann vísir á, at tá hernað- armálið tók seg upp vóru fleiri fyrispurningar settir á Løgtingi, sum løgmaður varð biðin um at svara. Eitt skifti var t.d. talan um at fáa donsku stjórnina at útflýggja oll skjól um her- stødirnar í Føroyum. Hetta var tó av ongum, og í staðin varð sett ein donsk-føroysk embætismannanevnd, at viðgera uttanríkispolitiskar spurningar. Tað er m.a. eftir hesum veruleika stýrisbólkurin í síni tíð virkaði, vísir Rúni Joensen á. - Meiningin varð, at fáa skjølini til vega, so at tað bar til at svara teimum fyri- spurningum, sum vóru sett- ir í Løgtinginum. Sam- stundis fingu vit so skjølini til Føroya, so at ein og hvør granskari, kundi fara i holt við at granska tilfarið. Hetta var tað, sum var ætlanin, sigur hann. Stýrisbólkurin, sum stóð fyri hernaðarkanningini, er ikki virkin longur. Dreingirnir duga Tað fuktaði helst okkurt eygað í Tilhaldinum í Tórsgýtu, tá tey nú ein dagin fingu forkunnuga vitjan. Eitt dreingjakór, mannað við 20 dreingjum úr grannalagnum undir Brúnni í Havn, sang fyri teimum eldru havnar- borgarunum í gamla Før- oya Banka. Tað er tónleikarin og málarin Eli Smith, sum hevur tikið stig til dreingj- akórið Undir Brúnni. Kór- leiðari er eingin minni enn dirigenturin i Føroya Symfoniorkestri, Martin Mouritsen. Dreingjakór hava ikki verið vanlig í Føroyum. Men her er kanska vend um at koma í. Sosialurin frættir at eisini í komm- unuskúlanum í Havn, hava tey sett á stovn eitt dreingjakór. Tú fært J 2 ára tekniskt garanti J 10 ára garanti móti rusti J 3 ára lakk-garanti TAÐ TRYGGA VALIÐ F ; æst elsini Sum VAN Øll modellini av OCTAVIA hava størri trygd vid 4 airbags sum standard. Harumframt hevur OCTAVIA: Standard útgerð: J Elektronisk startsperra IJ ABS J 2 airbags J Síðuairbags framman I Selastrammarar I Servostyring I Róður, ið kann innstill- ast J Førara- og passager- setur kann innstillast i hædd J Armlen við baksetrið J Sentrallås J Aircondition I El-spegl J El-upphitað spegl 3 El-rútar J Koyritelda J Tónaðar rútar 3 Síðulistar OCTAVIA Hatchback úr 141.750,- OCTAVIA fæst nú eisini við 90 HK TURBO- i DIESEL-motori. Hetta endurspegl- Duli: V ast i lågari oljunytslu har OCTAVIA = 3 Tvídeilt baksetur ; . Á Mjorkaforlykkti í Hatchback koyrir 19,6 km/liturin 2 Kr SSIØU H P/f NORDBIL ED HONDA. HYUNDAI Box 1070 6 Oyggjarvegur € 110 Torshavn € Tlf. 313707 6 Fax 310855 | 287 | i i Sosialurin: 311820 SKODA Volkswagen Group