Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. desember 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 16. desember 1999 vildi so til, at tann russiski Jan Matthys, alias Lenin, fekk sína fyrstu heilabløding. Tvey ár seinni andaðist høvudspresturin. Nú var løtan komin hjá Jan Bockelson, alias Jósef Stalin, at taka valdið. Longu um hetta mundið vóru at kalla allar fyritreytir fyri ein- um ræðustýri skaptar. Ein loyni- tænasta var stovnað. Píning av øllum hugsandi sløgum og hand- tøka uttan lóg og dóm vóru bliv- in siðvenja. Tá tann listinlærdi taktikarin Stalin í 1929 heyði sett allar sínar mótmenn í skák, var lagamanni til fulnar at brúka allar hesar møguleikar. TANN FYRSTA ætlanin í royndunum at byggja eitt nýtt Jerusalem á russiskari jørð varð framd árini 1929 til 1932. Sæð uttanífrá var hetta ein stórfingin roynd at nútímansgera tann russ- iska landbúnaðin. Hetta stóra framtakið kann býtast sundur í tveir partar. Í fyrsta lagi skuldu teir sonevndu kulakkarnir (t.e. teir ríku bøndurnir) tvingsilsflyt- ast til fjarskotnar partar av landi- num, fyrst og fremst Sibiria. I øðrum lagi skuldu teir russ- isku bøndurnir noyðast inn í samyrkisbrúk. Lutir eru lættari at flyta enn fólk, og serstakliga tann seinna ætlanin var — úr einum pedagogiskum sjónarmiði — bráð og lítið skilagóð. Bønd- urnir vóru trekir at medvirka, og ofta var endin, at teir drupu síni kríatúr og brendu sítt korn. Av- leiðingin var, at flokkurin sendi hermenn út at læra bøndurnar fólkaskikk, og manga staðni vóru heilir garðar og heilar bygdir týndar. Í roynd og veru hevði hesin politikkur eina loynda dagsskrá. Annað høvudsmålid var at lemja ta russisku bóndastættina — ið var nógv tann størsti samfelags- bólkurin í Sovjetsamveldinum — so at hon hereftir aktaði flokkin. Hitt høvudsmålid var at loysa tann ukrainska spurningin. Ukr- aina er — sum kanska ikki øll- um kunnugt — ein tjóð, við síni egnu søgu og mentan og sínum egna máli (ið er skylt við russ- iskt). Í sovjetskari hugmynda- fróði var ikki pláss fyri eini slíkari serstødu. Ein atsókn móti tí ukrainsku bóndastættini var samstundis eitt álop á tann ukra- inska samleikan. Samstundis sum hesin harðrendi landbúnað- arpolitikkur varð settur í verk, varð framd ein herferð ímóti mønuni í ukrainskari mentan: rithóvundum, heimspekingum, lærarum, målfrødingum, sjón- leikarum osfr. Avleidingarnar av hesum poli- tikki vóru ógvisligar. Sambært hagfrødiligum metingum fyri tíðarskeiðið 1929-53 kostaðu tvingsilsflytingin av kulakkum og royndirnar at noyða bøndur- nar inn í samyrkisbrúk — var- liga mett — 10 milliónum av menniskjum lívið. MEN HETTA var ikki alt. Arini 1932-1933 vórðu Ukraina og grannaumráðini, har kosakkar búðu, rakt av stórari hungurs- neyð. Vanlukkan var fyri ein part ein avleiðing av tí landbúnaðar- politikki, ið førdur varð, lutvís beinleiðis løgd til rættis av stjórnini í Moskva. Stjórnin kravdi av bøndrunum, at teir skuldu lata ríkinum meira gróði (m.a. til útflutnings), enn teir høvdu heystað. Sostatt var einki eftir til matna, tá hermenn høvdu kravt inn á gørðunum. Meðan hungursneyðin herjaði, legði stjórnin hald á allar mat- vørugoymslur í tí hungursrakta økinum. Samstundis varð ansað væl eftir, at eingin hjálp frá umheiminum slapp inn í økid, har neyðin herjaði. Vanlukkan kostaði tilsaman o.u. 7 millión- um av menniskjum lívið. Hon er helst einasta dómið í heims- søguni um eina menniskjuskapta hungursneyð. Tað er Ogjørligt í eini stuttari grein at lýsa, hvussun henda hungursneyðin ávirkaði tað ein- staka menniskjað ella tað ein- staka húskið. Hetta kapitlið í heimssøguni — forsøgan, hung- urin, avleiðingarnar — er væl og virðiliga lýst í bókini The Har- vest of Sorrow (Sorgargrødin) eftir enska søgufrødingin Robert Conquest. Um støðuna hjá børnunum í Ukraina skrivar rithóvundurin Vasili Grossman: Hevur tú nakrantíð sæð foto- myndir í blóðunum av børnum i rýskum legum? Akkurát soleiðis vóru tey; hóvdini vóru sum stór- ar kúlur á smáum, klónum háls- um, sum storkar og húðin var tambað uttan um beinagrindina sum gult sárbind Og tá várið kom, høvdu tey ikki longur andlit. Í staðin fyri høvdu tey høvd sum á fuglum, við nevum — ella froskahóvd — smalar, hvítar varrar — og nókur teirra líktust fiskum, við opnum munn- um UM EIN í dag hyggur aftur um bak, er lætt at síggja, at bæði tann sovjetski valdsbygnaðurin, umhvørvid rundan um hann og tann hugmyndafrødi, sum hann spratt úr, høvdu átrúnaðarligan dám. Umframt tað umboðaði kollveltingin eina afturvendan til ta skipan og tey virðir, hon upp- runaliga heyði vent sær ímóti. Flokslimirnir vóru Guds úr- valdi skari. Í politbýronum sótu lærusveinarnir. Í aðalskrivara- num sameindist ímyndin av frelsara og keisara. Um høvur hans stóð ein dýrdarljómi, sum skein um alt tað gamla russiska ríkið. Móti honum reistust Anti- krists fjøldir — í fyrstu syftu m. a. kulakkar, tjóðskaparfólk og politiskir bólkar, ið ikki heilhug- að tóku undir við flokskósini. Tað var ikki meira, enn heim- urin ansaði eftir tí vanlukku, sum hendi teir russisku bøndur- nar og gjørdi Ukraina til eitt stórt Belsen. Grundirnar til hetta vóru fleiri. Heimurin hevði sína egnu búskaparkreppu at dragast við, og í januar 1933 sessaðist ein nýggjur, ljómandi Messias í hásætinum í tí mentaða Týsk- landi. Men ein høvudsgrund var gandurin úr Kreml: mong upp- lýst fólk í Europa lótu seg tøla av tí sovjetsku propaganduni. Onkur blaðmaður, sum hevði verið á staðnum og sjálvur sæð neyðina, royndi at greiða frá, hvat veruliga fór fram eitt nú í Ukraina. Men fólk vildu treyð- ugt trúgva sannleikanum, og vidhvørt høvdu slíkir blaðmenn ilt við at fáa sínar greinir prent- aðar. Tær 17 milliónirnar av ukrainabúgvum og russiskum bøndrum sluppu at doyggja í friði. Teir, sum framdu hesi morð, høvdu messiasljóma um høvur. Hvor kundi megna at steðga slíkum monnum? KORTINI HEYÐI verið skeivt at sagt, at Stalin og lagsbrødur hansara sluppu at fremja sín tíðindablaðið HÆG FACÍES-HIC-CVLTVS ERAT-CV-SEPTRA TENE | + REx-oCVvoxhatislp SED BREVE TEPVS EGO F HENRICVS-ALDEGREVER-SVXATIE -EACÍEBAT- + GOTTES MM D XXXVI - MACHT :15 T -MYN- CR) KE ACHT Jón úr Leyden. Koparstunga úr midøldini. Veldisknøtturin við tveimum svørdum er ímynd av andaligum og verðsligum valdi politikk púra uttan átalu ella mótstøðu innanífrá. Kommunist- urin Martemian Rjutin var helst tann, sum harðligast fanst at tí politikki, sum førdur var frá o.u. 1929. Prísurin fyri hesar atfinn- ingar var sjálvsagt deyðin. Osip Mandelstam yrkti eina háðaryrk- ing um sjálvan aðalskrivaran. Hann varð fongslaður, tvingsils- fluttur og doyði í eini transitt- legu ikki langt frá Vladivostok. Men eisini í tí meira óflýggja- liga liðinum rundan um aðal- skrivaran var ein ávís mótstøða ímóti at halda fram við tí hørðu kósini. Hóast morð ella avrætt- ing uttan lóg og dóm vóru van- lig, longu meðan Lenin livdi, hættaði flokkurin sær í mong ár ikki at leggja hendur á sínar egnu limir. Stalin rak fleiri ferðir framundir, at limir kundu verða skotnir, men fekk ikki viðhald frá sínum lagsbrødrum. Eitt mark mátti vera. So óstortsligir hesir menn vóru, vildu teir ikki, at blóð skuldi flóta í skara teirra úrvaldu. So hendi tað, at Sergei Kirov - tann virdi og vinsæli floks- skrivarin í Leningrad (nú Pæt- ursborg) — varð skotin tann 1. desember 1934. Hóast tað ong- antíð er prógvað, halda søgu- fróðingar tað vera ógvuliga sannlíkt, at morðið var lagt til rættis av hægsta stað. Hvussu var og ikki: ein betri undanførsla fyri at herða ta blóðugu kósina fekst ikki. Nú bar til at fara undir at reinska út av álvara. Tann ræðuliga herferð, sum nú varð sett í verk, greinaði seg út til allar bólkar í samfelagnum og helt fram — lutvís tálmað av 2. heimsbardaga — til aðalskriv- arin doyði í 1953. Tá ið avtorn- aði, var einki húski eftir í øllum tí velduga ríkinum, sum ikki var rakt av vanlukku. IVALEYST VORU tað fyrst og fremst bólkar, ið umboðaðu okkurt slag av medviti, ið vóru fyri ågangi.Ein av hesum bólk- um var intelligentsian og lista- heimurin. Millum teir rithøvund- ar, sum antin vórðu jagstraðir ella myrdir, kann eg — umframt Mandelstam - nevna Isaac Ba- bel, Mikhail Bulgakov, Boris Pilnjak og Andrei Platonov. Listin av lysandi heilum, sum tað nýggja paradísið ikki helt seg hava brúk fyri, er langur. Pavel Florenski (1882-1937) var útbúgvin sum støddfrødingur, men er meira kendur sum heim- spekingur og gudfrødingur. Hes- in flogvitugi visindamadurin — sum spåddi, at ein nyggj visind- agrein, kybernetikkin, fór at taka seg upp varð skotin í eini legu á Solovkioyggjum í des- ember 1937 Hverja lagnu gávurík menta" fólk kundu fáa í tí ríki, sum varð gróðursett í november 1917, er sjónleikarin og leikstjórin Vsev- olod Mejerhold eitt gøtt dómi um. Mejerhold var handtikin í 1939 og skotin í februar 1940. Í brævi, sum hann skrivaði úr fongslinum til sovjetska forsæt- ismálaráðharran Molotov, finna vit hetta brotið: Teir, sum høvdu kanningina um hendur, fóru at brúka makt móti mær, einum 65 ára gomlum, sjúkum manni. Eg varð noyddur at liggja fram eftir rommum og síðani sligin við eini gummireim undir iljarnar og á ryggin. Teir noyddu meg í ein stól og slógu meg harðliga úr erva á føturnar = Teir næstu dagarnar, meðan hesir somu partarnir av beinunum vóru taktir av stórum merkjum vid blødingum undir húðini, bardu teir aftur tey reyðu, bláu og gulu merkini við reimini og pínan var so nívandi, at tað føldist, sum varð kókandi heitt vatn stoytt niður yvir hesi viðkvæmu stødini. Eg ýldi og græt so ilt fekk eg.