hósdagur 16. desember 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
H
4
á
Nr. 240 - 16. desember 1999
tíðindablaðið
Fyrstu fólkavognsbobluna, sum varð seld í Fóroym, keypti Hjalmar Jacobsen, el-verk-
stjóri norðuri á Strond í Klaksvík, Fø 315. Hetta var 17. juli í 1953. Á myndini, sum er
tikin í 1954, síggjast dótrar hansara, Ingun Joensen og Elin Súsanna Jacobsen
Myndaeigari: Randi Jacobsen
una um hendur.
Fyrsti Fólkavognurin
varð seldur til
Kollafjarðar
Fyrsti VW-bilurin varð seld-
ur til Carl August Jensen,
keypmann í Kollafirði, tann
27. august í 1952. Tað var
ein bussur, ið tók 8 ferða-
fólk, sum hann koyrdi rutu
við millum Kollafjørð og
Vestmanna. Tá var eingin
Oyggjarvegur komin, men
mjólkabátarnir høvdu fasta
sigling millum Havnina og
Kollafjørð. VW-bussarnir
og vørubilarnir, vanliga
nevndir >rugbreyð<, vórðu
nógv seldir sum rutubilar og
vørubilar hjá handlum og
fyritøkum.
Fyrsti VW-persónbilur,
>Bobla<, varð seldur til
Hjalmar Jacobsen, el-verk-
stjóra, norðuri á Strond í
Klaksvík. Hesin bilurin
varð skrásettur 17. julí 1953
og nummarið varð Fg 315.
Hjalmar Jacobsen hevði
hendan bilin í I 1 ár, til hann
í 1964 keypti ein nýggjan
av sama slag.
Nýggjan virkisbygning
í 1954
Í 1954 fluttu Farodane í
egnan virkisbygning við
Tinghúsvegin í Havn. Har
kom skrivstovuútgerð, sum
fyritøkan selur burturav í
dag, inn í myndina. Í byrj-
anini vóru bert skrivimask-
inur og roknimaskinur at
fáa, men sum fráleið komu
eisini onnur amboð og inn-
búgv til skrivstovur.
Felagið í Keypmanna-
—
19
Fyrsti Fólkavognur í Fóroyum varð seldur 27. august 1952. Bussurin hjá Carl Aug.
Jensen keypmanni í Kollafirði, Fo 135. Hann koyrdi rutu millum Kollafjørð og
Vest manna, bussurin tók 8 ferðafólk og vidførid, sum ikki passaði inn í bussin, varð
lagt uppá takið
havn helt fram til 1965, tá
Poul Als Jensen gavst vegna
sjúku. Carl Herup yvirtók
allan partapeningin i 1976.
Sidan hava Anna og Carl
Herup saman við elsta son-
inum Olavi Herup Olsen
staðið fyri felagnum. Olav-
ur Herup Olsen gjørdist
stjóri í Farodane í 1983.
Heilsóluvirksemið = varð
støðugt vaksandi, og i 1980
varð nýtt hús bygt uppi í
Hoyvík, Brekkutún 3, har
felagið nú húsast.
Fyrst í sjeytiárunum góv-
ust Farodane og Hans Jo-
sum
hannes Clementsen
VW umboð. Eftir tað seldi
Føroya Motor Co. í Horna-
bø VW bilarnar, til Audi og
VW bilverksmiðjurnar vóru
lagdar saman, og frá 1975
at rokna skuldu seljast av
sama umboði. Tá fekk Bil-
asølan Norrøna v/Beinar
Vestergaard umboð fyri
bæði bilmerkini. Fyritøkan
hevði tá selt m. a. Audi bil-
arnar í fleiri ár.
Eftir at Hans Johannes var
givin við at hava bilverk-
Mynd Berge Jensen
stað, fekk hann í 1977
arbeiði hjá Beinar Vester-
gaard sum serkønur í Fólk-
avognum. Hans Johannes
Clementsen andaðist 2. juni
í 1995 77 ára gamal.
Keldur
Carl Herup Olsen
Beinar Vestergaard
Olavur Herup Olsen
Mogens H. Damkier
Sosialurin 02.09.95
Hans Chr.Clementsen
Børge Jensen
VW Boblan sló heimsmetið hjá Ford T
Tað er vanligt at hoyra, at týski einaræðisharrin, Adolf Hitler átti hugskotið til bobluna. Hetta er ikki veruligi sannleikin, sum annars byrjar í 1920
MAGNUS GUNNARSSON
Tað hevur av og á verið
frammi at, tað vóru nazist-
arnir í Tysklandi, sum
komu við hugskotinum um
Fólkavognin. — Tyskarar
skuldu hava eitt ålitandi og
bíligt flutningstól, og Ferd-
inand Porsche varð settur
at standa fyri konstruktión-
ini av Fólkavogninum, sum
síðan varð framleiddur við
vælsignilsi frá nazistunum.
Bilurin, ið gjørdist ein
"heimssucces".
Hetta er partvís vís rætt,
men søgan um Ferdinand
Porsche og hugskotið um
Fólkavognin er ein longri
søga, sum byrjar í 1920.
Hugskotið til
Fólkavognin
Ferdinand Porsche má met-
ast sum eitt av teimum
stóru nøvnunum í heims-
bilasøguni, men hann var
eisini ein rættuliga ser-
merktur persónur. Hann var
føddur i 1875 og fór í læru
å einari elektromekaniskari
fyritøku i Wien í1893. Í
1906 varð hann settur sum
yvirkonstruktørur, og í
1917 sum aðalstjóri á fyri-
tøkuni Austro-Daimler.
Sambært Ferdinand Por-
sche sjålvum kom hugskot-
ið um ein Folkavogn fyrstu
ferð fram, tá ein greivi, A-
lexander Kolowrat, undir
einum morgunmati í 1920
legði uppskotið fram fyri
Fredinand Porsche. »Ein
bilur til leikmannin, sum
ikki hevði so nógvar peng-
ar um hendi«.
Í 1923 fór hann at ar-
beiða hjá Daimler Motoren
AG í Stuttgart, har hann
millum annað arbeiddi við
teimum stóru Mercedes
sportbilunum. Eftir tað var
hann stjóri Steyr fyritókuni
í Eysturríki.
Í 1931 kom Porsche við
eini ætlan, ið nevndist
»projekt 12< sum má met-
ast sum tann fyrsta ætlanin,
ið skuldi føra til VW Type
1. Figgjarorkan í bilídnað-
inum var so vánalig, at
ongin hevði orku til at
menna eitt nýtt bilmodell
og at framleiða tey neyð-
ugu verksmiðjutólini. Tó
varð samstarv gjørt við
stórsta motorsúkklufram-
leiðaran í Týsklandi, Zún-
dapp. og í hesum samar-
beiðinum kom navnið
Volkswagen fyrstu ferð
fram. Eisini arbeiddi Por-
sche saman við NSU, sum
tá var ein motorsúkkluverk-
smiðja. Hetta samstarv helt
uppat, eftir at Hitler í 1933
bleiv ríkiskanslari, og
ongin visti, hvussu fram-
tíðin for at verða.
Motorvegir og
egnan bil til týskarar
Á bilframsýningini í Berlin
var vanligt, at ríkisovastin
helt rødu. Fyrsta almenna
rødan hjá Hitler sum ríkis-
kanslari var við hesa bil-
framsýning í 1933, har
hann lovaði, at motorveg-
irnir skuldu gera eitt net um
alt Tyskland, og hvor tysk
familja skuldi hava råd til
egnan bil, og at Tyskland
skuldi vera best innan mot-
orítróttin fyri at visa teirra
høga tekniska stødi.
Porsche sendi eina frå-
greiding um Fólkavogns-
ætlanina til Hitler, og seinni
møttust teir í Berlin. Tað
bleiv ikki Porsche, ið legði
ætlanina fram fyri Hitler.
men øvugt, at Hitler legði
ætlanina fram fyri Porsche.
Sum vanligt legði Hitler alt
fram, sum um tað var hans-
ara hugskot. Porsche hevði
roknað út, at bilurin kom
at kosta 1.550 Markar, men
Hitler svaraði, at alt undir
1.000 Markar var í ordan.
Í bilidnadinum vistu tey
ikki rættuliga, hvat kundi
gerast fyri at fáa kostnaðin
so langt niður.
Tann 8 mars 1934 helt
Hitler aftur rødu, tå bil-
framsyningin læt upp. Hes-
aferð var hann ikki i klædn-
ingi, men í hernaðarbúna.
Hann segði, at um bilídn-
aðurin ikki megnaði at gera
ein Fólkavogn til rætta prís-
in, so skuldi staturin nokk
klára uppgávuna. Hetta
førdi til, at Ferdinand
Porsche, saman við øðrum,
mátti arbeiða í døgndrift
fyri at náa málinum,. Eisini
varð Porsche sendur eina
námsferð til U.S.A. Heim-
afturkomin var hann sann-
førdur um, at Fólkavogn-
urin kundi framleiðast til
tann ásetta kostnaðin, um
hann fekk somu framleiðsl-
utólini, sum amerikanarnir
høvdu.
VW klåradi heims-
metid hjå Ford T
Grundarsteinurin til Fólk-
avognsverksmiðjuna varð
lagdur tann 26. maí í 1938
við gamla Wolfsburg slott-
ið nærhendis lítla býnum
Fallersleben. Tá seinni
verðaldarbardagin brast á,
var verksmiðjan ikki liðug.
Tá so framleiðslan kom í
gongd, var tað hernaðarbil-
arnir, VW Kúbelwagen,
sum vórðu framleiddir.
Tá kríggið var av, vóru
60% av verksmiðjuni í sori
eftir øll loftålopini, restin
bleiv brúkt til bilverkstað
hjá bretum og ameriku-
monnum. Endurreisingin
var sera stríggin, men teir
komu so líðandi í gongd
aftur. VW motorurin var
luftkøldur og roknaður sum
sera slitsterkur. Verksmiðj-
an gav eitt armbandsur til
teir eigarar, sum kláraðu at
koyra 100.000 km við sama
motori. VW í Wolfsburg
var eina tíð stórsti leveran-
dørur av urum í Týsklandi.
I 1945 vórðu framleiddir
1785 bilar, í 1948 høvdu
teir framleitt 19244 bilar,
og tíggju ár seinni, í 1958,
vórðu framleiddir yvir hálv
millión av teimum væl um-
tóktu VW Type 1 (Bobl-
uni).
Ferdinand Porsche hevði
helst ikki roknað vid, at
Fólkavognurin fór at sláa
framleiðslumetið hjá Ford
T, men tað gjørdi hann so
dyggiliga. Tann 17 februar
í 1972 vóru framleiddar
15.007.034 VW-Boblur,
ikki nakað runt tal, men
hetta var tað gamla heims-
metið, sum Ford T náddi í
1927. Nú eru framleiddar
langt yvir 20 milliónir
Boblur, og bilarnir verða
enn framleiddir í Mexico
og Brasilia.
Ferdinand Porsche and-
aðist i 1951, men navnið
livir vidari i Porsche bilu-
num sum hann var við til
at leggja lunnar undir.