Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 17. desember 1999 tíðindablaðið : Styrkið ALV skúlan Heldur enn at verða mótarbeiddur, eigur ALV-skúlin at verða styrktur og útbygdur, metir Hans pauli Strøm, løgtingsmadur DAGFINN OLSEN Hans Pauli Strøm, løgtings- maður, er ikki samdur við teimum, sum arbeiða ímóti ALV skúlanum við Air. Blaðskrivingin síðstu tíðina er fallin honum fyri bróstið. - Alopini í blaðgreinum í seinastuni móti ALV-skúla- num líkjast mest eini herferð, íð miðjar eftir at taka beinini undan einum góðum og væl- virkandi skúla, sum ongan góðan tykist at eiga. Tað mest harmiliga er, at alt tað inni- haldsliga í skúlanum, alt hansara virksemi og allur hansara týdningur, verður køvt í småligum juristarii um nakrar tekniskar treytir vid- vikjandi bygningunum sjålv- um, sigur Hans pauli Strøm. Serliga greinin i Sosial- inum 10. desember, undir yvirskriftini "Funnin fressur at spara ALV skúlan burtur", tóktist Hans Paula hugstoyt- andi og burturvið. - Eins ljót og yvirskriftin var innihaldið í greinini. Har og í fleiri øðrum líknandi grei- num og viðmerkingum verð- ur beinleiðis mælt landsstýr- inum til at stongja skúlan. Men grundgevingarnar fyri hesum eru púra burturvið, heldur Hans Pauli Strøm - Í staðin fyri hesi illviljaðu álopini á skúlan eiga allar góðar kreftir tvørturímóti at stuðla og útbyggja skúlan. Heldur enn at skúlin verður mótarbeiddur, eigur hann at verða styrktur fíggjarliga og skipanarliga. Vit eiga at venda hesum negativa tosi- num móti skúlanum á høvd- ið. ALV skúlin skal hava betri møguleikar, enn hann nú hevur, til at økja og víðka um sítt virksemi, so hann enn betur enn nú verður førur fyri at útinna sína uppgávu: at veita fólki, sum á ymsan hátt eru við skerdan lut, eina neyðuga endurbúgving, ein førleika ella grundarlag undir einum førleika, so tey kunnu so vítt tað er møguligt gerast fór fyri at klára seg sjálvan, ikki bara á serligum, so- nevndum vardum arbeiðs- plåssum, men eisini å ti van- liga arbeidsmarknadinum, metir Hans Pauli Strøm. ST stevnumið Hans Pauli Strøm visir å a0alordaskifti f løgtinginum um støduna hjå teimum brekadu i samfelagnum. - Hetta var m.a. gjørt út frá altjóða viðurkendum stevnumiðum hjá ST, sam- anfatað í teim sonevndu "Fyrimyndarreglunum um at útvega javnlikar megu- leikar fyri brekað fólk". Ein av teim fremstu reglunum har er júst endurbúgving, sum er orðað soleiðis: "Endurbúgving...er ætlað at geva brekaðum møguleikan fyri at fáa og halda sínum fremsta kroppsliga, sansing- arliga, menningarliga, sál- arliga og sosiala førleika, og soleiðis skapa teimum møg- uleika fyri at broyta lív sítt, so at tey kunnu gerast sjálv- bjargnari". Vit hava ongan annan stovn í land- inum, enn ALV-skúlan, sum burturav røkir hesa endur- búgvingaruppgávuna. Tí skulu vit geva honum betri umstødur at rókja hesa upp- gávuna, metir Hans Pauli Strøm. Hann minnir víðari á høv- uðsreglurnar, ið siga soleiðis: "Tjóðirnar eiga hvør sær virknar at stuðla, at brekað fólk verða innlimað á vanliga arbeiðsmarknaðin. = Hesin virkni stuðul kann verða ym- isk tiltøk, t.d. arbeiðsmark- naðarútbúgving, arbeiðs- fremjandi kvotuskipanir, ar- beiðspláss, sum eru serliga ætlað brekaðum, og vart ar- beiði, lán ella stuðul til smá virki, einkarrættarsáttmálar ella framíhjárættindi til vinnu, skattalættar, sáttmála- fyrimunir ella aðrar tøkni ligar ella fíggjarligar fyri- munir til fyritøkur, sum seta brekað í í arbeiði. Tjóðirnar hvør sær eiga eisini at eggja arbeiðsgevarum til at gera neyðugar broytingar, so teir fáa havt brekað fólk í ar- beiði." Bert ALV skúlin Hans Pauli metir, at vit gera lítið og onki fyri at liva upp til hesa ST-regluna. - Tað er næstan bara ALV- skúlin. Men hóast hann væl kundi verið til nógv stórri ak- tiva hjálp, so sleppur hann tað ikki, av fyrisitingarligum forðandi reglum og praksis á almannagkinum, og av vant- andi fíggjarligum møg-uleik- um. - Hóast tað er pláss fyri 24 næmingum á ALV-skúla- num, so eru bara 18 í dag. Ilt er at vita, hví almannamynd- ugleikarnir, sum vísa næm- ingum til skúlan, ikki troyta henda møguleikan fyri end- urbúgving til fulnar. Teir 18 næmingarnir eru í tveimum flokkum. Tað er pláss, fólk og øll útgerð, til at hava und- irvísing til sonevnda teldu- koyrikortid. Men skúlin fær onga játtan til tað , almanna- myndugleikarnir tykjast hel- dur vilja senda fólk á skeið á handilsskúlan fyri nógvar pengar, sigur Hans pauli Strøm. Sjálvandi eigur ALV-skúl- in beinanvegin at fáa fíggjar- ligar møguleikar fyri hesum. Men ALV-skúlin eigur eisini at fáa játtan til at fara undir nýtt og víðkað virksemi, nevnliga tað sum verður nevnt allarfyrst í ST- høvudsregluni um javnlíkar møguleikar fyri arbeiði, og tað er arbeiðsmarknaðarút- búgvingar. Tað er so upp- lagt og sjálvsagt, at skúlin eigur at fáa fíggjarligar møg- uleikar fyri at bjóða arbeiðs- marknaðarútbúgvingar sum endurbúgvingartilboð. Verð- ur hetta ikki gjørt, so dugi eg ikki at síggja, hvussu man annars kann liva upp til hesa góðu ST-hgvuðsreglu um ar- beiði, ið sigur, at "tjóðirnar eiga hvor sær at viðurkenna ta meginreglu, at brekað fólk mugu fáa møguleikan fyri at útinna síni mannarættindi, serliga hvat arbeiði viðvíkur. Bæði á bygd og í býi mugu tey fáa somu møguleikar til vinnuskapandi og lønandi ar- beiði á arbeiðsmarknaðin- um.", sigur løgtingsmadurin. Hans Pauli metir, at fær ALV-skúlin eisini møguleika at bjóða arbeiðsmarknaðar- útbúgvingar, kann meira ver- uleiki gerast burtur úr føgru orðunum. Hepisleys álop - Eitt av teimum høpis- leysu álopunum í blaðskriv- ingini móti skúlanum var, at landsstýrið átti at stongt skúl- an tí tíðin er farin frá honum eisini verður sagt, at ein ST- samtykt sigur, at brekað skulu ikki goymast burtur, so hví goyma tey burturi í 6- bygdum?. Veruleikin er, at ongin annar stovnur hevur sum ALV skúlin megnað at fingið í hundraðvís av fólk- um við skerdum førleika út í eitt virkið arbeiðslív og sam- felagslív. 90% av næmingu- num, sum fara úr ALV-skúl- anum, fara beinleiðis út í eitt virkið arbeiðslív, tey flestu teirra aftaná víðari fram- haldsútbúgvingar, t.d. tekn- iskar, skrivstovu o.a., nøkur eisini hægri útbúgvingar, t.d. er onkur vorðin løgfrødingur, vísir Hans Pauli Strøm á Hann metir, at tørvurin er vaksandi. -Mangt bendir á, at tað er alstórur og veksandi tørvur fyri just hesi uppgåvuni hjå ALV-skúlanum, nevniliga at so nógv sum møguligt av teimum, har brekið ikki heilt forðar fyri tí, heldur vinna ein førleika til at koma út í ar- beiðslívi, enn at gerast passivir avlamis- ella fyritíð- arpensjonistar. Tí hyggja vit eftir gongdini í talinum av avlamispensjonistum, so er nógv tann størsti vøksturin í tí bólkinum, sum fáa lægstu avlamispensjónina (sí talvu) Tað er júst hesi sum skuldu havt bestu møguleikarnar fyri endurbúgving, sigur Hans Pauli Strøm. - Tað eru altíð fleiri or- søkir, ið gera seg galdandi. Kortini tykist vøksturin av teimum við lægstu avlamis- pensjón at vera so stórur, at tað kundi bent á, at vit íkki hava gjørt nóg mikið við end- urbúgvingina. Vit hava ikki troytt teir møguleikar vit hava, til fulnar , sum t.d. á ALV-skúlanum. Vit hava ikki havt nóg nógvar og nóg góð- Fólkatalið | | | Avlamispensjón 1988 | | Lægstu 188 | Miðal 977 1120 | Hægstu 663 | Tilsamans 1828 48.800 44.800 -6% Hans Pauli Stróm, løgtingsmadur ar møguleikar fyri endur búgving , sum t.d. við at havt styrkt ALV-skúlan og givið honum møguleikar fyri at økt um tilboðini um endurbúgv- ing, metir Hans Pauli Strøm Ongan góðan Hans Pauli metir, at tað tyk- ist, sum eigur skúlin ongan góðan. Skúlin er ein sjálvsognar- stovnur, men umframt nú at verða væl umboðað í stýri- num, stendur Almanna- og Heilsumálastýrið eisini fyri fíggingini, og fyri eftirliti num Og tað er Almanna- stovan sum vísir næmingar- nar til skúlan og rindar fyri teir um forsorgarlógina. So hóast tað ikki hevur formligu ábyrgdina, so er tað al- mannaverkið, sum í stóran mun avger virksemið á skúl- anum. Hetta er fløkjasligt og tað tykist ikki at virka nóg væl. Tað hevði verið nógv ruddiligari, og tað hevði 6- ivað styrkt ALV skúlan skip- anarliga, um hann heldur kom undir Undirvísingar- málastýrið. Har er í hvussu er ein professionel skúlafyr- isiting, sum saman við skúla- stjóranum kundi givið skúla- num tær góðu umstødur, hann hevur tørv á, metir løg- tingsmaðurin. - Víst hevur verið á, at ALV-skúlin og Brandskúlin ikki báðir framhaldandi kunnu liggja sum grannar við Air, tí næmingarnir á ALN skúlanum, hava so stóran ampa av brandvenjingunum hjá Brandskúlanum. Annar má dvína, verður sagt, og dult verður ikki fyri, hver tað skal verða. Men hetta eigur ikki at verða neyðugt. Tað má bera til hjá báðum skúla- leiðslunum at loysa henda trupulleikan, uttan at onnur uttanífrá blása til eldin, metir Hans Pauli Strøm, løgtings- maður. 1998 Vekstur 328 475% #15% | 714 — 47% | 2162 —+12% eee Heimabio Nýggir filmar hvørja viku 65 Statoilstødin i Gundadali te Statoilstoðin í Kollafirði te Statoilstoðin í Saltangará te Statoilstoðin í Klaksvík te Statoilstødin í Sørvågi te Statoilstødin i Sørvågi tel. Statoilstoðin i Leirvik te Ó STATOIL stødirnar kring landið LOKKEDUEN DIAZ CHRISTIAN SLATER THE MUMMY Leiga videofilmar å hesum stødum: . 314770 . 421083 . 449133 . 457353 . 332001 332001 . 443360