fríggjadagur 17. desember 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 17. desember 1999
tíðindablaðið :
Sera hált var í R. C. Effersøesgøtu, tá vanlukkan hendi. Gentan doyði á staðnum
Mynd: Alvur Haraldsen
Vanlukka í R.C. Effersøes-
gøtu kravdi mannaliv
Ein tíggju ára gomul genta lat fyrrakvøldid liv, tå hon varð
yvirkoyrd av einum bussi í R. C. Effersøesgøtu í Havn
JOHN JOHANNESSEN
Vegirnir í Havn vóru ógvu-
liga hálir seint seinnapartin
í gjár, tá ein vanlukka í R.
C. Effersøesgøtu kravdi
mannalív.
Ohappið hendi um hálv-
gum seks tíðina. Ein tíggju
ára gomul genta var áhalsin
og gleið, tá hon fór skund-
andi eystur yvir gonguteigin
við ovaru innkoyringina til
SMS. Í sama bili kom ein
av býbussunum oman
gjøgnum gøtuna, og fekk
hesin ikki stedgad fyrr enn
hann heyði rakt gentuna.
Gentan kom heilt inn
undir bussin, og varð
kleimd av høgra bakhjóli.
Hjálpin var skjót á staðið.
Av tí, at gentan lá kleimd
føst undir hjólinum á bussi-
num var neyðugt at fáa hjálp
frá sløkkilidnum. Tveir
hjálparbilar hjá brand-
stødini settu enda á bussin,
so hann ikki skuldi glíða
oman yvir aftur gentuna í
allari hálkuni, tá bussurin
varð lyftur upp við luft-
pútum.
Skjótt varð atborið at fáa
gentuna leysa, men hon var
deyð á staðnum.
Fleiri ohapp
JOHN JOHANNESSEN
Hálkan í hevuðsstaðnum
fyrradagin heyði fleiri
ferðsluóhapp við sær.
Mikumorgunin hendu trý
smærri ferðsluóhapp, har
hálka var orsøkin. Um
middagsleitið var ikki eins
hált, sum fyrrapartin, men
sum tað leið út á seinna-
partin gjørdist aftur hálari
og hálari, og nú hendu aftur
fleiri ferðsluóhapp.
Fyrsta óhappið var tað í
R. C. Effersøesgøtu, har ein
smågenta varð yvirkoyrd av
einum bussi. Eitt korter yvir
sjey fekk ein bilur å Vill-
ingardalsvegnum so mikið
stóran skaða, at nummar-
pláturnar vórðu tiknar av
honum, og um hålvgum
tíggju tíðina sama kveldið
rendi ein bilur á ein lykta-
pela, har Gæsugøta og Olu-
vugøta koma saman. Førar-
in á hesum bilinum verður
skuldsettur fyri at hava
koyrt rúsdrekkaávirkaður.
Hóast vanligt er, at fleiri
koyra rúsdrekkaávirkaði
móti jólum enn aðrar tíðir
av árinum, metir løgreglan
ikki, at tað er verri stætt í ár
enn onnur ár. Abendingar
eru um, at stødan er frægari,
hóast eingi hagtøl eru gjørd
upp enn.
GSM felagatalið nærkast teimum
= 5.000
| Í tí sambandinum fer Foroya Tele at geva
felaga nr. 5.000 ein flogferðaseðil til
Danmarkar. Vinnarin fær boð gjøgnum
nýggju fartelefonina.
FØROYANELE T
FAROESE TELECOM
Tinghúsvegur 3 - Tórshavn - Tlf. 30 30 30
Rimmartilboð uppá
fartelefonir frá
Telebúðunum
Telebúðirnar hava hópin av góðum bíligum fartelefonum
! Ericsson
ten
S 868
Fyrr ur 2698
ns 1525,-
6110
Fyrr ur 3195,-
xi 2698,-
4 Motorola
Lummatelda
CD 160
Fyrr úr 998
ná /98,-
Fyrr úr 6995,
EA. 2995,-
Avmarka nøgd
Telebudirar í i Tórshavn, Klaksvík, Soldarfirði og Miðvági hava longur opið til jóla.
1ELEBUDIN
Tórshavn 31 70 10 - Tvøroyri 37 10 00 - Søldarfjørdur 44 10 00
Norðstreymoy 42 10 00 - Klaksvík 45 74 88 - Sandur 36 10 00 - Miðvágur 33 20 00