týsdagur 21. desember 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 21. desember 1999
tíðindablaðið
liøgurnar eru ikki nóg stórar
Fíggjarlógin ber á rætta borðið, men landsbankastjórin heldur tað vera spell,
at tað so at siga bara eru iløgurnar, sum verða brúktar at stýra búskapinum við
JÓANNES HANSEN
Sigurd Poulsen, landsbank-
astjóri, heldur, at høvuds-
tølini á fíggjarlógini, sum
løgtingid samtykti í gjár,
vísa, at tað gongur rætta
vegin í føroyska búskapi
num. Men hann harmast
samstundis um, at politik-
arnir framvegis fyrst og
fremst brúka íløgurnar at
stýra búskapinum við.
Tá ráðgevandi nevndin
hjá forsætismálaráðharra-
num í síðstu viku kom við
sínari frágreiðing, mæltu
teir til, at landsstýrið ikki
fer undir stórri almennar í-
løgur, sum fara at skunda
undir búskaparliga vøkstur
in í samfelagnum. Hetta
gjørdu teir samstundis sum
teir mæltu til, at farið verður
undir nakrar bygnaðar-
broytingar, sum skulu hava
við sær, at trýstið á føroyska
búskapin ikki verður so
stórt.
— Um tað ikki ber til at
stýra upp og niðurgongdini
í búskapinum á annan hátt
enn við íløgunum, so taki
eg undir við donsku nevnd-
ini í, at tað verður hildið
aftur við íløgunum, men
samstundis má eg undir-
strika, at eg haldi ikki, at
hetta er besti mátin at stýra
samfelagsgongdini, soleiðis
at sum mest fæst burturúr
tí, sum er goymt í búskapi-
num.
Hetta sigur Sigurd Poul-
sen, sum vísir á, at samlaðu
íløgurnar í Føroyum fram-
vegis eru niðanfyri tað, sum
í vesturheiminum verður
hildið at vera lægsta markið
fyri einari sunnari sam-
felags menning:
- Í vesturheiminum verð-
ur roknað við, at iløgurnar
á hvørjum ári skulu vera í
minsta lagið 20—25 prosent
av bruttotjóðarúrtókuni, og
tað verður mett sera óhepp-
ið, um iløgurnar fara niður
um 15 prosent. I Føroyum
hava miðal ílógurnar i sjeyti
og áttati árunum verið um-
leið 30 prosent í miðal, og
fleiri ár í áttati árunum vóru
tær umleið 50 prosent. Hetta
er óhoyrt í teimum londu-
num, sum vit vanliga sam
meta okkum við. Samlaðu
ílógurnar í Føroyum kom-
andi ár fara at vera niðanfyri
15 prosent, og tað er ikki
nóg mikið, um sum mest
skal fáast burturúr búskapi-
num, sigur Sigurd Poulsen,
landsbankastjóri.
Ein stórur partur av al-
mennu íløgunum síggjast í
avtaluni millum landsstýrið
og kommunurnar og so á
løgtingsfiggjarlOgini.
Privatu fløgurnar vald
ast, hvussu vinnulivid og
einstaklingarnir siggja uppå
framtíðina. Høgurnar hava
higartil ikki verið nóg stórar,
og eg rokni heldur ikki við,
at tær komandi ár fara at
vera so stórar, sum tað heyði
verið ynskiligt.
Orsøkirnar
At rådgevandi nevndin
mælir til ikki at økja al-
mennu iløgurnar, kemst av
at teir síggja fløgurnar sum
møguleikan at stýra saml-
aða búskapinum.
— Tað er ein veruleiki, at
íløgurnar eru lættasti måtin
at stýra virkseminum uppá,
men harvið er ikki sagt, at
hetta er besti mátin. At hetta
amboðið verður brúkt kemst
av, at tað tykist sera torført
at fáa politikarnir at gera
bygnaðarbroytingar, ið hava
við sær, at tað verður bíligari
at reka samfelagið. Tað eru
seráhugamál av ymsum
slagi, sum verja bygnaðir-
nar, ið dýrka um raksturin
Størri stuðul til strandferðsluna
Nógv broytingaruppskot vóru løgd fyri tingið undan 3.
og endaligu viðgerðini av fíggjarlógini fyri ár 2000
JÓANNES HANSEN
Login fyri inntøkurnar og
útreiðslurnar hjá lands-
kassanum í ár 2000 var til
3. og endaligu viðgerð í
løgtinginum seinnapartin
í gjár. Málið stóð á dags-
skránni fyri tingfundin
klokkan tíggju fyrrapartin,
men tá var so nógv annað
á skránni, at tað varð ikki
komið til fíggjarlógina,
áðrenn tingmenn fóru til
dógurða.
Tingfundur var aftur
seinnapartin klokkan
hálvgum tvey, og tá var
fíggjarlógin á skránni.
Málið var ikki endaliga
avgreitt, tá blaðið fór til
prentingar.
Teir báðir stóru and-
støduflokkarnir, javnaðar-
flokkurin og sambands-
flokkurin, skutu upp, at
hækka játtanina til Lands-
sjúkrahúsið við 4,5 milli-
ónum, og tað skuldi eisini
atkvødast um eitt uppskot
um at hækka játtanina til
Suðuroyar Sjúkrahús við
1,9 millión.
Andstøduflokkarnir
skutu upp at jåtta Lands-
verkfróðinginum fimm
milliónir til arbeiði og fyr-
ireikingararbeiði til iløgur
kring landið. Teir skutu
eisini upp, at Strandferðsl-
an skuldi fáa 490 túsund
krónur eyka, soleiðis at
Smyril komandi ár kann
sigla tveir túrar til Suður-
oyar mánadag.
Nógv av hesum upp-
skotunum varð roknað við
fóru ikki at fáa nóg stóra
undirtøku í tinginum.
Harafturímóti varð mett
sannlíkt, at eitt uppskot
um at hækka játtanina til
av samfelagnum, og tað
krevst nógv av politikaru-
num at broyta hesar bygn-
aðir. Og so leingi, sum
bygnaðirnir ikki eru broytt-
ir, so er neyðugt at brúka
fløgurnar at stýra við, og tað
er ikki besta amboðið, stað
festir Sigurs Poulsen.
Sum dómi um áhugamál,
ið verja bygnaðir, sum gera
tað dýrari enn neyðugt at
reka føroyska samfelagið,
nevnir Sigur Poulsen, fak-
feløgini (landsbankastjórin
heldur hesi åhugamålini ikki
vera so sterk i Føroyum,
sum tey eru aðra stadni i
vesturheiminum), kommun
urnar og lokal áhugamál av
øðrum slagi.
I fólkaræðinum er tað
sjálvsagt, at politikarnir
lurta eftir fólkinum og tí,
sum borgararnir ynskja.
Takið hjá politikarunum er
at taka avgerðir, sum tæna
heildini, og tá kemst ikki
uttanum, at politikarnir vid-
hvert koma uppá tvørs av
seráhugamálum.
Alitsskapan tekur tíð
Landsbankastjórin heldur,
at politikararnir hava ein
stóran møguleika at syrgja
fyri fyritreytum, sum kunnu
hava við sær, at íløgurnar í
føroyska samfelagnum fara
at koma upp á tað stødid,
sum verður mett at vera skil-
agott í vesturheiminum:
— Avtalan um kommunalu
fløgurnar er eitt stig á vegn-
um. Eg vóni, at avtalan fer
at verða útbygt, soleiðis at
hon eisini fer at fevna um
raksturin. Málið má vera, at
landið og kommunurnar
gera avtalur um, hvussu
stórur partur av øllum bú-
skapinum skal vera almenn-
ur ella við øðrum orðum,
hvussu stórar samlaðu iløg-
urnar og samlaði raksturin
Strandferðsluna við 10,4
milliónum krónum fór at
verða samtykt. Uppskotið
kom fyri tingið, tí uppskot-
ið um at hækka ferdasedl-
agjaldið við strandferðsl-
uskipunum ikki hevur
undirtøku f tinginum.
Undir 2. viðgerð bodadu
samgongutingmenn, t.d.
Hergeir Nielsen og J6-
hannis Nielsen, frå, at teir
tóku ikki undir við at
hækka ferðaseðlaprísin.
Um løgtingid seinnapartin
í gjár samstykti uppskotið
um at veita Strandferðsl-
uni 10,4 milliónir meiri,
enn tað frammanundan var
ætlað, so var tað fyri fram-
vegis at halda prísirnar fyri
at ferðast á tí stødinum,
sum teir higartil hava verið
á.
hjá landinum og komm-
ununi skulu vera.
Sigurd Poulsen heldur
elsini, at privatu íløgurnar
eru nógv tengdar at leiklut-
inum hjá politikarunum:
Hóast talan hevur verið
um stóran vøkstur nógvum
vinnurgreinum, so hevur
tað ikki gingið so skjótt at
fáa glid á iløgurnar. I
nógvum fórum er hetta
neyvan, tí vinnulívið — í
framleidsluvinnuni,
fiskivinnuni og alivinnuni -
ikki hevur hug at gera
íløgur. Heldur er orsøkin, at
vinnulívið bidar eftir,
hvørjar treytirnar fara at
vera
Sigurd Poulsen vísir á, at
politiski myndugleikin
síðstu tíðina hevur tikið
stig, sum áttu at skunda
undir fløguhugin hjá vinn-
uni, t.d. tá partafelagsskatt-
urin varð lækkaður. Men
landsbankastjórin undrast
ikki á, at vinnulívið fram-
vegis er varðið:
Tað tekur tíð at byggja
álit upp. Ein nýggjur hug-
burður skal seyra út í
samfelagið, og tað tekur
sína tíð. Summi vinnulívs-
fólk hava bíðað eftir, hvussu
tað fór at verða við vinnu-
lívsstuðlinum. Nú er tann
spurnginurin avgreiddur, og
Sigurð Poulsen, landsbankastj
óri, roknar ikki við, at vit
sleppa heilt undan einari búskaparligari niðurgongd
tað fer at hava við sær, at
onkur fer at gera iløgur.
Men tað er ikki vist, at hetta
fer at síggjast so ógvuliga
væl beinanvegin. Tað eru
tey, sum spyrja, hvussu pol-
itikararnir fara at reagera, tá
búskapurin fer at koma í eitt
nos. Eg rokni ikki við tí
niðurgongdini, sum var
fyrst í nitiårunum, men vit
sleppa ikki óskalað, og so
er spurningurin, um politi-
kararnir fara at geva eftir
fyri tí trýstinum, sum tá fer
at verða lagt á teir frá
summum í vinnuni, um at
fáa stuðulin aftur. Tá verður
tað, at politikararnir fáa
høvi at vísa, hvat teir ætla
og vilja
Fjølbroytt úrval
Handilskjarnanum —
4
|
i
225
av skóm Få |