Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Fjarskotið jolahald einastu árini hevur ta Nr. 245 - 23. desember 1999 ) verið alt meira vanligt, at føroyskir skúlanæmingar leita sær í onnur lond, har tey undir AFS skipanini kunnu ganga eitt skúlaár. Vit hava hitt fýra av hesum næmingum á máli, og nú jólahaldið her heima er farið at nærkast, hava vit spurt tær, hvussu tær halda tað fer tf Vo 7 al verða, at JAKUP MØRK Welcome to Jamaica man skula halda jól somikid langt heiman ífrá Diny Sarita Heinesen, er 17 ára gomul, og fyri fyrstu ferð skal hon nú royna at halda jól, uttan at familjan er hjástódd. Fyri flestu okkara man tað tykjast sum ein dreymaferð, at sleppa yvir á sólskins- og fritidaroynna, Jamaica Dreymurin gerst tó kanska kað kaldari, tá tosað verð 3 1 jÓÍ Í 2/ SUuga ru hjá sær, men Ak: Saritu I at missa mótið Stættarmunur Síðani eina ferð í heyst hev 1 hildið til í Kingston Tow Jamaica. Ein bydur, flestu okkara einans nur sanginum VIðgongur so er tó rætt- munur á lív num á Toftum og Kingston, og tað, sum Sarita serliga hevur lagt merkis til er, at stættarmunurin er øgiligur Fólkið er so at siga býtt | tríggjar stættir. Sjálv býr hon hjá eini familju, sum má teljast millum miðal stættirnar, og heldur hon sjálv, at hetta ikki er so galið Bæði >mamman og páp- in< hava fast arbeiði, við tað at tey hava ein handil. har list av ymsum slag er til sølu. Fyri nøkrum árum síð- ani vunnu hesi fitt av pen- ingi, men seinastu tíðina hevur búskaparkreppa verið á Jamaica, so sølan er fallin rættuliga nóg. Sarita leggur tó afturat, at hon sum so ikki líður nakra neyð Fåtækradømi Tey lægst løntu i samfel agnum síggja tó út til at líða stóra neyð, og Sarita greiðir frá, at nógvir biddarar eru at síggja á gøtunum í by- num Klæðini tey hava á kropp- inum eru einastu ognir teir- ra, og hjá mongum teirra er soleiðis, at tey eiga ikki so mikið sum eitt par av skógvum. Eisini er vanligt, at ungir dreingir standa við ljóskur arnar, har teir so royna at vaska forrútarnar hjá teim um bilum, sum eru noyddir at steðga fyri reyðum ljósi Sjálvsagt eru so eisini tey, sum eiga nóg mikið av pen- ingi, og hesi eru rættuliga múgvandi sum skilst Hús teirra eru álík slott- um, og flestu teirra eru eigarar av einum ella fleiri virkjum. Talan er her um rættuliga fá fólk, men hesi fáu eiga so at siga allar ogn- ir í landinum, so lítið røkist fyri, at hesin stættarmunur fer at broytast. Hevur hildi jól í Avstralia Sarita sigur annars, at sum so er ikki so stórur munur á jólunum heima hjá okkum. og so jólunum á Jamaica. Jólatroð eru at síggja í flestu húsum, og hóast summi teirra eru úr plastik, so eru eisini fleiri, sum hava eitt rættuligt jólatræ. Hon viðgongur tó, at tað kann tykjast eitt sindur løgi, at fólk fara at gera seg til til jóla, samstundis sum hitin táttar upp móti teimum 30 stigunum, men soleiðis er tað bara Akkurát hvussu jólini verða hildin veit hon ikki. Tað er tó greitt, at hon sam- an við húskinum fer út til onnur í familjuni at eta ein jóladógurða, har tey síðani fara at pakka gávurnar upp. Hvønn døgurda talan verð- ur um vitsti hon ikki, men eftir at hava spurt mamm- una, kom hon aftur til hornið, og greiddi okkum frá, at allarhelst fór tað at vera høsnarungi og rís, sum stóðu á borðinum. Yvirhøv- ur eta tey rættuliga nógv av høsnarunga á hesi caribisku oynni, men tað tykist tó ikki, sum um Sarita hevur nakað ímóti hesum. Annars hevur Sarita fyrr hildið jól í fjarskotnum londum, við tað at hon tað einu ferðina hevur verið í Avstralia um hetta mundi. Tá var tað tó saman við familjuni, og hetta er kan- ska tann størsti trupulleikin, við tað at hon væl kundi hugsað sær at sitid saman við teimum, nú høgtidin stendur fyri durum. Bert gentur Tá januar mánaður kemur, gongur leiðin hjá Saritu so aftur í skúlan, har hon ann- ars hevur jólafrí í hesum døgum. Ikki er hetta tað sama, sum at ganga í skúla her heima. 1.500 gentur eru á skúlanum, og ikki ein tann einasti drongur. Harum- framt skulu tær allar ganga Pakka út í triggjar dagar Uppi í Norðurameriku hittu fingu vit so sanniliga eisini fatur á einum føroyskum næmingi, og er tað Inga Kristiansen av Norðasta Hornið, sum skal halda jól har á leiðini Talan er her um tað yngstu av teimum 4 gentunum, sum vit fingu orðið á. Inga er júst fylt 16 ár, og var sostatt 15 ára gomul, tá hon við sorgblídni segði foreld- runum farvæl, og setti kós móti Forth Atkonson í Wis- consil Fødingardagin hevur so roynt at halda langt heiman ífrá, men kortini væntar hon, at tað verður nakað heilt serligt at halda jól burt- ur frá øllum har heima Lang jól Tó er hetta ikki nakað, sum unga havnargentan tykiast at vera serliga stúrin um. Heldur væntar hon, at talan verður um eini spennandi og ikki minst ødrvisi jól. Tá vit fingu orðið á hana týskveldið, hevði hon longu gingið og glett seg til høg- tíðina í fleiri vikur. Tað er nevnliga soleiðis, at jólatræ- ið varð sett upp 1. desemb- er, og sama dag vórðu pakk- arnir lagdir undir tað, so nú hevur hon í góðar 3 vikur sæð onkran pakkan við sín- um navni á. Greitt er í øllum fórum, at hetta er ein stór fresting fyri forvitnar sálir. Vit hava jú øll hoyrt um, hvussu summi fólk sníkja seg at lúra í pakkarnar jólaaftans- nátt, so hvussu hevði verið, um pakkarnir skuldu ligið frammi í heilar tríggjar vik- ur? Inga greiðir annars frá, at jólini verða hildin gjøgnum fleiri dagar har yviri. Heima hjá familjuni, har hon býr, fara tey at opna pakkarnar jólaaftan, men hetta er langt ífrá seinastu ferð, at pakkar verða opnaðir. Jóladag fara tey yvir til »ommuna«, har tey opna pakkarnir frá henni og geva henni gávur, umframt at tey sjálvandi fáa ein góðan bita, og somuleiðis verður 2. dag. Tá gongur leiðin >pápa- beiggjan<, har tey bæði geva og fáa gávur. Hvat jóladógurðin fór at verða samansettur av, visti Inga ikki, men allarhelst fór talan at verða um kjøt av onkrum slag. Dunnu ella gás væntaði hon sær so ikki at fáa, og serliga gásina helt hon seg fara at sakna. Kristindómurin er mest vanliga trúgvin á staðnum, og hóast Inga enn ikki hevur verið í kirkju har yviri, so fer hon at royna hetta jóla- aftan, tá tey, eins og vanligt er heima, fara til jólaguds- tænastu. Annars er møguleiki fyri, at Inga fer at uppliva eini hvít jól, har hon nú er stødd. Vanliga er heilt nógvur kavi í Forth Atkinson um hesa tíðini, men í ár er fyrstu ferð í nógv ár, at kavin er komin so seint. Einans eitt følv liggur á vegnum, men sam- bært Ingu, so er kuldin rætt- uliga ógvusligur. Lítil býur Hetta við kuldanum ger tó ikki so nógv, tí í skúlanum sleppa tey ikki út allíkavæl, og heima er sjálvsagt bæði heitt og flótt innandura. Skúlin er annars av slík- um slag, at føroyingur ikki villist fullkomuliga, tá stig- ið verður inn um dy rnar. Til samans eru einir 900 næm- ingar á skúlanum. Vert er at leggja til merkis, at í hesum skúla kundu øll ganga ílatin, sum teimum lysti, og hetta var Inga sera glað fyri. Sjálv heldur hon ikki, at hon hev- ði kunnað gingið í eins kjóla hvønn einasta dag. Forth Atkinson er ikki nakar serliga stórur býur. Kanska mest álíkur einum bygdasamfelagi, tí talan er ikki um meira enn 10.000 fólk í hesum býi. Hetta heldur Inga eisini vera í fínasta lagi, tí á tann hátt verður tilveran ikki full- komuliga endavend, bert tí man skiftir bústað í eitt ár. Talan er tó ikki bara um bygdalív, tí bæði Illinois og Milwaukee liggja rættuliga stutt frá, soleiðis at tað ikki er meira enn knappur tími í somu búnum, soleiðis at eingin líkist burtur úr fjøld- ini. Ikki so mikið sum eitt hvítt hárband er loyvt, tí skal hárband nýtast, skal hetta vera svart. Hóast hesar treytir, sum onkur kanska vil kalla harð- ar, so letur Sarita heilsa, og sigur at henni dámar væl yviri í Kingston, hóast tank- arnir ofta leita heim til fa milju, vinir og kenningar Væntandi verður Sarita aftur á klettum okkkara komandi summar, og fram til tá biðjur hon okkum heil sa øllum her heima, og yn skja teimum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. at koyra hagar. Onkran túrin hevur hon verið í hesum stórbýum, og m.a. greiður hon frá, at hon i Illinois var í einum risastórum rutsju- bana, sum við hennara orð- um er tað villasta hon nak- rantíð hevur roynt. Eisini gleðir hon seg til, tá tey í januar mánaði skulu ein túr til Chicago. At enda biðjur Inga okk- um heilsa allari familjuni har heima, floksfeløgum og vinunum úti á Norðasta Horni. Eina serliga heilsan letur hon eisini til Biritu Kjærbæk og Búgva Juul. Ál