Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. desember 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 24. desember 1999 Orð og myndir: Sveinur Tróndarson og Jens Kristian Vang Tað er ikki oftari enn so, at ein metir einum jóla- manni til handils, men tað var soleiðis eg av fyrstan tíð hitti henda jólamannin. Ja, nú er tað kanska eitt sindur skeivt at siga jóla- mannin; tí í grundini er jólamaðurin ein kona - í hvussu er tann jólakonu- maðurin vit tosa um. Fitt og fryntlig stóð hon har og greiddi frá teimum fittu eygunum, og lítið visti hon, at tað var ein blaðmaður, sum stóð undir liðini á henni. Tí var hon heldur ikki sért bilsin tå eg ringdi til henn-ara tá eg lítla løtu seinni var komin aftur á skrivstovuna. Hon dróg á bæði - jóla- menn eru jú eitt sindur smædnir - men játtaði at enda, at vit báðir, Jens Kristian kundu støkka inn á gólvið. Og líka fitt og fryntlig sum hon stóð og segði frá í handlinum, líka hjarta- liga tóku hon og maðurin ímóti okkum tá vit stungu høvdid innar. Jú eingin ivi um, at her býr jólamaðurin, so blíð vóru tey bæði. Og hevði onkur hug at ivast, so stóðu karamellurnar á borðinum - júst sum hjá jólamanninum. Gingið í meiri enn fjøruti ár Vilhelmina greidir okkum frå, at tað var meira ella minni av tilvild, at hon byrjaði at ganga sum jóla- maður. — Tann, sum plagdi at ganga fekk forfall, og so tók eg bara yvir tað árið, og tá var ikki hugsað um, at tað skuldi halda á so leingi, sigur hon og smíl- ISt. Og hóast hon sigur frå, sum var tað í gjár, so er tað ikki minni enn fjøruti ár síðani hon byrjaði. So leingi hevur hon nevniliga gingið sum jólamaður - 40 ár! Tað eru ikki nógvir jólamenn, sum gera henni tað eftir, at hava gingið so leingi, men hon >slapp< ikki av aftur krókinum, tá samanumkom, tí tað fór henni í blóðið, so at siga. At henni dámar tað, skal eingin ivast eina løtu i. — Tað er so ótrúliga stuttligt at síggja hvussu børnini reagera tá tey síggja jólamannin, og tað er so einastandandi stutt- ligt at vera aftanfyri skort- in ta løtuna, sigur Vil- helmina. Kring allan byin Tað, sum byrjaði í heimin- um í fyrstani, frættist víð- ari, og við tíðini eru fleiri húskir løgst til á jólatúr- | Kom so ikki so sig, at jólamaðurin býr | í Grønlandi, tí tað í ger hann ikki. Fyri E tað fyrsta er »hann« ein kona og fyri tað næsta, so | býr hann á Argjum Tað er farið henni í blóðið at ganga jólamaður. Hon hevur gingið í meiri enn fjøruti ár og tað munnu ikki vera nógv, sum gera henni tað eftir. Hóast hon hevur hildið leingi á, hevur hon als ikki hugsað sær at gevast. stuttligt til at leggja frá sær, sigur tann sera fryntliga Vilhelmina Johansen — Tað er alt ov inum hjá Vilhelminu. — Jú so er. Tá tað var upp á tað mesta gekk eg í 16 hús. Tað var ein túrur, sum vardi í umleið tveir tímar, sigur hon og smílist, meðan hon hugsar seg aftur í tíðina. Og tað var ikki hissini túrur, hon fekk sær, tí tað sum byrjaði í einum grannalag, spjaddist við tíðini kring allan býin, og við eitt gekk hon bæði í Norðasta Horni, millum Gilja, á Argjum og í Hoy- Harafturat hevur Vil- helmina eisini verið fastur fúsur á fleiri dagstovnum og aðrastaðni og eisini tað hevur dámt henni sera væl. — Børnini eru so stuttlig at hava við at gera at tað er ein gleði í sær sjálvum. Tey eru so upptikin av tí sum hendir, at tey ansa ikki nakað annað uttan um seg tá jólamaðurin er á vitjan, sigur hon. Mundi rent á Sum vera mann, so veit Vilhelmina fleiri góðar sýgur frá einum longum lívi sum jólamaður. — Jú, so er. Einu ferðina minnist eg ein bilførara, sum púrasta misti pippi, tá hann sá jólamannin, sigur hon og flennir hart. Hon sigur frá, at hon hevði verið runt í Havnini og var aftur á veg út á Argir, tá ið hon fyrst møtti einum bili, sum mundi fari út av, og síðani einum, sum mundi rent á. — Tann fyrri helt nokk, han sá yvir seg, tá hann sá jólamannin koyra bil. Tann seinni sá meg fara yvir um vegin og hugdi so nógv eftir jólamanninum, at hann endaði uppi á gongubreytini uttan at hann varnaðist tað... greið- ir Vilhelmina flennandi frá, og leggur afturat, at tað hevði verið pent, um jólamaðurin skuldi verið orsøk til eitt ferðsluóhapp. Eisini veit hon at siga frá einum drongi, sum var so glaður fyri at jólamað- urin var komin á gátt, at hann vildi hava hana at vera verðandi. Í húsinum høvdu tey eitt kamar, sum omma hansara plagdi at brúka tá hon kom á vitjan norðan- fjørds. Hann stóð púra forgapaður og hugdi at mær tá hann segði >... tú kanst sova í ommusa kam- art…«, greiður hon frá Ikki bara børnini gleðast Hóast vit sum oftast tengja jólamannin at bórnunum, so veit Vilhelmina at siga frá, at tað eru ikki bara børnini, sum gleðast, tá jólamaðurin kemur á gátt. — Einaferð, fyri nógvum árum síðani, fór eg innar til eini eldri hjún eg kendi. Tey vóru einsamøll, tí sonurin var burturstaddur. Konan stóð og gav kettuni tá eg kom innar meðan maðurin sat við klaverið. Hevdi tú sæð eyguni í teimum tá eg trein innar. Sum tey vóru fegin, minn- ist jólamaðurin á Argjum. Men tey funnu ongan- tíð út av hvor eg var, legg- ur hon flennandi afturat Kortini hava flestu søg- urnar við børn at gera, og tann seinasta hevur ikki færri enn tveir jólamenn. — Eg var úti í Norðasta Horni har eg skuldi innar í eini hús. Tá eg kom í grannalagið gekk ein ann- ar jólamaður beint við. Tú skuldi sæð glómurnar í børnunum, sum hugdu í vindeyganum, tá jóla- menninir heilsaðust og fóru hvor sín veg. Tey hildu, at nú hevði jóla- maðurin so nógv at gera, at hann mátti fáa konuna at hjálpa sær at bera út, sigur hon. Tað tykist, sum eru tey, sum ganga sum jólamenn full í góðum umberingum tá tey skulu út at skifta búna. Vilhelmina er einki undantak í so máta, og harafturat hevur hon verið »heppin«, at hava eitt arbeiði, sum hon kann brúka sum undanforsla. Men nú hevur ommu- sonurin fingið frænir av, at tað ruggar ikki rætt við jólamanninum og omm- uni. Hann heldur tað vera mistonkiligt, at omman skal út at vaska jólaaftan. — Hann hevur ein greið- an mistanka um at tað er omman, tí nú ein dagin segði hann, at í ár skal omma bindast. so hon ikki fer út beint áðrenn jóla- maðurin kemur, sigur Vilhelmina, sum kortini ikki hevur hug at leggja frá sær. Og hví skuldi hon eisini tað. Hon gavst jú ikki í fjør, hóast hon gekk við brotnum armi. — Eg haldi at tað er farið mær í blóðið, sigur hon og flennir hjartaliga.