Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Miller Internet: www.sosialurin.fo Finnbogi Arge enn einaferð Oddagrein Lord Maculay segði í 1828, at vitan gongur framá í stevum og ikki í lopum — hetta, og føroysk samferðslusoga, átti at verið obligatoriskur lesn- aður hjá Finnboga Arge og umsiting hansara. Foroysk samferðslumenning er í vanda fyri at verða dripin av hugburðinum, har hjólið verður uppfunnið fyrstu ferð anno 1997 ella anno 2000, sum tað sær út viðvíkjandi tunnilsgerð. Vit fingu í skjótt farna ári eina frágreiðing frá Vinnumála- styrinum um samferðslu, har cost-benefit kann- ingarnar millum annað vóru prentaðar. | tí tilfarinum var, sum vit áður hava nevnt, lítil fatan av soguligu gongdini í foroyskari samferðslumenning. Skal eitt nýtt dokument skrivast, ið skal vera grundarlag undir orðaskifti um foroyska samferðslu, so má tað vera eftir samroður við fólk, ið hava royndir innan okið, samstundis sum allar relevantar keldur verða funnar. Bert tað, at man minni enn eitt ár aftaná eina í vavi stóra samferðslufrágreiðing. tosar um eina nýggja, sær út sum ein falliterklering fyri Finnboga Arge. Kanska ásannar hann, at Oansæå hvussu teoretiskt rætt bygnaðurin í slíkum arbeiði er smíðaður, so smokkar hann, um hann er funderaður á mórubotn. Finnbogi Arge er endurgivin fyri, í samband við Landsverksfroðingsmálið at siga, at man hevur megnað at ruddað upp á SL. llla er ruddað á SL, um raksturin bert gerst dýrari og dýrari, hóast inntokurnar eru hækkaðar við flogrutuni og við umskipan av farstødini. Utreiðslurnar eru lækkaðar við einum stórum ferðamannaskipi minni í flota- num, ongari Skotlandssigling og tað mesta av tíðarskeiðnum við ongari Skálafjarðarsigling. Vit hoyrdu um 40% í rakstrarsparing einaferð. Hvar eru hesi eftir ollum at doma ódrúgvu prosent farin? Var tað kanska soleiðis, at man ikki setti hesi prosent upp ímóti einari talseriu, men heldur nýtti eitt einstakt tal, ið samanberarin sjálvur hevði verið við til at sett upp? Hesar spurningar kundi ein við rímiligheit sett Finnboga Arge, nú hann enn eina- ferð hevur trupulleikar við sínum málsoki.. Ein kundi eisini spurt Finnboga Arge, um oman- fyristandandi er tað, ið væntast kann fyri Lands- verkfroðingin? Hverja ferð ein jåttan ikki hækkar meira enn lonarvoksturin, skal so skerjast í tæn- astustoðinum? Skal játtanin til Landsverkfroðingin í framtíðini hækkast árliga vegna >óvæntað< við- líkahald, hóast hettar vanliga er ein integreraður partur í rakstrinum? At Vinnumálastýrið hevur umlagt skipanina við vørugjøldum og oðrum, soleiðis, at hettar kostar millum 2 og 3 milliónur fyri SL árliga, er ikki framúr skilagott, men Finnbogi Arge liggur við hesum, sum hann sjálvur hevur reitt. Tað ber íkki til at noyða tingið at kompensera fyri óumhugsni hjá Landsstýrismanninum á okinum, hóast hettar sjálv- sagt er harmiligt fyri leiðsluna á SL. Vit hava í samband við Landsverkfroðingsmálið nevnt tað politiskt óbúna í at koma við uttalilsum um dygdina á nøkrum, ið ikki hevur staðið sína roynd. Tað eru tveir mátar at koma burtur úr slíkum, um tað ikki gongur sum landstýrismaðurin framm- anundan hevur avgjørt, at tað kemur at ganga. Ein máti er, at landstýrismaðurin viðgongur, at hann kanska var eitt sindur bráður í sínum úttal- ilsum og disponerar eftir tí. Hin mátin, ið er minni tespiligur og minni virðiligur, er at royna at fáa síni útsogn at gerast sjálvuppfyllandi profetiir við millum annað at royna at geva Logtinginum alla skyldina av trupulleikunum í sínum målsøki. Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjóri: Eiríkur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer | Dagbjørt S. Hansen | Blaðfólk: | Áki Bertholdsen, | Turid Kjølbro Dånjal Højgaard Ein av stóru trolarunum hjá norska stórreiðaranum, Kjell Inge Røkke, American Empress Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein | Høgni Mohr | | Niclas Johannesen } Yngd: Jákup Mork Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Alvur Haraldsen Telefon: 311820 Útgevari, uppseting: Telefax. 314720 Sp/f Sosialurin e-mail: post & sosialurin.fo Bústaður: Lýsingar: lysing & sosialurin.fo Argjavegur 26, Argir : Prent: Sosialurin Saksøkja Røkke-trolara Triggir amerikanskir fiskimenn hava saksøkt ein av trolarunum hjå Kjell Inge Røkke eftir fleiri tíggjutals milliónum dollarum. Saksøkjararnir krevja endurgjald JÓGVAN HUGO GARDAR. OSLO Triggir amerikanskir fiski- menn hava saksøkt ein av verksmidjutrolarunum hjå Kjell Inge Røkke og hans- ara felag, Aker RGI eftir endurgjaldi. Teir tríggir hava saksøkt trolaran »Am- erican Triumph«, men leggja samstundis herðslu á, at kravið er komið vegna oll, sum hava verið við í fiskiskapinum uttan fyri Alaska síðani 1989. Teir tríggir fiskimenninir meina, at »American Tri- umph< hevur fiskað ólóg- liga, tí tað upprunaliga fisk- iloyvið var givið á skeivum grundarlag. Kravið er eitt endurgjald fyri tann fiskin, sum trolarin hevur fiskað hesi árini. Teir hava ikki sett tal á, hvussu stórt endur- gjaldið eigur at vera, men metingar vísa, at talan er um nógvar tíggjutals milliónir dollarar. Meir enn 25.000 fiskimenn hava luttikið í Al- askafiskiskapinum síðani 1989. Saksøkjararnir = siga i grundgevingini, at teir sum áttu trolarar í 1987, fingu fiskiloyvið á skeivum grundarlag, og at felagið gav myndugleikunum sketvar upplýsningar. Siga nei til kravið Kjell Inge Røkke keypti í 1990 »American Triumph« gjøgnum sitt amerikanska felag American Seafoods Company (ASC). Seinni hevur Aker RGI yvirtikið trolaran. = Saksøkjararnir meina ikki, at Kjell Inge Røkke hevur framt nakað ólógligt í hesum málinum, men at tað er sjálvur trolar- in, sum er saksøktur. Aker RGI og Kjell Inge Røkke avvísa endurgjaldskravi- num. >American = Triumph« varð síðsta mánadagin hild- in aftur og sleppur ikki út- aftur fyrr enn rættarfundur hevur verið ein av døgunum millum jólanna. Tað er ikki óvanligt, at trolarar vera hildnir aftur í samband við eitt rættarmál, men inni- haldið í hesum sakarmáli- num er so sjáldsamt, at sjálvt í amerikanskari rætt- arsøgu er einki mål, sum Øllum tykkum, sum gjørdu okkum silvur- brúdleypsdagin til nakað, vit ongantíð fara at gloyma, takka vit av hjarta. Annars vilja vit ynskja øllum, bæði úti og heima, eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Vinarliga Familjan Nygaard á Torvheyggi LL kann samanberast. »American Triumph< hevur f dag eitt vanligt fiski- loyvi sambært nyggju fisk- ivinnulóggávuni í USA sum kom í gildi í 1998. Selja alt í USA Aker RGI hevur annars fyri fáum døgum síðani boðað frå, at teir skulu selja alt sítt fiskivinnuvirksemi í Alaska og USA annars. Útlending- fyri tíðarskeiðið 1989 til 1998. Málið rakar neyvan samstarvið við førovingar ar sleppa ikki longur at sita sum meirlutaeigarar í am erikanskan fiskivinnu. Sakarmálið rakar ikki hesa søluna, men virðið á Norway Seafoods og Aker RGI kann minka, um teir tapa málið. Roknað verður ikki við at hetta sakarmálið kann rakað tað samstarv sum er á veg millum Røkke og føroying ar. TØKK Fyri synda samkenslu, tá ið kæra mamma, omma og vermóðir okkara LYDIA ÓSÁ andaðist og varð jarðað, takka vit hjartaliga. Tøkkin gongur til mong - fyrst til starvsfólkið á Blåkrossheiminum, har hon kendi seg væl - tøkk til Hans Eiler Hammer prest fyri vøkur og vælvald orð, tøkk til tykkum øll, sum komu vid køkum og ødrum. Ein serlig heilsan til tykkum systkin at mammu fyri góða hjálp, tá ið á stóð. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu okkum á ymiskan hátt, nú vit mistu eitt tað dýrabarasta í lívinum - tøkk til tykkum, ið lótu blómur og kransar og til tykkum mongu, ið vóru við til jarðarferðina. Størstu tøkkina eigur Hann, ið segði: >Komið til min…« Fyri tey avvarðandi Karl Jakob