týsdagur 28. desember 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 28. desember 1999
tíðindablaðið
Vann 100.000 í Gekkinum
Tollaksmessukvóld vann Elisabeth
Joensen í Klaksvík tann reyða Gekkin
á 100.000 krónur. Hon hevur spælt
við hvórt spæl síðan fyrstu sending
JOHN JOHANNESSEN
— Eg gangi á hvort bingo
og havi spælt Gekk, síðani
fyrsta spælið, men hóast
tað, havi eg aldri vunnið
nakað stórt.
Elisabeth Joensen í
Klaksvík var heilt ovfarin,
tá hon tollaksmessukvøld
vann 100.000 krónur í
Gekkinum. Ommubørnini
vóru komin á vitjan um jól-
ini, og tí vóru Gekkarnir
nógvir í tali hetta kvoldið.
Elisabeth greiðir frá, at í
húsinum vóru 20 Gekkar,
og hon fylgdi sjálv við tøl-
unum á átta av teimum. Tí-
skil var møguleikin fyri at
vinna til staðar, men Elisa-
beth væntaði tó als ikki, at
eydnan fór at venda sær til
hennara hetta kvold.
Spennandi spæl
Skjótt gekk til Elisabeth
bert manglaði eitt tal á ein-
um av hennara mognu
gekkum hetta kveldið.
- Tá vit høvdu spælt eina
løtu, uppdagaði eg, at eg
bert manglaði nummar 11
á einari plátu fyri at fáa
bingo, tískil vaks
spenningurin í stovuni. Men
tá 12 varð drigið, væntaði
eg ikki, at 11 fór at koma.
Ti gjørdist eg sera bilsin, tå
næsta talið, ið drigið varð,
júst var 12, greiðir hepni
gekkavinnarin frá.
Elisabeth var skjót at
ringja til sjónvarpið at boða
frá vinninginum, men hon
væntaði tó ikki, at tað fór at
eydnast henni at koma í-
gjøgnum. Men júst tað øv-
ugta hendi. Sjónvarpið svar-
aði beinan vegin. Elisabeth
segði teimum í slúsuni eftir-
litstalið á Gekkinum, og
helt hon, at nú var liðugt.
— Eg hevði í øllum
meldrinum heilt gloymt, at
eg skuldi tosa við Rudolf í
studionum og eisini snara
Gekkahjólinum. Tí gjørdist
eg aftur ovfarin, tá telefon-
dáman segði mær, at eg nú
fór at verða stillað inn í
studio.
Elisabeth greiðir frá, at
hon stóð uppi, tá hon ringdi
til sjónvarpið at siga frá
vinninginum, men tá hon
kom igjøgnum, var dótturin
skjót at seta henni ein stól
við telefonina. Og hetta var
gott, tí Elisabeth gjørdist so
bilsin, tá hon vann tann
stóra vinningin, at hon hev-
ði smollið beint í gólvið, sat
hon ikki niðri.
Telefonstormur
Nógv vóru tey, ið vildu
ynskja Elisabeth tillukku
við stóra vinninginum toll-
aksmessukvøld.
— Eg hevði ikki meira enn
lagt hornið á, tá telefonin
fór at ringja, og hetta helt
fram til klokkan var farin
av midnátt.
Elisabeth greiðir frá, at
hon heyði jóladunnurnar
liggjandi á vatni í kjallar-
anum, og var meiningin. at
hon skuldi hagreiða tær eftir
Gekkin. Men hepni gekka-
vinnarin slapp ikki í kjall-
aran til dunnurnar. Hvørja
ferð hon var á veg niður-
undir, so ringdi telefonin.
Tískil slapp, Elisabeth ikki
at gera nakað við dunnurnar
fyrr enn klokkan gekk til
eitt. Men hetta gjørdi einki.
Fólk ringdu jú, tí tey vóru
glad fyri, at hon hevði vunn-
ið.
Tíðliga jólaaftansmorgun
var sama skilið. Telefonin
ringdi og ringdi. Og tá tele-
fonin einferð var liðug at
ringja, fór Elisabeth sjálv í
telefonina at greiða skyld-
fólki uttanlands frá góðu
tíðindunum. Jú, sanniliga
var hetta ein góð jólagáva...
Nýtt ves og
Danmarkarferð
— Eg havi ikki gjørt mær teir
stóru tankarnar um, hvat
peningurin skal brúkast til.
Men tó havi eg gjørt av, at
ves skal gerast í íbúðini í
kjallaranum, hóast hon ikki
verður brúkt tað stóra. Har-
afturat kundi eg husað mær
at farið ein túr til Danmark-
ar at vitja dótturina.
BIRTAR
54
Elisabeth Joensen gongur til hvørt bingo og hevur spælt við Gekkinum síðani fyrstu stending. Nú eydnaðist tað henni
at vinna tann stóra vinningin
Elisabeth greiðir frá, at
hon ætlaði sær til Danmark -
ar at vitja dótturina seinasta
summar, men hetta bleiv
aldri til nakað. Tí roknar
hon við, at hon í summar
fer ein túr at vitja dótturina
í Danmark og kanska eisini
ein túr at vitja dótturina í
Svøriki. Pening hevur hon i
hvussu so er til ferðina, nú
hon hevur vunnið stóra
vinningin í Gekkinum.
Harafturat vísir Elisabeth
á, at peningurin kemur væl
við, nú hon eldist, tí pen-
sjónin røkkur ikki langt.
Góð jólagáva
Elisabeth metir vinningin
sum eina ógvuliga góða
jólagávu. Hon hevði als ikki
væntað, at hon fór at gerast
hundraðtúsund krónur ríkari
um jólini. Men hetta gjørd-
ist tó veruleiki, hóast Elisa-
beth gloymir tað vidhvørt.
Tilburðurin er íkki
rættuliga gingin upp fyri
mær enn, haldi eg. Vidhvørt
gangi eg og fegnist um stora
vinningin, men vidhvørt er
hann als ikki í mínum huga.
Ungt par álopið
Lógreglan í Havn leitar eftir einum 20 til 25 ára gomlum
manni, sum mánamorgunin leyp á eitt ungt par í Vágsbotni
JOHN JOHANNESSEN
Mánamorgunin tá klokkan
var gingin eitt korter til
fimm, fekk løgreglan í Havn
boð um, ateitt ungt par var
álopið í Vágsbotni.
Unga parið spákaði við
standmyndina av Nólsoyar
Pálli, tá ein ungur maður,
um 20 til 24 ára aldur, brád-
liga leyp á unga mannin,
sum er 24 ára gamal, og sló
og sparkaði hann.
Gentan fekk boðað løg-
regluni frå gjøgnum fartele-
fon, men eisini hon fekk
harða viðferð frá brots-
manninum, tá hon royndi at
hjálpa vinmanninum.
Unga parið fekk so mikið
av løstum av ålopinum, at
neyðugt var at fáa viðgerð
á skaðastovuni á Lands-
sjúkrahúsinum.
Tá løgreglan kom á stað-
ið, var álopsmaðurin rýmd-
ur móti Skålatrø, og eydn-
aðist tað henni ikki at fáa
fatur á honum. Ti vil løg-
reglan fegin frætta frá fólki,
ið vita eitthvør um tilburin.
Ungi maðurin segðist vera
um 20 til 25 ára aldur. Hann
var í gráari húgvu, myrkum
jakka og bláum cowboy-
buksum. Tey, ið vita nakað
at siga løgregluni um hend-
an mannin, verða biðin um
at ringja á løgreglustøðina í
Havn, sum hevur telefon-
nummar 311448.
Ti kennist tað løgi, tá tað
vidhvørt brádliga gongur
upp fyri mær, at eg eri
hundrað túsund krónur rík-
ari.
Hóast
hava
stóra vinningin
næstringarnir hjá
Elisabeth ikki fingið nakrar
serliga stórar jólagávur í ár.
Hon var liðug við allar jóla-
gávurnar, tá hon vann tær
hundraðtúsund krónurnar
Skyldfólkini = uttanlands
fingu skóleistar og pening,
Nógvir skaðar av há
Mynd: Jan Múller
meðan tey heima fingu ym
isk pløgg.
Sosialurin ynskir Elisa-
beth Joensen hjartaliga til-
lukku vid vinninginum
a *
#
Ikuni
Fleiri duttu og fingu skaða i nógvu hálkuni annað jólakvold
JOHN JOHANNESSEN
Løgreglan veit at siga um
fleiri fólk, ið vóru flutt á
skaðastovur kring landið,
eftir at tey vóru dottin í
nógvu hálkuni annað jóla-
kvold.
Eisini hevur løgreglan
fingið boð um fleiri ferðsl-
uóhapp í hálkuni, men
einki teirra var serliga álv-
arsamt.
Annars hevur verið sera
fridarligt kring landið um
jólini. Í Havn hava trý fólk
sovið rúsin út um jólini,
og okkurt einstakt dómi
um húsaófrið hevur verið.
Fyrsta jóladag varð ein 24
ára gamal maður tikin fyri
at koyra við kenning. Ann-
ars er ikki nógv at siga frá
úr politiraportini annað
enn, at ein svørt ketta varð
yvirkoyrd í Havn jólaaft-
an.