Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 29. desember 1999 tíðindablaðið 21 Kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstoðug vinnurekandi Við heimild í logtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeidsloysistrygging og arbeidsåvising, & 12, stk. 6, hevur stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett: Rætt at tekna trygging 81. Rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstoðugt vinnurekandi hevur tann sum: 1. Hevur bústað í Føroyum, 2. hevur inntøku frá persónlig- um arbeiði sum sjálvstoðug- ur vinnurekandi her í land- inum, samanber 8 2, einsamallur ella saman við ødrum, og 3. hevur tað sjálvstoðuga vinnuvirksemið sum høvuds- vinnu Sjálvstoðug vinna 82. Persónur, sum rekur vinnu fyri egna rokning og ábyrgd og við tí endamáli at fáa fíggjar- ligan vinning, er sjålvstødugur vinnurekandi. Stk. 2. Nágreinilig meting verður gjørd av Arbeiðsloysis- skipanini, um vinnan er sjálv- stoðug. Sum meginregla er talan um sjålvstøduga vinnu, tá ið tann vinnurekandi: 1. Hevur fólk í starvi, 2. hevur skattafrádrátt fyri rakstrarútreiðslur og av- skrivingar av rakstrargegn- um sambært reglunum fyri sjålvstødugt vinnurekandi, og verður skattaður av yvir- /undirskoti av virkinum, 3. er mvg-skrásettur, ella 4. er iognari í iognarfelag. Upptøka - Skjalprógv 8 3. Trygging kann teknast frå ti degi, tann vinnurekandi ver- uliga er farin undir sjålvstød- uga vinnu. Í sambandi vid um- sóknina skal tann vinnurekan- di vátta at lúka treytirnar í 88 1 og 2. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja prógv fyri hesum. Stk. 2. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn. Tann vinnurekandi skal harumframt fylla út og undirskriva serligt umsóknarblað frá Arbeiðs- loysisskipanini. Stk. 3. Umsóknarblaðið við neyðugum upplýsingum skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tann vinnurekandi he- vur bidid um upptekuna. Ann- ars fellur umsóknin um upp- tøku burtur. Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann i serligum førum víkja frá freistini, nevnd í stk. 3. Inngjald 8 4. ALS-gjaldið fyri hvort ár hjá sjålvstødugum vinnurekan- di er 1,5 % av skattskyldugu inntøkuni sambært sjálvupp- gávuni og skattaroknskapinum fyri síðst lokna roknskaparár Afturat inntøkuni verða lagdar upphæddir, ið annars mugu metast at vera vunnar av vinnuvirkinum, og frátrektar verða upphæddir, ið mugu metast vera hovuðsvinnuni hjá virkinum óviðkomandi. Stk. 2. ALS-gjaldið fellur til gjaldingar mánaðarliga frammanundan. Stk. 3. Fyri árslok ásetir Arbeiðsloysisskipanin eina fyribils upphædd, sum ALS- gjaldið fyri komandi ár verður roknað av, til inntøkan sam- bært stk. 1 er staðfest av skattamyndugleikunum. Stk. 4. Hjá persóni, sum teknar trygging uttan at hava verið sjálvstoðugur vinnurekandi í eitt álmanakkaár, roknar Arbeiðsloysisskipanin ALS- gjaldið fyri fyrsta árið av eini mettari inntøku. Endaliga gjaldid verdur åsett, tå inntøk- an fyri hetta árið er staðfest av skattamyndugleikunum. Fyri annað árið roknar Arbeiðs- loysisskipanin ALS-gjaldið av eini mettari inntøku. Endaliga gjaldid verdur roknad av inntøkuni fyri fyrsta árið umroknað til 12 mánaðir, tá inntøkan fyri hetta árið er staðfest av skattamyndugleik- unum. Stk. 5. Tryggingartakarin hevur skyldu til, á hverjum ári at boða Arbeiðsloysisskipanini frå skattskyldugu inntøkuni í seinasta lagi 14 dagar eftir at hon er staðfest av skatta- myndugleikunum. Um trygg- ingartakarin eigur pening til góðar, verður hesin goldin honum innan 14 dagar. Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina kann áseta småmunamark fyri at krevja inn fyri ov lítið gjald. ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bottum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 22 fólk. Virksemið hjá ALS er í havudsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frå arbeiðsgevara- og løntakara- feløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Foroya Landsstyri. Stk. 6. Er tryggingartakari í eftirstoðu, og Arbeiðsloysis- skipanin hevur sent honum áminning við boðum um, at tryggingin fer úr gildi, um eftir- stødan ikki er goldin innan 14 dagar eftir, at áminningin er send, og eftirstoðan framvegis ikki er goldin, fer tryggingin úr gildi Stk. 7. Um tann skattskylduga inntøkan er mett av skatta- myndugleikunum, kann skatt- skylduga inntøkan ikki nýtast í sambandi við útrokning av ALS-gjaldi. Stk. 8. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at upplýsingarnar í hesi grein skulu váttast av ríkisgóðkendum ella skrásett- um grannskoðara. Stk. 9. ALS-gjøld sambært hesi grein kunnu krevjast inn við panting. Uppathald av sjålvstødugum vinnuvirksemi 85. Tann, id er tryggjadur sum sjålvstødugur vinnurekandi, verdur mettur at vera arbeids- leysur, tá ið persónliga arbeiði hansara í virkinum er hildið uppat meira enn bráðfeingis, og hann er frámeldaður al- mennum skráum sum sjálv- stødugur vinnurekandi, uttan so, at framhaldandi skráset- ingin ikki kemst av framhald- andi vinnu sum sjålvstødugur vinnurekandi. 8 6. Tað persónliga arbeiðið sum sjålvstødugur vinnurek- andi verdur mett at vera hildid uppat meira enn brådfeingis, tå ið skjalprógvað verður, at vinnuvirkið er endaliga av- hendað ella virksemið er endaliga steðgað. Stk. 2. Vinnuvirksemid kann verda mett uppathildid innan endaliga avhending ella steðg, um tann vinnurekandi skjalprógvar at vera forðaður í framhaldandi at reka virkið. Stk. 3. Verður vinnuvirkid selt á tvingsilsselu, kann tann vinn- urekandi verða mettur at vera hildin uppat innan tvingsils- seluna, um so er, at skjal- prógvað verður, at: 1. Áheitan um tvingsilssølu er latin fútarættinum, Karin Kjølbro (sign.) formaður /Allan Skaalum (sign.) 2. vinnuvirkið er yvirtikið sum nýtiligt veð og/ella verður fyrisitið av veðhavara, og 3. vinnuvirkið verður ríkið uttan hjálp frá tí vinnurekan- di og/ella hjúnafelaga/ sam- búgva og/ella ómyndugum børnum Tad er somuleidis ein treyt, at viðkomandi skrivliga våttar at fráboða Arbeiðsloysisskipan ini, um broytingar eru í teimum í nr. 1-3 nevndu viðurskiftum, og tá vinnuvirkið er selt á tvingsilssølu Stk. 4 Viðkomandi lýkur ikki treytirnar í stk. 1-3, við at av- henda vinnuvirkið til hjúnafel- aga/sambúgva og/ella ómynd- ug bern Utgjald 8 7. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin sjálvstoðugi vinnurekandi hevur rætt til útgjald Stk 2. Útrokningargrundarlag- ið hjá sjålvstødugum vinnurek- andi er inntøkan frá persón- ligum arbeiði sum sjálvstoðug- ur vinnurekandi fyri síðst lokna roknskaparár, áðrenn arbeiðsloysið er staðfest. Stk. 3. Inntøkan, nevnd í stk. 2, er skattskylduga inntøkan sambært sjålvuppgåvuni og skattaroknskapinum. Afturat inntøkuni verda lagdar upp- hæddir, ið annars mugu met- ast vera vunnar av vinnuvirk- inum, og frátrektar verða upp- hæddir, ið mugu metast hev- uðsvinnuni hjá virkinum óvið- komandi. Stk. 4. Um tann skattskylduga inntøkan er mett av skatta- myndugleikunum, kann skatt- skylduga inntøkan ikki nýtast sum útrokningargrundarlag. Í slíkum førum ásetur Arbeiðs- loysisskipanin eitt fyribils út- rokningargrundarlag, til skatt- skylduga inntøkan sambært stk. 2 er staðfest av skatta- myndugleikunum. Stk. 5. Arbeidsloysisskipanin kann krevja, at upplysingarnar i hesi grein skulu våttast av ríkisgóðkendum ella skrásett- um grannskoðara. 8 8. Arbeiðsloysisstuðul verður Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 26. november 1999 ikki goldin, fyrr enn teir í stk. 2 nevndu bíðidagar eru farnir Stk. 2 Hevur hin arbeiðsleysi innteku sambært 8 7, stk. 2, sum er minni enn tann í $ 16, stk. 2 í legtingslóg um arbeiðs- loysistrygging og arbeiðs- ávísing lýsta arbeiðaraárslen, áðrenn treytirnar í $ 14, stk. 1 í somu log eru loknar, er ein bíðidagur. Fyri hverjar heilar kr. 10.000, inntøkan er hægri enn ådurnevnda arbeidaraårsløn, verður bidi- dagatalid økt vid einum degi Stk. 3. Bididagarnir kunnu ongantid vera fleiri enn 10 Uppsøgn 8 9. Tann tryggjadi hevur rætt at siga upp tryggingina vid einari uppsagnarfreist uppå ein månad Stk. 2. Skrivlig uppsøgn skal vera Arbeidsloysisskipanini i hendi seinast i månadinum frammanundan ti fyrsta, sum uppsagnarfreistin sambært stk. 1 byrjar. Fråbodanarskylda 8 10. Tann arbeidsleysi hevur skyldu til at boda Arbeidsloys- isskipanini frå øllum seinni broytingum i inntøkum, sum hava verið nýttar at rokna inngjøld ella útgjeld sambært 88 4 pg 7. 811. Verða broytingar gjørdar í inntekunum, sum nýttar hava verið at rokna inngjeld ella útgjald sambært 88 4 og 7, skal Arbeiðsloysisskipanin gera nýggjar útrokningar. Reglur annars 812. Tryggingar, ið eru teknað- ar, áðrenn henda kunngerð er komin í gildi, koma undir reglurnar í hesi kunngerð, dagin eftir at hon er lýst. 8 13. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjålvstødug vinnurekandi, dagfest 9. juni 1998, við seinni broytingum. "ALS Arbeidsloysisskipanin P.O.Box 3022 * FO-110 Tórshavn Tel 319550 + Fax 310263 teldupostur: alsØals.fo - www.als.fo