hósdagur 30. desember 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SIK
Nr. 249 - 30. desember 1999
Stort nyggjårshald í Hvalvík
Fleiri staðni kring landið, verða kommunurnar aktivir luttakarar, tá
nýggja túsundáraskeiðið skal skjótast inn. Hvalvíkar Kommuna ætlar
sær ikki at standa aftan fyri hinar í so máta, og tiskil verður skipað fyri
stórslignum nýggjárshaldi
JAkUP MORK
Tað er ikki bara í Havn og
suðuri í Vági. at nógv verð-
ur gjørt burturúr, at vit um
fáar dagar fara inn í eitt nýtt
túsundáraskeið
Hvalvíkingar ætla sær so
sanniliga eisini at skjóta
nýggja túsundáraskeiðið inn
so tað forslær
Hetta at gera nógv burtur
úr einum ársskifti er annars
ikki nakað nýtt i kommun-
uni. Í fleiri ár hevur stórt
nýggjárshald verið, har alt
bygdafólkið er savnað
Hetta hevur vanliga verið
——————Gø—V——WI"N"——iiNVW—iII———
fyriskipað av einstakling-
um, sum hava gjørt hetta av
egnum áhuga, men í ár hev-
ur bygdaráðið í Hvalvíkar
Kommunu so gjørt av at
vera við í hesum.
Fyri borgararnar
Heðin Zachariasen, bygda-
ráðsformaður, greiður okk-
um frá, at málið var fyri á
fundi, og semja var um, at
hetta so avgjørt var eitt til-
tak, sum Kommunan átti at
stuðla.
Hvalvíkar Kommuna
hevur seinastu árini goldið
rættuliga nógv av skuldini
niður, soleiðis at skuldin 3
tey seinastu árini er minkað
úr 10,4 niður í 4,8 mi6.kr.,
og hetta hevur sjálvandi
merkt, at rásarúmið fyri til-
tókum fyri borgarunum ikki
hevur so stórt, sum um pen-
ingurin varð nýttur til onnur
endamál.
Ti helt bygdarådid, at
hetta var eitt fínt høvi til at
gera nakað fyri borgararnar
í kommununi, sum telur
bygdirnar Hvalvík, Streym-
nes og Nes.
Nakað eyka
Tiltakið byrjar gamlaárs-
Gamlaárskvold skipar bygdaráðið í Hvalvíkar Kommunu fyri størfingnum nýggjárs-
haldið, sum er ætlað øllum bygdafólkinum
kvold kl. 20, tá skipað verð-
ur fyri borðhaldi, sum er
Pí. formula fo.
Tað vil siga, at nøvnini
Pf. Formula Føroyar
Formula Xerox
januar 2000 kemur fyrtaka okkara at eita
fella burtur. Við hesum vóna vit at tann ørkymian,
ið stendst av at hava flein navn fellur burtur.
Pí. formula fo
ynskir øllum her á klettunum eitt gott og eydnu-
berandi årtusund, og takka fyri tað brátt fama
i
Tet +298 311 115 - ekkoer:
ætlad øllum borgarum i
kommununi. Við tað at
bordhaldid er sett at byrja
kl. 20, er gjørligt hjå bygda-
fólkinum at røkka bæði
guðstænastuni og borðhald-
inum, soleiðis at eingin
verður við skerdan lut. I løt-
uni eigur kommunan eingi
hóli, sum kunnu rúma nóg
mikið av fólkum, men hetta
verður tó eingin trupulleiki,
við tað at P/F Skretting eig-
ur eini stór og rúmlig holi,
sum verða nýtt til enda-
málið.
Borðhaldið stendur so við
í einar tríggjar tímar, áðrenn
kyndlagongan byrjar uml.
Kl. 23. Frammanundan hes-
um verða ein rúgva blikkum
tendrað, so tá kyndilsber-
ararnir fara avstað, skuldi
rættuligur nýggjársdámur
verið á bygdini. Gingið
verður runt bugtina, soleiðis
at enda verður við bálið, har
kyndlarnir verða nýttir til at
fáa gongd á logan.
Um midnáttarleitið verð-
ur so tað stóra brakið, tá
fýrverk fyri einar 25.000 kr.
skal sendast í loft. Eftir at
skotið er, verða allarhelst
stundir til at fáa sær prát,
soleiðis sum siður er, og um
tvey tíðina verður so farið
oman í kappróðraneystið,
har dansur verður fyri
bygdafólkinum.
Bæði bál og dansur hava
verið vanligir tættir seinastu
árini har á leiðini, men risa
borðhaldi, saman við
kyndlagonguni og fýrverk-
inum fer ivaleyst at gera sitt
til, at dámurin gerst heilt
serligur hesu ferðina.
Fer at eydnast væl
Sum omanfyri nevnt, so er
hetta fyrstu ferð, at
kommunan sjálv er við til
at fyriskipa eitt slíkt tiltak,
men Heðin Zachariasen ber
ongan ótta fyri, at tiltakið
ikki fer at eydnast.
Gott fólk er sett at taka
sær av øllum lutum, soleiðis
at ymsir ábyrgdarpersónar
eru at taka sær av kyndlum,
blikkum, báli, fýrverki og
borðhaldi.
Heðin ivast sostatt ikki i,
at alt fer at ganga sum tað
skal, og at einasta fording,
sum kann gera seg galdandi
er... veðrið. Vóanandi fer
hetta tó eisini at vera í lagi,
soleiðis at allir føroyingar,
sundalagsmenn og aðrir,
koma væl inn í nýggju øld-
ina. Tað vildi í øllum fórum
verið synd, um alt fýrverkið
mátti bíða í 1000 ár afturat.
Heðin Zachariasen, bygdaráðsformaður í Hvalvík,
heldur at túsundáraskiftið er eitt fínt høvi til at gera
nakað fyri borgararnar í kommununi
Mynd: Jens Kr. Vang