fríggjadagur 11. august 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 152 - 11. august 2000
Nr. 152 - 11. august 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Øldirnar møtast í fløgu- og
bókabúðini, Leikalund, í
Klaksvík.
Á teimum meira enn
100 ára gomlu hillunum
standa fløgur framleiddar í
nútímans digitalari tøkni.
Og á teimum slitnu disk-
unum finnur tú bøkur prent-
aðar í litum í framkomnum
maskinum.
Tað er eitt spæl millum
eina farna tíð, við eina-
handli og avmarkaðum
vøruútboð, og eina tíð, tá
hillirnar eru á tremur við
modernaðum popptónleiki
og ein telda hevur funnið
sítt pláss úti við vindeygað.
Inn at hyggja
Edvard Fuglø og Bjarni
Ziska Dahl hava seinastu
tríggjar mánaðirnar rikið
handilin Leiklund í hølun-
um hjá gamla einahandlin-
um, sum helt til í Klaksvík
frá umleið 1840.
Og hóast framstigið
hevur verið stórt síðani tá,
er sjálvt grundarlagið undir
nýggja handlinum - høli og
innbúgv - gamalt og slitið.
Men tað er samstundis tað,
sum ger handilin til nakað
heilt serligt.
- Tað eru ofta fólk koma
inn og siga, at tey bara ætla
at hyggja eitt sindur, tí tey
halda at handilin er so ser-
ligur, sigur Bjarni Ziska
Dahl.
- Og tað er stuttligt at
síggja, at tey koma aftur, tí
her er nógv at fáa við, sigur
hann.
Eisini list og hondverk
Hann og Edvard Fuglø
fingu hugskotið um handil-
in beint eftir nýggjár.
- Vit hildu, at tað mangl-
aði ein veruligur fløguhan-
dil í Klaksvík, men tað end-
aði við, at handilin eisini
kom at umfata bøkur, hand-
verk og list, sigur Bjarni.
- Størsta sølan er í fløg-
um, men vit selja eisini fitt
av bókum og hinum vørun-
um, sum vit hava.
Handilin virkar sum eitt
lítið gallarí, tí á veggjunum
hongur list hjá ymiskum
føroyskum listafólki, og ein
partur av hølunum er settur
av til føroyskt hondverk og
brúkslist.
Lokka fólk uttan tilboð
At Leikalund heldur til í
gomlu handilshúsunum, har
Jens Klæmint Isaksen hevði
handil fram til 1991, kemst
av at Norðoya Fornminna-
felag vil hava, at lív er í
gomlu húsunum. Forn-
minnafelagið heldur sjálvt
til aðrastaðni í húsunum.
Treytirnar hjá Leikalund
fyri at verða í handlinum er,
at einki verður broytt uttan
í samráði við nevndina í
Norðoya Fornminnafelag.
Sumt av innbúgvinum er
líka gamalt sum handilin,
Gamli einahandilin
nú sum fløgubúð
- Hugskotið hjá okkum var at gera ein handilin, sum kann
lokka fólk inn, uttan at tað hongur eitt tilboðsskelti í
vindeyganum, sigur Bjarni Ziska Dahl, annar av monnunum
aftanfyri forkunnugan handil í Klaksvík
meðan annað er eitt sindur
nýggjari.
Áðrenn handilin lat upp,
brúktu Bjarni og Edvard
einar tríggjar mánaðir til at
gera hølini klár. Tað, sum
varð broytt, varð gjørt í upp-
runastand, og alt, sum
skuldi brúkast til fløgur og
bøkur, varð hondgjørt til
handilin.
- Hugskotið hjá okkum
var at gera ein handilin, sum
kann lokka fólk inn, uttan
at tað hongur eitt tilboðs-
skelti í vindeyganum, sigur
Bjarni Ziska Dahl.
Hvørki sterilt ella
hátøkni
Hóast ungfólk eru ein týð-
andi partur av viðskiftafólk-
unum hjá Leiklund, dámar
teimum væl gamla stílin í
handlinum.
- Nógvastaðni verður
roynt at gera handlar til ung
sterilar og hátøkniligar, men
hetta er nakað heilt annað.
Her er gamalt innbúgv,
slitnir diskar og skeivar hill-
ar, men tað dámar teimum
væl, sigur Bjarni Ziska
Dahl.
Konseptið er sjáldsamt
og øðrvísi, men tað er ikki
altíð so praktiskt.
- Tað finst neyvan ein
bein hill inni í handlinum,
men tað mugu vit taka við,
tí hetta er ein gamal handil,
sum skal líkjast sær sjálv-
um, sigur Bjarni Ziska
Dahl.
Edvard Fuglø frammanfyri gomlu diskarnar, har modernaður popptónleikur nú heldur
til.
Mynd: JH
Fríggjadagin 11. august
kl. 17
Kabarettin »Land í eygsjón« verður sýnd fyri børnum
kl. 18–22
Tivoli á Nýggjaveg
kl. 19–22
Stevnukioskin opin
kl. 20
Kabarettin »Land í eygsjón« verður frumsýnd
kl. 20–22.30 Barnadansur í teltinum
kl. 23
Dansur í teltinum, Feedback spælir
Leygardagin 12. august
kl. 14
Una Hansen setur stevnuna í Geilini. Nólsoyar Sangkór
luttekur
kl. 14.30–01 Stevnukioskin opin
kl. 14.30
Kappróður um Nólsoyarfjørð byrjar undir Argjalandinum
kl. 15
Stuðulssvimjingin um Nólsoyarfjørð byrjar Yviri við
Strond
kl. 15–23
Breyðsøla í Avhaldshúsinum
kl. 15–24
Tivoli á Nýggjaveg
kl. 15 uml.
Bátarnir koma á mál á Nólsoyarvík
kl. 16
Nólsoyar sterkasti maður á økinum við Nólsoyar Alistøð
kl. 16–20
Kapping og spøl fyri børn í skúlanum
kl. 16–20
Loppumarknaður og kaffisøla í skúlanum
kl. 16.30–18 Svimjararnir koma í land í Nólsoy
kl. 17
Kabarettin »Land í eygsjón« í Royndarhúsinum
kl. 19
Kabarettin »Land í eygsjón« í Royndarhúsinum
kl. 20–22.30 Barnadansur í teltinum
kl. 22
Felagssangur undir Mikkjalsveggi
kl. 23
Dansur í teltinum, All that Rain spælir
Sunnudagin 13. august
kl. 12
Gudstænasta við Sverra Steinhólm, presti
kl. 14–18
Kapping og spøl fyri børn í skúlanum
kl. 14–18
Loppumarknaður og kaffisøla í skúlanum
kl. 16–20
Tivoli á Nýggjaveg
kl. 16–20
Stevnukioskin opin
kl. 18
Kabarettin »Land í eygsjón« í Royndarhúsinum
Mánadagin 14. august
kl. 20
Kabarettin »Land í eygsjón« í Royndarhúsinum
* Alla dagarnar er møguleiki at síggja bátin hjá Ova, »Dianu Victoriu«.
Í sambandi við stevnuna siglir M/F Ritan soleiðis:
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
07.00
09.15
12.00
13.00
10.00
15.00
15.00
15.00
18.00
18.00
18.00
20.00
21.00
19.30
23.00
23.00
20.30
03.00
Siglt verður nevndu tíðir av Bursatanga og úr Nólsoy uml. 20 min.
seinni.
Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy
Skrá fyri
Skrá fyri
Ovastevnu 2000
Løgmansrøðan 2000 prógv-
aði enn einaferð, at før-
oyska samfelagið hevur lig-
ið í andaleypi líka síðani
sitandi landsstýri tók við.
Fullveldisætlanin hevur
havt fyrsta prioritet hjá sam-
gonguni, og fyri hesi ætlan
má alt annað víkja. Næstan
øll úrslitini, sum løgmaður
í ólavsøkurøðuni gav sit-
andi samgongu heiðurin
fyri, vóru í ljósmála, og um
at vera loyst, longu tá lands-
stýrið varð skipað. Bert tvey
av málunum, sum vóru
nevnd í ólavsøkurøðuni
vóru ikki byrjaði av álvara,
tá verandi landsstýri tók við.
Hetta kann ikki kallast eitt
nøktandi úrslit hjá eini sam-
gongu, sum hevur virkað í
meira enn tvey ár.
Íløguætlanin
Landsstýrið arbeiðir í løtuni
við eini íløguætlan, sum er
soleiðis samansett, at íløgur
serliga verða gjørdar í teim-
um pørtunum av landinum,
har lítið virksemi er. Hetta
er skilaleyst, tí landsstýrið
kann ikki bara síggja burtur
frá tí veruleika, at meira enn
ein triðingur av Føroya fólki
vil helst búgva í Suður-
streymoy. Hví gera íløgur
allar aðrar staðir, enn júst
har, sum fólk vilja búgva?
Búskapurin
Búskaparliga gongur væl í
Føroyum í løtuni. Hetta
kunnu vit øll fegnast um, og
eg má geva løgmanni rætt
tá hann í ólavsøkurøðuni
sigur, at tað er tann góði
fiskiskapurin og høgu prís-
irnir, sum hava vent dapur-
skygni til framfýsni, nógv
skjótari enn nakar hevðir
roknað við.
Men at løgmaður leggur
saman yvirskot fyri land og
kommunur fyri 1999, og
síðani samanber hetta við
blokkstuðulin (sum um
hann bert var ein viðfáning-
ur) tænir honum ikki til rós.
Tí hvat hendir tann dagin,
tá fiskaprísirnir aftur falla,
um Føroyar tá eru fullveldi
við ongum blokkstuðuli ?
Fullveldið
Samráðingarnar við donsku
stjórnina um fullveldið hava
gingið illa, sigur løgmaður
í ólavsøkurøðuni. Serliga
hevur tað verið spurningur-
in um búskaparligu skiftis-
tíðina, sum hevur verið eitt
knútapunkt undir samráð-
ingunum.
Nú sigur nýggjasta hug-
skotið, at Føroyar skulu
skipa sín egna skiftisgrunn.
Vit skulu goyma pengar,
sum skulu nýtast í skiftis-
tíðini. Men hvaðani skulu
pengarnir koma frá?
Í hesum sambandi er vert
at minna á, at landsstýrið
hevur undir samráðingu-
num við donsku stjórnina
eina ferð boðið seg til at seta
eina møguliga oljuvinnu í
pant fyri longri skiftistíð.
Yvir 80 prosent av føroya
fólki søgdu seg vera ímóti
hesi ætlan.
Eg gangi út frá, at føroya
fólk hava somu støðu, tá
1898, til fútin í 1989 gjørdi
ætlanir um at byggja nýggja
sýsluskrivstovu niðri við
Holmsbakka. Henda byggi-
ætlan bleiv seinni slept, og
man valdi at fáa núverandi
sýsluskrivstovu
endur-
nýggjaða. Alt gott um tað,
men hvat kann nærum-
hvørvið hjá sýsluni ikki
standa fyri missi, um skriv-
stovan verður flutt til Havn-
ar?
Sýsluskrivstovan hevur
fleiri ábyrdafullar tænastur
liggjandi á sær, so sum báta-
skráseting, friðingarmál,
grindamál og nógv onnur
politimál. Eisini røkir sýslu-
skrivstovan nakrar uppgáv-
ur fyri dómsvaldið og ríkis-
umboðið. Herundir kunnu
nevnast fútasakir, deyðs-
búgv, giftarmál og hjúna-
skilnaðir. Tað fer heilt víst
at forverra tænastustøðið,
um fútin velur at miðsavna
alt í Havn, á Fútaskrivstov-
uni, har opið er frá kl. 10 til
15. Haðani verður tú so
sendur víðari til onkran ann-
an o.s.fr.
Harafturat hevur sýslu-
maðurin í Vestmanna, eins
og tann á Sandi og í Suður-
oynni, eina døgntænastu.
Hetta merkir, at øll tænasta,
t.d. mynstringar við skipum,
kann gerast, nær á døgni-
num tað skal vera - ein tæn-
asta, ið sýslumaðurin ger av
sínum eintingum.
Færri starvsfólk
Talið av starvsfólkum á
sýsluskrivstovuni í Vest-
manna er tey seinastu árini
lækkað, av tí at nýggj fólk
hava ikki verið sett í starv,
so hvørt sum fólk eru farin
úr starvi. Spurningurin er
so, um endamálið við hes-
um er at »niðurpína« stovn-
in fyri at rættvísgera eina
niðurlegging. So hvørt sum
starvsfólkini gerast færri í
tali, megnar stovnurin ikki
at røkja allar uppgávurnar.
Hetta kann so seinni nýtast
sum grundgeving fyri at
niðurleggja stovnin.
Einki er at ivast í, at brúk
er fyri eini sýsluskrivstovu
í Norðurstreymoy. Eisini
má havast í huga tann søgu-
ligi rætturin til at hava
henda stovn í bygdini. Tá
ið so eingin haldfør grund-
geving er fyri at flyta stovn-
in, má sigast, at ætlanin bert
tænir miðsavningini.
Heldur átti man at víst
stovninum álit, og flutt hon-
um fleiri arbeiðsuppgávur,
– og eitt rímiligt tal av
starvsfólkum.
9. august 2000
Olav Enomoto
Vestmanna
Føroyska samfelagið
má nú koma víðari
Sýsluskrivstovan
í Vestmanna
niðurleggjast?
Heðin Mortensen
Norðurstreymoy
fer
at
verða fyri stórum missi, um
fútin velur at flyta sýslu-
skrivstovuna fyri Streym-
oynna úr Vestmanna til
Havnar.
Alt skal flytast til Havnar,
soleiðis er niðurlagi, og tað
man ikki vera nøkur bygd,
sum kann gera seg til und-
antakið longur. Miðsavning
hevur verið loysiorðið hjá
flestu leiðslum, og Vest-
menningar hava merkt hett-
ar so dyggiliga, millum ann-
að tá ið SEV flutti meiri-
lutan av skrivstovuarbeiði-
num úr Vestmanna til Havn-
ar. Eftir er bert ein symbolsk
skrivstova frá tí farnu tíð,
tá ið SEV bleiv stovnað.
Tænastustøði lækkar
Nú ætlar fútin at endurtaka
søguna við at flyta sýslu-
skrivstovuna til Havnar.
Hetta fer at hava við sær, at
bygdin og Norðurstreymoy
sum heild fer at missa eina
søguliga, góða og nærliggj-
andi tænastu.
Fútin hevur í útvarps-
sending sagt, at tað er vegna
sparingar, at hann nú vil
niðurleggja sýsluskrivstov-
una í Norðurstreymoy. Men
einki verður tó sagt um,
hvat er bíligari við at gera
arbeiðið í Havn.
Søguliga hevur verandi
skrivstova virkað líka síðani
Í dag lata Jákup Fuglø
og Ann Fuglø upp for-
vitnisliga málningafram-
sýning í List-gallarínum
Fríðriksvág í Vágsbotni
í Havn.
Jacob Fuglø, sum er
ættaður úr Klaksvík, fór
at mála um 1968 meðan
hann var í Grønlandi.
Síðani kom hann heim
og býr nú í Hvalvík, men
hevur aldrin slept pensli-
num og hansara myndir
hanga víða hvar.
Serliga hevur hann
Listafram-
sýning
sýnt fram í Grønlandi,
men hevur eisini verið
við á mongum framsýn-
ingum í Føroyum, og nú
hava tey, ið eru í Havn
frá 11. til 18. august,
møguleika fyri at síggja
myndir hansara.
Dóttir hansara Ann,
sum býr í Klaksvík, er
eisini við á hesi framsýn-
ing.
Opið er gerandisdagar
frá 16 til 17.30 og leyg-
ardag frá 10.30 til 12.
kontoin eitur skiftisgrunnur,
sum tá hon eitur pant.
Vit skulu víðari
Spurningurin er, hvussu
leingi føroyska samfelagið
kann liggja í andaleypi,
meðan bíða verður eftir, at
samráðingarnar við donsku
stjórnina skulu verða lidnar.
Tíðin má nú vera komin,
hvar ið samgongan sleppir
fullveldisætlanini, so at før-
oyska samfelagið kann
koma víðari.
Sambandsflokkurin al-
mannakunngjørdi fyri ein-
um ári síðani eitt nýskipan-
aruppskot, sum er eitt greitt
alternativ til fullveldisupp-
skotið. Hetta uppskot fer at
geva føroyingum ótaldar
møguleikar, uttan at skapa
tann ótryggleika, sum full-
veldisuppskotið gevur.
Tíðin er nú komin, hvar
ið hetta uppskot eigur at
Viðmerking:
koma til sín rætt. Vit kunnu
ikki longur lata eitt heilt
samfelag liggja niðurbund-
ið, bara tí at nakrir politik-
arar hava veruleikafjarðar
dreymar.
Heðin Mortensen
Ovastevna
um vikuskiftið
Eins og undanfarin ár verð-
ur Ovastevna hildin í
Nólsoy. Stevnan verður
hesaferð vikuskiftið 11.-13.
august.
Seinastu tvey árini hevur
verið skipað fyri stuðuls-
sveimjing um Nólsoyar-
fjørð, og so verður eisini í
ár. Tað er aftur Erlendur
Simonsen, sum skipar fyri
»praktiska« partinum av
svimjingini.
Hini bæði árini hevur ver-
ið heitt á fyritøkur um at
stuðla hesi svimjing, men í
ár verður gjørt øðrvísi. Í ár
verður møguleiki hjá van-
ligum fólki at stuðla. Hetta
verður gjørt við at vedda um
tíðina, skjótasti svimjarin
brúkar um fjørðin.
Veddað verður á serligum
girokortum, ið eru løgd út á
útvald posthús í landinum.
Hesi eru í Vági, á Tvøroyri,
í Hvalba, Havn, Nólsoy,
Saltangará og Klaksvík.
Umframt at stuðla verður
samstundis kappast um ein
vinning, sum er ein ferð til
Hetlands
við
Norrønu
mánadag, yvirnátting á ho-
telli í Lerwick við morgun-
mati og heimaftur týsnátt.
Við í vinninginum er eisini
stóra kalda borðið umborð.
Tann, ið er nærmastur vinn-
aratíðini hjá svimjarunum,
vinnur ferðina. 10 tey næstu
fáa eina Ovamynt.
Kappróður og onnur
tiltøk
Onkuntíð hevur eisini verið
skipað fyri kappróðri á Ova-
stevnu og verður hetta tiltak
tikið uppaftur í ár. Róðurin
verður tó skipaður øðrvísi
enn fyrr. Teinurin verður
nevniliga einar 5000 metrar
- frá Argjalandinum og á
Nólsoyarvík.
Flestu
10-mannaførini
fara at luttaka, nýggi og
gamli Nólsoyingur, Havnar-
báturin, Eysturoyingur og
Vestmenningur. Spennandi
verður at síggja, hvussu
manningarnar fara at hildn-
ast á so longum teini.
Sum vant verða onnur til-
tøk á stevnuni. Nevnast
kunnu kabarettin, sum er
eitt sera væl umtókt tiltak,
tivoli, kapping og spøl fyri
børn, Nólsoyar sterkasti
maður og so sjálvandi dans-
ur. Fríggjakvøldið spæla
lokalu Feedback, meðan
kenda All that Rain spæla
leygarkvøldið.
Ongum nýtist at ganga
svangur á stevnuni, tí bæði
breyð og pylsur verða at fáa.
BLÓÐ BANKIN
Tlf. 311397