fríggjadagur 11. august 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 152 - 11. august 2000
Nr. 152 - 11. august 2000
Torbjørn gevur
rangar upplýsingar
Nú løgmansrøðan var til
viðgerðar á tingi, hevði
undirritaði forfall og kundi
sostatt ikki taka lut í orða-
skiftinum. Men orðaskiftið
varð útvarpað, so høvið var
at hoyra tað.
Nakað ið fall mær fyri
brósti, var tann fráboðan, ið
Torbjørn Jacobsen bar fram,
um at Almanna- og heilsu-
skúlin, ið skuldi verða í
Havn, nú bráddliga skal
verða á Tvøroyri. Sam-
stundis segði hann, at eingi
boð
frammanundan
vórðu givin um, hvar
nevndi skúli skuldi verða.
Henda seinna fráboðan
hansara var ósonn og lítið
sømilig fyri nývaldan lands-
stýrismann.
Eitt sindur um
gongdina í málinum
Undirritaði, ið sat sum
landsstýrismaður
undan
Torbjørn J. legði lógarupp-
skotið um Almanna- og
heilsuskúlan á tingborð.
Undir 1. viðg. segði eg frá,
at ætlanin var at leggja skúl-
an í Havn so tætt samstarv
fór at verða millum Sjúkra-
systraskúlan og nýggja Al-
manna- og heilsuskúlan.
Víst varð á nógvar fyrimun-
ir við hesi ætlan - bæði und-
irvísingarliga og fíggjarliga.
Somu sjónarmið bar eg
fram á fundi í Løgtingsins
mentamálanevnd.
Lógaruppskotið
fekk
fulla undirtøku í tinginum
uttan at taka støðu til hvar í
landinum
skúlin
skudi
verða. Hesa avgerð hevði
landsstýrismaðurin einsa-
mallur. Landsstýrismaðurin
tók ta avgerð, sum hann
hevði boðað tinginum øll-
um og mentanarnevnd Løg-
tingsins frá, um at skúlin
skuldi verða í Havn.
Tann 3. febr. varð Sjúkra-
systraskúlin fluttur frá Al-
manna- og heilsumálastýr-
inum til Undirvísingar- og
mentamálastýrið og tá varð
farið undir fyrireikingar av
tí nýggja skúlanum og sjálv-
andi eftir boðum landsstýr-
ismansins í skúla- og
mentamálum.
Alt hetta kundi Torbjørn
J. fingið sær upplýsingar
um frá sínum egna stýri, so
hann slapp undan at gera
rangar upplýsingar um tað
sum er farið fram. Hann
kundi somuleiðis ráðført
seg við Høgna Hoydal.
Viðgjørt av
tingflokkinum
Annars fari eg at minna Tor-
bjørn J. á, at spurningurin
um hvar nevndi skúli skuldi
verða, varð gjølla umrøddur
í tingflokki okkara. Tá varð
kjakast um, antin skulin
skuldi verða í Sandoynni
ella í Havn. Hergeir Nielsen
bar uppá mál at leggja skúl-
an á Tvøroyri, men tóktist
tað ikki at vera áhugi fyri
tí.
Tað løgna hendi á fund-
inum, at øll løgtingsumboð-
ini í Suðurstreymoy uttan
Finnbogi Ísakson, vildu
hava skúlan at liggja uttan
fyri Havnina og helst í
Sandoynni.
Endaliga
niðurstøðan
gjørdist, at ætlan landsstýr-
ismansins, ið vardi av mál-
inum um at leggja skúlan í
Havn, varð tikið til eftirtekt-
ar við tí ískoyti, at skeið ið
skúlin fór at skipa fyri,
vórðu eisini hildin uttanfyri
Havnina. Full semja varð
um tað.
Lista- og handverk-
skúlin úr Klaksvík
Annars boðaði sami lands-
stýrismaður frá at Lista- og
handverkskúlin
skuldi
leggjast í Sandoynna. Tað
er ein heilt ótrúliga løgin
arbeiðsháttur, at vit sum eru
í sama flokki og í samgongu
fyrstu ferð frætta um hetta
av tingsins røðarapalli. Fyrr
hevur tað havt stóran og av-
gerandi týdning at slík mál
hava verið umrødd í ting-
flokkinum. Henda siðvenja
er nú avtikin, skilji eg, og
landsstýrismaðurin kann
taka støðu uttan at ráðføra
seg við nakran.
Um Lista- og handverk-
skúlan er at siga, at klaks-
Av tí at ein síða í faksinum við innlegginum
hjá Signar Hansen datt í millum í gjár kom
greinin at siga beint í móti tí høvundurin
ætlaði. Vit endurprenta tí brævið frá Signar
Hansen í dag í fullari longd.
blaðstjórin
Ein síða glapp
ímillum
víkingar hava lagt nógva
orku í, at fingið slíkan skúla
stovnsettan.
Ætlar Torbjørn J. veruliga
at taka henda skúla frá
klaksvíkingum leggja hann
aðrastaðni
í
Føroyum?
Hava Heini O. Heinesen og
Karsten Hansen verið við í
hesum leiki? Eg fái meg
neyvan at trúgva tí, kenni
eg teir rætt.
Sjálvur haldi eg, at skúlin
framhaldandi eigur at verða
í Klaksvík, tí tey fólk ið
higartil hava arbeitt við hes-
um skúla, hava prógva stórt
dugnasemi og eiga at fáa
møguleikan at halda fram.
Eftirskúlin
Tá ið lógin um eftirskúlar
varð løgd fram, varð eisini
nógv umrøtt, hvar ein slíkur
skúli skuldi verða. Ting-
manning Tjóðveldisfloksins
tosaði nógv um hetta mál,
men skal eg ikki koma nærri
inn á tað, ið fór fram.
Eg skal ikki dylja yvir, at
sjálvur havi eg hildið og
haldi, at Sandoyggin og
Suðuroyggin høvdu verið
stak góð støð, at lagt slíkan
skúla á. Men havast skal í
huga, at talan er um ein
sjálvsognarstovn, ið hevur
sína serligu skipan og reglur
at ganga eftir, ið m.a. sigur
at tað eru stigtakarnir, ið
avgera hvussu skúlin skal
skipast og somuleiðis, hvar
hann skal vera.
Men í lógaruppskotinum
stendur
somuleiðis,
at
landsstýrismaðurin í skúla-
og mentamálum kann taka
stig til slíkan skúla. So her
eru møguleikar.
Samanumtikið skal verða
sagt, at arbeiðsháttur lands-
stýrismansins í samband
við, hvar skúlar skulu leggj-
ast tykist rættiliga løgin.
Mangir tingmenn høvdu tað
á orði og ógvaðust um fram-
ferð landsstýrismansins. Eg
kann bert leggja aftrat at eg
teljist ímillum hesar, men eg
vóni at landsstýrismaðurin
tekur annað skinn um bak,
so samgongan ikki fær
óneyðugar
trupulleikar
aftrat at dragast við.
Signar á Brúnni
Bjørn á Heygum
og Signar á Brúnni
kanningin
Løgtingið setti í verk eina
kanning av embætisførsluni
hjá Signar á Brúnni við
undirritaða sum kanningar-
stjóra.
Henda kanning er av ein-
hvørjari orsøk komin tvørt-
fyri hjá Bjørn á Heygum,
advokati og hevur reakti-
ónin verið øgilig bæði í talu
og uppá prent.
At gera viðmerkingar til
viðmerkingarnar hjá Bjørn
á Heygum til málið liggu
ruttanfyri arbeiðssetning
mín, so hetta fari eg at lata
vera við so freistandi tað
enn kann tykjast at komm-
entera hesar viðmerkingar,
sum í so ríkiligan mun hava
fingið tilført tað í saft, sum
tær kanska mangla í kraft.
Meira er ikki at siga frá
mínari síðu um hetta mál.
Harvið slepst eisini undan
at falla í somu grøv sum
mín kollega við einum hópi
av negativt løddum karakt-
eristiska sum løgin, marg-
háttlig, ótrúlig, fantastisk,
Kanningarstjórin Petur Even Djurhuus gevur Bjørn á
Heygum, advokati, nøkur orð á vegnum í sambandi við
hansara harðligu fordøming av kanningini
full av andsøgn, skammilig
og skítbýtt.
Við kollegialari heilsan
Petur Even Djurhuus,
advokatur
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
JÓANNES HANSEN,
HERFØLGE
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
var altjóða fótbóltur á skr-
ánni í Herfølge, tá Glasgow
Rangers mikukvøldið vit-
jaði á summarklædda sta-
dion í Køge Kommunu. At
verturin var lítil og óroyndir
sást á fleiri brøgdum. Dyst-
arprogrammið - eitt falsað
A3 ark - var ússaligari enn
tey flestu, tá føroysk lið
spæla heimadyst í Europa
Cup. Tað tóktist heldur ikki
sannførandi, og tað hóvaði
heldur ikki heimaáskoðaru-
num, tá vertirnir undan
dystinum høvdu sekkja-
pípumann á vøllinum, um-
fram at hann í steðginum
spældi Amazing Graze við
sekkjapípum. Tað tóktist,
sum áskoðararnir hildu, at
hetta var at taka fyrimunin
av heimavølli burtur.
Og á vøllinum vóru heim-
amenninir serliga í 1. hálv-
leiki tungir og fjálturs-
stungnir.
- Í steðginum segði ven-
jarin, at vit skuldu gloyma
alt uttan-hóvastákið og
spæla frígjørt. Eg haldi, at
okkara avrik var væl betri í
2. hálvleiki, og tað var spell,
at vit í hvussu so er ikki
skoraðu eitt mál.
Hetta segði Jákup Mikk-
elsen eftir 3-0 tapið. Hann
var einasti maður á heima-
liðnum, sum áður hevði ver-
ið í altjóða uppgávum. Um-
framt landsdystir, hevur
hann roynt seg í Europa
Cup. Tað gjørdi hann, tá
KÍ í 1992 spældi móti Skon-
to Riga.
John Faxe Jensen er Her-
følge maðurin við størstu
altjóða royndunum. Miku-
kvøldið helt hann seg tó á
síðulinjuni í samfullar 90
minuttir:
- Eisini í dystum, sum
verða taptir, ber til at finna
okkurt positivt. Vit taptu 3-
0, og tað vóru røttu menn-
inir, sum løgdu rygg til tap-
ið. Um tað framyvir hevði
verið málleyst miðskeiðis í
2. hálvleiki, so hevði eg sett
meg sjálvan inn á vøllin,
segði Herfølge venjarin.
Málini
Jákup Mikkelsen hevur eftir
summarsteðgin fingið sær
annan málmansvenjara. Tal-
an er um Svend Knudsen,
sum var fyrsti málmansven-
jari hjá Jákupi í Herfølge.
Tá Ole Mørch fór til AB,
gjørdist Svend Knudsen
hjálparvenjari, og eina tíð
hevði Jákup ongan mál-
mansvenjara. So gjørdist
fyrrverandi kappingarneytin
hjá Jákupi, Kai Larsen, mál-
mansvenjari, men í nýggja
kappingarárinum arbeiða
Svend Knudsen og Jákup
Mikkelsen aftur saman.
Málmansvenjarin nýtti 50
ára føðingardagin hjá sær til
at hita Jákup upp, og før-
oyski landsliðsmálverjin
stóð seg sum heild væl.
- Eg haldi, at hann kundi
havt bjargað fyrsta máli-
num. Skotið hjá týska Jörg
Albertz var gott, men tað
var úr 35 metrum, og sýnið
hjá Jákupi var gott, helt Her-
følge venjarin eftir dystin.
Jákup segði einki um
hetta, men onkur tíðinda-
maður helt, at málmaðurin
kundi ikki lastast fyri dúkk-
andi og skrúvandi brand-
skotið, sum fór dygst undir
samankomingini.
Hevði jákup havt bjargað
skotinum, so hevði talan
verið um framúr málverja-
spæl. 28 minuttir vóru far-
nir, tá fyrsta málið kom.
Tveir minuttir seinni var Já-
kup púra ósekur, tá mót-
støðumenninir
steðgaðu
Herfølge uppspæli. Gio-
vanni Van Bronckhorst
streyk ígjøgnum í vinstru,
og Rodney Wallace stýrdi
flata innlegginum í kassan.
Í 2. hálvleiki drønaði mið-
verjin, Lorenzo Amoruso,
eftir stutt fríspark úr 17 met-
rum framvið manngarði-
num og upp í hornið - uttan
møguleika
hjá
málver-
janum.
Herfølge meira
skotskir
Glasgow Rangers er sam-
ansett av stórspælarum úr
Hollandi, Italia, Týsklandi,
Onglandi umframt skotum.
Herfølge ruddiliga sett upp á pláss
Uppgerðin í summarveðrinum á Sælandi minti nógv um tær, sum føroysku liðiðini plaga at vera annar parturin í
Fyrrverandi
hollendski
landsliðsvenjarin, Dick Ad-
vocaat, hevur fingið rætt-
uligt fastlandssnið í spælið.
Jörg Albertz var ein ríur
generalur, Giovanni Van
Bronckhorst var sterkur í
vinstru, og Stefan Klos í
málinum vísti fleiri ferðir
góðar bjargingar, tá Her-
følge síðstu løtuna trýsti. Tá
fekk Jákup eisini møguleik-
an, tí Rangers hótti við mót-
álopum.
Meðan Rangers brúkti
hugfloðið og nógvar sta-
tiónir, so royndi Herfølge í
skotskum stíli við longum
sendingum fram á vøllin.
Tað gav einki. Rangers fer
at fáa fleiri stig í bólka-
spælinum, meðan Herfølge
er lítið meistarakent. Tað
verður ivalaleyst at gera hjá
Jákupi Mikkelsen í Hamp-
den Park, Glasgow, annað
mikukvøld.
Undan dystinum
vórðu gestirnir bod-
nir vælkomnir við
m.a. sekkjapípu-
tónleiki, og hetta fall
onkrum áskoðara fyri
bróstið
Einki er at ivast í, at
føroyski landsliðsmál-
verjin fær nóg mikið
at gera, tá Herfølge
um tvær vikur vitjar á
Hampden Park í
Glasgow