Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. august 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 152 - 11. august 2000 Nr. 152 - 11. august 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Írar skifta spøl í Fuglafirði EDVARD JOENSEN Kambsdalur: Teir hava stórarbeiði í gongd hjá KJ- Hydraulikk í løtuni. Eitt írskt og tvey føroysk skip standa á ordralistanum. Tað liggur eitt stórt reytt skip á Fuglafirði. Einki óvanligt í tí. Tað stendur Dublin á reyvini. Heldur einki óvanligt. Tí írar landa javnan til Havsbrún. Men hetta skipið landar ikki. Uttan tað ganga smiðir aftur og fram um landgang- in. Jú, Western Endeavour úr Dublin er í Føroyum og skiftir spøl. KJ-Hydraulikk á Kambsdali ger arbeiðið. Jón Elisasen, verkstaðs- leiðari há KJ-Hydraulikk, sigur, at teir hava fingið ar- beiðið í kapping við útlend- ingar. Skipið plagar av og á at landa í Fuglafirði, og tann vegin eru teir komnir at kennast. Tá so fiskivinnu- messan var í Glasgow í vár, hitust umboð fyri reiðaríið og smiðjuna aftur. Tá varð tosað um, at skipið skuldi skifta spøl, og KJ-Hydraul- ikk beyð upp á arbeiðið. Teir fingu tað í kapping við millum aðrar norðmenn. Arbeiðið umfatar skift av tveimum trolspølum og ein- um dekkspæli. Umframt Ein stórur, írskur nótabátur liggur í løtuni á Fuglafirði og skiftir spøl. Arbeiðið verður gjørt av KJ-Hydraulikk á Kambsdali skifta teir motorar í einum fjórða spæli. Talan er um arbeiði fyri einar 600.000- 700.000 krónur, sigur Jón Eliasen. Talan er um RAPP spøl, sum KJ-Hydraulikk hevur umboðað í Føroyum í meira enn 20 ár. KJ- Hydraulikk ger tó hesum førinum bara sjálvt arbeið- ið. Reiðaríið hevur sjálvt keypt spølini og flutt tey til Føroya. Arbeiðið byrjaði fyri um- leið 14 døgum síðan og skal vera liðugt um mánaðar- skiftið. Hetta er fyrstu ferð, KJ- Hydraulikk ger so stórt ar- beiði fyri útlendingar, hóast teir vanliga arbeiða umborð á útlendskum skipum. Eisini onnur størri areiði eru í gongd í løtuni, sigur Jón Eliasen, verkstaðsleið- ari hjá KJ-Hydraulikk. Teir skifta høvuðs- maskinu í Fuglfirðingi, sum liggur á Fuglafirði. Hann fær eina brúkta Callesen maskinu setta í. Eisini skulu teir skifta kranan hjá skeljatrolaranum Norðheim av Oyri út. Tað arbeiðið skal vera liðugt, til skeljatíðin byrjar aftur í heyst. Tað arbeiða í løtuni 50 fólk hjá KJ-Hydraulikk á Kambsdali. EDVARD JOENSEN Norðragøta: At vit í fram- tíðini fara at síggja ymsar hydrauliskar maskinur og spøl verða rikin við vatni í staðin fyri olju, ivast Jostein Petersen í Gøtu ikki í. Tí er hann farin undir at byggja høli at framleiða lutir til hesi tól. Í grótbrotinum í Norðra- gøtu stendur beinagrindin til ein virkisbygning. Tveir lastbilar arbeiða við at taka eina leysa last burtur. Ein maður gongur millum bil- arnar og peikar og skipar fyri. Tað er Jostein Petersen í Syðrugøtu, sum er maður- in aftan fyri hallarbygging- ina. Talan er ikki um nakran traditionellan smiðjubygn- ing, vit her standa við. Her skal gerast ein smiðja, sum ætlandi skal framleiða lutir til aðrar, størri framleiðarar, sum fara at gera spøl og maskinur, sum riknar verða hydrauliskt við vatni heldur enn olju. Jostein Petersen sigur, at arbeitt hevur verið eina tíð við hesum ætlanum. Hann hevur ferðast úti í heimi og kunnað seg um viðurskiftini á økinum. Hvør ger hvat. Vatn heldur enn olju Hydraulikkur rikin við vatni heldur enn olju er framtíðin, heldur gøtumaður, sum er farin undir virkisbygning, har hann ætlar at framleiða lutir til vatnhydrauliskar maskinur Nýggja smiðjan í Norðragøtu skal gera lutir til nýggja tøknifrøði Mynd: Edvard Joensen Hvussu langt komið er. Og ikki minst hvussu marknað- urin er. Hann sigur, at danska stórfyritøkan Danfoss er komin eina longst við at gera hesar hugsanir til veru- leika. Og hann hevur so fingið eitt ávíst samstarv í lag við Danfoss. Soleiðis at skilja, at tá smiðjan í Norðragøtu er liðug, er ætl- anin at fara at framleiða komponentar, sum Danfoss skal brúka í síni framleiðslu. Hetta verður gjørt ásann- andi, at tað verður tungt at fara at kappast við slíkar risar. Tá er betri at sam- starva við teir. Jostein Petersen sigur, at tað verður helst serliga í matvøruídnaðinum, at vatn- hydraulikkur verður vanlig- ur. Og júst matvøruframav møguligum lekum. Jostein Petersen sigur, at byrjanin kann kanska tykj- ast eitt sindur dýr, tí rustfrí rør fara at verða brúkt. Men tað man fara at koma inn- aftur, heldur hann. Hann sigur, at gingið verður meira og meira burtur frá at hava horn og krókar. Alt skal vera so avrundað sum gjørligt. Eisini fyri at vera lætt at halda reint. Jostein Petersen, sum er verkfrøðingur, hevur arbeitt hjá norsku Brattvåg fyritøk- uni, sum hevur latið mong- um føroyingi hydraulisk spøl. Bæði línu- og trolspøl. Tað var, meðan hann var hjá Brattvåg, at Jostein Petersen fór at hugsa um at brúka vatn í staðin fyri olju í hydraulikkinum. -Ikki tí, at tað er nakað nýtt. Vatn var tað fyrsta, sum brúkt varð til orku, sigur hann. Men sum alt annað, ið roynt verður nýtt, fara eisini tekniskir trupulleikar at vísa seg her. Danfoss hevði tíggju ár frá tí, byrjað varð at granska, til nøkunlunda skil var í spølunum. Og Jostein Petersen væntar, at onkur trupulleiki man fara at koma aftrat, sum vinnast skal á, áðrenn rættiliga kann farast í gongd. Jostein Petersen sigur, at hann ætlar at leggja seg eftir serframleiðslu, sum kann seljast til teirra, sum fram- leiða tær lidnu maskinurnar. Talan verður tá um útflutn- ing. Hvussu stór íløgan í verk- ætlanina er, vil Jostein Petersen ikki upplýsa. Men hann væntar, at hon kann geva nøkur arbeiðspláss, tá alt er komið í gongd. Tí hann væntar, at tá vøran er á marknaðinum, skal tørv- urin nokk fara at vísa seg. Tørvurin er har longu nú, men vit kenna hann ikki rættiliga, fyrr enn vit hava okkurt at nøkta hann við. Western Endeavour liggur á Fuglafirði og skiftir spøl Mynd: Edvard Joensen Miðvágur: Westfreezer úr Miðvági fer um hálvan august undir Vesturgrøn- land at royna eftir svart- kalva. Kvotan er 280 tons. Tummas Jacob á Løg- mansbø, skipari, sigur, at fiskiskapurin eftir svart- kalva undir Vesturgrønlandi er hampiliga góður í løtuni, eftir sum tað frættist frá. Og prísurin er so góður, sum hann helst ongantíð fyrr hevur verið, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø. Han sigur, at prísurin í løtuni liggur umleið 30 krónur fyri kilo. Westfreezer fer til Grønlands at fiska svartkalva Mynd: Edvard Joensen Til Grønlands eftir svartkalva Føroyingar hava roynt eftir svartkalva fyrr, men ikki so nógv við línu, sigur skiparin á Westfreezer. Hann sigur tó, at sjálvur kennir hann til fiskiskapin frá Labrador. Teir eru 16 mans við skipinum, sum hevur roynt undir Føroyum og Íslandi, síðan tað kom til Føroya. Manningin verður tann sama, nú farið verður til Grønlands. Tummas Jaob á Løg- mansbø letur hampiliga at gongdini higartil í ár. Tað hevur gingið væl betri, enn í fjør, sigur hann. Westfreezer er frysti- skip, sum frystir alla veiðina umborð. Teir hava selt um uppboðssøluna, sigur Tummas Jacob á Løgmans- bø. Teir hava ikki gjørt nakra søluavtalu við nakran, nú áðrenn teir fara til Grøn- lands, sigur skiparin. Í løtuni er Westfreezer á sleipistøð, har hann verður pussaður upp. ej EDVARD JOENSEN Skálafjørður: Kristian fekk sín fyrsta laks nakran- tíð á sandinum í Skálafirði mikudagin. 13 ára gamli Kristian Johannesen úr Klaksvík var farin í Skálafjørð við abb- anum at fiska hendan dagin. Abbin hevði verið onkran dag fyrr og fingið onkran laks. Hann fekk eisini ein fyrrapartin mikudagin. Men Kristian hevði ongantíð enn fingið nakran. Til á middegi mikudag- in. Tá bar til. Hann kom fastur í ein laks fyri sandin- um í Skálafirði, og hann fekk hann. Ein flottur, blankur fiskur upp á eini fýra-fimm pund. Nýkomin av havinum við nógvari lús. Blankur og reinur við øllum fjarðunum og heilum sterti. Avgjørt eingin útsloppin alifiskur. Eisini aðrastaðni er laks- urin komin. Og sílaveiði- menn láta væl at. Teir siga, at tað hevur ikki verið so nógvur laksur at sæð í nógv ár, sum tað er nú. Tað hevur verið óvan- liga turt í summar, so at kalla einki er niðankomið. Í Leynum vóru menn frá Sílaveiðifelagnum herfyri og tóku fisk til at strúka. Og EDVARD JOENSEN Kollafjørður: Gamla, hvíta sildahúsið, sum hevur stað- ið eftir sum tað seinasta minnið um sildatíðina á Langasandi í Kollafirði, mátti hósmorgunin víkja fyri nýggju tíðini. Við tí ber til at siga, sum skrivað stendur: »Tað gamla er farið, sí alt er vorð- ið nýtt.« Hans Jacob Hansen, bygdarráðsformaður í Kollafirði, sigur, at Kolla- fjarðar Kommuna hevur keypt húsini frá Eileri Jacobsen í Havn við tí enda- málið at taka tey niður. Har var vorðið ov trongligt á økinum, og tí varð avgjørt at rudda økið, sum so kann brúkast til bingjupláss og tílíkt. Nógv virksemið er ann- ars á havnarøkinum á Langasandi í Kollafirði. Uttan fyri virkið hjá Vest- salmon er stórarbeiði í gongd í løtuni. Gjørt verður stórt bryggjupláss at seta frystihotellið á. Tað arbeiðið gongur eftir ætlan, sigur Hans Jacob Hansen. Bygdarráðsformaðurin í Kollafirði sigur annars, at klárt er at spreingja fyri skúlanum og ítróttarhøllini, sum verða bygd upp í ver- andi skúlan í Kollafirði. Tað grótið, sum haðani kemur, skal so brúkast til ífyllu á havnarlagnum. Annars skal allur bygd- arvegurin í Kollafirði asfalt- erast í summar, sigur Hans Jacob Hansen. Hann sigur, at teir hava fingið játtan frá Laksurin er komin Laksurin fer nú niðan í áir og vøtn eftir at hava bíðað eftir regni í fleiri dagar Landsverkfrøðinginum um at gera arbeiðið. Men í løt- uni er feriutíð, so enn er tað ikki reiðiliga komið í gongd. Vatnverkið virkar sum tað skal. Hóast turkin hevur ikki verið nakar trupulleiki við vatni í Kollafirði, sigur bygdarráðsformaðurin. Nýggju vatnbrunnarnir eru tiknir í nýtslu, og tann gamli er til at taka. Tað var tó neyðugt einaferð í summar at pumpa vatn úr gamla brunninum niðan í teir nýggju. Hetta var gjørt fyri at fáa vatnið gjøgnum reinsiverkið, sum gjørt er í samband við nýggju vatn- veitingina, sigur Hans Jacob Hansen, bygdarráðsformað- ur í Kollafirði. Bygdarmynd horvin Seinasta leivdin av sildatíðini í Kollafirði hvarv hósmorgunin, tá gamla sildahúsið inni á Langasandi varð tikið niður teir siga, at tað er heilt væl til. Týsdagin regnaði, og tá varð sagt, at væl kom niðan. Tað frættist, at einir fýra fiskar vóru fingnir á Leyna- vatni. Eisini siga sílaveiði- menninir, at tað er nógv meira til av sjósílum, enn tað hevur verið seinnu árini. Hvør orsøkin er, til at fiskurin kemur aftur, vita teir ikki at siga. Men teir siga frá somu gongd í grannalondunum Noreg og Skotlandi. Seinasta leivdin av sildatíðini á Langasandi hvarv hósmorgunin Mynd: Edvard Joensen Trettan ára gamli Kristian úr Klaksvík fekk sín fyrsta laks mikudagin Mynd: Edvard Joensen