Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 153 - 12. august 2000 Nr. 153 - 12. august 2000 FS-Vágar og B36 Og ein totalt langt úti grein í Sosialinum Lat okkum enn eina ferð staðfesta, at málið viðvíkj- andi Darius Magdisauskas ikki snýr seg um pengar, men um prinsipp – serliga við atliti til at eitt felag veit hvørjar spælarar tað hevur at ráða yvir í kappingarár- inum. Gongdin í málinum 1. Darius Magdisauskas boðar okkum frá, at hann hevur gjørt avtalu við B36 og tí fer til Havnar at spæla. 2. FS-Vágar biður Darius Magdisauskas heita á B36 um at seta seg í saband við okkum. Í hesum sambandi spyrja vit Darius Magdi- sauskas um hann framhald- andi vildi leika við FS-Vág- ar, um so var, at feløgini ikki semjast um skiftið. Hesum játtar Darius Magdisauskas. 3. B36 setur seg í samband við FS-Vágar. Báðir partar eru frá byrjan samdir um at tal- an er um áhugaleikara. Ó- semja stendst av at B36 sig- ur 10.000. FS-Vágar vil eis- ini hava endurgjald fyri ser- stakar útreiðslur. 4. Fyri at fáa eina loysn á mál- inum heita vit á Fótbólts- samband Føroya (FSF) um at greina ivamál, manna- gongdir og rættindi. Okkara áheitan á FSF er dagsett 03.07.2000. 5. 06.07.2000 boðar B36 okk- um frá at: B36 rindar FS- Vágum ta upphædd, ið FSF áleggur okkum at gjalda í sambandi við skifti av leik- arum. 6. 25.07.2000 kemur svarskriv frá FSF, sum sigur: at talan er um áhugaleikara og at talan tí er um 10.000 kr. umframt serstakar útreiðsl- ur. Serstakar útreiðslur eru útgreinaðar, men ikki ítøki- ligar. T.v.s. at vit eru ikki komnir eitt hakk víðari í málinum. Her skal við- merkjast, at seinasta freist hjá útlendskum leikara at skifta felag er 28.07.2000. 7. Ótryggir við mannagongd- ina inntil nú heita vit á Ad- vokatskrivstovuna um ser- køna hjálp, niðurstøðan hjá teimum er, at leikarin kann ikki skifta felag uttan so, at feløgini eru samd. Hesum fráboða vit FSF 27.07.2000. Sama dag fáa vit at vita frá Ísak Mikladal, aðalskrivara í FSF, at loyvisbrævið hjá Darius Magdisauskas er hjá FS-Vágar. 8. Uml. 04.08.2000 fáa vit frá tíðindamanni í útvarpin- um at vita, at samb. Ísak Mikladal hevur B36 loyvis- brævið hjá Darius Magdi- sauskas. Vit kontakta FSF og fáa at vita at so er. Umskyda meg, men hava vit nakra grund til at vera ónøgdir??? Ein roynd at lýsa okkara ónøgd Á øllum fundum og upp- skotum til áhugaleikarasátt- mála og leikarasáttmála hevur ynski hjá øllum feløg- um í landinum verið at eitt leikaraskifti fylgir eini so friðarligari mannagongd sum gjørligt. Tí hevur tað aftur og aftur verið ført fram at felag skal ikki gera avtalu við leikara fyrr enn viður- skiftini millum feløgini bæði eru avgreidd. Grein 7 í reglugerð fyri áhugaleikarar sigur tí so- leiðis: »Álagt verður felagi, sum ynskir leikara frá øðrum felagi, at seta seg í samband við avvarðandi felag, fyri at fáa viðurskiftini avgreidd«. Nú kann ein og hvør síggja, at sjálvt um øll fe- løgini vita hvat tað snýr seg um, so kann hendan greinin ikki brúkast til nakað sum helst, fyrst og fremst tí at eingin grein sigur, hvussu felag kann sektast, um tað kann prógv-ast, at onnur mannagongd er brúkt enn tann, ið grein 7 tilskilar. Hetta skerjir tó ikki okkara ónøgd. Tað næsta, vit eru ónøgd- ir við, er at B36 og FSF frá- taka okkum forhandlings- rættin. B36 yvirletur til FSF at áseta »prísin« og FSF liggur á málinum frá 03.07. til 25.07. B36 tykjast tryggir við støðuna, vit í villareið. FS-Vágar noktar tí sum av- varðandi felag at undirskri- va umsókn um leikaraskifti. Hendan undirskrift krevst samb. Kappingarreglur fyri fótbólt Grein 16 stk. 2, sum sigur: »Útlendskur fótbóltsleik- ari kann bert fáa loyvisbræv til at leika í kappingini í 1., 2., 3. og 4. deild menn og 1. deild kvinnur fyri kapping- arárið, um umsókn um hetta verður latin Kappingar- nevndini í seinasta lagi 28. juli í kappingarárinum. Við umsóknini skal fyriliggja skrivlig váttan frá útlendska leikaranum og felagnum hann leikar við, um ætlaðu flytingina. Í hinum deildun- um kann útlendskur leikari fáa loyvisbræv, tá hann er skrásettur sum fluttur til Føroya. FSF leggur seg á málið, krøkir okkum av, fyri síðan at skera ígjøgnum og til- einkisgera eina so greiða niðurstøðu sum omanfyri nevnda grein 16. stk. 2. er. Hvat í allari víðu verð er tað, sum fær FSF til, frá fyrstan tíð, at taka eina støð- u sum sigur, at Darius Mag- disauskas SKAL skifta til B36 óansæð hvat? Tað kun- di jú verið kann skifta felag, um feløgini finna semju. At vit fáa at vita støðu FSF‘s um tíðindamann í út- varpinum er sjálvsagt heilt burturvið. Vit kunnu leggja afturat, at enn hava vit einki skrivligt fingið at vita um at loyvisbrævið hjá Darius Magdisauskas er flutt til B36. Greinin í Sosialinum 08.08.2000 Tá ein soleiðis kennir mannagongdina í málinum er greinin í Sosialinum týs- dagin 08.08. skelkandi. To- talt langt úti. Fyrstu lygnini kemur blaðmaðurin sjálvur við, citat: »Tað, sum serliga var orsøk til ónøgdina, var at vágamenn søgdu B36 hava gingið aftur um bakið á sær, meðan leikarin varð sátt- málabundin at FS-Vágar. Hetta kundi verið skrivað av óvart, enntá ein fyrigevi- ligur feilur, men tað ótrú- liga er at restin av greinini byggir á hesa lygnina. Ein fullkomiliga nýggj versión av gongdini í málinum bryggjað saman av blað- manni og Ísak Mikladal, að- alskrivara FSF‘s. Álvaratos hvønn hevur FSF havt sam- skifti við? Sum sagt hava vit hildið okkum til kappingarreglur- nar og reglugerð fyri áhuga- leikarar. Rætt er at vit høvdu eina innanhýsis av-talu við leikaran, men er hendan ikki galdandi yvir fyri FSF, tá hon ikki er góðkend sam- bært Reglugerð fyri góð- kenning av leikarasátt- málum grein 4. (og ikki í Kappingarreglunum, sum tað stendur í Sosialgreinini). Hesum vistu vit frá byrjan. Sjálvt um tað er fyrstu ferð vit síggja málið í hesi versiónini, hevði tað verið áhugavert, um blaðmaður Sosialsins kundi sett Ísak Mikladal, FSF aðalskrivara, hendan fyrispurning: Eftir hvørjari grein kann FSF sekta FS-Vágar fyri ikki at hava sent leikarasáttmála til góðkenningar. Og enn ein spurningur: Eftir hvørjari grein kundi FSF sekta B36, um brot á t.d. grein 7 í reglugerð fyri áhugaleikarar, – sjálvsagt um FSF nú valdi at venda kanónunum móti B36 ístað- in fyri ímóti FS-Vágar. Spurningarnir eru áhuga- verdir, tí undir málsviðgerð- ini hava vit veruliga saknað tílíkar sektargreinir. Annars kunnu vit stað- festa, at hetta at vit ikki høv- du góðkendan yrkissáttmála hevur rakt okkum sjálvar, men her hevur leikarin so eisini eitt orð at siga, og hóast hetta málið hevur lært okkum, at einasti mátin at verða tryggur við leikara- hópin er, at hava leikara- sáttmála við allar leikarar, kann hetta verða trupult at útinna í verki. Vit gevast í hesum umfari Ná, alt fær ein enda, soleið- is skal eisini verða í hesum málinum. Tað sigur seg sjálvt, at vit verða ónøgdir við, at annað felag strýkur avstað við leikara, vit hava havt stríð og útreiðslur av at fáa til landið. Umframt kunnu vit vera ónøgdir við at FSF heldur okkum fyri tað turra spott. Hinvegin vita vit, at fe- løgini annars ynskja skil á leikaraskiftum, og kann hetta mál verða ein hjálp til bata á komandi fundum. Tað verður okkara næsti og einasti leiklutur í hesum máli. UEFA skrædnar í kíki, um vit kæra FSF og teirra Wild West. Aftur til fótbóltin Komandi vikuskifti verður landskappingardystur í Sør- vági ímillum FS-Vágar og B36. Vit fara at ynskja B36 vælkomnum vestur og fara at heita á leikarar og áskoð- arar um at skapa ein góðan stemning um og á vøllinum. Við ítróttarkvøðu, FS-Vágar Jákup á Stongum, form. Viðmerking Vísandi til omanfyristand- andi skal eg vísa aftur, at eg skal hava skrivað ósatt, tá eg havi skrivað um ónøgd- ina hjá FS Vágum, sum si- terað omanfyri. Tað eg skrivaði í blaðnum 02.08 bygdi á samrøðu sum eg hevði við Páll Joensen, og sum eisini stóð skrivað í Sosialinum hin 27. juli. Í sama blað varð eisini endurgivið tíðindaskriv frá FS Vágum hesum viðvíkj- andi. Annars hevur Jákup á Stongum rætt í, at tað er komið bland í orðingarnar »kappingarreglur« og »Re- glugerð fyri góðkenning av leikarasáttmálum«, og skul- di henda misskiljing nú ver- ið beind av vegnum. Somuleiðis við ítróttakvøðu Jákup Mørk, blaðmaður vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 11 8 - 2 - 1 23 11 12 26 2 VB 11 7 - 3 - 1 24 14 10 24 3 B68 11 7 - 0 - 4 24 19 5 21 4 B36 11 6 - 0 - 5 31 16 15 18 5 KÍ 11 5 - 2 - 4 27 11 16 17 6 NSÍ 11 4 - 3 - 4 23 19 4 15 7 GÍ 11 4 - 2 - 5 20 21 -1 14 8 B71 11 2 - 2 - 7 10 17 -7 8 9 FS Vágar 11 2 - 2 - 7 13 28 -15 8 10 Sumba 11 2 - 0 - 9 8 47 -39 6 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/Str. 10 6 - 2 - 2 22 10 12 20 2 TB 10 6 - 2 - 2 28 21 7 20 3 ÍF 10 4 - 5 - 1 20 8 12 17 4 B36 10 4 - 2 - 4 20 18 2 14 5 NSÍ 10 4 - 2 - 4 16 19 -3 14 6 HB 10 4 - 1 - 5 25 31 -6 13 7 GÍ 10 3 - 3 - 4 16 20 -4 12 8 LÍF 10 3 - 2 - 5 13 14 -1 11 9 KÍ 10 2 - 3 - 5 11 22 -11 9 10 Royn 10 1 - 4 - 5 11 19 -8 7 Støðan undan vikuskiftinum 1. deild, menn 2. deild, menn HEINI Í SKORINI Mest spennandi dysturin sunnudagin er uttan iva millum VB, sum bert liggur tvey stig frá oddaliðnum HB, og greipuvinnararnir frá í fjør, KÍ. Klaksvíkingar liggja á fimta plássi, og mong eru á einum máli um, at teirra møguleiki fyri at endurvinna FM heitið er ógvuliga lítil. Níggju stig eru upp til HB, og er tað kanska ein ov stórur biti hjá klaksvíkingum at gloypa. Týdningarmiklir leikarar uttanfyri Hjá VB eru eingir skaðar í hópinum, men tveir sera týdningarmiklir leikarar hava leikbann til dystin móti KÍ, og eru tað Tórður Holm og Milan Kuljic. Tórður Holm var hetjan seinasta vikuskiftið, tá hann skeyt bæði VB málini í 2-1 sig- rinum á Sandi, meðan Mil- an Kuljic er ein sera týdningarmikil leikari á miðvøllinum hjá VB. Ann- ars eru allir menn tøkir, og spennandi verður at síggja, HEINI Í SKORINI GÍ tekur sunnudagin móti B71 í Gøtu, og eru líkindini til trý stig sera góð. GÍ vann fyrsta dystin eftir steðgin 5- 2 á Sumba, og hóskvøldið vístu teir sera gott spæl á Tórsvølli móti Norrkøping í Europa Cup, hóast teir taptu 2-0. Gí er í løtuni á sjeynda plássi, men teir hava góðar møguleikar at vinna dystin sunnudagin og sostatt koma framum NSÍ á stigartalvuni. Helgi við aftur GÍ hevur flestu menn tøkar, men ivamál er um Rúna Justinussen, sum fekk ein snudd í dystinum móti Norrkøping. Annars er Hel- gi L. Petersen byrjaður at spæla aftur, eftir at hann hevur verið skaddur. Hann kom inn í dystinum á Tórs- vølli hóskvøldið og spældi sera væl. Vónirnar eru góð- ar fyri trimum stigum, og ikki kann sigast annað enn, at GÍ er favorittur til at vinna dystin. B71 liðið nakað skert B71 fer til Gøtu uttan tríggjar týdningarmiklar leikarar. Waldemar No- wicki, sum er millum bestu málmenn í Føroyum, gjør- HEINI Í SKORINI Á Svangaskarði hittast B68 og Sumba sunnudagin, og er hetta ein sera týðandi dystur fyri bæði liðini. B68 er í løtuni fimm stig aftan- fyri HB, og um teir ikki vinna sunnudagin, kann munurin gerast ov stórur upp til oddaliðini. Sumba hevur harafturímóti harð- liga brúk fyri stigum, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at vera verandi í 1. deild. Mortan og Marcelo ikki við Sumba hevur allar leikarar tøkar uttan Mortan úr Hørg, sum í løtuni er í Danmark. Hetta má avgjørt sigast at vera ein stórur smeitur fyri Sumba, av tí at Mortan er ein sera týdningarmikil leik- ari. Hjá B68 hevur eingin leikbann, meðan brasilsiki áleyparin Marcelo er iva- samur til dystin. Hann gavst undir venjing hóskvøldið, av tí at hann føldi pínu í lærinum. Hann hevur síðani verið til viðger, men enn er ógreitt, hvussu verður við Marcelo. Um B68 vinnur, og HB ikki megnar at fáa trý stig, eru toftamenn veruliga við í FM stríðnum, og hetta er als ikki ógjørligt. B68 er sum sagt stórfavorittar til dystin, meðan hini bæði oddaliðini HB og VB bæði hava truplar uppgávur sunnudagin. dist skaddur móti VB, og er hann sjúkrameldaður í hvussu so er til mánadagin. Síðani eru Jógvan Jón Pet- ersen og liðformaðurin Eli Hentze eisini uttanfyri við leikbanni, so tað verður eitt B71 lið ymsum broytingum Skert KÍ lið skal steðga VB VB hevur tikið øll á bóli í ár, og liggja teir bert tvey stig frá oddaliðnum HB. Sunnudagin taka teir ímóti einum av fleiri liðum í kreppu, nevniliga KÍ um VB kann halda á í sínari sigursrøð. Broytingar á KÍ liðnum Tomislav Sivic verður noyddur at gera fleiri broyt- ingar á KÍ liðnum, við tað at fleiri stuðulsleikarar ikki vera við. Millum teirra sum vóru í byrjunaruppstilling- ini móti HB, hevur Heðin á Lakjuni leikbann, meðan Jan Andreasen og Kristian á Lakjuni ikki hava vant hesa vikuna. Allan Joensen, sum kom inn í dystinum móti HB, er eisini smá- skaddur, og hann verður neyvan við í Vági. Fríðin Ziskason og Símun Joen- sen, sum báðir leika í 2. deild, vera væntandi avloys- arar, og harvið fara broyt- ingar at vera á KÍ liðnum, sum skal royna at fóta sær eftir tapini í báðum teimum seinastu landskappingar- dystunum. Tapa teir sunnu- dagin, er FM møguleikin rokin fyri teirra viðkom- andi, meðan VB kann koma upp á ovastu rók í 1. deild, um HB ikki vinnur á NSÍ. Leikandi VB venjarin hevur kanska størri týdning enn vanligt, nú tveir týðandi leikarar eru leikbannaðir til dystin móti KÍ GÍ skal hava trý stig GÍ hevur verið eitt stórt vónbrot í ár men hava seinastu dystirnar víst, at teir eru við at koma fyri seg. Útlitini fyri trimum stigum sunnudagin eru góð sum fer inn á vøllin sunnudagin. Bæði liðini hava harðliga brúk fyri stig- um, so vit kunnu vænta at síggja ein undirhaldandi og málríkan dyst í Gøtu sunnu- dagin, meðan trýstið heilt víst liggur á GÍ. B68 stórfavorittur móti Sumba B68 er stórfavorittur til dystin móti Sumba inni á Toftum sunnudagin, og við einum sigri kunnu teir veruliga hótta HB og VB Eftir øllum at døma, fara toftamenn at verða omaná, tá Sumba hevur vitjað sunnu- dagin Skulu gøtumenn longur upp á talvuni, er neyðugt við einum sigri móti B71