Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 33 - 17. februar 2005 Einar 120 kvinnur høvdu leitað sær oman á Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið, har Helena Paturs- dóttir helt fyrilestur um skiftisárini. Aftaná áhugaverda fyrilesturin nýttu rættiliga nógvar høvið at lána sær eina bók um kvinnuheilsu ella kanska okkurt annað heim við KVINNUKVØLD Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Klaksvík: Hvør einasti stólur í húsinum mundi vera tikin í brúk, tá einar 120 kvinnur í øllum aldri høvdu leitað sær oman á Klaksvíkar Bókasavn týs- kvøldið at lurta eftir sera áhugaverda og viðkomandi fyrilestrinum hjá Helenu Patursdóttir um skiftisárini. Og hugurin at spyrja og práta um evnið steðgaði neyvan, tá kvinnurnar fóru heim, tí sum onkur segði – Hetta hevur avgjørt givið iblástur til nógv góð bindiklubbaprát framyvir. Ikki ein sjúka Sum við so mongum øðr- um "kvinnusjúkum" hava skiftisárini verið sett í sam- band við nógvar løgnar mytir gjøgnum tíðirnar. Søguliga hevur hetta evnið nevniliga ikki verið nakað, læknavísundin hevur granskað stórvegis í, og sum heild tykist tað, sum at fólk helst hava skákað sær undan at tosa um tað. Men skiftisárini eru hvørki ein sjúka ella nakað ónormalt. Fyrr ella seinni verða allar kvinnur raktar av teimum broytingum, skiftisárini hava við sær, og tað ber væl til at koma ígjøgnum tey, uttan at lívsgóðskan líður undir tí. Og jú størri opin- leikin er um hetta, jú betri møguleikar hava kvinnur fyri at fáa júst ta hjálp, teimum tørvar - tað verið seg við heilivági ella við heilsubetri lívsstíli. Ígjøgnum sítt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur hev- ur Helena Patursdóttir drúgvar royndir við at ráð- geva og vegleiða kvinnum, tá tað ræður um skiftisárini. Á ein sera viðkomandi og livandi hátt greiddi hon frá teimum likamligu og sálar- ligu broytingum, hendan tíðin kann hava við sær, og tær mundu vera nógvar hetta kvøldið, sum kendu seg sjálvar aftur í dømun- um, Helena tók fram. Sjálvt um gongdin í skiftisárunum í ein ávísan mun verður mett at vera arvilig, legði Helena dent á, at fáar kvinnur uppliva hesa tíðina júst á sama hátt. – Tí er tað sera umráð- andi, at vit ikki skapa ímyndir um, hvussu man "eigur" at hava tað, men heldur eggja kvinnum til at lurta eftir sínum egna kroppi og í samráð við læknan finna fram til ta viðgerð, ið hóskar júst tí einstaku kvinnuni best, segði Helena. Frálíkt hugskot Helena var ikki sørt ovfarin av, at so nógvar kvinnur í so ymsum aldri vóru komnar at lurta hetta kvøldið og helt tað vera eitt avbera gott hugskot, at Bókasavnið velur at seta eitt slíkt evni á skránna. – Stóra áhoyrararfjøldin er uttan uttan iva eitt tekin um, at tørvurin á at varpa ljós á hetta evnið er stórur. Eftir fyrispurningunum aftaná at døma tykist hetta avgjørt eisini at vera nakað, kvinnurnar hava hug at tosa um, sigur Helena og leggur afturat, at hon hetta kvøldið eisini fekk nógvan íblástur frá kvinnunum um, hvussu ein slíkt kvøld kann skipast næstu ferð. Til dømis nevndi ein, at tað kundi verið spennandi at fingið nakrar kvinnur at greitt frá sínum egnu upplivingum av skiftisárunum, og helt Helena hetta vera eitt av- bera gott hugskot. Á bókasavninum fegn- aðust fyrireikarnir eisini um góðu uppmøtingina. Tað er als ongin ivi um, at Klaksvíkar Bókasavn telist millum tey bestu í landin- um, men tað vilja altíð vera nøkur, ið ikki hava sína dagligu gongd har og tískil ikki vita av øllum tí tilfari, bókasavnið hevur at bjóða. Seinastu árini hevur bóka- vørurin tí saman við øðrum regluliga skipað fyri yms- um forvitnisligum tiltøk- um, har fólk eisini hava høvi at gerast lánarar og lána bæði bøkur og bløð heim við. Hetta kvøldið vóru tað also kvinnurnar, ið áttu løtuna, og tær vóru ikki so fáar, sum nýttu høvi at lána sær eina bók um skiftisárini, kvinnuheilsu ella kanska okkurt annað heim við. Kvinnur og skiftisár á breddan - Óvanliga góða uppmøtingin má avgjørt vera tekin um, at tørvurin á kunning um skiftisárini er sera stórur, helt Helena Patursdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur Einar 120 kvinnur høvdu leitað sær oman á Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið til fyrilesturin hjá Helenu Patursdóttir um skiftisárini