hósdagur 17. februar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 legur á
Vatnsoyrum
Leguvirksemi: Aftur í ár
fer leguhúsið Zarepta á
Vatnsoyrum at lata dyrnar
upp fyri einum hópi av leg-
um.
Talan er um mong ymisk
sløg av legum – bæði fyri
ung, eldri, familjur, hjún og
einlig. Umframt hetta verð-
ur eisini ein serstøk stevna
fyri menn og ein fyri kvinn-
ur á skránni í summarhálv-
uni.
Tær fyrstu legurnar byrja
í apríl mánaði, tá ein lega
sum er ætlað teimum brek-
aðu er á skránni. Henda
byrjar 21. apríl og endar 24.
apríl.
Síðani verður hildið á við
íalt 22 legum fram til ok-
tober mánað, tá heystlegan
fyri tey 14 til 17 ára gomlu
verður á skránni.
Ein fullfíggjað ætlan fyri
allar legurnar varð kunn-
gjørd í farnu viku. Sagt
verður, at ein seinni fer at
boða frá, nær tekningin til
hesar legurnar skal gerast.
Hvørt einasta ár plaga í
túsundatali av fólkum at
leita sær á Zarepta, ið ligg-
ur í sera náttúruvøkrum
umhvørvi.
sb.
13.000 fremm-
and tons undir
Føroyum
Fiskiveiða: Ein uppgerð
yvir útlendsku veiðuna í
okkara sjóøki vísir, at í jan-
uar mánaði fiskaðu út-
lendsk
fiskifør
íalt
13.217,1 tons. Samanlagt
varð talan um 770 fiski-
dagar.
Av hesum áttu russar
meginpartin, tí teir henda
mánaðin fiskaðu 11.450
tons av svartkjafti hjá okk-
um.
Yvirlitið vísir, at norð-
menn veiddu næstmest í
okkara sjóøki. Í farna mán-
aði fiskaðu norsk skip m.a.
679 tons av brosmu, 643
tons av longu, 125 tons av
toski og 119 tons av hýsu.
Skip úr ES-londun-um
hava eisini fiskað her, og er
tað serliga fronsk skip sum
hava verið til fiskiskap í
farna mánaði. Fronsk skip
veiddu hetta tíðarskeiðið 47
tons av blálongu, sløk 40
tons av langasporli og 17
tons av øðrum fiskasløg-
um.
Annars vísir yvirlitið, at
einki varð fiskað av sild,
makreli, rossamakreli og
prikkafiski. Í januar varð
heldur eingin brugdulivur
tikin.
Tað eru serliga bretsk,
fronsk, norsk og russisk
fiskiskip sum hava roynt í
okkara sjóøki hetta tíðar-
skeiðið. Samstundis hevur
einki skip úr Hollandi,
Danmark, Týsklandi, Ír-
landi,
Estlandi,
Japan,
Grønlandi ella Íslandi verið
her.
sb.
Arbeiðið við at gera
tann nýggja inn-
komuvegin gongur
væl. Enn er trupult at
siga, nær tað verður
liðugt
SAMFERÐSLA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
– At verða ein avlasting fyri
Hvítanesvegin.
Tað er í øllum førum ætl-
anin við hesum nýggja
innkomuvegnum til Havn-
ar, sum arbeitt verður uppá
í løtuni.
Arbeiðið gongur væl,
men enn ber illa til at siga
við vissu um, nær tað verð-
ur liðugt, skrivar heima-
síðan hjá Landsverki.
– Tað veldst alt um tær
játtanir, sum verða á kom-
andi fíggjarlógum, verður
sagt.
Kostnaðurin av arbeiðin-
um er mettur til 84 mió. kr.
Tað er samtakið Tórhallur
Hansen og Zacharias Ja-
kobsen, ið standa fyri
arbeiðinum.
Nógv ferðslan
Tað man vera uppá hægstu
tíð, at ein nú er farin undir
at lætta um innkoyringina
til Havnar.
Ein teljing av ferðsluni,
sum varð gjørd í 2003 vísir,
at nærum 8000 bilar koyra
eftir hesum vegastrekkin-
um um dagin. Og neyvan er
talið av bilum minkað
síðani tá.
Júst fyri at avlasta ver-
andi innkomuveg – Hvíta-
nesvegin - er ein tí farin
undir at leggja henda
nýggja innkomuvegin til
Havnar.
Hesin
verður
gjørdur frá landsvegnum
undir Skarðshjalla, millum
Hvítanes og Sund, har hann
síðani gongur vestur til
Oyggjarvegin.
Og arbeiðið hevur gingið
væl. Fyrr í hesum mánaðin-
um høvdu teir gjørt um 650
metrar av grovplaneraðum
vegi frá staðnum, har rand-
arhúsini Millum Gilja eru,
og vestur ímóti Sundsveg-
num, og hetta arbeiði held-
ur áfram.
Ætlanin var, at vegurin
skuldi ganga norður á
Skarðshjalla og síðani fara í
vegin, sum gongur inn í
Kaldbaksbotn. Men henda
ætlan verður helst broytt
soleiðis, at vegurin verður
lagdur oman móti Klingr-
uni og síðani norðureftir.
Her verður hann bundin í
vegin inn móti Kaldbaks-
botni, áleiðis har bindingin
inn á ídnaðarøkið á Sand-
víkahjalla er.
Samlaða projektið fyri
vegin, frá bindingini inn á
ídnaðarøki á Sandvíka-
hjalla og vestur til bind-
ingina við Oyggjarvegin, er
um at vera liðugt.
Upplýst verður, at annar
partur av 1. byggistigi verð-
ur liðugur í ár. Men sum
nevnt veldst alt um játt-
anirnar á fíggjarlógini, nær
tað endaliga arbeiðið verð-
ur liðugt.
Nr. 33 - 17. februar 2005
15
Nýggj inngongd til Havnar
Arbeiðið viðnýggju inngongdina til høvuðsstaðin nærkast nú
teimum ovastu húsunum
Fínteljingin eftir
fólkatingsvalið
broytti ikki endaliga
úrslitið. Men okkurt
valevni misti atvøður,
meðan onkur tví-
faldaði atkvøðurnar.
– At eg bara fekk 20
atkvøður taki eg sum
eina álitisváttan, sigur
eitt av valevnunum,
Rúni Ellingsgaard
VALÚRSLIT
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Ein sum ikki var so fegin
eftir fólkatingsvalið var
annað valevnið hjá Hinum
Stuttliga Uttanflokkalist-
anum.
Við valið fekk Rúni Ell-
ingsgaard einans 9 atkvøð-
ur. Tað var ikki so mikið,
men nú fínteljingin av at-
kvøðunum hevur verið,
man tað kennast eitt sindur
stuttligari hjá honum.
Við hesa teljing fekk
hann ikki færri enn 11 at-
kvøður aftrat, og endaði
sostatt uppi á 20. Her varð
talan um meiri enn eina
tvífalding av atkvøðunum.
Hetta var kortini ikki nóg
mikið til at hann varð
valdur!
- Tað var tó ein øgilig
framgongd, sum eg knapp-
liga fekk. Eg segði annars
við tey á Posthúsinum, at
um tey vildu sleppa av við
meg, so skuldu tey bara
velja meg. Tað hava tey so
ikki gjørt, so tí haldi eg
fram har.
– Annars so taki eg hetta
sum eina álitisváttan, tí so
fá arkvøddu fyri mær ...!
Tað gjørdi løgmaður so í
øllum førum, og tí sigi eg
bara tað sama sum hann,
sigur ein fegin Rúni Ell-
ingsgaard í stuttari við-
merking við Sosialin, nú
úrslitið av fínteljingini er
greitt.
Annars misti fyrstvaldi
fólkatingsmaður, Annfinn
Kallsberg seks atkvøður.
Og nú eru bert 17 atkvøður
millum tvey av høvuðsval-
evnunum hjá javnaðar-
flokkinum,
Helenu
og
John.
Hamari og sigli
Allan týsdagin sótu fólk á
Hotel Hafnia fyri at fíntelja
atkvøðurnar frá fólkatings-
valinum. Tá tað leið móti
kl. 23 var arbeiðið liðugt.
Úrslitið vísti ikki tey
stóru útsvingini í mun til
sjálvt valið. Onkutíð hevur
tó verið rættiliga tætt ímill-
um valevnini, og tá hevur
við spenningi verið bíðað
eftir fínteljingini.
Hesaferð var tó eingin ivi
um, hvør varð valdur. Ann-
finn Kallsberg misti seks
atkvøður og fekk íalt 3.270
atkvøður, meðan Høgni
Hoydal misti eina og kom
niður á 2.798 atkvøður.
Johan í Kollafirði misti átta
atkvøður, meðan Edmund
Joensen og Kaj Leo Jo-
hannesen fingu ávikavist
tríggjar og fýra atkvøður
aftrat.
Fyri flokkarnar varð tó
talan um smávegis broyt-
ingar. Fínteljingin gav so-
leiðis
fólkaflokkinum
5.967, sambandsflokkinum
5.333, javnaðarflokkinum
5.518, sjálvstýrisflokkinum
585, tjóðveldisflokkinum
6.301, miðflokkinum 829,
Johan í Kollafirði 289 og
Rúna Ellingsgaard 20 at-
kvøður.
Valrætt høvdu 34.166
fólk. Av hesum brúktu
24.842 henda rættin, og
svarar hetta til 72,71 % av
veljarum.
Annars
vóru
nógvar
vanligar atkvøður og eisini
fleiri brævatkvøður, ið ikki
vórðu góðkendar á valin-
um. Íalt vórðu 94 atkvøður
dømdar ógyldigar, tí tær
t.d. vóru blankar ella tí frá-
merki varð sett á.
Sjónvarpið
vísti
val-
kvøldið dømi um nakrar av
ógyldigu
atkvøðunum.
Onkur vinstrasinnaður hev-
ur helst verið teirra millum
teir veljararnar, sum sakn-
aði okkurt líkasinnað val-
evni. Tí á eina atkvøðuseðl-
inum hevði onkur teknað
hamara og sigli.
Eitt sindur stuttligari hjá Rúna
Atkvøðutal hjá nøkrum valevnum
Endaligt úrslit
Fólkatingsvalið
Anfinn Kallsberg
3.270
3.276
Høgni Hoydal
2.798
2.799
Edmund Joensen
1.313
1.310
Jóannes Eidesgaard
1.183
1.183
Kaj Leo Johannesen
1.133
1.129
Helena D. á Neystabø
1.119
1.119
John Johannesen
1.102
1.100
Tobbi Jacobsen
1.080
1.081
Óli Breckman
998
995
Tey telja atkvøðurnar frá fólkatingsvalinum. Sjálvt úrslitið broyttist tó ikki, men onkrar atkvøður vórðu kortini fluttar
Mynd: Jens Kr. Vang