Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. februar 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • hósdagur • 17. februar 2005 • 79. árg. Kendi danski bil- designarin, Henrik Fisker, sum hevur starvast sum design- stjóri hjá BMW, Aston Martin og Ford og hevur designað nógvar flottar sports- bilar, stovnar nú sína egnu fyritøku "Fisker Coacbuild" í USA BILDESIGN Magnus Gunnarsson maggi@soaialurin.fo Henrik Fisher er 41 ára gamal og dani. Hann hevur tey seinastu 15 árini starv- ast í bilaídnaðinum, eftir at hann varð útbúgvin design- ari á Art Center College í Sveits í 1989. Hann byrjaði at arbeiða sum designari hjá BMW, og var hann t.d. við til at de- signa sportsbilarnar BMW Z8 og BMW Z7. Í 2001 varð Fisker settur í starv sum designstjóri og var við í leiðsluni hjá ensku Aston Martin bilverk- smiðjuni, sum hoyrir undir Ford konsernina. Har hevur hann staðið fyri avbera "flotta" designinum á Aston Martin DB9 og nýggja AMV8 Vantage, sum verð- ur frumsýndur í Geneve í mars 2005. Seinastu tíðina hevur hann verið stjóri á Ford Global Design Studio í USA. Henrik Fisker sigur, at hann altíð hevur droymt um at byrja sína egnu bilafram- leiðslu, men at tíðin ikki hevur verið búgvin fyrr enn nú. Hann sær fram til nógv- ar spennandi avbjóðingar. Bilarnir koma at vera í dýrara luksusklassanum, og framleiðslan verður av- markað til 150 bilar pr. design. Tað ger tað minni eksklusivt at eiga ein bil frá Fisker Coachbuild í USA, at so fáir bilar verða gjørdir. Ætlanin er at senda minst eitt nýtt bilmodell á mark- naðin um árið. Verkætanin er komin so langt, at fyrsti bilurin verð- ur frumsýndur á altjóða bilaframsýningini í Frank- furt í september í ár, men framleiðslan byrjar í 2006. Henrik Fisker, bildesignari: Danskur bildesignari við egnum bilmerki Kendi danski bildesignarin, Henrik Fisker, stovnar nú sína egnu fyritøku "Fisker Coacbuild" í USA Henrik Fisker við avbera flotta Aston Martin DB9, sum hann hevur designað Aston Martin DB9 er besta prógv um, at Henrik Fisker hevur skil fyri at designa bilar AstonMartin DB9 innan. Her er einki spart, men hetta eru eisini bilar, sum kosta milliónir at keypa