hósdagur 17. februar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 17. februar 2005
17
Mercedes Benz M
kemur nú í aðru
generatión, ið er
vorðin størri, betri
útgjørdur og lættari
enn forgangarin.
Bilurin fær nú eina
heilt nýggja 4x4
skipan, sum deilir
motormegina 50/50
prosent undir
vanligari koyring
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tá fyrsti Mercedes-Benz M
kom á marknaðin í 1997,
hevði hann ikki nógvar
kappingarneytar. Men hesi
árini síðan er marknaðurin
fyri SUV bilar nærmast
eksploderaður.
Bilar sum t.d BMW X5,
Volvo XC90 og Porsche
Cayenne eru nakrir av
størstu kappingarneytunum
hjá M-klassanum hjá Mer-
cedes-Benz.
Hóast nýggi Mercedes-
Benz M er vorðin størri og
betri útgjørdur, er sjálvur
bilurin vorðin væl lættari,
við tað at hann nú hevur
sjálvberandi karossarí í
mun til forgangaran, sum
hevði chassisrammu.
M-klassin verður drivin
av øllum fýra hjólunum og
fær nú eina heilt nýggja
4x4 skipan sum deilir
motormegina 50/50 prosent
undir vanligari koyring.
Bilurin skaffast eisini við
einum off-road pakka við
luftfjaðraskipan, har frí-
hæddin kann broytast 15
cm og 100 prosent sperru
millum for- og bakhjólini
og reduktiónsgir.
Allir Mercedes-Benz M
hava 7-trins automatgir, við
girskifti á rattstammuni,
sum standard.
Í fyrstu atløgu fæst bilur-
in við fýra ymiskum motor-
um og útgávum. Dieselút-
gávurnar: 280 CDI við 190
hk/440 Nm, og 320 CDI
við 224 hk/510 Nm, og
bensinútgávurnar: ML350
við 272 hk/350 Nm, og
ML500 við 306 hk/400
Nm.
Nógv er gjørt burtur úr
kvalitetinum, eisini í kabin-
uni sum nú er størri og
rúmligari enn á forgangar-
anum.
Størri og lættari Mercedes-Benz M
Hyundai
65 prosent
vøkstur
Í Danmark vaks sølan
av Hyundai við 65 pro-
sentum í 2004 í mun til
2003.
Hetta er meira enn
dupult so nógv, sum
danski bilmarknaðurin
vaks í 2004
Kelda: Hyundai Bil Import A/S
Chevrolet
Kalos Sprint
Bert fáar vikur eftir at
tíðindaskriv varð sent
út um, at Chevrolet
Kalos nú kemur við
trimum hurðum, verð-
ur nú upplýst, at Kalos
eisini kemur í ein
Sprint-útgavu við 1,4
litur motori, 131 hk og
eini toppferð upp á
195 km/t
Kelda: Motor Magasinet
Krasja
á teldu
Um fá ár verður ikki
neyðugt at krasjtesta
bilar fyri at vita hvat
teir
halda
til,
og
hvussu tryggir teir eru.
Hetta er longu hent
innan flogfør har t.d.
nýggjast Boeing 777
er 100 prosent design-
að og testað við teld-
um
Kelda: Motor Magasinet
Fiat Croma
Á altjóða bilaframsýn-
ingini í Genéve fyrst í mars
verður ein heilt nýggjur
Fiat Croma sýndur fram, ið
kemur við tveimum bensin
og trimum dieselmotorum.
Fiat seldi annars 450.000
Croma árini 1985-94. Tann
bilurin bleiv gjørdur saman
við Lancia Thema, Alfa
164, og Saab 9000
Kelda: Motor Magasinet
Hóast nýggi Mercedes-Benz M líkist forgangaranum er designið nýtt og smart
Mercedes-Benz M aftan. Bilurin er nú størri og betri útgjørdur
enn forgangarin
Kabinan er rúmlig og gjørd í góðum gjøgnumførdum kvaliteti.
Mercedes-Benz M hava 7-trins automatgir sum standard