leygardagur 19. februar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Gerhard Lognberg
1. Nei, eg eri ikki sum so í
villareiði um eina ítróttar-
høll í Sandoynni, tí hana
hevði eg ynskt at vit klára
at byggja.
Men eg eri meiri í villa-
reiði um tað, at Sólvit Sim-
onsen roynur við lygnum at
sverta meg út.
Jú, eg minnist, at eg segði
fyri tær, at eg hevði verði
og tosa við landsstýris-
mannin, men eg segði eis-
ini, at vit báðir løgtings-
mennirnir skuldu verða við,
men at Páll var blivin
sjúkur, sum øllum kann
henda.
So eg segði einki um, at
eg hevði orna alt, hetta er
lodrøtt lygn.
2. So biður tú meg finna
mær sannleikans keldur,
hvat
Sands
Kommunu
viðvíkur. Eg kann upplýsa
fyri tær, at mær nýtist ikki
at fara til nakrar keldur um
hesi viðurskifti, tí eg havi
nokk við tað kommunu,
sum eg eri við til at stýra.
Eg havi ikki skriva eitt
orð um skuld hjá Sands
Kommunu. Harmuligt at tú,
Sólvit sær gleði í, at sverta
onnur, og seta kílar ímillum
bygdirnar.
3. Síðani skrivar tú, at eg
havi silgt við turrum dekki.
Hetta kunnu so onnur í
míni kommunu, Skopun,
meta um. Tey eru vist
rættari enn tú, tí ilt eyga sær
einki gott.
So hatta turra dekki kann
tú hava fyri teg sjálvan, og
møguliga spleysa inn í tína
egnu lívssøgu, tað er har
hon hoyrir heima, við turr-
um dekki.
Tú hevur havt eina skip-
arakarrieru, og ikki eg ein
landkrabbi.
4. Eg skal sikra teg í, at
eg eri líka góður við ung-
dómin bæði í Skopun og
allari oynni sum tú, men
eisini her roynur gamli
maðurin, at seta kílar ímill-
um ungdómin og meg.
5. Ljóta pennin, sum tú
nevnir at eg havi, tað eru
tíni orð. Havi eg ikki loyvi
at siga at ein íttróttarhøll
møguliga kostar uml. 18 —
19 mill. kr?
Tú sigur, at tú hevur
verði úti og kannað hvat
projekti kostar. Eg skuldi
havt líka góðan rætt, at
kanna prísin sum tú, tí tað
er neyvan tín uppgáva!
Eg skal til síðst gerða tær
púra greitt, at eg ætli ikki at
brúka teg til ráðgeva!
Tú sæt í Sands Komm-
unu, tá var tað tú skuldi
bygt tær vaðar, og ikki nú.
Til síðst, vit sita í Sand-
oyar Skúlasambandið við
opnum sinnið, og kannað
hetta við ítróttarhøll. Tað
sum eg ynski fyri Skopunar
Kommunu og onnur við:
6.Hvat kostar ein høll?
7.Hvat kostar hon at reka?
8.Ikki minst, sleppa vit í
Skopunar Kommunu at
upptaka lán?
Alt annað í kommununi má
og skal ikki leggjast brakk
fyri hetta projekti. Barna-
skúlin og barnagarðurin eru
eisini nakað sum kostar
nógvan pening.
Mín vón og ynski er, at
vit í Sandoynni kunnu fáa
tað besta burtur úr, hóast
tað sær út sum inntøkurnar
falla.
Nr. 35 - 19. februar 2005
13
Bjørn Kalsø
landsstýrismaður
Fiskiríkidømið má ong-
antíð latast øðrum at
umsita. Okkara handils-
viðurskifti við onnur
lond og felagsskapir
mugu betrast, skulu vit
standa okkum í kapp-
ingini við fiskivinnu úr
øðrum londum framyvir.
Undir valstríðnum til
fólkatingsvalið
varð
skotið okkum í Sam-
bandsflokkinum
í
skógvarnar, at vit glað-
beintir ætlaðu okkum at
leypa í favnin á ES, utt-
an at seta nakrar treytir
við.
Fyri at mana hetta
uppáhald í jørðina, skal
her verða sligið rimmar
fast, at eingin í Sam-
bandsflokkinum nakran-
tíð fer at avreiða okkara
fiskiríkidømi til nakað
annað land ella felags-
skap at umsita.
Føroyingar fóru ikki
inn í ES saman við døn-
um, tí at eigin føroying-
ur vildi lata fiskiríki-
dømi okkara til onnur at
umsita. Vit eiga eisini í
framtíðini at halda fast
við hesa støðu.
Leggjast skal afturat,
at tað er eisini av stórum
týdningi, hvussu og hvør
umsitir fiskivinnuna her
heima. Heini O. Heine-
sen og fleiri við honum
hava borið uppá mál, at í
nýggjari tíð, er tað bert
Sambandsflokkurin, ið
hevur megnað at umsita
fiskivinnumálini í Før-
oyum
við
skili
og
ábyrgd. Tað fara vit
eisini at leggja alla orku
í at gera í framtíðini.
Betri marknaðar-
atgongd
Ikki slepst undan tí
sannroynd, at ES er okk-
ara størsti marknaður,
nógv tann størsti partur-
in av teimum fiskavør-
um vit útflyta enda á ES
marknaðinum.
Sambandsflokkurin
fer tí altíð at arbeiða fyri
betri marknaðaratgongd
til ES. Eisini fara vit at
arbeiða fyri at gera
handilssáttmálar
við
onnur lond, sum seinni
kunnu gerast áhuga-
verdir marknaðir.
Vit eiga at tora at tosa
um, hvussu vit á bestan
hátt kunnu samstarva
við ES og onnur lond.
Vit eiga eisini at tora at
kanna, hvørjar skipanir
onnur lond, sum vit
kunnu samanbera okk-
um við, hava.
Ein sannroynd er, at
Ísland og Noreg eru
nærri einum ES lima-
skapi enn nakrantíð.
Mótstøðan ímóti ES
limaskapi er minkandi í
hesum londum. Hetta
ger, at vit mugu kanna
hvørja avleiðing ein
limaskapur hjá Íslandi
og Noreg fær á fiski-
vinnu okkara, støða má
takast til, hvussu vit
fyrihalda okkum til tann
veruleikan.
Skal fiskivinnan geva
tey arbeiðspláss og tað
peningaliga íkastið til
føroyska
samfelagið,
sum er neyðugt, so
mugu vit m.a. gera meir
við at útvega betur hand-
ilssáttmálar. Hetta legði
Sambandsflokkurin
stóran dent á, tá hann
seinast var í samgongu,
og hetta leggur Sam-
bandsflokkurin
eisini
stóran dent á í núverandi
samgongu.
Vit rokna sjálvandi
við, at hinir samgongu-
flokkarnir eisini duga at
síggja álvaran í hesum.
Tað harmar okkum hin-
vegin, at andstøðuflokk-
arnir uppføra seg, sum
síggja teir trøll á aljós-
um degi, bara onkur
dittar sær at tosa um
hendan fyri Føroyar so
altavgerandi spurning.
Okkara mál er, at úr-
slit skulu síggjast á hes-
um øki, áðrenn hetta
samgonguskeiðið
er
runnið.
Fiskivinnan og ES
VIÐMERKINGAR
Malmberg D. Olsen
Nú alt valstríði er av og
bløðini hava verði á tremur
við einum polittiskum boð-
skapi, kann vera at onkur
far gott av, at lesa ein ann-
arleiðis boðskap.
Vit liva í eini tíð, har
kampurin um tey kristnu
lívsvirðini standa sína
roynd í fólkið okkara, Hvat
fundament ynskir tú at
byggja títt lívshús á? Inskir
tú, at byggja á Guðs fyri-
skipan og har við hava
Guðs vernd um títt lív? Ella
ynskir tú, at fylgja við
tíðarandanum og har við
lata tíni lívsvirðir skola
burtur eins og kavi fyri sól.
Ella ynskir tú at Guðs orð
skal verða ein viti á lívsleið
tíni? Sat og eygleiddi flesj-
arnar, tað var brotasjógvur
henda dagin, men mitt í
øllum brotinum stóð vitin
reystur á stóru fles, sjálvt
um brotini skolaðu ivir
hann, sendi hann sínar
strálir út í náttarmyrkri so,
at tann siglandi blívur
ávarðaður um skergarðin,
sum liggur á leiðini. Tað er
tí umráðandi fyri tann sum
heldur um stýrisvølin, at
hann er vakin og gevir
signalinum ans, annars
kann sorgarleikurin gerast
stórur. Hvør stýrir tíni
lívsskútu?
Kampurin um títt heim
tína familiu, Bíblian skrivar
um eitt andaherlið av kreft-
um, sum vit eru upp ímótir´
Efs. 6.10-17. sum ynskir at
gera ínnrás í títt heim, allur
teknikkur er tikin í brúk.
Parabolarnir standa og gapa
uppí himnarúmdina, klárir
at niðurtaka eitt herlið úr
himnarúmdini inn í heim
títt, tað er tí umráandi, at tú
umgongst hesi ting við
vísdómi. Endamáli er fyrst
og fremst, at stjala tína tíð
so tú ikki fart lati teg í hesi
herklæðini, sum talan er
um her, sum er ein búni,
sum tú kannst lata teg í,
sum verjir títt lív. Talan er
um skjøldur svør, hjálm,
belti, skógvar. Andsmaktir-
nar ynskja fyrst og fremst
at avskera tínar forsínings
liniur, sum er Guðs orð.
Tað er stratigin hjá einum
og hvørjum fýgginda, at
avskera forsýningsliniur-
nar, so at fíggindin út-
mattast og til endans má
hann geva seg ivir
Hann ynskir fyrst og
fremst at hertaka tína tíð so,
at tú verður upptikin av
øllum øðrum, uttan at lesa
Guðs orð, sum er ein lykt
fyri fóti mínum, eitt ljós á
gøtu míni sálm. 119 v, 105.
Orðið er eins og vitin sum
sendir strálir sínar út í
náttarmyrkri, fyri at vísa
leið fyri tann siglandi, so at
hann kemur trygt í havn.
Har aftrat hevur orði lyftini
ivir sær, at um himmal og
jørð forganga, skal orði
ikki forganga.
Tað er so mangur, sum
ignorerðar bíbilsins signalir
og trýr, at tað man nokk
fara at ganga alíkaval, tí
liggja so mong vrak fram
við lívsins landavegi, sum
ikki góðu signalinum ans,
menn og kvinnir sum ein
dag kendu brandin í sínum
hjarta, men lótu seg tøla av
tíðarandanum, tíðarandin
sum ikki klárar at halda tíni
lívsskútu á rættari kós um
tú bara letur reka við
streyminum.
Tað fer ein flóðalda yvir
oyggjar okkara í dag,sum
rakar heimini í landi okk-
ara,
skolar
ígjøgnum
familjurnar
og
tínir
familjulívið har børnini eru
teir stóru taparnir. Familian
er stólpin, sum okkara lívs-
virðir skulla verða bygd á,
eins og súlir, sum halda
okkara lívshúsiði uppi, tað
var ætlanin frá skaparans
hond, hesi lívsvirðir eru í
álvarsomum vanda í dag, so
sannuliga eisini í teim
trúgvandi rekkinum, um
tey verða tagd burtur. Vit
mugu vísa tí unga ættar-
liðnum á hvønn tídning
hesir stólpar hava í sam-
felagi okkara.
Slagorðið hjá hesi sam-
gongu er, at Føroyar skal
gerast til eina heims før-
andi tjóð, tað er eitt stórt
mál, at seta sær, men nær
ein tindin við kross-merk-
inum í behold eru vit av
ríkastu tjóðum í heiminum.
Øll hava vit verði vitni til
ígjøgnum fjølmilarnar anna
jólakvøld hvat megi ein
flóalda hevur tá hon reisist í
sínum veldi og skolar alt lív
vekk eftir minuttum, seinra
Tim,br. 3.1-9. Tosar um
eina aldu, sum skal reisa
seg í teim sístu tíðum.. Ein
alda av siloysi og fráfalli, tá
andi Guðs ikki talar meir til
hjørtuni og menniskjan
skal rópa til heyggjar og
fjøll um at fjala seg, tá
náðitíðin er definitivt slutt
á jørð, tá tað verður ein
verðuleiki, sum stendur í
Opinberingini 22-11. Tann,
sum ger órætt,haldi fram
við at gera órætt, og hin
óreini
haldi
fram
við
óreinsku síni, og hin rætt-
vísi haldi fram við rættferð
síni, og hin heilagi haldi
fram við halgan síni;
Henda flóðalda er frá-
boðað í hesi bók, vit hoyra
um, at teir arbeiða við eini
ávaringarskipan sum skal
fáast at virka í Asia so tað
ikki hendir aftur, at ein alda
kemur uttan ávaring, men
vit lesa um á Nóa døgum,
at tað bleiv fráboða tíðliga
og seint, men hvør gav tí
gætur uttan Nóa og familj-
an, hann smíðaði ørk sam-
bart tí, sum Guð hevði sagt,
og tað var Nóa við fam,
sum gekk inn í ørkina og
hurðin bleiv latin aftur,
náðitíðin var farin. Ynskir
tú at verða við til, at smíða
trúðarinnar ørk í okkara
samtíð? Til bjargin fyri ein
og hvønn, sum gongur úti á
syndins breiða vegi. Matt.
24 talar um eina aldu, sum
koma skal ivir henda heim,
tí skal gleðiboðskapurin
um Guðs ríkið verða boð-
aður fyri øllum fólkasløg-
um Matt 24.v 14. Búgv teg
til, at møta Guði tínum var
boðskapurin hjá profetin-
um Ámos. 8. 11-13.
Frá boða er at tað skal
verða eins og á Nóa døgum,
Matt.24-37-39. Alt gekk
sína vanligu gongd, tað
dagliga lívið fungeraði,
sum vanligt, men tann dag
himmalsins slúsur opnað-
ust eins og fráboða, var tað
bert Nóa við familiu, sum
gekk inn í ørkina og Guð
lat hurðina aftur. Innan fyri
ella uttanfyri, avgerðin
liggur í tínari hond hvar
skalt tú verða í ævinleik-
anum? Vit liva í náðitíðini
har tann frelsandi ørkin
flýtur okkara millum, til
bjarging fyri ein og hvønn,
sum vil taka ímótir náðinn-
ar tilboði.
Guð vælsigni ein og
hvønn til, at steðga á og
geva hesum náðinnartilboði
ans.
Kampurin um títt heim
Svar til Sólvit