Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 158 - 19. august 2000 Nr. 158 - 19. august 2000 Sosialurin - 311820 Tórsgøta • 100 Tórshavn • Tel. 31 13 95 P/F ÚTSØLAN byrjar mánamorgunin 21. aug. kl. 09.00 Nógv góð tilboð SVEINUR TRÓNDARSON Eins og undanfarin ár er aftur nógv sild at fáa á Skálafjørðinum. Bátarnir, sum royna eftir sild, eru nógvir í tali og tað er sum einki, at teir fáa eini 10 til 15 tons av sild upp á dagin. Men hóast nógv er at fáa og sildin er góð, so er tó eingin sum vil hava hana. Hvørki til matna ella sum agn. Og tað kann tykjast løgið, serliga tá hugsað verður um at vit innflyta nógva sild — bæði til agn og til matna. Ríkiligt til Joen Jacob Johannesen, úr Søldafirði, hevur í fleiri ár tykist við sildafiskiskap á Skálafjørðinum. Hann hev- ur góðan bát, sum er væl útgjørdur og sigur sjálvur, at báturin verður ikki brúkt- ur til nógv annað enn silda- fiskiskap. - Eg havi roynt eftir sild her á fjørðinum í fleiri harr- ans ár, og tí er tað ótrúliga hugstoytt, at eingin tímir at taka ímóti sildini. Fyri mær kann tað eisini tykjast eitt sindur løgið, tí fyri tað fyrsta er tað ríkiligt til av henni, hon er góð og harafturat innflyta vit sild í stórum mongdum, bæði til eitt og annað, sigur Joen Jacob Johannesen. Í ár vardi sildatørnið bert eina knappa viku, so var liðugt. Bakkafrost er tað einasta virkið, sum hevur tikið ímóti sild frá bátunum á Skálafjørðinum, men nú siga teir, at teir hava fingið tað teimum tørvar. Í ár tók Bakkafrost móti 24 tonsum av sild, sum øll fór til agn. Joen Jacob heldur tað vera serstakliga løgið, at eingin er, sum kann fáa gongd á eitt virkið, sum skal virka sild til matna, tí grundarlagið skuldi verið til staðar heldur hann. Stuðul má til Føroysku handlarnir keypa sild til matna í stórum mongdum og sløgini eru mong. — Tí undrar tað meg, at eingin kann fáa sett gongd á eina framleiðslu av hesi rávøru, sum so at siga biður um at vera tikin upp av firðinum, sigur hann. Men tað sær eftir øllum at døma út til at vera sera torført at fáa fíggjarligan samanhang í eina føroyska framleiðslu av sild. Til annað enn agn, skilst. Fyri nógvum árum síðani tók virkið á Bakka ímóti sild og virkaði hana til matnað. Men stríðið var ov stórt sammett til úrtøkuna. Tað heldur Joen Jacob vera ov galið. Hann heldur at tað má bera til at fáa rakstur í eina framleiðslu av hesum slagi — á ein ella annan hátt. - Eg haldi, at politikar- arnir áttu at gjørt sítt til, fyri at fingið eitt slíkt virkið upp á beinini. Til dømis við stuðli av einum ella øðrum slagi. Eg meini; tað er ein løgin verð vit hava, tá fiskur á henda hátt sleppur at svimja í friði, samstundis sum vit innflyta í stórum nøgdum av sild, sigur Joen Jacob Johannesen. Og sum sagt, so ivast hann ikki eina løtu í, at sildin er so mikið góð, at hon bæði kann brúkast til matnað og til agn. Hetta er kortini ein pástandur, sum Sild í stimum: Eingin vil hava hana - Okkurt má vera galið tá eingin vil hava sild. Vit innflyta í stórum mongdum bæði til agn og til matna, men okkara egnu sild vil eingin hava, sjálvt um hon er framúr góð, sigur Joen Jacob Johannesen, úr Søldafirði. Sambært honum — og øðrum sildaveiðimonnum — er ríkiligt til av sild, eitt nú á Skálafjørðinum er ringur at prógva og ringur at afturvísa. Nú fer tað til mjøl Hjá sildamonnunum er ein møguleiki burtur nú Bakka- frost ikki longur tekur ímóti sild. Prísurin fyri kilo var á Bakka 1,75 og tað er tað mesta, sum fæst fyri sild í løtuni. Hetta er prísurin tá sildin fer til agn, men sum skilst, er tað rættiliga av- markað, hvussu nógv sild verður brúkt til agn. Hjá Joen Jacob Johanne- sen og hinum, sum royna eftir fjarðasild er so at siga bert tann eini møguleiki eftir. - Tað er at selja til Havs- brún. Tá fer sildin til mjøl og tá er prísurin ein heilt annar — 50 oyru fyri kilo — og tað er minni enn ein triðingur av tí, sum vit fáa frá teimum á Bakka, sigur hann. Umroknað, svarar tað til, Fjørðurin kókar av sild SVEINUR TRÓNDARSON Sildafiskiskapurin á Skálafjørðinum er byrj- aður fyri í ár. Bátarnir liggja á fjørð- inum um morgnarnar og draga gørn, og tað stendur ikki á at fáa fullan bát. Tvey tons upp á dagin er lítið fyri. Onkur hevur at Joen Jacob, sum hevur fingið um 5 tons í eina góða viku, hevði fingið 2.500 krónur fyri veiðina ístaðin fyri knappar níggju túsund, og tá er ikki so løgið, at sildamenninir ógvast. Men tíðirnar eru øðrvísi í dag enn tær vóru fyri um- leið fimtan-tjúgu árum síð- ani. Tá var eftrispurningurin eftir føroyskari sild nógv størri enn hann er í dag, og tað er kanska ein av orsøk- unum til, at einki verður gjørt við føroyska sild yvir- høvur. - Men tað er samstundis skemtiligt at hugsa sær, at samstundis, sum eingin vil nerta fjarðasildina, so verð- ur eitt skip keypt til landið, sum m. a. sker sild til flak, sigur Joen Jacob, sum er eitt sindur ørkymlaður av støð- uni. Ov lítil vinningur Tað, sum kortini tykist fingið nógv meira, aðrir kanska heldur minni. Góða siga teir eisini sild- ina verða, men tað kann vera líka mikið. Eingin vil hava hana, tí eingin brúkar hana. Løgið er tað kanska, tí føroyingar innflyta rættiliga fitt av sild, tá til stykkis kemur, og tí skuldi ein trúð, at marknaður var fyri slíkari vøru, men tað er so verri enn so, at tað er eintýðugt. Sambært hagtølum frá Hagstovu Føroya, so inn- fluttu vit góð 156 tons av sild í fjør, og býti var á leið helvt um helvt til agn og til matnað. Sum skilst á teim- um, sum hava við agnið at gera, so er ikki grundarlag hjá teimum at fara at taka ímóti føroyskari sild, tí teir kunnu fáa hana bíligari — og líka góða — uttaneftir, og tá nýtist teimum ikki at goyma hana á frysti- goymslu í fleiri mánaðir, siga teir. Harafturat er fjarðasildin ikki so vælegnað til agn heldur, og tí dámar fiski- monnum betri t. d. Norð- sjóvarsild. Tá tað um sild til matnað umræður, so er ein stór broyting hend, frá tí, at før- oyingar sjálvir virkaðu sild- ina til matnað. Tá var eftir- spurningurin eftir føroysk- ari sild størri, og tá bar til bæði at fáa kryddaða sild, marineraða sild og annað við. Nú er eingin føroysk sild í handlunum, og tí er eingin eftirspurningur eftir henni. Men sild verður kortini seld í handlunum. Og tá hugt verður eftir prísinum, so er kanska løgið, tá til stykkis kemur, at eingin í føroyum roynir seg við hesi fram- leiðslu. Kiloprísurin er nógva ferðirnar tær 1,75 krón- urnar, sum sildabátarnir fáa fyri kilo, men tað merkir ikki av sær sjálvum, at tað er fíggjarligur samanhangur í kortini. Stjórin á Bakka- frost, Regin Jacobsen sigur aðrastaðni í blaðnum, at avkastið var ov lítið, men heldur kanska, at tað hevði borið til hjá onkrari minni fyritøku at fingið skilagóð- an rakstur í framleiðsluna. Spurningurin er so bara, hvør torir at fara í holt við framleiðsluna, sum hevði givið sildafiskarum, sum Joen Jacob Johannesen og øðrum ein marknað, sum gevur meira av sær enn t. d. Havsbrún. Onkur, sum vit hava tosað við, setir spurnar- tekin við, um tað yvirhøv- ur loysir seg at fara í holt við at framleiða sild í Før- oyum, tí hóast vit enn, sum áður eta sild, so eru matvanarnir nógv broyttir sammett við fyrr. Tað ger tað truplari hjá eini slíkari fyritøku at klára seg. Kortini kann tað tykjast rættiliga løgið, at vit, sum tann stóra fiskivinnutjóð vit eru, ikki kunnu gagn- nýta ein fisk, sum liggur og svimur inni á firðum okkara, heilt inni við fjør- una. Men, hvør veit, kanska onkur er, sum hev- ur dirvið til at fara undir eina slíka framleiðslu. Í nógv harrans ár hava nakrir fjarbúgvar gjørt sær tað til eitt ítriv, eftir Ólavsøku og eina tíð frameftir, at royna eftir sild. Og aftur í ár er so ríkiligt til av henni. So nógv, at hon næstan kemur upp av sær sjálvari ganga aftur er at tað er trupult at fáa fíggjarligan samanhang í eina føroyska sildaframleiðslu. Tað kann kanska tykjast løgið tá hugsað verður um, at føroy- ingar eta sild í nógvum ymsum útgávum. Veruleiki er tað eisini, at føroyingar innflyta nógva sild — umleið 160 tons — men hvussu nógv tað svarar til í livandi vekt, skal vera ósagt. Eitt er tó vist, og tað er, at tað tekur ikki nógvar vikur at fiska 160 tons, ella 200 tons fyri tað. Tað tók minni enn eina viku at fiska 24 tons. Fyri at skil skal vera í, skal eitt rímiligt fíggjarligt avkast liggja eftir. Sambært teimum á Bakka, var tað ein orsøk til at teir góvust, at tað lá ov lítið eftir í mun til stríðið. Hóast ein ongantíð skal siga ongantíð, so er ikki SVEINUR TRÓNDARSON - Orsøkin til at vit ikki taka ímóti meiri sild er, at vit hava ikki tørv á meiri sild. Vit selja sild til agn, og tað er avmarkað, hvussu nógv vit selja av tí, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakka- frost. Avmarkaður marknaður Sambært Regini Jacobsen, so er sildin eingin gull- grevstur fyri teir. Eftir- spurningurin eftir sild til agn er ikki so øgiligur og tað eru aðrir, sum innflyta og selja sild til agn eisini. Tí er ein náttúrlig avmark- ing í hvussu nógvari sild Bakkafrost tekur ímóti á hvørjum ári. - Tað ber ikki til hjá okk- um at taka ímóti so nógv- um, tí tað skal goymast og so tekur tað pláss. Har- afturat fáa vit eisini vársild frá skipunum og tí hava vit ikki fyri neyðini at taka ímóti so nógvari sild, greiðir Regin frá. Í ár hevði Bakkafrost gjørt av, at taka ímóti 24 tonsum av sild, og tað gekk skjótt. Knappliga ein vika, so var _kvotan“ uppfiskað. Tí er í veruleikanum ikki talan um at sildabátarnir á fjørðinum hava nakran veruligan møguleika at sleppa av við sildina fyri ein rímuligan penga. Tað, sum Bakkafrost tekur, er bert ein brotpartur av tí, sum bátar- nir fiska, og tann meirinn- tøkan, teir fáa av tí, er sum ein dropi í havinum, tá sam- en Regin sær tað nú heldur ikki sum tað stóra. Sum hann sigur, so er tað meira ein tænasta móti sildamonn- unum, at teir taka ímóti ein- um parti, heldur enn at alt fer burtur. Trúgva ikki upp á sildina Veruleikin er tann, at tað er ótrúliga ymiskt, hvussu nógva sild Bakkafrost sleppur av við. Tað silda- agnið, sum Bakkafrost selur er til teirra, sum royna eftir hummara og kalva, og so til onkran ”vanligan fiski- mann”, leggur Regin aftur- at. - Fiskimenn trúgva upp á agnið, og í løtuni dámar teimum ikki so væl sildina, men tað kann sjálvandi koma afturíaftur. Men hóast tað kemur afturíaftur, so verður nøgdin teir selja kortini ongantíð tann stóra. Hetta hevur Sosialurin eisini fingið váttað aðra- staðni, frá monnum, sum takast við at selja agn, m. a. Haðani skilja vit, at eftir- spurningurin eftir sild, sum agn, er ikki stórur í løtuni, og tað hevur nakað við tað at gera, at fiskimenn fáa ikki stórvegis við sild sum agn. Og so er ikki hugsingur um at selja teimum hana, skilst. Tíðirnar broyttar Í gomlum døgum tók Bakkafrost eisini ímóti fjarðasild. Tá virkaðu teir sildina til matna og tað var ikki sørt, at undirtøkan var - Vit keypa ikki meiri sild enn vit kunnu goyma og enn tað sum vit sleppa av aftur við, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Teir hava, sum tað einasta virkið tikið ímóti sild frá bátunum á Skálafjørðinum, men bert í eina viku góð á føroyska marknað- inum. Men sambært stjór- anum, so broyttist grund- arlagið. Úrtøkan gjørdist minni og minni í mun til stríðið, sum skuldi leggjast í framleiðsluna, og sum skilst á Regini, so var tað ein av høvuðsorsøkunum til at Bakkafrost legði tað framleiðsluna í laka _ Aðrir tóku yvir fram- leiðsluna, men sum skilst vóru royndirnar tey gjørdu sær, ikki stórt øðrvísi enn tær tey gjørdu sær á Bakka og síðani tey góvust í Klaksvík, er sild ikki fram- leitt til matna í Føroyum. Bakkafrost: – Tað er ikki stríðið vert Um tað loysir seg at framleiða sild til matna ella ikki, vil Regin ikki meta um. Hann minnir á teirra royndir, um at úrtøkan í mun til stríði var ov lítil. — Men tað merkir ikki, at onkur annar ikki kann fáa tað at mæla runt. - Tað kundi hugsast, at onkur lítil kjallarafyritøka var tað rætta til slíka fram- leiðslu. So vóru nøgdirnar, sum skuldu til, ikki so øgi- ligar, og so hevði borið til at fingið skilagóðan rakstur í framleiðsluna, tað skal eg ikki siga, heldur Regin Jacobsen fyri. Í gomlum døgum tók virkið á Bakka eisini ímóti sild, men tá var tað til matnað og í størri nøgdum. Lítla úrtøkan og stóra stríðið gjørdu tó, at teir góvust við tí. Nú verður sildin brúkt til agn og einki annað Eldra- samkoman í K.F.U.K. Vit í K.F.U.K. hava eins og hini árini hildið summarfrí, og nú kom- andi mánadag 21. august hava vit fyrsta tiltakið í Eldrasamkomuni, ið hevur eini 30 ár á baki, og er eina ferð um vik- una, hvønn mánadag kl.15, og er bæði fyri mann og kvinnu. Vit hava skrá, ið lut- takararnir fáa. Fólk verða biðin at hava bíbliutímar, fyri- lestrar, frásagnir og upp- lestur. Tá evnið er liðugt, eru luttakararnir væl- komnir at taka orðið við spurningum ella við at leggja okkurt afturat. Hvørt summar er ein útferð og í desember ad- ventshugni við nátt- verða, og sum endar við Lucia-gongd. Á hvørji samkomu hava vit Guds orðið. Nú mánadagin 21. fáa vit fyrst ein drekkamunn við onkrum góðum aft- urvið, síðan kemur evnið, ið Carl Weihe hevur. Hann hevur ofta staðið á røðarapallinum og sum øll eru fegin um at lurta eftir. Hesa ferð hevur hann valt at for- telja úr Apokrypinum um Tobis. Vit minna á Eldrasam- komuna í K.F.U.K. mánadagin 21. august kl. 15. Øll eru hjartaliga væl- komin. j. Summarið er farið at halla og summarfrítíðirnar eru um at vera av, og alt fer so spakuliga í gongd aftur: arbeiðspláss, skúlar og felagslív KFUK í Havn