leygardagur 19. august 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 158 - 19. august 2000
Nr. 158 - 19. august 2000
FSF og børnini
Tað var við stórum spenn-
ingi, at børn, ung og gomul
fóru í Gundadal at síggja
fótbóltsdystin millum Før-
oyar og Danmark.
Í fleiri dagar høvdu børn-
ini glett seg til hetta at síggja
føroyingar spæla fótbólt,
har idolini Todi Jónsson,
Jákup Mikkelsen, Peter
Schmeichel, Micael Laurup
og onnur kend nøvn vóru
frammarlaga í práti og tosi,
sum er so livandi eyðkent
hjá børnum.
Áhugin vísti seg eisini at
vera ovurstórur fyri at
keypa atgongumerkir í góð-
ari tíð fleiri dagar, áðrenn
dysturin skuldi spælast, og
Fótbóltssamband Føroya
Lesarabræv
kunngjørdi, at billettir, sum
enn vóru óseldar, kundu
fáast í Gundadali undan
dystinum (kl. 18.45) fyri
170 kr. og 50 kr. til ávika-
vist vaksin og børn. Kl. 15
var long kø í Gundadali fyri
at keypa billettir, og sum
vituligt er nógv børn.
Billettsølan var illa nokk
byrjað, tá børnini fingu at
vita, at ongar barnabillettir
vóru eftir, og at tey, børn-
ini, tessvegna skuldu gjalda
170 kr. fyri at sleppa inn.
Tað er ikki trupult at
ímynda sær ta eyðmýking,
hesi neyðars børn við 50
krónum í hondini hava
verið fyri, men tað er trupult
hjá foreldrum og ommum
og abbum at skilja, hvussu
Fótbóltssamband Føroya,
sum átti at staðið sum
eksponentur fyri hugtakin-
um »sunn sál í sunnum
likami«, kann fremja slíkan
ágang móti barnasálini.
Hevði orsøkin til hesa
hending verið tann, at øll
áskoðaraplássini vóru út-
seld, og at tað tíverri ikki
lat seg gera at selja fleiri
billettir til børn og vaksin,
so høvdu óivað mong verið
kedd, men ongin eyðmýk-
ing av børnum.
Um hetta fer at skapa
præcedens, so kunnu vit
ímynda okkum, at t.d. At-
lantic Airways ella Smyril
Line í hægstu seson, tað vil
siga, tá ið ferðahugur før-
oyinga er í hæddini, fara at
kunngera um diskin ella í
telefonini, at børn undir 11
ár mugu rinda vaksna-
mannabillett, tí barnabillett-
irnar eru uppi, og einans
vaksnamannabillettir eru
við hondina.
Skal
Fótbóltssamband
Føroya bjarga sínum trú-
virði, sum í løtu kann liggja
í einari fliðuskel, so er bert
eitt at gera: endurrindið tær
120 krónurnar, sum órætt-
víst fyri ikki at siga óreglu-
liga eru tiknar frá børnum
(foreldrum og ommum og
abbum) uppi í Gundadali
tann 16. august 2000.
Heri Mohr
Góði Barsskor
Tað var gott, at tú gjørdist
frískur aftur. Tað er jú ikki
so óvanligt at skranta á
gamalsaldrinum,
føddur
sum tú ert í 1929. Maskinan
steðgaði upp, og tú fór at
reka púrasta hjálparleysur,
heldigvís var veðrið av tí
fínasta, so har hendi ongin
ólukka. Men at tú skuldi
»styðjast« til kei teir tveir
næstu túrarnar aftan á
sjúkraleguna, haldi eg vera
ræðandi. Sera óhugnaligt,
nú veturin nærkast, og tú
ongan avloysara fært.
Tað var ikki so gott við
hinum stóra skaðanum, tú
fekst fyri nøkrum árum síð-
ani, tá tú rendi á land. Tá
fekst tú eitt hol so stórt, at
tú mátti mátti hava jarn í.
Síðani hevur tú ikki kunn-
að rættað teg upp, men
hellir til ta einu síðuna. Ja,
tú ert skeivur, men tað sæst
næstan ikki. Vit eru bara
nøkur fá, sum vita tað. Havi
eisini hoyrt, at tú lekur so
illa. Ná, pumpan er væl-
saktans góð nokk.
Eg trúði, at tú slapp at
leggja teg hesa ferðina, men
nei, út at sjabba hvønn
evigeinasta dag, tú fært
onga hvíld. Enntá eykatúr-
ar, tí tú hevur ikki pláss fyri
øllum í senn, sum skulu yvir
á Kalsoynna. Tað hevði
verið deiligt hja tær bert at
siglt stuttleikatúrar um
summarið og í góðum veðri,
tá kundi tú siglt framvið
landi, og um tú fekst hug at
leggja teg, so kundu fólk
svomið í land.
Tað er ergriligt, at skip
ikki fáa børn, tí so kundi
Barsskor Yngri tikið yvir,
áðrenn tú vart heilt affeldig-
ur. So hevði tú sloppið at
byrja »tín triðja aldur« sum
stuttleikaskip og sum muse-
um. Óndar tungur vilja vera
við, at tú bert hongur saman
við málingini, men tað
trúgvi eg onki uppá. Tú ert
jú stadigvekk eitt deiligt
skip, tað vita vit, og nógv
eru tey, ið minnast teg við
kærleika og vælvild.
Góði Barsskor, eg fari at
biðja eg um, tá tú ikki orkar
meira og legst fyri allar-
síðstu ferð, at tú legst við
eina kei, eftir at alt fólkið
er farið í land. Góði, ikki
leggja teg á havsins botn
mitt í Kalsoyarfirði mitt um
veturin fullur av skúlabørn-
um, neytum ella øðrum.
Gævi, at motorurin ikki
steðgar upp, beint tá tú skalt
leggja at, tað hevði ikki
verið lukkuligt. Bara eg ikki
eri við, um tað fer at henda.
Kærar heilsanir,
Jonna Justinussen
Røtt avgerð, Torbjørn Jacobsen!
Tá ið tíðindini bórust, at tú
hevði avgjørt, at Heilsu-
skúlin skuldi liggja á Tvør-
oyri, mátti mangur suðuroy-
ingur undrast og frøast og
hugsa at undranna tíð
kanska ikki er av enn.
Røtt avgerð krevur rættan
mann, og ogur vóna, at tú
tolir tað trýst, sum man fara
at koma. Smá hvin og níst
dugir tú væl at taka, kenni
eg teg rætt.
Sjálandi skal skúlin liggja
á Tvøroyri og onga aðra-
staðni, tí enn hoyrir so
Suðuroyggin til hin partin
av Føroyum.
Kom mær til hugs, ofta
hevur verið tikið til orðanna
í messunum, at skil kemur
ikki á alt svansið fyrr enn
sjómenn hava tikið ræðið.
Halt tú bara fram á somu
kós, Torbjørn.
Vinarliga,
Martin J. Strøm,
Vágur
Matmøðrafelag fegnast
Í umrøðuni av løgmansrøð-
uni legði nýggi landsstýris-
maðurin í undirvísingar- og
mentanarmálum, Torbjørn
Jacobsen, fram ætlanir um
at leggja Almanna- og
Heilsuskúlan í Suðuroynni.
Vágs
Matmøðrafelag
fegnast um hetta stig, tí um
nøkur meining er aftan fyri
tosið um bygdamenning,
má nakað ítøkiligt gerast,
og er tað í so seint Suður-
oynni viðvíkjandi.
Arbeiðsloysið er sera
stórt og miðnámsskúlin
undantikin, so eru eingir
útbúgvingarmøguleikar í
oynni, og mestsum ómøgu-
ligt er at fáa lærupláss her.
Sum er, er stórur streymur
av fólki, sum flytur av
oynni, meðan einki verður
gjørt frá almennari síðu fyri
at fáa fólk at verða verandi.
Ætlanirnar hjá Torbjørn
Jacobsen, landsstýrismanni,
eru eitt stig rætta vegin, men
hava verið møttar av nógv-
um púra ógrundaðum mót-
mælum.
Vit vilja her vísa á, at vit
síggja als onga forðing fyri
at henda útbúgving kann
leggjast her.
Í Suðuroynni er nógv
lættari at finna sær eini
bústað, enn í miðstaðarøk-
inum, og á Tvøroyri eru
bæði
barnagarður
og
kommunal dagrøktarskip-
an, sum gera barnaansing-
armøguleikarnar rættuliga
góðar. Har er eisini stórt
bókasavn, sum í fleiri ár var
rikið av einum av undan-
gongumonnum
landsins
innan bókmentir.
Eisini hevur verið ført
fram, at í Havn eru lærara-
kreftirnar frammanundan,
men hetta er ein nýggj út-
búgving og nýggj størv, ið
skulu setast. Formaðurin í
Sjúkrasystrafelagnum setir
spurnartekin við fakliga
førleikan á Tvøroyri. Hetta
má standa fyri hennara
rokning, men sigast má at
um nakað sum helst hald er
í hesum, er tað rættuliga
skelkandi hjá okkum suður-
oyingum, og átti at verið
bøtt um í stundini, heldur
enn bert at brúka tað sum
eitt mótargument fyri eini
menning í Suðuroynni.
Heldur ikki er tað ein
forðing, at stjórin á skúlan-
um arbeiðir í Havn. Tað er
jú eisini galdandi fyri Mið-
námsskúlan, sum hóast tað
er væl rikin.
Samanumtikið má sigast,
at umstøðurnar fyri at leggja
nýggja
Almanna-
og
Heilsuskúlan í Suðuroynni
eru eins góðir, og í ávísum
førum betri enn í miðstað-
arøkinum, og heita vit tí á
allar góðar kreftir um at
standa saman, nú endiliga
røkist fyri at útjaðarapoli-
tikkur sæst í verki.
Vágs Matmøðrafelag
ÓLAVUR Í BEITI
Eykajáttanarløgtingslóg
fyri august 2000 hevur
Kristian Magnussen, løg-
tingsmaður, lagt fram
vegna Javnaðarflokkin, tí
hann metir tørvin verða
stóran á at fáa meiri játtan
til Húsalánsgrunnin, so
hann fær nóg mikið til
m.a. bjálvingarstuðulin.
Í viðmerkingunum til
uppskotið, sigur Kritstin
Magnussen, at á fíggjar-
lógini fyri ár 2000 eru 0,5
mió. kr. avsettar til bjálv-
ingarstuðul. Í viðmerk-
ingunum til fíggjarlógina
sigur landsstýrið, at »játt-
anin er lækkað tí tørvurin
at fáa stuðul til bjálving
ikki er tann sami, sum tá
skipanin varð sett í
gongd«.
– Hetta hevur tó víst
seg ikki at verða rætt, og
liggur Húsalánsgrunnurin
tí í løtuni inni við uml.
110 umsóknum, ið hann
ikki fær viðgjørt orsakað
av tørvandi játtan.
Harumframt metir Húsa-
lánsgrunnurin, at tað fara
at koma uml. 40 – 50
Eykajáttan til
bjálvingarstuðul
Húsalánsgrunnurin hevur í løtuni
uml. 110 umsóknir, ið hann ikki fær
viðgjørt orsakað av tørvandi játtan,
og hevur Kristian Magnussen tí lagt
uppskot fram um eykajáttan fyri
august
umsóknir afturat í ár, vís-
ur Kristian Magnussen á.
Løgtingið bjálvast
Og víðari sigur Kristian
Magnussen, at miðaljátt-
anirnar til bjálvingar-
stuðulslán liggja um 60
– 80 túsund kr., og skulu
sostatt einar 10 mió. til,
fyri at Húsalánsgrunnur-
in hevur slætt borð.
– Nú Løgtingið verður
bjálvað av nýggjum,
tykist tað løgið, at
samgongan ikki raðfestir
bjálvingina av húsum hjá
pensjónistum.
Ein
eykajáttan hevði gjørt
trivnaðin
og
møguleikarnar
hjá
pensjónistum at búð í
egnum húsum betri, og
samstundis
hevði
játtanin verið eitt íkast til
handverksvinnuna runt
um í landinum.
Og mælir Kristian
Magnussen til, at 9,5
mió. kr. verða veittar í
eykajáttan
til
bjálvingarstuðul.
Ein seinkað heilsan til
Torbjørn Jacobsen
Sterkar eru Noregs strendur,
tær teg hóttu við at leggja saman hendur.
Men broytt er kós, eitt betri mál,
tú hevur gjørt eitt rimmar hál.
Teinur stuttur er av Langanesi,
til at stýra skútu frá Tinganesi.
Ofta føldi tú teg hentan,
nú liva skalt av skúla og mentan.
Í øllum hesum nógva heldi,
endar alt í fullveldi.
Viðv. tjóðveldiskvøðu,
Dia Ellindsson,
Runavík
Skeið í innaneftirliti
Skipað verður fyri skeiði í innaneftirliti. Skeiðið er í trimum eindum. Til ber at
melda seg til eina, tvær ella allar tríggjar eindirnar. Pláss er fyri 20 luttakarum á
hvørjari eind.
Eind 1:
Heilsufrøðilig viðurskifti
18., 19. og 20. september 2000
Eind 2:
HACCP
2., 3. og 4. oktober 2000
Eind 3:
Íverksetan og viðlíkahald
av innaneftirlitinum
16., 17. og 18. oktober 2000
Málbólkur:
Stjórar, góðskuleiðarar og starvsfólk, ið saman við
góðskuleiðaranum hava ein virknan leiklut í innaneftirlits-
arbeiðinum á fiskavirkjum, kryvjivirkjum, verksmiðjuskip-
um o.ø.
Undirvísarar:
Serfrøðingar í innaneftirliti
Stað:
Hotel Føroyar í Havn, allar dagar kl. 9.00 - 16.00
Skeiðskostnaður:
Kr. 3.500 fyri hvørja eind (verður kravt inn undan skeið-
inum)
Próvtøka:
Skipað verður fyri próvtøku í øllum trimum eindunum
eftir lokið skeið
Frálæran fevnir m.a. um:
Smáverulívfrøði, framleiðsluumhvørvið, reingerð, sjálvrøkt, vandamálsgreining,
góðskuskoðan, skjalastýring, uppbygging og íverksetan av innaneftirliti.
Freistin at boða frá luttøku er 8. september 2000. Tilmelding fer fram við at
senda ella faxa innskrivingarseðilin til Hotel Føroyar, við Oyggjarvegin, 100
Tórshavn. Telefax nummarið er 316019. Til ber eisini at ringja til Hotel Føroyar
tlf. 317500 og boða frá luttøku. Tilmeldingin er bindandi. Skeiðið er treytað av
nóg stórari undirtøku.
Fiskivinnuskúlin
Postrúm 96, 350 Vestmanna
Tlf. 42 45 73 • Fax. 42 44 28
-----------------------------------------------------------------------------------------
Innskrivingarseðil til skeið í innaneftirliti
Eind 1: __ Set kross
Eind 2: __ Set kross
Eind 3: __ Set kross
Eftirnavn:
Føðingardagur:
Fornavn:
Starv/Arbeiðspláss:
Gøta:
Tlf. arbeiði:
Postnr./stað:
Tlf. heima:
Teldupostur:
Gjaldari:
Tvingsilssøla
Hósdagin tann 14.09.
2000, kl. 09.15 verður á
dómaraskrivstovuni, C.
Pløyensgøtu 1, 100 Tórs-
havn, hildin tvingsilssøla
yvir matr. nr. 561, Froðba.
Ognin er eini sethús 120
m2 til støddar í kjallara og
stovuhædd. Húsini eru
gjørd úr timbri á betong-
grund og takt við tjøru-
pappi. Grundøkið er 1579
m2 til støddar.
Húsini eru soleiðis inn-
rættað:
Í kjallaranum er gongd,
verkstaður, handil, wc,
kontór, kjallararúm og fýr-
rúm. Í stovuhæddini er
gongd, køkur, bryggers,
stova, 2 kømur, baði-
verilsi og soviverilsi við
baðiverilsi. Húsini eru
bygd í 1989 og eru í góð-
um standi. Grótgarður er
gjørdur niðanfyri húsini.
Sølan er umbiðin av
Fríðu Patursson, advo-
kati, Fr. Petersensgøtu
9, Tórshavn, tlf. 311145
(j. nr. 20000346), sum
kann geva nærri upp-
lýsingar, og sum nærri
avtala kann gerast við,
um ynskt verður at síggja
ognina.
Prsir viÝ litmyndum
verÝa sendir kring
landiÝ og til tlandiÝ
Til útisetar í Danmark
Vit kunnu seta gravsteinar upp
Danmark uttan eyka kostnaÝ
Tel. 318323
Tel. 447512
Tel. 217512
Fax 449961
www.danstein.fo
Sosialurin - 311820
KUNNGERÐ
Um framløgu av byggisamtykt fyri
Oyndarfjarðar kommunu
Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.
mai 1954 við seinni broytingum, verður við
hesum gjørt kunnugt, at byggisamtykt fyri
Oyndarfjarðar kommunu 2000-2001 verður
løgd fram til alment eftirlit á kommunuskriv-
stovuni í Oyndarfirði frá 21. august 2000 til
og við 08. september 2000. Tó skal verða
gjørt vart við, at skrivstovan bert er opin
mánadagar millum kl. 17.00 og 19.00, men
kunnu áhugað um neyðugt seta seg í sam-
band við bygdaráðið fyri at fáa atgongd til
málið aðrar tíðir.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broyt-
ingaruppskot til hetta, ið skulu vera skrivlig,
skulu vera Oyndarfjarðar bygdaráð í hendi í
seinasta lagi 20. november 2000 kl. 16.00.
Oyndarfjørður, tann 14. august 2000
Oyndarfjarðar bygdaráð
Almenn
móttøka
í sambandi við at
Hildibjart Johansen,
stjóri á Lønjavningarstovuni,
hevur havt 40 ára starvsdag
verður móttøka í Fiskimálastýrinum,
hósdagin 24. august 2000
millum kl. 14.00-16.00.
Øll eru vælkomin.
Fiskimálastýrið
www.sosialurin.fo
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Stongt vegna summarferiu til 21. aug.
Nýggjar
TANNPROTESUR