leygardagur 19. august 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 158 - 19. august 2000
Nr. 158 - 19. august 2000
Sosialurin - 311820
Stóra
bringu
-ella lítla?
Dr. Jacobsensgøta 18
100 Tórshavn
Tel./Fax 316610
Visti tú at 80% av øllum
kvinnum ganga í skeivari
BH-stødd?
Vælkomin inn á gólvið
hjá okkum og vit hjálpa
og vegleiða tær at finna
júst tína stødd.
Ring til okkum
og avtala tíð.
Vit hava BH í støddum
úr 65 til 110 cm. í ummáli,
og frá AA til H skál.
Vit hava eisini korsilett
í stórum støddum
Maskinmeistaraskúlin
Undir Krákugjógv 5 • FO-100 Tórshavn
Tlf. 312661• Fax 318545
E-mail: mms@mec.fo Heimasíða: www.mec.fo
Skeið í Kølitøkni
Kølitøkni 3, framhaldsskeið
Innihald: Elektronisk stýring og regulering.
Adaptiv regulering við Danfoss AKC 114D herundir hándsetting.
Etablering av kommunikatión millum Danfoss AKC 114D og PC
gjøgnum gateway. Uppseting av datalogging.
Fortreytir: Skeiðið er ætlað kølimontørum og maskinfólkið, sum
arbeiða og hava eftirlit við kommerciellum anleggum í t.d.
supermarknaðum.
Skeiðið verður hildið í samstarvi við og við skeið-
leiðara frá Maskinmeistaraskúlanum í Keypmannahavn.
Skeiðstað: Maskinmeistaraskúlin, Undir Krákugjógv 5.
Luttakaratal: Í mesta lagi 10.
Dagar:
5 dagar, 16. okt.–20. okt. 2000
Kostnaður: kr. 6.500,-
Tilmelding í seinasta lagi mánadagin 11. september 2000
á tlf. 312661 ella fax 318545
Frá 1000 ára
haldinum
Sunnudagin 20. august kl. 16.00 heldur
Jónsvein Bech, prestur fyrilestur í bygdar-
húsinum í Norðadali. »Hevur keltiskur krist-
indómur havt ávirkan í Føroyum?«
FØROYAR KRISTNAR Í 1000 ÁR
Postboks 1121 · tlf. +298 321132 · fax +298 321761 · FO-110 Tórshavn
JAN MÜLLER
Undan handanini av leiti-
loyvum hevur stórur spenn-
ingur verið um, hvat og
hvussu nógv eitt av heims-
ins størstu oljufeløgum, BP
Amoco fór at fáa. Nú tað er
greitt, at felagið er millum
vinnarnar í Gullhorninum,
er leitistjórin Peter Rattey
sera væl nøgdur. -Vit fingu
tað økið, sum vit fyrst og
fremst høvdu søkt um, uttan
at nakað varð latið øðrum
av tí. Peter Rattey sigur, at
teir eisini søktu um eitt
annað økið men skilur hann
væl Oljumálastýrið, sum
vildi lata øðrum tað.
Tað hevur undrað onkran,
at BP ikki hevur fingið økið
tættast upp at markinum,
sum liggur næst oljufeltu-
numm á bretskum øki. Peter
Rattey sigur, at teir hava
valt út teigarnar teir hava
fingið við tí fyri eygað at
gera eitt fund skjótast gjør-
ligt, og hann dylur ikki fyri,
at teir hava sett sær sum mál
at bora næsta summar og
raka við olju áðrenn árið er
úti. Peter Rattey sigur, at tað
teir leita eftir, er júst tað
sama, sum teir hava funnið,
har verandi keldur Foinaven
og Schiehallion eru. Teir eru
ómetaliga bjartskygdir og
hóast føroyska økið er lítið
sammett við t.d. Angola ella
Meksikanska Flógvan, so
liggur Føroyarøkið sera ov-
arliga á listanum hjá BP yvir
positiv og lovandi øki.
BP Amoco hevur longu
ein pall kláran til uppgáv-
una. Tað er Transocean
Leader, sum væl egnaður til
Føroyaøkið. Teir eru tó í
løtuni í samráðingum við
hini feløgini, sum hava
fingið leitiloyvi um saman
at finna ein annan pall. Stór-
ur eftirspurningur er eftir
boripallum og finna feløgini
saman ikki ein boripall, so
verður
tað
Transocean
Leader, sum fer at bora fyri
BP.
Leitistjórin sigur, at hann
tekur ikki munnin ov fullan,
íløgumøguleika, sum tó
sjálvandi hevur váða við
sær. Felagið skuldi upp-
byggjast frá byrjan av bæði
við føroyskum og útlendsk-
um kapitali. Vit hava valt ta
leiðina og halda tað vera
skilagott.
Graham Steward sigur, at
stórur áhugi er í útlandinum
fyri Føroya Kolvetni. Teir
fáa fyrispurningar frá bæði
bankum, privatum osfr.
Nevndarformaðurin í Før-
oya Kolvetni heldur teir
hava verið sera óhepnar nú
í eina tíð, men hava nú loyst
flestu trupulleikarnar. Og
teir eru sera væl nøgdir við
at vera partur av Agip-sam-
taki.
Herfyri máttu jarðfrøði-
ligu ráðgevararnir hjá Før-
oya Kolvetni, SAGEX í
Noregi taka aftur ráðgev-
ingina, tí ein dómstólur setti
fútaforboð móti hesum.
Síðani er tað hent, at ein
annar dómstólur hevur frí-
kent teir men nú skal so
Hydro, sum upprunaliga fór
í rættin við Sagex-fólku-
num, hava biðið um at fáa
málið fyri Hægstarætt.
Graham Steward fær ikki
sagt, hvussu støðan er mill-
um teir og Sagex-fólkini.
Hann sigur bara, at nógv er
hent, og tað er nógv, sum
skal takast til eftirtektar. -
Hetta hevur verið ein kom-
pliserað tíð sigur hann men
vil ikki siga, um Sagex
framvegis er inni í hitanum.
Vit revidera støðuna. Vit
tosa saman osfr. Men eg
kann ikki siga nú, hvussu
støðan er. Føroya Kolvetni
leitar nú eftir føroyskum
starvsfólki, í fyrsta lagi ein-
um ungun jarðfrøðingi. Teir
ætla tó ikki at seta eina
rúgvu av fólki, tí teir eru
ikki operatørur. -Vit eru sera
væl nøgdir, positivir og
bjartskygdir leggur hann
aftrat.
– Vit ætla nú at byggja
upp eitt føroyskt felag.
Hetta er byrjanin. Hetta er
ikki ætlað sum nakar løtu-
vinningur. Vit eru komnir
fyri at verða verandi í Før-
Føroyar besta leitiøki
BP Amoco vil komandi seks árini gera íløgur í Føroyum uppá umleið 180 mill. kr.
og skal hetta vera við til at stimbra og menna føroyskt vinnulív at gerast kapping-
arført í altjóða høpi
Føroya Kolvetni tekna partapening
tá hann undirstrikar, at leiti-
økið teir hava fingið at-
gongd til á føroyska land-
grunninum er eitt tað mest
týdningarmikla hjá BP í øll-
um heiminum. Teir síggja
annars stórar møguleikar í
øllum økinum niðri í land-
synningshorninum eins og
á
økjunum
hinumegin
markið.
– Vit rokna við at finna
eitt ella tvey oljufelt á stødd
við Schiehallion á teigunum
vit nú hava fingið tillutað.
Hetta er eitt felt uppá um-
leið 500 mill. tons av olju.
Peter Rattey sigur, at fleiri
onnur feløg hava fríggjað til
BP, sum tó hevur gjørt
greitt, at tað vil vera einsa-
malt um uppgávuna.
Stór íløguætlan
Felagið hevur annars í um-
sóknini sagt seg vilja stuðla
føroyskum virksemi. -Vit
eru sinnaðir til at gera íløgur
í Føroyum komandi árini
uppá umleið 24 mill. doll-
arar tvs. umleið 180 mill.
kr. Her er talan um eitt
íløguprogramm næstu seks
árini, sum hevur til endamál
fyrst og fremst at stimbra
føroyskan ídnað til at gerast
kappingarførur í heimshøpi.
Teir hava lovað Oljumála-
stýrinum at finna nøkur før-
oysk feløg, einar 3-5 fyri-
tøkur, sum BP kann vera við
til at lyfta upp á eitt støði,
har tær kunnu vera kapp-
ingarførar á heimsmarkn-
aðinum. Ein av hesum fyri-
tøkum kann væl gerast Før-
oya Tele, hóast BP ikki
endaliga hevur gjørt nakað
av. Talan er um at kunna
leggja ein „fiberoptic“ KT-
kaðal millum Hetland og
Føroyar via verandi olju-
feltini Foinaven og Schie-
hallion. Hetta kann so vera
grundarlagið undir einum
KT-ídnaði í Føroyum.
– Kunnu vit vera við til
at stimbra føroyskar fyri-
tøkur, so er hetta júst tað
vit vilja brúka pengar til sig-
ur Peter Rattey og vísir sum
eitt dømi á, hvat tað t.d. vil
siga fyri Føroyar og olju-
ídnaðin, um Atlantic Air-
ways t.d. hevði fasta rutu
hvønn dag millum Føroyar
og Glasgow!
Nakað av pengunum,
sum BP vil lata til føroyska
samfelagið verður koyrt í
ein grunn, sum Oljumála-
stýrið hevur mælt til. Hann
vísir á, at BP ætlar ikki
einsamalt at gera av, hvat
pengarnir teir vilja investera
her skulu brúkast til. Tað má
gerast í tøttum samstarvi við
føroyskar myndugleikar.
Stjóri hjá BP Amoco í Før-
oyum er Hjarnar Djurhuus,
sum í stuttari viðmerking
sigur seg vera væl nøgdan
við úrslitið. Hann sigur, at
hetta er orsakað av tí pro-
fessionalismu og seriøsiteti,
sum BP fólk leggja fyri dag-
in.
JAN MÜLLER
Millum tey væl nøgdu
feløgini eftir 1. útbjóðing til
oljuleiting eru tey bæði før-
oysku feløgini, Atlants Kol-
vetni og Føroya Kolvetni. Í
gjár fegnaðist stjórin í At-
lants Kolvetni, Vilhelm Pet-
ersen um loyvið bólkurin
teir eru við í, hevði fingið.
Og í dag fegnast nevndar-
formaðurin í Føroya Kol-
vetni, Graham Steward um
loyvini, sum bólkurin teir
eru við í fekk. Talan er um
stóra italska felagið Agip,
ið hevur verið virkið í Før-
oyum nú í fleiri ár. Graham
Steward er nøgdur við
gongdina í oljumálinum, og
at teir hava fingið 7% part í
loyvinum hjá Agip.
Hann vísir á, at teir hava
møguleika at hækka hetta
prosentið til eitt 2-siffrað
tal. -Vit byrja við sjey og so
fáa vit at síggja, hvussu tað
gongur sigur ein vælhýrdur
hálvur føroyingur, sum nú
má sigast at hava annað
beinið í oljuvinnuni í Bret-
landi og hitt í oljuvinnuni
við Føroyar. Hann starvast
dagliga sum stjóri í olju-
felagnum Dana, ið sam-
starvar við Føroyar Kol-
vetni.
Nú Føroya Kolvetni er
komið sær uppí bólk við
Agip og Marathon hevur
tikið seg úr bólkinum vil
Graham Steward ikki úti-
loka, at onnur ella annað
felag eisini kann koma upp
í teirra bólk.
Í gjár vísti stjórin í hinum
føroyska oljufelagnum á, at
tað bara finst eitt veruligt
føroyskt oljufelag og metti
hann Føroya Kolvetni meira
sum eitt umboð fyri út-
lendskan kapital. Graham
Steward hevur ongan hug
at fara út í tjak um hetta, tí
nú skal arbeiðast, sum hann
málber seg, men hann er
ikki samdur við Vilhelm
Petersen á hesum øki.
Hann vísir á, at fleiri før-
oyingar eru við í felagnum,
og nú er so møguleiki hjá
uppaftur fleiri føroyingum
at vera við, tí farið verður
undir at tekna nýggjan
partapening. Ætlanin er at
tekna nógvan partapening.
– So fer tíðin at vísa, hvussu
nógvir føroyingar vilja vera
við. Vónandi vilja fleiri
síggja hetta sum ein góðan
Ein væltalandi og fegin
Peter Rattey rósti føroysku
oljumyndugleikunum fyri
at hava verið dugnaligar,
rættvísar og ærligar. Her
handar Eyðun Elttør BP
stjóranum loyvið
oyum sigur Graham Stew-
ard og við hesum vil vísa
aftur teimum røddum, sum
siga, at Føroya Kolvetni og
samstarvsfelag tess Dana
bara eru úti eftir einum
skjótum »gevinsti« í Før-
oyum, selja tað man hevur
fingið tillutað og so rýma.
Agip væl nøgt
Fleiri umboð fyri Agip vóru
til steðar í Norðurlandahúsi-
num, tá loyvini vórðu latin.
Stjórin í Agip sigur við
Sosialin, at teir eru væl
nøgdir við loyvini teir hava
fingið tillutað. At Marathon
ikki er við longur er so bara
ein nýggjur møguleiki hjá
teimum, sum eru eftir í
bólkinum. Uppá fyrispurn-
ing um teir eru sinnaðir at
taka onnur feløg upp í bólk-
in, nú Agip eitt nú hevur
93% av lisensinum sigur
stjórin í Agip, at um hetta
kann gagna samtakinum, so
er hetta ikki óhugsandi. Við
gagna meinar hann, at eitt
felag kann koma inn við
vitan, ekspertisu og til við-
gerð av data og bidraga nak-
að til bólkin.
Agip var annars saman
við Norsk Hydro í eini aðr-
ari umsókn. Men har var
eydnan so ikki við teimum.
Teir høvdu annars eitt gott
samstarv sigur Agipstjórin
og vísir ikki aftur, at teir
eru sinnaðir at tosa við
Norsk Hydro um luttøku í
tí lisensi teir nú hava fingið.
Umboð fyri Agip og
Føroya Kolvetni lyfta í
felag – her samna við
oljumálaráðharranum