leygardagur 19. august 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Hann er í hvítari nýstroknari
skjúrtu, svørtum buksum og
slipsi. Vit eru staddir heima
hjá Bjarna Djurholm, fíggj-
arnevdarformanni og tað
eru ikki nógvir tímar síðan,
at avgerð varð tikin um, at
hann skuldi avloysa Finn-
boga Arge, sum landsstýris-
mann hjá folkaflokkinum í
Tinganesi. Finnbogi er
loystur úr starvi í dag og
Bjarni Djurholm tekur við
nýggja sessinum 28. august.
Hann er á veg oman í Tinga-
nes, har hann fyri fyrstu ferð
skal avmyndast sum kom-
andi landsstýrismaður við tí
eyðkendu bakgrundini úti í
Tinganesi.
- Eg haldi, at allir ting-
menn droyma um at gerast
landsstýrismenn einaferð.
Tað er í landsstýrinum, at
avgerðirnar verða tiknar, og
tú verður meira beinleiðis
við at mynda landsins poli-
tikk, sigur Bjarni Djurholm.
- Eg haldi heldur ikki, at
tað verður so torført at taka
yvir eftir Finnboga Arge.
Nógv mál eru loyst úr lagdi
seinastu tvey árini, og eg
havi eitt gott støði at standa
á.
Avgjørdur politikkari
Bjarni Djurholm er kendur
sum ein markantur po-
litikkari. Hann hoyrist, og
hann hevur ofta avgjørdar
meiningar um týdning-
Tingmenn droyma allir
um landsstýrissess
armikil
mál.
Mótvegis
Finnboga Arge, kunnu vit
rokna við at fáa ein eitt sind-
ur
meira
harðmæltan
landsstýrismann og saman
við nýggja landsstýris-
manninum hjá Tjóðveldis-
flokkinum Tórbjørn Jacob-
sen kunnu vit rokna við, at
løgmaður, Annfinn Kalls-
berg og Høgni Hoydal av
og á verða noyddir at slætta
sjógv.
»Undir fýra eygum haldi
eg meg sjálvan vera diplo-
mat«, sigur Bjarni Djur-
holm.
Tað eru nøkur mál sum
Bjarni Djurholm fer at
leggja seg eftir at loysa, mál
sum Finnbogi Arge hevur
arbeitt við, men sum ikki er
heilt rokkin enn. Á sam-
ferðsluøkinum er tað serliga
loysnin at projektera og
byggja nýtt skip til Suður-
oyarsiglingina. Nýtt skip til
Sandoynna er eitt mál sum
longu er í gongd, ferjan fer
vónandi at sigla um árs-
skiftið, og sambandið um
Vestmannasund
stendur
ovarlaga á dagsskránni.
Eisini hyggur nýggi lands-
stýrismaðurin frameftir, tá
tað snýr seg um sambandið
um Leirvíksfjørð og annars
sambandi í útjaðaraøkinum.
– Eg havi ofta verið
skýrdur fyri at verið ein
miðstaðarmaður, men eitt
vælútbygt miðstaðarøkið
ger tað eisini liviligari hjá
fólki í útjaðaranum. Arbeitt
verður við at orða ein útjað-
arapolitikk. Skal útjaðarin
hava møguleika at mennast,
so er neyðugt at skapa nakr-
ar fortreytir, soleiðis at tey
smáu plássini kunnu hava
nakað at bjóða sínum borg-
arum. Fyrsta fortreytin fyri
hesum er, at samferðsluvið-
urskiftini eru í lagi og hesi
halta manga staðni í dag.
Eitt nú eru stórir sam-
ferðslutrupulleikar á teim-
um smáu plássunum í Norð-
oyggjum, sigur Bjarni Djur-
holm.
- Eg eri sjálvur av tí fat-
an, at tað í sær sjálvum ikki
er negativt, at vit hava eitt
kraftarmikið miðøki. Eg
haldi, at eitt vælútbygt mið-
øki kann gera tað liviligari
í útjaðaranum, soleiðis at vit
ikki koma í ta støðu, at hatta
og hatta skal ikki vera har
ella har. At vit ikki byrja at
kappa fyri fáa alt fordeilt
javnt í samfelagnum, sigur
Bjarni Djurholm,
Vestmannasund
Bjarni Djurholm heldur, at
undirsjóartunnilin
undir
Vestmannasund fer eisini at
hava aðra ávirkan á før-
oyska samfelagið enn at
verða farleið undir sund-
inum.
- Eg trúgvi, at óvanligi
hátturin sum hevur verið
nýttur at fáa fast samband
um Vestmannasund fer at
slóða fyri einum øðrum
hugburði, tá tað snýr seg um
almennar íløgur. Við roynd-
unum frá Vestmannasundi,
Hetta heldur 43 ára gamli kollfirðingurin og royndi
politikarin Bjarni Djurholm, sum 28. august tekur við
starvinum sum nýggjur landsstýrismaður
Bjarni Djurholm
avmyndaður í gjár í
Tinganesi
Mynd: Jonhard Hammer
so trúgvi eg, at tað næsta
man fer at hyggja eftir, er
fast samband um Leirvíks-
fjørð, sigur Bjarni Djur-
holm,
– Stóra takið komandi ár
verður at fáa eitt nýtt skip
til Suðuroynna projekterað
og síðan at fáa løgtingsins
vælvild til fígging av
skipinum. Suðuroyggin er
komin í eina trongstøðu, at
hon er endað í somu støðu í
dag, sum miðstaðarøkið var
fyrst í seinastu øld, tá var
næstan alt virksemi í landin-
um í Suðuroy. Suðuroyggin
er illa fyri, eisini hvat vega-
kervi viðvíkur, so har er
nógmikið at tríva í, sigur
Bjarni Djurholm.
Familjumaður
Bjarni Djurholm er føddur
i Kollafirði og kom eftir
lokna realskúlagongd í
Vestmanna til Havnar í
Hoydalar. Hann var eitt
stutt skeið niðri og læs og
kom síðan heim á Lærara-
skúla. Hann var lærari í tvey
ár á Spesialskúlanum og fór
síðan á Tekniska Skúla, har
hann var lærari í 12 ár. Hann
er í dag varaskúlastjóri á
Eysturskúlanum, men hevur
verið í farloyvi seinastu ár-
ini orsakað av politiska ar-
beiðinum. Eitt nú sum
eygleiðari í stóru banka-
kanningini. Bjarni er giftur
Eydnu, sum starvast á Før-
oya Tele. Tey eiga trý børn,
tey eru Tummas Pauli, 19
ár, Annika, 12 ár og Monika
Maria 9 ár. Bjarni Djurholm
býr Millum Gilja í Hoyvíks-
haganum.
Lesið meira á síðu 26
Jan Müller
– Vit eru sera væl nøgdir.
Vit í Amerada Hess hava
fingið eitt operatørskap og
eitt øki, sum vit hava stórar
vónir til. Øll feløgini i sam-
takinum eru nøgd. Vit fingu
ikki alt tað vit bóðu um.
Kappingin hevur verið sera
hørð. Tað umráðið, sum all-
ir hava søkt um, er so lítið,
og eg haldi, at myndugleik-
arnir hava gjørt eitt sera gott
arbeiði við at fáa hesa ka-
balina at ganga upp sigur
Jan Evensen, stjóri í Ame-
rada Hess.
Teir høvdu tvey primer-
øki og fingu tað eina. Jan
Evensen sigur, at teir nú
samstarva við onnur feløg
og við myndugleikarnar um
at fáa eina boring á sumri
næsta ár. Hann vónar, at
spurningar um trygd og um-
hvørvi koma uppá pláss til
tíðina, tí teir vilja fegnir seta
hol á í juni, juli ella august.
The Faroes Partnership
hevur bundið seg til at bora
minimun tveir brunnar. Teir
hava so eisini eina sera um-
fatandi umsókn hvat tí før-
oyska innihaldinum viðvík-
ur. Talan er um nógvar verk-
ætlanir sum teir nú gera eina
ætlan fyri at leggja fyri
myndugleikarnar.
Hetta
snýr seg m.a. um at hækka
støðið hjá føroyskum ídn-
aði, so hann fær luttikið í
komandi oljuvinnuni.
Jan Evensen er ómetaliga
fegin um tann mátan sum
Oljufyrisitingin hevur ar-
beitt uppá og her serliga
Herálvur Joensen. -Hetta er
ikki nøkur løtt uppgáva,
men tað hava teir so megn-
að ótrúliga væl. At tað so
eisini er gjørt innan fyri ein
tíðarkarm, sum vit allir
kunnu góðtaka, eri eg eisini
ovfarin av, og ikki minst av,
at teir hava verið framman
fyri tíðina við hesum. Úr-
slitið av loyvisumfarinum
vísir so eisini, at her hevur
verið talan um eina skila-
góða og rættvísa útbjóðing.
Jan Evensen heldur, at
hetta verður ein ótrúliga
spennandi prosess framyvir.
Hann heldur sjálvur, at teir
hava fingið loyvið grundað
á tekniska innihaldið og
JAN MÜLLER
Geir Jøssang er stjóri hjá
Statoil fyri leiting í bretsk-
um, írskum og føroyskum
øki. Hann tók vegna AMG-
bólkinum (Statoil, Phillips,
Veba og Enterprise) ímóti
loyvinum í Norðurlanda-
húsinum. Hann er væl
nøgdur við úrslitið av rund-
uni, serliga tá hugsað verður
um ta sera hørðu kapping-
ina. Tað teir hava fingið
tann føroyska partin. -Tað
hevur ikki havt nakað
beinleiðis við føroyska
felagið at gera. Føroyskir
myndugleikar hava megnað
at hildið eina javnvág og
eina konsekventa linju. Eg
haldi ikki vit hava fingið
loyvi orsakað av Atlantic
Petrolum, men sjálvandi
hava teir givið eitt sera gott
íkast til føroyska partin.
Jan Evensen sigur seg
vera sera ovfarnan av, at
Norsk Hydro ikki fekk li-
Jan Evensen, leitistjóri í Amerada Hess:
Vit eru ótrúliga væl nøgdir
liggur innanfyri tað teir
hava søkt og eisini millum
1. prioritetirnar. Hann vil
ikki siga, um Statoil ætlar
at bora í næsta ár, men tað
fara teir at avgera innan fyri
nakrar vikur. Statoilbólkur-
in hevur bundið seg til at
bora tveir brunnar. Um teir
taka boriskipið Vest Navion
til Føroya hava teir ikki tik-
ið støðu til enn. Tað borar í
Grønlandi í løtuni. Teir eru
eisini nøgdir við 9-ára
loyvið, sum teir hava fingið
saman við Anadarko.
Hvat viðvíkur tí føroyska
innihaldinum so fer Statoil
at halda fram við at stuðla
føroyska útbúgving og
gransking. Teir hava longu
brúkt nógvar mill. til slíkt
endamál. -Vit vilja vera við
til at menna hetta, sum kann
hava stóran týdning fyri
vinnuna og samfelagið.
Statoil vil menna
útbúgving og
gransking
sens. Hann kennir ikki smá-
lutirnar í hesum. Fyrr hevur
Hydro verið í bólki saman
við Amerada Hess og hava
havt sera gott samstarv.
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 158 - 19. august 2000
Nr. 158 - 19. august 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart