Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. august 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 158 - 19. august 2000 Nr. 158 - 19. august 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Hóast fólk sum heild tóktust væl nøgd við handfaringina av landsdystinum millum Føroyar og Danmark, so vóru eisini fleiri illsinnis- gleps at hoyra um fæntandi fyriskipan. Eitt nú ilskaðust fleiri um, at meðan nøkur atgongu- merki vóru raðfest við nummarrøð, vóru onnur, har einki nummar var á. At nummarleys setur vórðu seld, hevði við sær, at hjá teimum, sum komu seint til dystin, var sera trupult at fáa sitipláss, og var talan um ein bólk, var hetta snøgt sagt ógjørligt. Betri gjørdist tað ikki av, at børn undir 7 ár høvdu ókeypis atgongd, uttan at nakað setur tó varð sett av til teirra. Hetta viðførdi, at setur, sum í veruleikanum vórðu seld øðrum, vórðu upptikin. At vallarvarparin róptu boð til foreldrini at hesum um at hava børnini hjá sær, munaði lítið í so máta. Illa staddir suðringar Hjá teimum suðringum, sum komu við seinna túr- inum hjá Smyrli, mundi støðan gerast serliga ring. Fyrst og fremst var Smyr- il seinkaður, tí hann mátti liggja á Redini eina løtu, áðrenn siglast kundi inn í havnina, og tí komu suð- ringarnir ikki til dystin fyrr enn beint fyri dystarbyrjan. Tá var nærum ógjørligt at fáa nakað sitipláss, og í síni neyð stillaðu tey seg við nøkur lýsingarskelti, men her fingu tey so ikki loyvi at standa. Støðan kundi verið heilt álvarslig, tí tað kom nærum til samanbrest millum on- kran ónøgdan áskoðara og ein av fyrireikarunum, men álvarslig gjørdist støðan tí- betur ikki. Loksins fingu flestu suð- ringarnir pláss á einstøkum spjaddum setrum, men at sita saman í bólki var ikki hugsingur um. Alt í alt mun- du flestu av hesum sostatt fáa eina góða fótbóltsupp- living, men tey, sum Sosialurin hevur havt sam- band við, eru kortini mis- nøgd um tað viðferð, sum tey fingu frá fyrireika- runum. Millum annað lýsa tey háttin, sum varð nýttur, tá tey vórðu rikin frá lýs- ingarskeltunum, fyri van- virðiligan og mannmink- andi. - Ein skuldi trúð, at vit vóru smábørn, sum onk- ursvegna høvdu forbrotið okkum, var viðmerkingin frá onkrum teirra. Flestu teirra gleddust tó um dystin, men vóru tó sera hørm um, at fyrri hálvleikur nærum var liðgt spældur, áðrenn tey rættuliga kundu njóta løtuna, sum framman undan var metta at skula gerast heilt serlig. Væntandi kunnleiki Poul Michelsen, formaður í Grunninum fyri Tórsvøll, sigur við Sosialin, at tey eru fullgreið um, at nógv mis- tøk eru farin fram. - Í kvøld (fríggjakvøldið) skulu vit hava fund, har vit saman gjøgnumganga til- takið, og royna at bøta um tey mistøk, sum eru framd. Tað, sum Poul serliga leggur dent á í hesum sam- bandi, er, at tað í stóran mun var væntandi kunnleiki, sum førdi til mistøkini. Eitt nú vísir hann á, at tað var sera óheppið, at øll set- rini ikki vóru raðfest við nummarrøð. Varð hetta gjørt, hevði eingin trupul- leiki verið við at funnið siti- pláss. Onkur hevur ført fram, at um hetta var gjørt, kundu fólk ikki á sama hátt savnast í bólkum, men Poul vísir á, at so hevði tað verið upp til keyparan at fyrireika seg soleiðis, at fleiri at- gongumerki vórðu keypt í senn, soleiðis at bólkurin kundi sitið saman. Júst hetta hevur annars verið ein trupulleiki fyrr, tá nummarraðfest atgongu- merki hava verið seld til landsdystir. Tá hevur tað ofta verið trupult hjá keyp- arunum at fáa nóg nógv at- gongumerki í einum, tí at- gongumerkini hava verið spjadd um posthús kring alt landið. Henda trupulleika eru tey tó í fer við at loysa nú, so- leiðis at atgongurmerki í framtíðini skulu seljast um eina skipan á alnetinum, har posthús, kunningarstovur og onnur sølustøð hava at- gongd til at bíleggja tey ein- støku plássini. Slík skipan er eitt nú í Danmark, og tá sæð verður burtur frá byr- junartrupulleikum, hevur henda riggað væl. Um trupulleikan við ó- keypis atgongumerkjunum hjá børnum heldur hann, at hesin kann loysast við ta eisini børnini fáa eitt at- gongumerki við nummar- festum sitiplássi, hóast hetta sum so einki kostar. Sjáldsamur trupulleiki Poul Michelsen vísir annars á, at teir trupulleikar, sum vóru mikudagin, í nógvar mátar eru trupulleikar, sum ikki stinga seg upp í van- ligum landsdystum: Hann heldur, at lands- dysturin móti dønum var nakað heilt serligt í fleiri mátar. Áskoðaramongdin var størri enn vanligt, og eisini ónøgdin um nógvu VIP plássini stavar frá ser- ligum viðurskiftum, tí so at siga allir teir donsku lýsa- rarnir, sum vóru til dystin, Skulu læra av mistøkunum Poul Michelsen ásannar, at nógv mistøk vórðu framd í fyrireikingunum til landsdystin mikukvøldið. Hann leggur tó dent á, at tey hava lært av hesum, og at tey eisini fyribyrgja hesum í framtíðini hava áhugamál í Føroyum, og tí høvdu teir nýtt møgu- leikan fyri VIP plássum til at bjóða føroyska kunda- skarðanum til dystin. Poul vísir á, at hetta við VIP plássum er ein sáttmálabun- din rættur, sum lýsararnir eiga, men at hesin sjáldan verður nýttur í so stóran mun, sum talan var um mikukvøldið. Hann ásannar tó, at tað er púra greitt, at tá talan í fram- tíðini er um dyst, har rok- nast kann við fullsettum sta- dion, eiga fyrireikingar at verða nógv betri, og fyrsta partin av hesum verður so farið undir nú, tá tiltakið sum heild verður eftirmett. Glaður hóast alt Samanumtikið er Poul Michelsen tó sera fegin um tiltakið, og tær royndir, sum teir hava fingið í hesum sambandi. - Mín fatan er, at tey allar- flestu høvdu eina sera hugnaliga øtu, og hetta eru vit sjálvandi fegnir um. Hin- vegin vilja tað altíð vera nøkur, sum eru við sviðið soð, tá talan er um eitt so- mikið stórt tiltak, og hetta harmast vit eisini um. Eg vil tó fegin takka øllum hesum, tí í allar flestu førum vóru fólk sera beinasom, soleiðis at óneyðugar konfliktir ikki stungu seg upp. Hann kemur tó samstund- is við eini áheitan um, at áskoðararnir í størri mun eiga at respektera tær reglur, sum eru galdandi í slíkum førum: - UEFA hevur nøkur trygdarkrøv, og hesi eru ikki gjørd til stuttleikar. Hetta kann kanska vera torført hjá okkum føroyingum at skilja í ávísum førum, men hin- vegin eiga reglurnar eisini at respekterast.Vit hava tó eisini okkara ábyrgd í so máta, tí kontrolskipan okk- ara virkaði ikki nóg væl, og hetta er so nakað, sum vit mugu royna at betra um. Hinvegin eiga vit eisini at vera eitt sindur »føroyskir«, soleiðis at alt ikki gerst ov fýrakantað, tí hetta liggur jú ikki til okkum. Vóru trupulleikar av ym- sum slag við fyrireikin og øðrum, so er tó eitt, sum Poul tykist ómetaliga fegin um: - Eg haldi at 12. maður eigur eitt stórt herðaklapp uppiborið fyri teirra leiklut. Teir skaptu ein ótrúliga góð- an stemning, og ikki minst tað, at teir nú sita á enda- tribununi ger, at øll hini fólkini síggja teir. Teirra leiklutur lág so avgjørt ikki eftir, og hetta varð til at gera upplivingina hjá hinum á- skoðarunum enn størri, varð seinasta viðmerkingin frá formanninum fyri Tórsvøll. Poul Michelsen sigur, at teir hava fingið nógvar royndir av landsdyst- inum mikukvøldið Hjá teimum flestu varð talan um eitt got fót- bóltskvøld, men atfinn- ingarnar móti fyrireikaru- num vóru kortini nógvar Vágbingar fara norður til Runavíkar í morgin. Onkur kundi kanska ímyndað sær, at tað fer maður av húsi í Vági, men tá vit tosaðu suð- ur í gjár, søgdu teir, at ferð- alagið verður neyvan nógv størri, enn tað plagar at vera. Teir taka ein dyst í senn. Enn er ein triðingur av kappingini eftir, og tað verða fleiri spennandi dystir í Vági – ikki minst tá HB og B68 koma suður. VB hevur vunnið seg fram á oddasessin við støð- ugum avrikum. Teir hava bara tapt ein dyst, og tað var á heimavølli ímóti B71. Á útivølli hava teir ikki tapt enn. Popzcynski plagar at siga, at spælararnir hjá hon- um eru ikki til at dúva upp á javnleik. Teir ætla sær øll stigini í Runavík, men í VB kunnu teir væl liva við ein- um javnleiki. Ímóti KÍ vóru Milan Ku- lic og Tórður Holm leik- bannaðir. Teir hava báðir verið álit á miðvøllinum, og teir vera báðir á liðnum í morgin. Tað vil við øðrum orðum siga, at bonkurin verður sterkari hesa ferð, enn hann var síðsta sunnu- dag. Fimm ferðir á rað NSÍ hevur altíð verið óstøðugt. Nú hava teir vunnið tríggjar dystir á rað, og vit skulu aftur til 4. juni fyri at finna síðsta tapið. Tað var á heimavølli ímóti B36. Tað vil við øðrum orðum KÍ fær í morgin vitjan av GÍ. Dystirnir millum grannaliðini plaga altíð at vera spennandi og ofta tætt- ir. Fyrr í summar endaði uppgerðin í Sarpigerði 2–2. Í fjør endaði tað málleyst í Klaksvík, í fyrraárið vann KÍ 4–2, og í 1997 vann GÍ 5–4! Gøtumenn hava vunnið tríggjar teir síðstu lands- kappingardystirnar, meðan KÍ hevur tapt tríggjar ferðir upp í slag. Hjá GÍ eru allir spæla- rarnir tøkir. Poul Ennigarð noyddist av vøllinum við vøddaskaða, tá fyrra um- farið ímóti B71 var hálv- runnið. Hann hevur ikki vant í vikuni, men teir rokna við, at hann verður klárur. – Við sigri í steypafin- aluni hava vit tryggjað okk- um altjóða luttøku komandi ár, men vit vilja fegnir ar- beiða okkum upp í lands- kappingini, og í morgin hava vit møguleikan at fara framvið KÍ, sigur GÍ vete- Jóannes Jakobsen, B68 ven- jarin, verður undir dystinum á Sandi í morgin ikki inn- anfyri girðingina. Hann fekk reyða kortið, tá tað í 2. hálvleiki stóð nógv á ímóti sumbingum. Arnbjørn Danielsen hev- ur verið ein av mest álitis- fullu B68 spælarunum í ár. Hann fekk gult kort ímóti Sumba og er tískil leikbann- aður. Jákup Djurhuus hevur áður spælt í miðverjuni og er ein møguleiki sum av- loysari. Í B68 hava saknaðu teir fyrrapartin av vikuni tríggj- ar av stuðulsspælarunum. Jan C. Dam, Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen vóru upptiknir av landsliðnum. Í gjárkvøldið skuldu teir tríggir venja aftur. Tað fer ikki minst at hvíla á teirra herðum og á álopsmonn- unum Marcello, sum hevur Í HB hava tey sleikt sárini í hesi vikuni. Tað verður ikki fjalt yvir, at dysturin ímóti NSÍ var eitt stórt vónbrot. Eitt er at tapa 5– 2, og eit annað er, at liðið so at siga fór sinniliga í kjallaran og meiri ella minni fór í upploysn: – Hatta má ikki endur- taka seg. Um vit ikki vísa ein heilt øðrvísi hugburð ímóti FS Vágum, so kunnu vit ikki rokna við at vera oddalið og vinna FM. Hetta sigur Hallur Dan- ielsen. Kappingin hjá honum og fleiri øðrum spælarum um pláss á lið- num hevur verið stór síð- ani summarsteðgin. Men uppundir dystin ímóti vágamonnum er meiri tunnligt. Liðformaðurin, Rúni Nolsøe, er leikbannaður, tí hann hevur fingið trý gul kort. Rumenski ver- juspælarin, Florian, fekk reyða kortið ímóti NSÌ og er tískil leikbannaður. Landsmaður hansara, miðvallarin Gigi, hevur ein so álvarsligan lið- bandsskaða í høgra knæi, at tað er sera ivasamt, um hann yvirhøvur verður førur fyri at spæla aftur í siga, at NSÍ hevur spælt fimm dystir á rað uttan at tapa. Í skrivandi løtu duga vit ikki at siga, um talan er um met, men tað man vera sjáldan ella ongantíð, at tað er komið fyri áður, tá NSÍ hevur verið í bestu deildini. Trygvi Mortensen er hálvur vágbingur – pápin, Jákup, sum er formaður í NSÍ, er ættaður úr Vági. Trygvi heldur tað vera stutt- ligt, at eitt annað lið, enn tey, sum plaga at vera í toppinum, nú blandar seg uppí. Men hann heldur sam- stundis, at teir í Runavík hava nakað at hevna: – Vit fingu góða byrjan upp á landskappingina, men tá vit vóru í Vági, vórðu vit punkteraðir, og tað gekk long tíð, áðrenn vit komu fyri okkum aftur. Nú hevur gingið væl. Vit taka ein dyst í senn, og so fáa vit at síggja, hvat tað fer at enda við. Ímóti HB lá trýstið á mótstøðumonnunum. Nú er VB oddalið, og tí liggur trýstið sjálvandi á teimum, sigur NSÍ venjarin, sum har- við roynir at halda báðum VB hevur ikki tapt úti Bæði teir í oddaliðnum og í NSÍ, sum ikki hevur tapt í fimm dystum á rað, eru heilt væl fyri Eingin endurtøka Havnarmenninir eru vónbrotnir av, at teir sinniliga skuldu fara so langt niður, sum teir gjørdu ímóti NSÌ ár. Allan Mørkøre var iva- samur undan NSÌ dyst- inum. Hann sá ikki út til at vera heilt klárur í lands- dystinum, men í gjár vistu teir í HB ikki, um hann verður tøkur í morgin. – Øll toppliðini hava torførar uppgávur síðsta triðingin av kappingini. Tað kann væl vera, at okkurt annað lið fer at blanda seg uppí. Um vit skulu vera í toppinum, so mugu vit vinna ímóti FS Vágum, sigur Hallur Danielsen. Lyklaspælarar burtur Vágamenn kenna fram- vegis botnin brenna undir sær. Og fyritreytirnar at spæla í Gundadali í mor- gin eru ikki av teimum bestu. Liðformaðurin, Al- bert Ari Thomassen, er leikbannaður, og ein ann- ar av stuðulsspælarunum, Tór–Ingar Akselsen, er plágaður av liðbands- skaða í fótliðnum. Hannus Olsen hevur eisini trupulleikar við fót- liðnum, men tað verður roknað við, at hann fer at royna at spæla í morgin. JH beinunum á jørðini. Allir NSÌ spælararnir vór- u tøkir ímóti HB, og allir eru tøkir ímóti VB. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast hjá Christian Høgna Jacobsen, sum hevur verið flúgvandi síðani summarsteðgin. Í steypakappingini vann VB 4–0 í Runavík. Í lands- kappingini hevur NSÌ vunn- ið tvey tey seinastu árini – í fjør 1–0 og 4–1 í fyrraárið. Í 1997 vann 4–1 í Runavík. JH Seinast VB royndi seg móti NSÍ høvdu vágbingar gott tak á B68 eitt og B71 tvey leikbann B68 venjarin hevur ikki loyvi at sita í búrinum, tá B68 heima á Sandi skal halda tørn um møguleikan fyri FM heitinum skorað nógv síðstu ferðir- nar, og á Súna Fríða Jo- hannesen, sum er topp- skjútti í 1. deild, at syrgja fyri, at B68 fær øll stigini við til hús. Tvey leikbann á Sandi Hjá B71 gongur hurðin inn og út av liðnum títt. Tá teir vóru í Gøtu síðsta sunnudag vóru Eli Hentze og Jógvan Jón Petersen leikbannaðir. Í Gøtu fingu Hans Jørgen Djurhuus og Julian Floresco gult kort, og so fall hamarin. Teir eru báðir leikbannaðir í morgin. Á plusssíðuni hjá B71 telur tað, at Valdemar Nowisci, sum fekk sera álvarsligan snudd, tá VB var á Sandi og orsaka av tí ikki fekk spælt í Gøtu, er komin fyri seg. Hann hevur vant í vikuni og verður í málinum í morgin. Jákup Lamhauge er ein av havnarmonnunum, sum hevur ferðast um Skopun- arfjørð at spæla fótbólt. Nú er hann farin av landinum í lestrarørindum og fer tískil ikki at spæla meiri í ár. Í fjør vann B71 1–0, tá B68 var á Sandi. Í fyrraárið var B71 í 2. deild, og í 1997 vann B68 2–1 á Sandi. JH GÍ fram og KÍ aftur Gøtumenn ætla sær í morgin at fara framvið KÍ, og teir siga seg ikki hava mist vónina at røkka heiðursmerkja- plássi ranurin, Pauli Jarnskor. Hvussu langt upp heldur tú, at tit hava møguleika at røkka? – Tað veldst um okkara úrslit og um úrslitini hjá oddaliðunum. Vit vera iva- leyst ov stuttir til fremsta plássið – vit hava mist ov nógv í fyrru hálvu – men oddaliðini skulu øll hittast innanhýsis, og vit skulu hitt- a VB í Gøtu og HB og B68 á útivølli, so tað kann fram- vegis gerast spennandi. Men so skulu vit greiða okkara setning hvørja ferð, staðfestir Pauli Jarnskor. Stuðlar tøkir aftur Hjá klaksvíkingum ræður um at venda óhepnu gong- dini, sum hevur havt við sær, at teir eru dotnir úr spíssinum og niður um mið- juna á støðutalvuni: – Tá tú í fjør hevur vunnið bæði FM og steypakapping, so er tað óhugaligt at vera niðanfyri miðjuna. Men eg haldi, at lagið hevur verið gott í vikuni, og tað hevur verið arbeitt væl undir ven- jing, sigur KÍ veteranurin, Harley Bertholdsen, sum vísir á, at um tað eydnast at venda gongdini, so kann KÌ framvegis koma upp mill- um liðini, sum fáa heiðurs- merkir. Evnaríki og ungi miðvall- arin, Kristian á Lakjuni, var besti KÍ maðurin, tá klaks- víkingar vóru í Gøtu. Nú hevur hann gjørt av ikki at spæla í 1. deild, og hann verður tískil ikki tøkur í morgin. Beiggi hansara, Heðin á Lakjuni, var leikbannaður seinast. Hann er tøkur aftur, og tað er miðverjin, Jan Andreasen, sum hevur verið plágaður av skaða, eisini. Allan Joensen hevur roynt at spæla á hægsta støði aft- ur, men hann hevur verið noyddur enn eina ferð at repa seglini, og hann verður ikki við í morgin. JH