mikudagur 23. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
RÚNAR REISTRUP
Síðan desembur mánað í
fjør hevur Føroya Lands-
stýrið verið umboðað í ein-
um norðurlendskum sam-
starvsbólki, ið hevur arbeitt
við
einari
sokallaðari
»felags norðurlendskari ætl-
an
fyri
burðardyggari
menning«.
Fyrsta útkast til ætlanina
er júst greitt úr hondum, og
verður nú sent ymsum
felagsskapum í norðurlond-
um til ummælis. Millum
føroysku felagsskapirnar, ið
fáa ætlanina til ummælis,
eru
Kommunufelagið,
Reiðarafelagið og Bónda-
felagið umframt onnur.
Felags norðurlendska ætl-
anin
um
burðardygga
menning er ein langtíðar-
ætlan fyri, hvussu noður-
londini í framtíðini skulu
troyta síni tilfeingi, verja
umhvørvið og sum heild
seta eina felags kós fram-
eftir.
Avtala felags hugburð
Arbeiðið við at gera ætlan-
ina krevur sostatt, at norð-
urlondini semjast soleiðis
nøkunlunda um hvønn hug-
burð tey skulu hava til ym-
isk stórmál sum til dømis
nýtslu av ríka fiskatilfeingi-
num, matvørudygd og orku-
framleiðslu.
Eitt annað av yvirornaðu
viðurskiftunum, ið norður-
londini skulu semjast um í
hesum sambandi, er spurn-
ingurin nýtslu av tilfeingi-
num av súgdjórum í havi-
num kring okkum.
Og her liggur ein av
ósemjunum, ið forðar ar-
beiðinum við ætlanini um
burðardyga menning í norð-
urlondum. Svøríki tekur
nevniliga fyrivarni fyri tí, ið
stendur í útkastinum til
felags hugburð í norður-
londum um veiðu og verju
av havsins súgdjórum.
Hendan partin av avtaluni
hava føroyingar orðað í
samstarvi við Ísland, og tí
harmar tað ikki sørt lands-
stýrið, at sviar í seinastu
løtu valdu at lýsa sítt fyri-
varni fyri tí, ið stendur í
hesum partinum av útkasti-
num til ætlanina.
Havsúgdjór
eiga at gagnnýtast
Norðurlondini hava hvør í
sínum lagi skrivað samráð-
ingaruppkøst til ymsu part-
arnar av heildarætlanini, ið
tey kenna best. Føroyar og
Ísland fingu litið upp í hendi
at skriva samráðingarupp-
kast til heildarætlan um
havtilfeingi. Harí lá eisini
at gera samráðingaruppskot
um tilfeingið av havsúg-
djórum, og tað var hesin
Í gott hálvt ár hava norðurlondini arbeitt við at orða eina
ætlan um, hvussu londini skilabest kunnu menna seg í
framtíðini. Men nú fyrsta útkast til ætlanina er liðugt,
hevur Svøríki tikið fyrivarni fyri einum parti av ætlanini.
Hetta er parturin um vernd og nýtslu av havsúgdjórum,
og hann hava føroyingar skrivað
Norðurlond ósamd
um hvalaveiðu-
spurningin
partur, ið sviar kendu seg
noyddar at taka fyrivarni
fyri.
Í útkastinum hjá føroy-
ingum og íslendingum til
langtíðarmál fyri burðar-
dyggari menning innan
veiðu av havsúgdjórum
stendur sum høvuðsmál, at
innan tey komandi 20 árini
skal norðurlendski politikk-
urin viðvíkjandi havsúg-
djóraveiðu mennast sam-
svarandi tí hugburði, at hav-
súgdjór eiga at gagnnýtast
við tí fyriliti, at hetta ikki
skal ávirka stovnin meira
enn ráðiligt er.
Í útkastinum stendur víð-
ari, at norðurlond í framtíð-
ini skulu samstarva í altjóða
høpi við tí fyri eygað at
tryggja varðveistlu og burð-
ardyggari nýtslu av havsúg-
djóratilfeinginum.
Landsstýrið harmast
Í tíðindaskrivi frá Uttan-
landsdeildini hjá Føroya
Landsstýri verður harmast
um, at Svøríki hevur tikið
fyrivarni fyri tí, sum Ísland
og Føroyar hava lagt upp
til í útkastinum til avtaluna.
Hetta málið verður nú
neyðugt at loysa á politisk-
um stigi, áðrenn tað kann
gerast partur av felags norð-
urlendsku heildarætlanini
fyri burðardyggari menn-
ing.
RÚNAR REISTRUP
Um vikuskiftið fara tríggir
tónleikarar at ferðast til trý
ymisk støð í landinum at
skipa fyri sokallaðum »Lis-
tening Room«.
Teir tríggir eru Teitur
Lassen og danirnir Henrik
Strube og Michael Friis, og
tey trý støðini eru »Virkið«
á Sandi, Norðurlandahúsið
í Havn og »Atlantis« í
Klaksvík.
Hetta »Listening Room«
ið tónleikararnir ætla at
skapa er ein meira óformell-
ur háttur at framføra løg enn
vanligar konsertir. Hendan
konsertin stílar ímóti tøttum
sambandi millum áhoyrar-
arnar og tónleikararnar.
Tónleikararnir sita ikki bert
og spæla, men úttrykkja seg
á fleiri hættir.
Tiltakið
»Aldarinnar
gongutúrur«, sum Teitur
Lassen og Edvard Nyholm
Debes skipaðu fyri í Meið-
arínum herfyri, var ført í
nøkunlunda sama stílið sum
»Listening Room« hjá teim-
um trimum Lassen, Strube
og Friis.
Norðurlandahúsið
kring landið
Fyriskiparin av konsertini
er Norðurlandahúsið. At
konsertin ikki bara verður í
Havn, men eisini á Sandi og
í Klaksvík er liður í átaki-
num hjá Norðurlandahúsi-
num at koma út um sjálvt
húsið.
Í hesum sambandi keypti
Norðurlandahúsið ein lítlan
buss fyrr í ár. Bussurin er
útgjørdur sum konsertbuss-
ur, har pláss er fyri nógvari
útgerð av alskyns slag um-
framt tónleikarum og tek-
nikkarum.
Tá farið verður til Sands
at spæla fyrstu konsertina,
er tað fyrstu ferð at bussurin
rættiliga verður royndur til
tað endamálið, hann er ætl-
aður til.
Fyrsta »Listening Room«
við Teituri Lassen, Henrik
Strube og Michael Friis
verður í »Virkinum« á
Sandi komandi hóskvøld
klokkan 21.00.
Fríggjakvøldið klokkan
19.30 er konsert í Norður-
landahúsinum, og leygar-
kvøldið klokkan 21.00
verður triðja og seinasta
konsertin á ferðini í Atlantis
í Klaksvík.
Ætlanin er at geva áhoyrarunum eina nærverandi uppliving, tá Teitur
Lassen og tveir royndir danskir tónleikarar fara at fylla eitt »Listening
Room« við tónum og samrøðu
Lurtararnir og teir
Tann endaliga útgávan av
hesi heildarætlan skal ætl-
andi leggjast fyri Norður-
landaráðið at samtykkja á
ársfundinum, sum verður í
novembur í ár. Ætlanin skal
so koma í gildi við ársbyrj-
an komandi ár.
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 160 - 23. august 2000
Nr. 160 - 23. august 2000
EDVARD JOENSEN
Toftir:
Viðurskiftini
á
ferjuleguni á Toftum eru
langt frá tí, krevjast kann av
einum staði, har nógv fólk
ferðast dagliga. Nógv tung
ferðsla til og frá Fiska-
marknaðinum, og nógv
órudd á bryggjuni, sum
ferðafólkini
ganga
og
dreiva uppií.
Klokkkan er tíggju mi-
nuttir í fimm seinnapartin
ein vanliga hósdag á Tofta-
kei.
Tað liggur ein trolbátur
og bøtir trol við skráan við
ferjuleguna á Toftum. Teir
hava drigið trolið niðan eftir
skráanum og lagt tað inn
eftir bryggjuni.
Tað er júst, sum tað van-
liga verður gjørt, bara við tí
undantaki, at um lítla løtu
kemur
strandfaraskipið
Ternan I at seta fólk av júst
her. Og so skulu øll tey fólk-
ini ganga niðan gjøgnum
hetta økið fyri at sleppa í
bussarnar, sum standa langt
uppi móti vegnum, tí teir
ikki sleppa heilt oman.
Ternan I kemur undan
grótkastinum og ger eitt
floyt, so teir, sum bøta, vita
av, at nú skulu teir flyta. Teir
skunda sær at loysa bátin
og leggja hann framman
fyri Fiskamarknaðinum.
Ternan I leggur at, og lúk-
an fer niður. Fólk skunda
sær í land, men noyðast at
»krússa« millum trolnet,
grunnlínur, bobbensar og
harraleysar handskar, sum
liggja á økinum framman
fyri ferjuleguni.
Ein stórur lastbilur við
viðfestivogni fer frá Fiska-
marknaðinum. Hann er á
veg til Havnar, haðani inni-
haldið, sum er ísfiskur, skal
avskipast til Englands. Ein
truckur koyrir aftur og fram
við plattum og køssum. Øll-
um hesum skulu ferðafólk-
ini frá Ternuni I ansa eftir,
meðan tey ganga niðan til
bussin.
Bussførararnir eru ikki
tryggir, sum støðan er. Teir
vilja fegnir vita, hvør hevur
ábyrgdina, um eitthvørt
óhapp hendir. Eru tað teir,
sum sleppa fólki úr buss-
inum. Er tað skiparin á
Ternuni I. Strandferðslan
ella Nes Kommuna, sum
eigur økið, ferjulegan er á?
Av
Arbeiðseftirlitinum
verður sagt, at tey eru ikki
Ferjulegan má ruddast
Tað er ikki heilt vandaleyst at ferðast
við Ternuni I um ferjuleguna á Toft-
um. Tung ferðsla og nógv órudd er á
økinum, har ferðafólkini ganga
Fólk halda tað ikki vera nóg trygt at ferðast um ferjuleguna á Toftum
Mynd: Edvard Joensen
heilt greið yvir, hvar slík
ábyrgd skal leggjast, og
vilja tí ikki siga nakað ná-
greiniligt um málið.
Men ferðafólkaleiðarin á
Strandfaraskipum Landsins
er ikki í iva.
»Eigarin av lendinum
hevur fulla ábyrgd.«
Tað vil siga, at so er tað
Nes Kommuna, sum skal
syrgja fyri, at tað er trygt
hjá ferðafólki at ferðast eftir
økinum, har ferjulegan ligg-
ur.
Kommunuskrivarin hjá
Nes Kommunu, Alfred Ol-
sen, sigur, at tey er greið
yvir støðuna og royna at
hjálpa upp á hana.
Tey skilja væl báðar part-
ar, sigur hann. Trolbátarnir
brúka økið, tí tað er so lætt
at draga trolið upp eftir
skráanum. Og ferðafókini
hava ampa av óruddinum.
Nes Kommuna arbeiðir
við at loysa málið soleiðis,
at trolbøtingin verður flutt
inn í Oyrar, har gamla turki-
húsið var. Har skal byggjast
høll, so teir fáa verið undir
taki, tá arbeitt verður, sigur
Alfred Olsen.
Men alt er ein spurningur
um prioritering. Eisini ein
slík høll. Og enn er hon so
ikki komin, sigur Alfred Ol-
sen, kommunuskrivari hjá
Nes Kommunu.
EDVARD JOENSEN
Øravík: Tað koma so fá
ferðafólk til Gistingarhúsið
við Á í Øravík mitt um
Gistingarhúsini fáa ov lítlan part
av ferðavinnuni
Tað fellur alt ov lítil partur av ferðaferðavinnuni til
gistingarhúsini í Suðuroy, sigur leiðarin á Gistingar-
húsinum við Á í Øravík
tá Smyril legð at á Drelnesi
og vórðu so verðandi í fleiri
dagar í oynni.
Tá bar eisini til at skipa
fyri ymsum tiltøkum sum
eitt nú útferðum, tí tá vistu
tey, at her var nóg mikið av
fólki at fara við.
So varð tann rutan av-
høvdað av politiska mynd-
ugleikanum, og við henni
hvarv ein heilt stór inntøku-
kelda hjá Gistingarhúsin-
um.
Í dag er tað nógv meira
tilvildarligt, hvør kemur
framvið, sigur Uni Mort-
ensen.
At so Smyril liggur á
Drelnesi og bjóðar ferða-
fólki koyggju, er beinleiðis
ójøvn kapping við almenn-
um pengum, sigur Uni
Mortensen, sum ikki dylur
sína misnøgd við støðuna.
Hóast søla av gistingum
er høvuðsvinnuvegurin hjá
Gistingarhúsinum við Á í
Øravík, sigur Uni Morten-
sen tó, at tey hava onkrar
aðrar spennandi ætlanir í
hettuni, nú veturin aftur
nærkast.
Húsið er bygt út við eini
hampiliga stórari veitslu-
høll, og har verða eitt nú
brúdleyp hildin, sum sjálv-
andi geva eitt íkast til rakst-
urin.
Men hølið kann saktans
brúkast til annað enn brúd-
leyp og ráðstevnur. Tað ber
væl til at skipa fyri almenn-
um tiltøkum við mati og
dansi til dømis. Soleiðis fyri
tey, sum eru vorðin eitt
sindur ov tilkomin til at fara
í diskotek í TB húsinum.
- Tann møguleikin er av-
gjørt til staðar, sigur Uni
Mortensen, sum metir, at
suðringar eins og onnur fólk
ivaleyst høvdu farið út eitt
kvøld soleiðis av og á at
hugna sær.
Uni Mortensen sigur, at
avtalan um oljuhavnina á
Drelnesi er avgjørt at frøast
um. Hann væntar heilt vist,
at tað fer at dryppa eitt
sindur á gistingarhúsini í
oynni eisini, tá virksemið
har kemur í gongd.
Men sum er, er støðan
tann margháttliga, at skuldi
Gistingarhúsið verið stongt
eina tíð, skuldi tað avgjørt
verið ta tíðina, vanliga verð-
ur nevnd háárstíð. Frá hálv-
um juli og einar tríggjar vik-
ur fram.
Tá er stutt og greitt alt ov
lítið at gera á Gistingar-
húsinum við Á í Øravík.
summarið, at hotellið kundi
næstan tað sama verið
stongt, sigur Uni Morten-
sen, dagligur leiðari.
Tað gekk væl fyrru helvt
av árinum, men tá komið
var út í hálvan juli, var tað
líkasum, at alt steðgaði upp,
sigur hann.
Og tað gjørdi tað í grund-
ini eisini. Soleiðis at skilja,
at tá fór vinnulívið í summ-
arfrí, og so hildu gisting-
arnar uppat.
Uni Mortensen sigur, at
Gistingarhúsið livir av
vinnukundum, sum koma til
Suðuroyar í arbeiðsørind-
um. Tað eru fyri tað mesta
føroyingar, sum gista á
hotellinum. Men eisini onk-
ur danskur ferðaseljari kem-
ur framvið, letur hann at.
Men fremmand ferðafólk
síggjast sjálvdan. Og tað
harmar Una Mortensen, at
soleiðis er.
Um grundina sigur hann,
at tað er líkt til, at ferðafólk
fara ikki ov langt frá Havn-
ini og miðstaðarøkinum
sum heild. Hann heldur rætt
og slætt, at tað er av ov lítl-
ari markanðarføring, at so-
leiðis er. Bæði vinnan sjálv
í Suðuroynni og ferðavinn-
an sum so, Kunningarstov-
an og Ferðaráðið, eru iva-
leyst ov vánalig til at
marknaðarføra teir møgu-
leikar, sum eru í oynni.
Og ikki hevur tað al-
menna hjálp til, sigur Uni
Mortensen. Hann vísir á, at
meðan Smyril sigldi til
Aberdeen, vitjaði heilt væl
av fremmandafólki Gisting-
arhúsið. Tey komu í land,