hósdagur 24. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Føroya
Skúlabóka-
grunnur hevur givið út
bókina »Kirkjukunnleiki
- Arbeiðsbók«, sum Elsa
Birgitta Petersen hevur
skrivað. Jóhan Kjeld,
lærari, hevur teknað
myndirnar í bókini.
Ætlanin er, at bókin
skal vera stuðul í kristni-
frálæruni í skúlanum,
har lesiætlanin eisini
fevnir um kirkjukunn-
leika, kirkjubygningar
og kirkjusiðir. Arbeiðs-
bókin er serliga ætlað
STEFAN Í SKORINI
Børnini steðga í Føroyum í
eina viku, og tey fara avstað
aftur við Norrønu mána-
morgunin, tá leiðin gongur
til Noregs, har tey eisini
skulu hava framførslur.
Børnini eru í aldrinum 8-
17 ár, og við í ferðalagnum
eru 45 børn og 6 vaksin,
sum taka sær av teimum og
allari útgerðini. Tað er ikki
heilt lítið, sum tey hava við
sær. Ein buss til flutning og
ein lastbil til alla útgerðina
hjá teimum.
Tað er fólkadansur úr
Hvítarusslandi, sum børnini
framføra, og tað líkist eitt
sindur russiskum dansi við
nógvum beinrørslum og
trampi. Tónleikur og sangur
eru eisini ein partur av teirra
framførslum.
Tey eru ikki heilt eiðasør
í sangi, tí ein teirra, kallað
Olga, hevur sungið fyri Jó-
hannesi Páll Páva II. Tað
var í mai í ár, tá hon var í
Rom og sang fyri hægsta
myndugleikanum innan ka-
tólsku kirkjuna.
Børnini ganga øll á einum
listaháskúla í heimlandi-
num, har tey umframt ta
vanligu skúlagongdina læra
at dansa . Hetta er ein skúli,
sum eisini tekur fátøk og
sjúk børn inn fyri at veita
teimum hjálp.
Tøtt skrá
Meðan børnini eru í Føroy-
um skulu tey dansa hvønn
dag uttan í morgin, fríggja-
dagin, sum er frídagur.
Skráin, sum løgd er, ber í
sær, at børnini eisini ferðast
kring landið at vísa fólki
síni kynstur sum dansarar
og sangarar.
Mánadagin,
sum
tey
komu til Føroyar, vóru tey í
Tilhaldinum og dansaðu
fyri teimum gomlu har. Týs-
Hevur sungið
fyri pávanum
Børn úr Hvítarusslandi eru í hesum døgum í Føroyum og dansa. Eisini duga
tey at syngja, tí ein teirra hevur nevniliga sungið fyri sjálvum pávanum
teimum eldru flokkunum
í fólkaskúlanum. Eisini
er neyðugt at hava Bíbli-
una og sálmabókina við
teksti hjá sær.
Hentar orðafrágreið-
ingar eru aftast í bókini.
Alt tilfarið hevur verið
brúkt og roynt í undir-
vísing í fólkaskúlanum.
Hestprent hevur prent-
að »Kirkjukunnleiki -
Arbeiðsbók«, og hon tel-
ur 50 blaðsíður og kostar
45 krónur.
5 ættarlið
Tað kemur ikki ofta fyri, at fimm ættarlið eru á lívi samstundis, men á myndini eru
fimm ættarlið savnað.
Frá vinstru: Oldurabbin Johannes Jacobsen, langomman Jenny Kirke, abbin
John Kirke, pápin Reidar Kirke og dóttirin Maria Bodil Kirke Gullbein.
Sunnudagin 6. august gjørdist oldurabbin 90 ár, og honum verður ynskt tillukku.
dagin vóru tey í Klaksvík,
har býráðið bjóðaði teimum
døgurða, áðrenn Atlantis
var karmur um teirra fram-
førslu. Í gjár vóru tey á
Giljanesi í Vágunum, men
í morgin er eingin dansur á
skránni.
Leygardagin tørna tey so
til aftur, tá tey skulu hava
tvær framførslur. Fyrst
verður matiné í Dómkirkj-
uni, og síðani gongur leiðin
inn til Runavíkar seinna-
partin. Sunnudagin verður
endabresturin í Norður-
landahúsinum, har teirra
seinasti dansur verður fram-
førdur.
Tað er Dansifrøði, sum
setti seg í samband við
Meginfelag Áhugaleikara
Føroya, um at fáa børnini
hendavegin. MÁF hevur
síðani stuðlað ferðini. Ein
felagsskapur í Danmark
nevndur Diens Mindes Ven-
ner, sum eisini hevur ymiskt
hjálpararbeiði um hendi,
spurdi seg fyrst fyri hjá
Dansifrøði, um møguleiki
var at senda tey til Føroyar,
og soleiðis er henda ferðin
komin í lag.
Í Føroyum hava tey verið
hýst privat hjá limum í
Dansifrøði. Annars halda
tey til í B36 húsinum um
dagin.
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 161 - 24. august 2000
Nr. 161 - 24. august 2000
Nýtt lemmavirki í Vági
Fyritøkan Injec-
tor Door, sum ger
serligu trollemm-
arnar í Vági, fer
at byggja tvær
nýggjar fram-
leiðsluhallir
EDVARD JOENSEN
Vágur: Formarnir til funda-
mentið undir fyrru fram-
leiðsluhøllina,
sum
lemmavirkið Injector Door
skal byggja í Vági, eru settir
upp.
Injector Door fer at
byggja tvær framleiðslu-
hallir, sum tilsamans fara at
vera 2.000 fermetrar, um-
framt ein skrivstovubygn-
ing. Øll verkætlanin fer at
kosta einar tríggjar milliónir
skipan sum veingirnir á
flogførum, og spara tí skip-
inum rættiliga fitt av orku.
Teir hava nokk at gera í
smiðjuni, sigur stjórin. Teir
hava arbeitt í skiftum, tá á
hevur staðið.
EDVARD JOENSEN
Í Botni: Tann 44 ára gamla
rørleiðingin úr Ryskivatni
oman í Botn vestantil á Suð-
uroynni, verður nú skift út.
Samstundis verður elek-
troniska og elektriska út-
gerðin inni á verkinum í
Botni eisini skift.
Bjarki Hermansen, verk-
meistari hjá elfelagnum
SEV, sigur, at rørini, sum
nú verða løgd, eru stálrør,
sum eru 60 sentimetrar í
diametur. Tey koma í staðin
fyri stálfóðra betongrør,
sum hava ligið síðan 1956.
Tann fyrsta rørleiðingin
varð løgd í 1921, sigur
Bjarki Hermansen.
Samstundis sum nýggju
rørini verða løgd, verða eis-
ini stabbarnir, sum halda
teimum, stoyptir av nýggj-
um, eins og nýtt hús verður
stoypt har, rørið fer inn í
fjallið beint undir Ryski-
vatni.
Umframt at rørleiðingin
verður skift, verður øll tann
elektriska og elektroniska
skipanin inni á sjálvum
verkinum í Botni skift. Her
er millum annað talan um
fjarstýrisskipanina. Verkið í
Nýggj rørleiðing í Botni
Rørleiðingin , sum veitir vatn úr
Ryskivatni til elverkið í Botni, verður
skift út. Arbeitt verður fyri einar
ellivu milliónir krónur
Botni er nevniliga ikki
mannað longur, men verður
fjarstýrt frá verkinum í
Vági.
Tað er stórarbeiði at skifta
slíka rørleiðing úr, sigur
Bjarki Hermansen. Talan er
um knappliga 700 metrar av
røri, sum liggja upp í 230
metra hædd frá sjóvarmál-
anum. Rørini skulu leggjast,
so hallið passar sera neyvt.
Til at flyta og leggja hesi
rørini hevur SEV nýtt tyrl-
una hjá Atlantsflogi, og
hevur hendan skipan roynst
sera væl, sigur Bjarki Her-
mansen, verkleiðari hjá el-
felagnum SEV.
Rørini eru komin til land-
ið liðugt sandblást og mál-
að, og tað er umráðandi at
fáa tey so óskadd sum gjør-
ligt upp á pláss. Bjarki Her-
mansen metir, at um tey
vóru flutt eftir jørð, kundi
skjótt okkurt komið á tey.
Tí er hesin flutningshátturin
sera góður at hava at taka
til, sigur hann. Hann vísir
á, at SEV eisini hevur brúkt
tyrluna til aðrar uppgávur,
og at hon mangan hevur
verið hent.
Samlaði kostnaðurin fyri
arbeiðið, sum nú verður
EDVARD JOENSEN
Sumba: Tey børn, sum
hava tørv á at verða ansað
kommunalt í Sumbiar
Kommunu, fáa nú skjótt
eisini møguleikan. Bygd-
arráðið samtykti á fundi
mánakvøldið at fara undir
kommunala dagrøkt.
Jacob
Vestergaard,
bygdarráðsformaður
í
Sumbiar Kommunu, sig-
ur, at kommunan hevur
kannað tørvin á kommu-
nalari barnaansing við tí
fyri eyga at gera barna-
garð. Men tað vísti seg,
at tørvurin var so lítil, tá
saman um kom, at tað er
púra óneyðugt við barna-
garði, sigur hann. Í grund-
ini er tørvurin so lítil, at
ein kommunal dagrøktar-
skipan við leiðara og øll-
um, sum til hoyrir, eisini
er í meira lagi.
Bygdarráðsformaðurin
sigur, at tað eru møgu-
leikar í lógini, sum gera,
at til ber at seta eina ein-
staka dagrøktarmammu
at passa børnini, Tey eru
ikki fleiri enn so, sambært
kanningini hjá kommun-
uni, enn at ein dagrøkt-
armamma er nokk.
Hinvegin er tað møgu-
ligt at samstarva við aðrar
kommunur, sum hava
skipaða dagrøkt, sigur Ja-
cob Vestergaard, bygdar-
ráðsformaður í Sumbiar
Kommunu.
Tað er annars lítð av
virksemi í Sumba, sigur
Jacob Vestergaard. Eitt
saltfiskahús var, men har
er einki arbeiði longur.
Kommunan hevur nú
keypt húsið, og ætlanin er
at nýta tað til ymiskt
kommunalt virksemi. So
sum
skrivstovu
og
goymsluhøli hjá Sumbiar
Kommunu.
Sumbiar
Kommuna
hevur higartil havt skriv-
stovu
í
skúlanum
í
Sumba. Men har er pláss-
trot, so hildið hevur verið
rætt, at skúlin fær tað,
hansara er, meðan komm-
unuskrivstovan fær sítt.
Okkurt skal gerast í
hesum sambandi, sum fer
at kosta eitt sindur av
pengum. Men tað verður
ikki gjørt, fyrr enn nýtt
bygdarráð, sum valt verð-
ur í heyst, hevur tikið við,
sigur Jacob Vestergaard,
bygdarráðsformaður
í
Sumba.
Annars arbeiðir Sum-
biar Kommuna við at fáa
nýggja bakkaverju fram
við fjøruni í Sumba. Har
minkar alsamt burtur av.
Jacob Vestergaard sig-
ur, at teir hava fingið
Matrikulstovuna at mála
upp, hvussu støðan er í
mun til tað, sum var, tá
Sumbiarbygd varð ma-
trikulerað. Tað vísir seg,
at í støðum eru upp til 17
metrar av bakkanum tikn-
ir burtur av brimi. So tað
er greitt, at her má okkurt
gerast, sigur bygdarráðs-
formaðurin.
Men tað kostar eisini
pengar,
og
Sumbiar
Kommuna hevur fyrr søkt
landsstýrismannin
í
vinnumálum um pening
av havnarjáttanini, men
ikki fingið nakað játtað.
Teir gevast tó ikki við tí
og hava søkt aftur, sigur
Jacob Vestergaard, bygd-
arráðsformaður,
sum
væntar, at nú man fara at
bera til.
Fáa nú
barnaansing
í Sumba
Sumbiar Kommuna samtykti á
fundi mánakvøldið at seta
kommunala dagrøkt á stovn
krónur, sigur Lars Larsen,
stjóri í Injector Door.
Hann sigur, at byggingin
verður tikin í stigum. Talan
er um at gera tvær hallir.
Onnur skal verða 750 fer-
metrar stór, og hin skal
verða 1.250 fermetrar.
Fyrst verður tann minna
høllin gjørd, og virksemið
flutt í hana, beinanveg, hon
er liðug. Tað eru funda-
mentini til hana, teir nú fara
undir at stoypa.
Lars Larsen sigur, at teir
hava valt at gera tvær stál-
hallir, sum settar verða nið-
ur á betongfundament., Tað
var tann bíligasta loysnin,
sigur hann. Teir ætla at gera
ta minnu høllina sjálvir,
meðan helst verður neyðugt
at fáa onkran annan at gera
ta størru, sigur hann.
Nýggju hølini fara at
betra arbeiðsumstøðurnar
heilt munandi, sigur stjórin
á Injector Door. Sum er, ar-
beiða 18 mans í leigaðum
hølum inni á gamla Polar-
frost. Men nýggju hallirnar
fara als ikki at kunna sam-
anberast við hesar umstøð-
urnar, sigur hann.
Felagið ger serligu trol-
lemmarnar, sum Helgi Lar-
sen í Vági hevur uppfunnið.
Teir eru gjørdir eftir somu
Byrjað er upp á fundamentið til nýggja lemmavirkið hjá Injector Door í Vági
Mynd: Edvard Joensen
Lars Larsen sigur, at teir
higartil hava útflutt lemmar
til fleiri lond. Og tað er víða
í heimi. Heilt til New Zea-
lands og Chile hava teir selt
trollemmarnar. Umframt
allastaðni her á okkara egnu
leiðum. Øll Norðanlond utt-
an til Finlands. Stóra Bret-
land, Írland, Týskland. Og
longri burtur sum Portugal,
Grønland og USA er støð,
sum lemmarnir eru seldir
til, sigur Helgi Larsen.
gjørt í Botni, fer at liggja
um ellivu milliónir krónur,
sigur Bjarki Hermansen.
Rørleiðingin og tað, sum
beinleiðis hoyrir henni til,
fer at kosta sjey milliónir,
meðan umvælingin inni á
sjálvum verkinum fer at
kosta fýra milliónir krónur,
sigur verkleiðarin hjá elfe-
lagnum SEV, Bjarki Her-
mansen.
Arbeiðið upp á sjálva rør-
leiðingina ger norska fyri-
tøkan Møller Energi, sum
eisini legði rørleiðingina
norðuri á Strond fyri einum
tveimum-trimum
árum
síðan. Tann leiðingin er av
júst sama slagi sum hendan
í Botni. Annað arbeiði í
samband við rørleiðingina,
so sum betong og slíkt ar-
beiði, ger Byggitek, meðan
elfelagið SEV sjálvt ger tað
elektriska og elektroniska
inni á verkinum niðri í
Botni.
Tað eru annars tvær rør-
leiðingar til verkið í Botni.
Hendan úr Ryskivatni og so
ein úr Vatnsnesi. Tann leið-
ingin varð løgd í 1965 og
sandblást í 1989, sigur
Bjarki Hermansen.
Hann sigur, at arbeiðið
upp á rørleiðingina ætlandi
verður liðugt um hálvan
september. Arbeiðið inni á
verkininum fer helst at
verða eitt sindur drúgvari,
men tey vænta tó hjá SEV,
at verkið kann fara í gongd
aftur, tá rørleiðingin er
liðug.
Rørini, sum veta vatnið til
turbinurnar í Botni verða
skift út'
Mynd: Edvard Joensen