Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Agip Denmark BV Agip Denmark BV er partur av italska Eni-samtakinum. Eni er m.a virkið innan olju- /gassleiting og framleiðslu og eisini t.d. innan petrokemiska ídnaðin. Eni hevur virksemi í fleiri enn 70 londum, m.a. í Italia, Afrika, Norðsjónum, Kina og USA. Amerada Hess (Faroes) Ltd. Amerada Hess (Faroes) Ltd. er partur av amerik- anska Amerada Hess-sam- takinum. Var upprunaliga serliga virkið í Meksiko- flógvanum og Norðsjónum, men hevur seinnu árini flutt virksemið til onnur lond eis- ini, t.d. Afrika og Asia. Kjarnuøkið fyri virksemið hjá Amerada Hess er tó bretski landgrunnurin, har felagið hevur verið virkið síðan olju- og gassvirks- emið byrjaði í 1963. Anadarko Faroes Company Anadarko Faroes Company er partur av Anadarko Petroleum-samtakinum. Anadarko Petroleum Corporation er amerikanskt oljufelagssamtak. Felagið er serliga virkið í Meksiko- flógvanum, Alaska og eisini í Afrika og á Atlantsmót- inum. Ætlandi verður Anadar- ko-samtakið lagt saman við felagnum Union Pacific Resources. P/F Atlantic Petroleum Føroyskt, privat oljufelag, sum varð stovnað í 1998. Hetta er fyrsta loyvi hjá felagnum at leita eftir og framleiða kolvetni. BG International Ltd. BG International Ltd. er partur av BG-samtakinum (British Gas) BG-samtakið er bretskt olju- og gass samtak, sum fæst við leiting og fram- leiðslu, eins og sølu av gassi til bretska marknaðin og al- tjóða marknaðir. Er virkið í fleiri londum, m.a. í Suður- amerika, Afrika og Mið- eystri. BP Amoco Exploration (Faroes) Limited BP Amoco Exploration (Faroes) Limited er dóttir- felag hjá enska BP Amoco p.l.c. Samtakið er virkið í Evropa, Norður- og Suður- amerika, Asia, Australasia og Afrika. Størsti framleiðari av olju og gassi úr Norðsjónum og vestan fyri Shetland. Fyri- støðufelag á Schiehallion feltinum vestanfyri Shet- land. DONG E&P A/S DONG Efterforskning og Produktion A/S er partur av danska, almenna olju- og gass samtakinum DONG. Høvuðsvirksemið hjá DONG E & P A/S er leiting eftir, framleiðsla og søla av olju og gassi. DONG-sam- takið eigur gassrørleiðirnar, sum føra gass frá danska landgrunninum til danska marknaðin. DONG-samtak- ið eigur m.a. grønlendska Nunaoil A/S saman við grø- nlendska heimastýrinum. DONG er við í 2 loyvum í Grønlandi, partvís við bein- leiðis luttøku og partvís sum partaeigari í Nunaoil A/S. Enterprise Oil Exploration Limited Enterprise Oil Exploration Limited er partur av Enter- prise Oil-samtakinum. Enterprise Oil-samtakið er enskt oljufelagssamtak, sum varð stovnað í 1984. Tað hevur serliga arbeitt í Norðsjónum, t.e. Stórabret- landi, Noregi og Danmark. Seinnu árini hevur felagið eisini fingið loyvi í øðrum pørtum av heiminum, t.d. Meksikoflógvanum, Brasil og Kazakhstan. Føroya Kolvetni P/F Føroyskt, privat oljufelag, stovnað av føroyskum og útlendskum íleggjarum í 1998. Hetta er fyrsta loyvi hjá felagnum at leita eftir og framleiða kolvetni. Phillips Petroleum Europe Exploration Ltd. Phillips Petroleum Europe Exploration Ltd. er partur av Phillips-samtakinum. Phillips-samtakið er privat amerikanskt oljufelagssam- tak, sum varð stovnað í 1917. Hevur verið virkið í Noreg síðan 1969, tá tað fann Ekofisk, fyrsta olju- leiðin á norska landgrunn- inum. Phillips er virkið á bretska landgrunninum. Felagið er við í 2 loyvum í Grønlandi, og er fyristøðu- felag í tí eina. Statoil Færøyene AS Statoil Færøyene AS er dóttirfelag hjá Den norske stats oljeselskap a.s. Statoil er norskt lands- oljufelag, sum varð stovnað í 1972. Statoil er høvuðs leiti- og framleiðslufelagið á norska landgrunninum, og hevur seinnu árini víðkað virksemið til eisini at um- fata lond uttanfyri Noreg. Felagið er við í 2 loyvum í Grønlandi og er fyristøðu- felag í tí eina loyvinum, har borað verður í løtuni. Veba Oil and Gas GmbH Veba Oil and Gas GmbH er partur av týska Veba AG Veba-samtakið hevur, um- framt olju- og gassvirksemi, eisini annað virksemi, sum t.d. kemikaliuvirksemi. Veba Oil and Gas GmbH tekur sær av altjóða up- stream virkseminum hjá samtakinum. Varð stovnað í 1998 við at Deminex og Veba Oel E&P vórðu løgd saman. Er virkið í bretska og norska partinum av Norðsjónum. Fyrstu oljuloyvini Sunnudagsskúli á Svangaskarði Tað verður helst landsins størsti sunnudagsskúli, tá ið børn úr øllum ættum og ymsum kirkjum og sam- komum í Føroyum streyma til Svangaskarð sunnudagin, 10. september. Bæði grasvøllurin og graslíkisvøllurin verða nýtt- ir á hesum uttandura sunnudagsskúlanum Hetta stóra sunnudags- skúla- og familjutiltakið er í sambandi við 1000-ára haldið fyri kristnitøkuni, og skuldi verið ein góður møguleiki at samskipa dagin, sum eina útferð fyri sunnudagsskúlan og familjuna. Ein níggjumannað nevnd við fólkum úr ymsum missiónshúsum, kirkjum og samkomum um landið hevur í nakrar mánaðir fyrireikað tiltakið, og nú eru tey spent at vita, hvussu nógv børn og vaksin fara at koma. Hesin serligi sunnudags- skúlin verður eitt sindur longri enn vanligt næstan 4 tímar. Men tað er ikki meir enn rímiligt, tá ið eitt nú suðuroyarbørn mugu ferðast langan veg fyri at vera við. Byrjað verður klokkan 14 á graslíkisvøllinum Har verður hornblástur, set- anarrøða og ein spennandi sangleikur um Dávid og Goliat verður framførdur. Klokkan 15 verður farið oman á graslíkisvøllin, har børn frá ymsum sunnu- dagsskúlum um landið fara at syngja, spæla dramaleik ella gera rørslur til sangir. Onkur klovnur verður eisini við. Børnini koma ikki bara at sita still, tey sleppa eisnini at røra seg. Tað verða ymsar kappingar og virksemi. Børnini hava sjálvi mat- pakka og saft við. Tiltakið endar umleið klokkan 17:30, og tá verður eisini nógv sungið. Sunnudagsskúlin á Svangaskarði hevur fingið heitið: „Verið sterk í Harr- anum!“ Ein sangur er eisni gjørdur til dagin, og hann fáa sunnudagsskúlarnir um landið sendandi, so tey kunnu læra seg hann, áðrenn tey koma á Svangaskarð. Øll, sum verða við til uttandura-sunnudagsskúlan á Svangaskarði fáa eisini okkurt heim við sær aftaná. Hvat hetta er, fáa børnini ikki at vita enn, men fyri at tað skal vera nóg mikið til, er neyðugt, at teir einstøku sunnudagsskúlarnir boða fyrireikarunum frá, hvussu nógv koma frá teirra sunnu- dagsskúla. Tilmeldingin skal vera inni í seinasta lagi sunnudagin, 3. september. Um tað ikki viðrar á Svangaskarði, verður til- takið ístaðin í Ítróttarhøll- ini í Runavík. 10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 161 - 24. august 2000 Nr. 161 - 24. august 2000 gult cyan magenta svart Almenn móttøka ê sambandi viÝ at Ð FelagiÝ er 25 ‡r Ð Vit eru flutt ’ nàggjan skrivstovu- og verkstaÝsbygning Ð Fyrst setti arbeiÝsmaÝur J—gvan Lamhauge hevur 25 ‡ra starvsdag verÝur boÝiÝ til m—tt¿ku ’ h¿lum okkara ‡ Hjalla fr’ggjadagin 25. august kl. 14.00 til 17.00 J&K Petersen Sosialurin - 311820 AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO Streymoy Vilja tygum vi› í Í b‡in - hvønn hósdag Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so fylli› út henda lepan og sendi› hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur Norðoyggjar Lesið -tað loysir seg Mat- seðilin Hósdagin 24. august: Hakkibúffur Fríggjadagin 25. august: Hamburgararyggur Leygardagin 26. august: Lambasteik Mánadagin 28. august: Kjøtfrikadellir Týsdagin 29. august: Rivjasteik Mikudagin 30. august: Stokt flesk Kostnaður 32,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Kaggin RONNIE NIELSEN & CO RONNIE NIELSEN &CO Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo Fríggja-og leygarkvøldið spæla DJ er ODDI Sosialurin - 311820 5'ARI frí.-, leyg.- og sunnukvøld frá kl. 17.00 Klaksvíkar Klubbi Klubbin hevur: POOLBORÐ BILLARDBORÐ ENSKAN FÓTBÓLT Á SKY Dansur verður leygarkvøldið 26. august ÓLAVUR PRESLEY & VINMENN spæla Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj.