Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 161 - 24. august 2000 Nr. 161 - 24. august 2000 Tað tykist sera undarligt at sokallaði »objektivi« sak- kunnleikin í mongum føri »gloymir« størsta bólkin av føroyingum, nevniliga sam- bandsveingin. Tað er einki at dylja, at hesin vongur er styrktur nógv eftir valið, hóast loys- ingarvongurin hevur játta sær sjálvum tíggjutals milli- ónir krónur, at propagan- dera fyri sínum boðskapi, bæði uttan og innanlands. Ein boðskap, ið beinan- vegin skramblar saman, um ein objektivur serfrøðingur, journalistur ella vanligur føroyingur setir ein ella fleiri kritiskar spurningar. Tíverri síggja vit alt ov lítið av hesum spurningum, ikki minst frá SVF, ið fyri kortum vildi »halda fram við seriøsum djúptøknum journalistikki - sum van- ligt!«. Hava teir stilla ein einasta kritiskan djúptóknan spurning viðvíkjandi livi- møguleikum føroyinga í einum fullveldi kontra ríkis- felagsskapi? Eg havi ikki hoyrt slíkan ella líknandi spurningar - tíverri. Tí tykist djúptókni journalistikkurin hjá nøkrum mest at líkjast journalistikki handan Jarn- tjaldi fyri nøkrum árum síð- ani, har journalistar runnu ørindir fyri ávísa politiska hugsjón. Kunning til J Mørkøre: Í øllum lítilætni vil eg kunna um, at tygum tykjast at gloyma (helst »objektivt serfrøðisliga«), at tað er ein flokkur, ið eitur Sambands- flokkurin. Hesin flokkur var stovn- aður í 1906-7, og hevur altíð havt stóra undirtøku ímill- um veljarnar. Til dømis var hann størsti flokkur á Tingi frá 1994 til 1998. • Hetta tíðarskeið hevði Kunning til objektivan serfrøðing hann løgmann. • Undir leiðslu av hesum Sambandsflokki fór aftur at ganga betri í Føroyum, eftir at loysingarflokkar høvdu rent Føroyar á húsagang. Stóra fíggjar- lógar undirskots evjan var til eitt munastórt yvirskot • Fíggjarliga fór aftur at ganga betur í Føroyum. • Meðan hesin flokkur sat við ræði, lækkaði skatta- trýst føroyinga við 500 milliónum krónum, og var ikki heimsins hægsta longur. (tíverri er hendan skattalætta gongd nú steðgað eftir at Sam- bandsflokkurin fór úr samgongu) • Nú metir Sambands- flokkurin, at tíðin er komin, at gera ríkis- rættarligar broytingar. • Hann vil fremja broyting- ar, men vil ikki úr ríkis- felagsskapinum. • Hann vil hava eitt greitt býti av, hvat er føroyskt, hvat er danskt og hvat er felags. • Uppskot okkara verður av Jóanis Eidesgaard sagt at liggja tætt teirra uppskot- ið. • Tað er tí sera sannlíkt, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu samstarva um eina fyri føroyingin góða rík- isrættarliga loysn, ið ikki fremur ein »búskaparlig- an skelk ella hóttafall«, sum fullveldissamgongan sjálv óttast fyri, eins og flestu føroyingar. • Flokkurin er sambært seinastu veljarakanning størsti flokkur á tingi. • Hví hevur hann í huga- heimi »objektiva serfrøð- inga« somu stødd sum flokkar, ið ikki eru á tingi? Er tað tilætlað manipulatión ella hevur »serfrøðinga hugsanin og ráðgevingin« eina politiska slagsíðu, ið avspeglar egnu hugsjón, heldur enn at vera objektiv? Um so er, tykist ikki rætt at pynta seg við objektiva ser- frøðingaheitinum, ið eigur at vera óheft. • Hesi fáu orð, tí í serfrøð- ingaheimi tygara tykist eitt nógv vert alternativ at vera burturgloymt: Nev- niliga alternativið, ið helst hevur ein stóran meiriluta av føroying- um aftanfyri seg. Við einari góðari ríkisrætt- arligari loysn, ið ikki fremur hóttafall ella bú- skaparligan skelk í Før- oyum. • Harra J. Mørkøre: Tað er ein seriørur flokkur, ið eitur Sambandsflokkurin. Tygara trúvirði tekur skaða, um hesin flokkur verður »gloymdur«. Vit eru mong í spyrja, um ein serfrøðingur bert sær við einum eyga. Um onkur serfrøðingur er, ið hevur hendan trupulleika, eigur tað at vera upplýst. Vinarliga Marjus Dam, løgtingsmaður Orðaskifti: Í 1998 gjørdu landsstýrið og stjórnin eina avtalu. Hon segði m.a., at partarnir skuldu taka upp samráðing- ar um eina búskaparliga skiftisskipan í sambandi við, at Føroyar gjørdust sjálvstøðugt land. Landsstýrið fyrireikaði seg til hesar samráðingar í tvey ár. Men tá samráðing- arnar skulu byrja, leyp stjórnin frá avtaluni. Aftur og aftur boðaði for- sætisráðharrin frá, at hann noktar at samráðast um nakra skiftistíð. Hann vildi als ikki tosa um tað. Tað er fýra ár ella einki. Harvið hevur stjórnin brotið eina avtalu, sum hon hevur gjørt við Føroya Landsstýri. Eingin sum helst ivi er um tað. Tá tú fyrst avtalar at taka upp samráðingar um eitt mál, og síðani noktar so mikið sum at tosa um málið, so hevur tú brotið avtaluna! Eitt krav frá øllum Øll taka ikki undir við, at Føroyar skulu hava full- veldi. Øll eru ikki samd um, at vit skulu hava nakra skift- istíð. Og summi ynskja, at skiftistíðin verður stutt, tí tey halda at tað kann forða fyri, at vit gerast eitt sjálv- støðugt land. Hetta eru pol- itiskar meiningar, og teim- um hava øll rætt at virka fyri. Men hetta hevur einki við avtalubrotið at gera. Uttan mun til hvat vit halda um fullveldisætlanina, so eiga vit at krevja, at stjórnin virð- ir landsstýrið so frægt, at hon heldur gjørdar avtalur. Uttan mun til hvørjum fót- bóltsliði vit halda við, so mugu vit semjast um, at reglarnar skulu haldast, tá dystir verða spældir. Annars verður einki skil í. Soleiðis er eisini í politikki. Regl- arnar mugu fylgjast og av- talur mugu haldast! Og tað eru kanska serliga tey, sum ynskja at danska statsvaldið eisini framyvir skal vera hægsti myndug- leiki í Føroyum, sum mugu krevja, at stjórnin heldur sínar avtalur. Tí fremsta treyt fyri at vit kunnu liva undir fremmandum stats- valdi er sjálvsagt, at hetta statsvald virðir teir mynd- ugleikar, vit velja at um- boða okkum. Tí má tað vera eitt krav frá øllum føroying- um, at stjórnin virðir lands- stýrið. Eisini tá landsstýrið ikki umboðar júst okkara ynski. Tað kann væl verða, at samráðingarnar um skiftis- tíðina høvdu endað við, at hon bleiv nærri fýra enn fimtan árum. Men tað má spælast eftir reglunum! Tá samráðingar eru avtalaðar, so eiga samráðingar at vera! Hetta má vera eitt krav frá øllum, uttan mun til polit- iskan lit og ynski. Góðtaka vit at reglarnar verða brotn- ar tá tað tænir okkara polit- isku málum, flyta vit okkum burtur frá grundleggjandi, demokratiskum hugburði. Og ein av teimum, sum hevur flutt seg ræðandi langt burtur frá slíkum hug- burði, er formaður Javnað- arfoksins, Jóannes Eides- gaard. Flokkin ella landið Áðrenn Jóannes Eidesgaard bleiv valdur til fólkatingið, gav hann veljarunum greið lyfti: Hann skuldi ikki bara umboða móðurflokkin hjá sær, Socialdemokratiet. Nei, hann skuldi fyrst og fremst umboða Føroyar og føroysk áhugamál. Hann skuldi vera ein føroysk rødd. Hann kallaði enntá seg sjálvan eitt føroyskt jarnbrot á fólkatingi. Velj- arin beit á, og valdi tað før- oyska jarnbrotið á danating. Eftir valið valdi Jóannes kortini at stuðla Nyrup- stjórnini. Hann gjørdist enn- tá tann avgerandi atkvøðan, og fekk harvið ómetaliga stórt vald. Tað “føroyska” jarnbrotið bleiv stungið mitt niður ímillum andstøðu og samgongu á fólkatingi, og kundi flyta báðar partar sín veg. Harvið fekk Jóannes Eidesgaard framúr góðar møguleikar fyri at røkja tað, hann var valdur at røkja: Føroysk áhugamál. Nú hendir so tað, at stjórnin, sum hevur Jóannes Eidesgaard sum tann avger- andi stuðulin, brýtur eina avtalu, sum hon hevur gjørt við føroyskar myndugleik- ar. Støðan hjá Jóannesi í hesum máli skuldi verið púra greið. Hann lovaði áðr- enn hann bleiv valdur, at hann skuldi røkja føroysk áhugamál. Hann lovaði, at tað vóru Føroyar og ikki Socialdemokratiet, sum stóðu honum fremst. Nú stóð so valið millum hesi bæði. Tann social- demokratiska stjórnin breyt eina avtalu, hon hevði gjørt við Føroya landsstýri. Jóan- nes Eidesgaard skuldi velja: Socialdemokratiet ella Før- oyar. Tá orðaskifti var á fólka- tingi um samráðingarnar, fingu vit at vita, hvat Jóan- nes Eidesgaard hevði valt: Hann stuðlaði stjórnini fult og heilt. Hansara lands- menn fingu gor og gall; danska stjórnin tey søtastu orð. Støðan hjá Jóannes Eidesgaard kann tí væl sam- anberast við eitt jarnbrot. Men hann er ikki nakað før- oyskt jarnbrot. Hann er eitt jarnbrot í hondunum á Poul Nyrup Ramsussen. Nyrup brúkar hansara avgerandi stuðul til at fremja avtalu- brot móti Føroya Landsstýr- ið. Ikki ein erlig søk Jóannes Eidesgaard er ímóti tjóðarfrælsi. Tað er ein erlig søk. Hann tekur undir við endamálinum hjá stjórnini sum er, at Føroyar skulu verða verandi undir donsk- um valdi. Tað er ein erlig søk. Men hann góðtekur eisini at stjórnin, sum ein lið í royndunum at náa hes- um endamáli, fremur av- talubrot. Tað er ikki ein erlig søk. Í fullveldissamráðingun- um er Jóannes Eidesgaard í parti við donsku stjórnini. Tað er ein erlig søk. Men hann góðtekur eisini, at stjórnin brýtur grundleggj- andi demokratiskar reglar. Góðtekur, at hægsti mynd- ugleiki føroyinga undir ver- andi skipan ikki verður virdur. Tað er ikki ein erlig søk. Sum allir aðrir javnaðar- menn á fólkatingi, stuðlar Jóannes Socialdemokratin- um. Tað er ein erlig søk. Men tá leiðarin fyri Social- demokratiet brýtur eina av- talu við føroyskar myndug- leikar, má hann velja, hvørjum hann skal vera loy- alur ímóti. Sínum flokki ella sínum heimlandi. Og tá Jóannes skuldi velja millum flokkin og sítt egna land, fall valið á Socialdemokra- tiet. Tað er heldur ikki ein erlig søk. Eitt jarnbrot kann brúkast til so mangt Herfyri var orðaskifti um løgmansrøðuna. Tá hoyrdi Føroya fólk Jóannes Eides- gaard gera gjøldur burturúr avtaluni, sum er brotin. “Tit vóru sjálvir úti um tað. Tit kundu bara gjørt eina betri avtalu”, gottaði hetta “før- oyska” jarnbrotið sær...! Mong av teimum, sum hava styðjað Javnaðarflokk- in, øtast av hesi framferð. Tað er skelkandi at Jóan- nes Eidesgaard góðtekur avtalubrot - og stuðlar av- talubroti - bert tí tað tænir hansara politisku endamál- um. Og tað er skelkandi at hann ikki heldur tey lyfti hann gav, áðrenn hann varð valdur í fólkatingið. Tí hann setir jú ikki Føroyar fremst. Hann tekur, sum ein av lim- um floksins segði herfyri, flokkin fram um landið. Hann tekur Socialdemokra- tiet fram um Føroyar. Og hetta ger hann, sjálvt tá leið- arin fyri Socialdemokratiet brýtur eina avtalu við Før- oya Landsstýri. Men eitt jarnbrot er jú eis- ini eitt amboð, sum verður brúkt av tí, sum heldur í tí. Tað glintar og kann fáa nógv buldur í, tá klettar verða fluttir. Men jarnbrotið ger ikki av, um klettarnir verða fluttir fyri at sleppa undan forðingum, ella um teir verða lagdir sum ein forðing. Eitt jarnbrot hevur onga meining sjálvt. Tað er vansin við at vera jarnbrot. Jóannes hevur fleiri ferðir verið firtin, tá onkur hevur kravt, at hann nú má taka støðu og siga hvørjum parti hann er í. Hann hevur ákært slík fyri at leggja seg undir at fremja landasvik, hóast hetta orðið ongantíð hevur verið brúkt uttan av honum sjálvum. Orðatakið sigur: “Sekur er hann ið at sær tekur.” Serliga gerst hetta sjónskt tá so langt er ímill- um givin vallyfti og polit- iskar gerðir, sum hjá “jarn- brotinum Jóannesi Eides- gaard”. Kai Vágfjall Eidesgaard — jarnbrotið hjá Nyrup! “Eg skal vera eitt føroyskt jarnbrot” segði Jóannes Eidesgaard áðrenn fólkatingsvalið. Men nú tykist hann vera meira trúgvur móti sínum danska flokki, enn móti føroyskum myndug- leikum. Sjálvt tá Nyrup brýtur eina avtalu við landsstýrið, fær hann stuðul frá formanni Javnaðarfloksins. Spurningurin er nú, hvør brúkar hetta “føroyska jarnbrotið”? Marjus Dam, løgtingsmaður Undir viðgerðini av løg- mansrøðuni herfyri var tað fyrst og fremst sjálvstýris- uppskotið hjá Javnaðar- flokkinum, sum kom at standa í brennideplinum. Út frá teirri sannroynd — sum eisini var staðfest av sam- gongutingmonnum — at landsstýrið hevur rent seg fast við fullveldisætlanini, veksur áhugin frá øllum síð- um fyri tí alternativa upp- skotinum til at skipa Før- oyar sum frælsa tjóð, sum Javnaðarflokkurin vísir á. Sjálvstýrislógin tekur allar avmarkingar burtur Tað er ikki meir enn hálvt- annað ár síðani, at Høgni, varaløgmaður, og aðrir loysingarmenn, háðandi skírdu sjálvstýrisuppskotið hjá Javnaðarflokkinum fupp og svindil, meðan teirra egna projekt um full- veldið enn lá feskt og vón- ríkt á skriviborðinum. Mangt er broytt síðani tá. Fullveldisætlanin hevur mist alt trúðvirði, undirtøk- an í fólkinum er minkað niður í ein lítlan minniluta, og millum landsstýrisflokk- ar og í landsstýrisflokkum valdar mistrúgv. Hinvegin stendur nú upp- skotið hjá Javnaðarflokkin- um til nýggja sjálvstýrislóg alt meira sum tann gongda leiðin burtur úr einum av- skeplaðum heimastýri til eina nýggja frælsa stjórnar- skipan. Sjálvstýrislógin tek- ur allar avmarkingar fyri veruligum sjálvstýri burtur, so at vit kunnu økja okkara sjálvstýri frá partvísum til fullfíggjað sjálvstýri, so hvørt sum vit skapa búskap- arligu og samfelagsligu for- treytirnar. Nýtt heimastýri loysir ongar trupulleikar Tí gongur uppskotið hjá Javnaðarflokkinum ikki út uppá at seta eina nýggja heimastýrisskipan ístaðin fyri ta gomlu. Trupulleikin við eini heimastýrisskipan er júst tann, at hon ikki gev- ur veruligt sjálvstýri - hon gevur ikki føroyskum myndugleikum ta fullu ábyrgdina og tað fulla ræði á egnum viðurskiftum. Tey skendskastu dømini um hetta var tann eyðmýkj- andi avmakt, sum føroyskir myndugleikar komu at standa við fyrst í nítiárun- um, tá teir vóru tiknir við brókunum niðri á øklunum og tvingaðir at seta harð- rendar og grundbroytandi kreppuloysnir í verk, sum aðrir høvdu lagt til rættis. Eitt annað dømi um tey avskeplaðu viðurskifti undir heimastýrisskipanini, sum koma føroysku tjóðini í eina mannminkandi støðu, er nú føroyska málið við einum altjóða sáttmála lýsir verður lýst sum eitt landspartamál hjá einum tjóðskaparligum minniluta! Nýggjur sáttmáli millum javnbjóðis partar Tí kann ikki verða talan um bert at seta eina nýggja heimastýrisskipan í verk — tað krevjast grundleggjandi broytingar í stjórnarviður- skiftunum, sum geva før- oyskum myndugleikum ta fullu ábyrgdina og tað fulla ræði á egnum viðurskiftum. »Vit takka Margretu fyri tíðina...« - leiðin úr avskeplaðum heimastýri til nýggja frælsa stjórnarskipan Orðaskifti: Hetta er vorðið neyðugt fyri eina framhaldandi politiska, búskaparliga og samfelags- liga menning í Føroyum. Við sjálvstýrislógini verður settur ein nýggjur sáttmáli í gildi millum Før- oyar og Danmark, sum tek- ur heimastýrislógina av og umskipar viðurskiftini mill- um londini til ein felagsskap millum javnbjóðis partar í ríkinum. Føroyskt sjálvræði tryggjað altjóðarættarliga Hesin nýggi sáttmáli um ríkisfelagsskapin millum javnlíkar tjóðir verður lýstur fyri altjóða samfelagnum, so at hann fær altjóðarætt- arligt gildi. Á henda hátt verður føroyski tjóðar- myndugleikin tryggjaður fult so høgt sum á grund- lógarstigi. Júst við tí at sátt- málin fær altjóðarættarligt gildi, tryggja vit okkum ímóti, at danskir ella nakrir aðrir myndugleikar kunnu gera seg inn á tann fulla og óavmarkaða sjálvsavgerð- arrættin, sum vit sambært sáttmálanum skulu hava yvir øllum viðurskiftum undir føroyskum lóggávu- valdi. Sjálvstýrislógin loysir høvuðsmálini Tað eru tvey altavgerandi mál at vinna við hesi mannagongd í sjálvstýris- málinum, sum sjálvstýris- lógin leggur upp til: • Fyri tað fyrsta er hetta einasti mátin at fáa eina so breiða semju í sjálvstýris- málinum, bæði í fólkinum og í tinginum, sum er neyð- ug fyri at øll kunnu kenna seg trygg við og medvirka til tær stóru broytingar, sum skulu til fyri at Føroyar kunnu koma at standa á egnum beinum. Aðrir møguleikar eru ikki realistiskir: øðrumegin ligg- ur tann kollsiglda fullveldis- ætlanin, og hinumegin fær ein sambandsloysn hvørki tingið ella fólkið við sær, tí so stór er framdriftin í sjalv- stýrismálinum tó hóast alt. • Fyri tað næsta fáa vit loyst sjálvt høvuðsmálið í sjálvstýrisspurninginum: at vinna føroyskum myndug- leikum hægsta vald og fulla ábyrgd í egnum viðurskift- um. Hetta verður ikki gjørt sum landsstýrið ætlar í einum lopi við eini loysing — m. a. av teirri einfaldu orsøk at tær neyðugu bú- skaparligu og fyrisitingar- ligu fortreytirnar rætt og slætt ikki eru til staðar. Hetta verður heldur ikki gjørt við at skjóta sjálvstýri langt fram í tíðina og bara bíða inntil einaferð allar for- treytir verða til staðar. Nei, vit fara til verka nú og fáa okkum við sjálvstýris- lógini fult ræði — kalla tað hægsta vald, kalla tað evsta vald, kalla tað suverenitet - á øllum teimum málsøkjum, sum longu ídag eru yvirtik- in. Síðani leggja vit øll hini málsøkini, sum enn eru rík- ismál, undir føroyska lóg- gávu, eitt fyri og annað eftir. Og vit taka sjálvsagt eisini tað fíggjarligu ábyrgdina við. Soleiðis taka vit veru- liga ábyrgd uppá okkum, so hvørt vit eru før fyri at lyfta hana, politiskt, fyrisitingar- liga og fíggjarliga, mál fyri mál. Og soleiðis verður eitt partvíst sjálvstýri til eitt fullfíggjað sjálvstýri. ”og eitt kunningar- skriv til tann Nyrup, ið tá situr...” Tá eru vit komin hartil, at allar fortreytirnar eru skapt- ar fyri einum veruliga fríum vali, har vit uttan ampa kunnu avgera, um vit skulu taka tað síðsta stigið, at loysa og fara út úr ríkis- felagsskapinum. Sum ein partamaður í Norðstreymi hevur tikið til: ”Alt í alt ein greið og virði- lig prosess. Og táið hon er at enda komin — um tað gongur av tí besta um eini 10 ár, og um tað gongst verri, so seinni — so kunnu vit halda fólkaatkvøðu um loysing ella samband. Verð- ur meiriluti fyri loysing, ja so senda vit bræv til Mar- gretu og takka fyri tíðina og eitt kunningarskriv til tann Nyrup, ið tá situr, um at vit hava tikið loysing.” Tað er eisini meira stílur yvir eini slíkari framferð. Og so sleppur man undan hesum skammiliga, sum nú fer fram, har man júkar og biddar um skiftisskipanir og skiftistíð til eina loysing, sum man kortini ikki heldur seg hava ráð ella førleika ella dirvi til at taka. Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður Vinnulig gagnnýtsla av alnetinum Seinastu árini er alnetið, heimasíða og teldupostur vorðið ein partur av gerand- isdegnum hjá nógvum før- oyskum fyritøkum. Flestu eru greið um mongu møgu- leikarnar, henda tøknin førir við sær, men fáar fyritøkur hava til fulnar megnað at gagnnýtt teir rakstrarligu fyrimunirnar, sum digitali- sering og alnetið hava við sær. E-business, ella e-vinna, er felagsheiti fyri teir møgu- leikar, sum fyritøkan hevur, tá umræður vinnuliga gagn- nýtslu av alnetinum. Her er ikki bert talan um keyp og sølu á alnetinum, ella e- handil, men eisini um sam- skifti sum heild við við- skiftafólk, veitarar, almenn- ar stovnar, starvsfólk osfr. Gongdin uttanlands er, at fyritøkur, sum til fulnar megna at gagnnýta vinnu- ligu møguleikarnar við digi- talisering og alnetinum, vinna sær betri kappingar- føri. Samskiftið gerst effek- tivari og viðskiftafólk merkja eina betri tænastu, samstundis sum fyritøkan fær rakstrarligar fyrimunir. So sum so eru møguleikar- nr viðkomandi fyri allar fyritøkur, sum vilja tryggja sær framtíðar kappingar- føri, og hetta er eitt mál, sum leiðslan á einstøku fyri- tøkunum eigur at taka støðu til. TK Stovan skipar fríggja- dagin 1. september fyri kunningarfundi um e-busi- ness undir heitinum »E- business - viðkemur øllum fyritøkum«. Kunningarfundurin er í tveimum pørtum. Í fyrra partinum verður framløga um e-business í síni heild, og í seinna partinum eru fýra styttri innlegg um meira ítøkilig evnir, sum eru partar av e-business. Fyrsti røðarin verður danski konsulenturin, rit- høvundurin og »kveikjarin« Jesper Bove-Nielsen. Hann fer at hugleiða, kveikja og kunna um digitalisering, e- business og um altjóða gongdina. Eisini fer hann at vísa á, hví e-business fyrst og fremst er ein strategiskur leiðsluspurningur, og ikki bert ein teknisk uppgáva hjá fyritøkuni. (Bókin hjá Jesp- er Bove-Nielsen »E-Busi- ness« kann lesast á www.digitalestrategier.dk og kann annars keypast frá forlagnum Børsen). Í seinna partinum verða fýra innlegg: Ráðgevin Preben Bach frá TIC Århus fer at greiða frá, hvussu fyritøkur fáa ráðgeving og kunning, soleiðis at tær betur kunnu fyrireika seg til e-busines. Niels Chr. Nolsøe, stjóri á Elektron, greiðir m.a. frá arbeiðinum við at fáa toll og avgjøld avgreidd yvir al- netið, og hvussu hetta ar- beiðið líður. Somuleiðis fer hann at greiða frá ymsum nýggjum, sum hendir í Før- oyum júst nú innan e-busi- ness. Linda Gunnlaugsdóttir, sum er nýggi stjórin á Eim- skip Føroyar, fer at greiða frá, hvussu tey brynja seg út til ta nýggju e-verðina. Eimskip ætlar at minka um fjarstøðuna millum keypara og seljara, og málið er at verða besti »útberari« av smápakkum í norðurhøvum um 3 ár. (Logistikkur og forwarding). Fróði Magnussen frá For- mula.fo fer at lýsa tann partin av e-handli, sum við- víkur flutningi av kunning og peningi (mótsatt fysisk- um flutningi). Her verður dentur lagdur á at greiða frá, hvat skal til, tá slíkar loysnir skulu fremjast, bæði av út- vegara og keypara. Um- framt hetta verður ein stutt frágreiðing um tann tekn- iska partin og kostnaðar- støðið (modul-uppbygg- ing). Kunningarfundurin verð- ur á Hotel Føroyum fríggja- dagin 1. september kl. 13.00.